Útjaðarin - almenn størv

 

89  Uppskot til  samtyktar um almenn størv í útjaðaranum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrismannin í útjaðaramálum um at kanna og leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvussu størv (ársverk) og heimildir, møguligir partar av almennari umsiting og nýggjar umsitingar kunnu flytast til útjaðaran.

Viðmerkingar:
Hóast økismenningin hevur fingið nógva rúmd í almenna kjakinum seinastu árini, og hóast ítøkilig stig eru tikin til tess at styrkja um eitt nú samferðslukervið, so er tað tíverri ein sannroynd, at ein tann svárasti trupulleikin, sum útjaðarin hevur at dragast við, er, at unga fólkið úr útjaðaranum, sum leitar sær burtur í lestrarørindum, alt ov sjáldan hevur møguleikar at leita heimaftur til útjaðaran, tí útboðið av førleikakrevjandi størvum er alt ov lítið.

Sum er, er nakað av størvum í útjaðaranum, sum krevja millumlangar útbúgvingar. Her verður serliga hugsað um størv í fólkaskúlunum, røktarheimum, sjúkrahúsum, heimarøktini, miðnámunum, eldraøkinum og í barnansingini. Harumframt eru nøkur størv á deildum av almennu umsitingini,, sum eru løgd út í økini, eitt nú deildir av Almannastovuni og Toll og Skatt. Og tað er eingin ivi um, at øll hesi størvini hava ómetaliga stóran týdning fyri trivnaðin og ikki minst fólkasamansetingina í útjaðaranum.

Men enn er langt á mál, serliga tá tað snýr seg um hægri útbúgvingar og eisini økt tal av fólki til at átaka sær vanligar umsitingarligar uppgávur.

Vit í Javnaðarflokkinum eru fullgreið yvir, at tað er ikki so heilt einfalt at leggja økt alment virksemi út í útjaðaran, men enn er royndin næstan ikki gjørd. Tí eigur at verða hugsað um, um ikki ber til, at tá eitt nú fleiri ársverk skulu setast í einari almennari umsiting, um ikki slík ársverk eins væl kunnu setast við deildirnar av verandi stovnum, sum liggja í útjaðaranum. Tí hóast alt, so hevur tøkniliga menningin innan samskifti gjørt tað møguligt at arbeiða "on-line" við deildir í høvuðsstaðarøkinum. Eisini eigur eitt vakið eygað at verða hildið við, um ikki eisini ber til at leggja størri partar av almennari umsiting út í útjaðaran, og kanska serliga tá nýggj umsiting skal setast á stovn.

Fyri tað unga fólkið, sum skal setast í starv, og sum kanska enntá er ættað úr útjaðaranum, so vil eitt starv her gerast ein stórur fyrimunur, eisini tá hugsað verður um eitt nú íbúðarspurningin og ansingarspurningin.

Men tað er sera týdningarmikiðí hesum máli, at farið verður fram við skili. Lítil dugur er í, um slík tiltøk ikki eru væl umhugsað soleiðis, at øll saklig grundgeving talar júst fyri tí loysnini, vald verður.

Tí verður heitt á landsstýrismannin í útjaðaramálum um at kanna og leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvussu størv (ársverk) og heimildir, møguligir partar av almennari umsiting og nýggjar umsitingar kunnu flytast til útjaðaran. Hetta kann gerast við at seta eina nevnd av fakfólki, sum umboða øll ráðini, sum kunnu kanna henda spurningin út í æsir, og sum kunnu lýsa málið á ein slíkan hátt, at lættari fæst eygað á, hvørjir møguleikar liggja í einari nógv størri spjaðing av almennum størvum. Ein tílík kanning og ein tílík lýsing saman við einari ítøkiligari ætlan kundi so verið grundarlagið hjá landsstýrinum at brúkt, tá broytingar ella nýggj størv skulu setast í almennu umsitingini. Ein tílík kanning kundi tá verið grundarlagið undir einum veruligum økismenningarpolitikki.

1. viðgerð 17. mars 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 10. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 17. mars 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 10. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í oljumálum.

Landsstýrismaðurin vísti á, at skal ein kanning og frágreiðing gerast um tey viðurskifti, sum uppskotið fevnir um, er neyðugt, at eisini hini aðalráðini verða tikin við í eitt samskipað arbeiðið.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 22. apríl 2003. Uppskot til samtyktar samtykt 29-1-0. Málið avgreitt.