Djór - vandamikil

 

94  Uppskot til  løgtingslóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskiftið við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø

§ 1. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um forboð fyri innflutningi av vandamiklum og eksotiskum djórum til Føroya og haldi av slíkum djórum í Føroyum.
Stk. 2. Vandamikil djór eru djór, sum við biti, eiturstingi ella á annan hátt kunnu verða til vanda fyri menniskju ella djór.
Stk. 3. Eksotisk djór eru djór, sum ikki natúrliga hoyra heima í føroyska djóraheim-inum.

§ 2. Gjald fyri tiltøk eftir reglum við heimild í hesi lóg liggur á viðkomandi djóraeigara ella fyritøku, um ikki landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um hetta.
Stk. 2. Um gjøld sambært stk. 1 ikki verða rindað innkrevjandi myndugleika rætt-stundis, verður rindað renta eftir § 5 í rentu-lógini. Landsstýrismaðurin kann áseta gjald fyri áminningarskriv.
Stk. 3. Gjøld sambært stk. 1 og 2 kunnu verða heintað inn við panting.

§ 3. Leggur landsstýrismaðurin heimildir eftir lógini til stovnar, ið eru skipaðir undir honum, kann hann áseta reglur um høvi at kæra avgerðirnar hjá hesum stovnum - íroknað at avgerðirnar ikki kunnu leggjast fyri annan umsitingarligan myndugleika, og um høvi hjá einum myndugleika at taka uppaftur til viðgerðar eitt mál, sum er kært.
Stk. 2. Eftir samráðingar við avvarðandi landsstýrismann kann landsstýrismaðurin áseta reglur um, at aðrir almennir myndugleikar ella stovnar skulu vera við til at røkja uppgávur eftir lógini. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um høvi at kæra avgerðir hjá hesum myndugleikum - íroknað at avgerðirnar ikki kunnu leggjast fyri annan umsitingarligan myndugleika, og um høvi hjá myndugleikunum at taka uppaftur til viðgerðar eitt mál, sum er kært.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at privatir stovnar skulu vera við til at røkja uppgávur sambært lógini ella reglum við heimild í lógini og um kæru um avgerðir hjá hesum stovnum.

§ 4. Í reglunum, ið verða givnar við heimild í hesi lóg, kann vera ásett, at brot á reglurnar verða revsað við bót.
Stk. 2. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag ella lutafelag, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.

§ 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Endamálið við lógaruppskotinum er at fáa greitt heimildargrundarlag fyri at nokta innflutningi og haldi av vandamiklum og eksotiskum djórum, sum við biti, eiturstingi ella á annan hátt kunnu verða til vanda fyri menniskju ella djór, ella sum ikki natúrliga hoyra heima í føroyska djóraheiminum.

Við vandamikil djór verður serliga hugsað um kamphundar (pit bull terriar, tosa og blandingar av hesum rasum), eiturslangur, kvalaraslangur, eitrandi eiturkoppar, skorpiónir og onnur eitrandi ella vandamikil djór.

Heimildargrundarlagið var áður í Lov nr. 36 af 28. februar 1908 for Færøerne om Foranstaltninger mod smitsomme Sygdomme hos Husdyrene m.m. (1908-lógini), og reglurnar um innflutning av djórum vóru í kunngerð nr. 55 frá 26. mai 1983 um innflutning av djórum og smittuberandi lutum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 31 frá 12. apríl 1996.

1. februar 2001 kom djórasjúkulógin (Ll. nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur - um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) í gildi. Henda lóg var alneyðug at fáa upp á pláss í sambandi við veterineravtaluna, sum Føroyar gjørdu við ES, og í hesi lóg varð 1908-lógin avtikin - hon var avoldað og lá sum ein forðing fyri veterineravtaluni. Við 1908-lógini fór áðurnevnda kunngerð nr. 55 um innflutning av djórum v.m. úr gildi. Kunngerðin fevndi um øll súgdjór, fuglar, skriðdjór og paddur - t.v.s., bæði húsdjór, sum eru fevnd av veterineravtaluni við ES, og sum vit tí hava skyldu til at implementera í føroyska lóggávu, og onnur djór, sum ikki eru fevnd av veterineravtaluni, og sum vit ikki hava skyldu at implementera, men hvørs reglur fullu burtur, tá áðurnevnda kunngerð fall burtur.

Ummæli
Hesi hava havt lógaruppskotið til hoyringar: Atlantic Airways, Bóndafelagið, Djóralæknatænastan, Eimskip í Føroyum, Fíggjarmálaráðið, Fiskaheilsutænastan, Fiskasjúkutænastan, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Náttúrugripasavnið, Skipafelagið Føroyar, Smyril Line og Tolleftirlitið. Ongar viðmerkingar vóru gjørdar.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum
Eftirlit við innflutningi av kelidjórum hevur ligið hjá Landsdjóralæknanum - á Veterinerdeildini í Vinnumálaráðnum, síðan hendan varð sett á stovn. Talan er ikki um eitt fíggjarligt og umsitingarligt krevjandi øki. Hetta sæst t.d. av, at samlaði innflutningurin av kelidjórum seinastu árini hevur ligið um hálvthundrað djór árliga.

Økið verður lagt til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna í næstu framtíð. Fíggjarliga og umsitingarliga byrðan verður helst á leið tann sama sum í dag.

Lógaruppskotið fær ikki fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna.

Lógaruppskotið kann hugsast at fáa umhvørvisligar avleiðingar soleiðis at skilja, at vit sleppa undan vandamiklum ella eksotiskum djórum (t.d. pit bull terriarum, giftslangum og eiturkoppum) í føroyska umhvørvinum.

Lógaruppskotið fær ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

Lógaruppskotið fær ikki sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

Lógaruppskotið hevur ikki ávirkan á millumtjóða sáttmálar o.l.

Lógaruppskotið fer at áleggja fólki bert at flyta inn djór til Føroya samsvarandi fyriliggjandi lóg og kunngerðum við heimild í lógini.

Lógaruppskotið leggur ikki heimildir til annan enn landsstýrismannin.

Lógaruppskotið gevur ikki almennum myndugleikum atgongd til privata ogn.

Lógaruppskotið gevur landsstýrismanninum heimild til at áleggja privatum skyldur. Her verður serliga hugsað um, at tað í ein ávísan mun skal kunna áleggjast flutningsfeløgum at ansa eftir, at ólógligur innflutningur av vandamiklum djórum ikki fer fram.

Settar upp í talvu kunnu avleiðingarnar av lógaruppskotinum ætlast at verða hesar:

 

Fyri
landið/lands- myndugleikar

Fyri
kommunalar myndugleikar

Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar
/felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Umsitingarligar
avleiðingar

ja–
innflutningur av vandamiklum djórum hevur ligið í VMR, men verður nú lagdur til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna

nei

nei

nei

nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

ja–
lættari verður at sleppa undan vandamiklum djórum í Føroyum

ja –
lættari verður at sleppa undan vandamiklum djórum í Føroyum

nei

nei

nei

Avleiðingar í
mun til altjóða
avtalur og reglur

nei

nei

nei

nei

nei

Sosialar avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1
Orðingin lýsir lógarinnar øki. Til tess at forða fyri, at vandamikil ella eksotisk djór verða innflutt til ella hildin í Føroyum, kunnu sambært uppskotinum tiltøk verða sett í verk, sum kunnu forða fyri slíkum innflutningi og haldi.

Til § 2
Greinin ásetur, at djóraeigarar og fyritøkur (djórahandlar o.a.) sjálvi skulu bera kostnaðin av tiltøkum, ið verða áløgd teimum sambært lógini. Talan kann t.d. vera um at fáa djórið kannað, sett í sóttarhald, sent av landinum aftur ella avlívað.

Henda meginregla um gjald av útreiðslum merkir ikki, at landsstýrismaðurin ikki kann áseta reglur um heila ella partvísa almenna fígging av útreiðslum, um týdningarmikil samfelagsmál eru blandað upp í.

Til § 3
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann leggja heimildir til stovnar undir Vinnumálaráðnum og áseta reglur um møguleika fyri at kæra viðgerðina ella avgerðina, sum viðkomandi stovnur hevur gjørt, og um avmarking í kærugongdini. Landsstýrismaðurin kann á sama hátt flyta heimildir eftir lógini til aðrar stovnar eftir samráðingar við landsstýrismannin, ið umsitur viðkomandi stovn. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at privat virki, t.d. flog- og skipafeløg, skulu vera við til at loysa uppgávur við heimild í lógini. Her verður serliga hugsað um, at tað í ein ávísan mun skal kunna áleggjast flutningsfeløgum at ansa eftir, at ólógligur innflutningur av vandamiklum djórum ikki fer fram.

Til § 4
Harðasta møguliga revsing er bót, um ikki harðari revsing er ásett í aðrari lóggávu.

Til § 5
Gildiskomuáseting.

1. viðgerð 21. mars 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 4. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 21. mars 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 3. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 8. apríl 2003.§§ 1-5 samtyktar 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 10. apríl 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 58 frá 22.04.2003