Fjarfiskiflotin

 

90  Uppskot til  samtyktar višvķkjandi fjarfiskiflotanum

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš (Oršaskiftiš riggar ikki)
C. Įlit
D. 2. višgerš (Einki oršaskifti)

Įr 2003, 4. mars, legši Kaj Leo Johannesen, lųgtingsmašur, vegna Sambandsflokkin fram soljóšandi  

Uppskot

til

samtyktar

Lųgtingiš heitir į landsstżriš um at seta serkųna skjóttarbeišandi nevnd at kanna og skriva frįgreišing um, hvussu Fųroyar yvir longri tķšarskeiš fįa sum mest av fiskiręttindum ķ altjóšasjógvi, og hvussu mest fęst burturśr. Uppskotiš skal leggja upp til eina nżggja buršardygga skipan fyri allan fjarfiskiflotan.

Višmerkingingar
Fiskiręttindi og fiskivinnan ķ altjóša sjógvi byggja į sųgulig ręttindi, sum ųll eru vunnin sambęrt sišvenju av bęši teimum, sum undan fóru, og teimum, sum ķ dag fiska. Alt bendir į, at hesin fiskiskapur eisini ķ framtķšini fer at byggja į sųgulig ręttindi, og tķ er sera umrįšandi, at heildarpolitikkurin į hesum ųki er mįlręttašur.

Politiska endamįliš mį vera bęši at varšveita vunnin ręttindi, og har taš er mųguligt, at kunna vaksa um fisiręttindini į fjarleišum. Taš gerst bert viš at leggja soleišis til ręttis, at fiskiręttindi, sum fųroyingar eiga, verša brśkt til fulnar. Eisini mį leggjast soleišis til ręttis, at sum mest fęst burtur śr hesum ręttindum samanlagt fyri Fųroyar.

Havast mį ķ huga, at henda vinnan ķ vķšastu merking er ķ haršari altjóšakapping. Skip śr nógvum ymiskum londum viš ymiskum samfelagsskipanum og ymiskum lųnarvišurskiftum eru okkara kappinganeytar. Hesir kappingarneytar eru ķdnir eftir at taka yvir tey ręttindi ķ altjóšasjógvi, sum orsakaš av tųrvandi politiskari tilręttalegging gleppa okkum av hondum.

Hesin fiskiskapur fer ķ hųvusheitum fram ķ Barentshavinum, viš Svaldbard, ķ Irmingarhavinum, į Flemmishkap og ķ ųšrum ųkjum.

Rękjuskipini fiskašu fyri 180 mió kr. ķ 2002, og verksmišjuskipini fyri 300 mió kr. Manningapartarnir vóru įvikavist 54 mió kr. hjį rękjuskipunum og 117 mió kr. hjį verksmišjuskipunum. Hesi skipini rindašu 1,1 mió kr. ķ ALS-gjaldi ķ 2002.

Afturat hesum kemur viršiš av višgeršini į landi ķ Fųroyum. Samanlagt er talan um munandi part av samlaša fųroyska bśskapinum og nógvar mannalagnur. Her er ikki tikin viš tann parturin, sum kemur frį pelagisku vinnuni, hvųrki į sjógvi ella landi.

Taš er sera vandamikiš hjį Fųroyum ikki at hava ein greišan politikk fjarfiskiskapi višvķkjandi. Taš er tķ ikki meira en rķmiligt, at Lųgtingiš tżšiliga letur koma til kennar, hvussu politiskt skal setast śt ķ kortiš viš tķ fyri eyga, at vunnin ręttindi ikki gleppa okkum av hondum, men heldur vaksa og mennast.

Taš er tķverri ta ųvugtu gongdina, vit hava sęš tey seinastu įrini. Taš hevur ikki eydnast landstżrinum at lagt soleišis til ręttis, at ręttindini hava veriš gagnnżtt, og fylgjan av hesum er, at taš fer ein nišurteljing fram fyri hvųnn dag, sum gongur. Tųrvandi viljin hjį landsstżrinum at luttaka ķ konstruktivum kjaki um hesi vandamįl bošar heldur ikki frį góšum fyri framtķšina. Henda vandmikla og skeiva gongd mį stešgast skjótast gjųrligt.

Ķ dag eru vit ķ tķ hepnu politisku stųšu, at allir flokkar į Lųgtingi eru ķmóti at gera nakran part av okkara vinnulķvi til varandi studningsvinnu. Tķ įtti Lųgtingiš at veriš bśgviš til at forša fyri óhepnum missi av ręttindum į fjarleišum, sum, sum frį lķšur, eru buršardygg og til frama fyri Fųroyar.

Havast mį ķ huga, at tann fiskiskapur, sum ķ dag fer fram ķ Barentshavinum eftir botnfiski, er fult og heilt treytašur av t.d. teimum meira enn 100.000. tonsunum av svartkjafti, sum landi letur ķ bżti afturfyri. Skal hesin umbżtisfiskur bert fara til henda part av fjarfiskiflotanum, er taš rķmiligt, ella kann hann betur koma ųllum fjarfiskiflotanum til góšar. Hettar eru spurningar, sum nevndin, sett veršur at gera uppskot til samlaša loysn til fjarfiskiflotan, skal gera sęr meiningar um og koma viš uppskoti um til nżggja buršardygga skipan fyri allan fjarfiskiflotan.

Hetta uppskot veršur lagt fram viš tķ fyri eyga, at Lųgtingiš fęr hųvi at umrųša henda įlvarsama spurning og at taka stųšu ķ mįlinum.

1. višgerš 19. mars 2003. Mįliš beint ķ vinnunevndina, sum tann 4. aprķl 2003 legši fram soljóšandi

Įlit

Sambandsflokkurin hevur lagt mįliš fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. višgerš tann 19. mars 2003 er taš beint vinnunevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 27. mars og 3. aprķl 2003.

Nevndin heldur taš vera neyšugt at gera greitt, at meiningin viš uppskotinum sjįlvsagt ikki er at taka ręttindi frį nųkrum bólki, men at frįgreišingin skal hava til endamįls at vķsa į mųguleikar fyri eini enn betri nżtslu av givnum ręttindum.

Ein samd nevnd tekur undir viš mįlinum, men męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš viš hesum

b r o y t i n g a r u p p s k o t i 

"landsstżriš" veršur broytt til "landsstżrismannin".

2. višgerš 8. aprķl 2003. Broytingaruppskot frį samdari vinnunevnd til uppskotiš til samtyktar samtykt 24-0-0. Uppskot til samtyktar soleišis broytt samtykt 24-0-0. Mįliš avgreitt.