Dagpeningalóg

 

97  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening

§ 1

Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 101 frá 20. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 20, stk. 2 verður orðað soleiðis:
"Stk. 2. Arbeiðsgevarin afturrindar landskassanum tær útreiðslur, ið standast av, at Almannastovan rindar 1. og 2. fráverudag sambært hesi lóg, tó undantikið í teimum førum, har ongin arbeiðsgevari er. Almannastovan krevur inn peningin frá arbeiðsgevaranum. "

2) Í § 20 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett:
"Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um afturrindan av útreiðslum, og hvussu peningurin verður kravdur inn, sambært stk. 2."

3) § 19 og § 30, stk. 1 seinasta punktum verða strikað.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2003.

1. Almennar viðmerkingar:

Løgtingið hevur samtykt fíggjarlógina fyri 2003 og hevur álagt landsstýrismanninum í almannamálum at spara á teimum lógarbundnu útreiðslunum.

Lógaruppskotið hevur við sær, at arbeiðsgevarin afturrindar Almannastovuni tær útreiðslur, ið standast av 1. og 2. fráverudegi, sambært reglunum í kapitli 4 í dagpengalógini. Almannastovan umsitur sum áður alla dagpeningaskipanina. Harumframt krevur Almannastovan inn tann pening, ið arbeiðsgevarin skal rinda eftir hesi lóg.

Arbeiðstakarin merkir ikki munin, av tí at Almannastovan í øllum førum rindar arbeiðstakaranum dagpening frá fyrsta fráverudegi.

Tað verður tó mælt frá at seta hesa lóg í gildi við afturvirkandi gildi. Dagpeningalógin gevur í dag borgaranum rætt til dagpening úr landskassanum frá fyrsta fráverudegi. Hetta verður við hesum lógaruppskoti broytt til, at borgarin hevur rætt til dagpening úr landskassanum frá triðja fráverudegi.

Harumframt rindar Almannastovan í løtuni dagpening til borgaran sambært galdandi reglum. Tað verður trupult at taka aftur henda pening frá borgarum við afturvirkandi gildi frá 1. januar 2003.

Mælt verður tí til at seta hesa lóg í gildi frá 1. apríl 2003.

2. Avleiðingar av uppskotinum:

Umsitingarligar avleiðingar
Tað er óvist, hvussu stóra umsitingarliga orku uppskotið krevur av Almannastovuni til at krevja inn dagpening fyri 1. og 2. fráverudag. Mett verður í løgtingsfíggjarlógini fyri 2003, at 3200 løntakarar fara at móttaka dagpening. Fyri meginpartin av hesum løntakarum fer Almannastovan at krevja arbeiðsgevaran eftir 1. og 2. fráverudag.

Lógaruppskotið kann eisini hava umsitingarligar avleiðingar við sær fyri vinnuna.

Harumframt kann arbeiðsgevarin kæra eina avgerð, sum Almannastovan tekur til Kærunevndina í almannamálum. Hetta vil føra við sær meirarbeiðið fyri kærunevndina og umsiting tess.

Viðvíkjandi innkrevjing av peninginum, sí skjal 8.

Sosialar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur ongar beinleiðis sosialar avleiðingar við sær.

Avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar og umhvørvisligar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar og umhvørvið.

Fíggjarligar avleiðingar
Metta árliga sparingin fyri landskassan verður uml. 5 mió kr. árliga. Hesar útreiðslur skulu arbeiðsgevararnir gjalda. Hædd skal tó takast fyri, at ein arbeiðsgevari kann eisini verða ein almennur stovnur.

Tá ið lógaruppskotið varð lagt fyri Fíggjarnevndina í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina, varð mett, at lógaruppskotið fór at hava við sær eina árliga sparing á 11,3 mió kr. Hetta var út frá einari meting, ið varð gjørd, tá ið tað upprunaliga lógaruppskotið um dagpening varð lagt fyri Løgtingið. Henda meting varð løgd til grundar fyri mettu sparingina, av tí at landsstýrismaðurin hevði sera stutta tíð at fyrireika lógaruppskotið til Fíggjarnevndina.

Ein seinni koyring av dagpeningi, ið er gjørd 6. februar 2003 vísir, at metingin ikki heldur. Neyðugt verður tí at søkja um eykajáttan til dagpeningaøkið fyri 2003.

Tað verður eisini neyðugt at søkja um eykajáttan fyri 2003 til tær útreiðslur, ið standast av, at lógin verður sett í frá gildi 1. apríl 2003 at rokna og ikki frá 1. januar 2003, sum ætlað. Fíggjarmálaráðið metir tí, at neyðugt er at søkja um eykajáttan á 7,5 mió kr. í 2003.

Tað er óvist, hvussu stóra umsitingarliga orku uppskotið krevur av Almannastovuni til at krevja inn dagpening fyri 1. og 2. fráverudag.

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
Kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
     

Nei

 

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Føroya Fiskimannafelag, Fíggjarmálaráðnum, Vinnumálaráðnum, Føroya Arbeiðskvinnufelag, Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Almannastovuni.

Hoyringssvar eru komin frá Fíggjarmálaráðnum, Vinnumálaráðnum, Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Handverkarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Hesi eru hjáløgd sum fylgiskjøl.

Hetta lógaruppskot er broytt munandi í mun til tað uppskotið, sum hevur verið til hoyringar. Almannastovan hevur havt fyriliggjandi uppskot til hoyringar, og eru nakrar av teirra viðmerkingum tiknar til eftirtektar, sí skjal 8.

3. Serligar viðmerkingar:

Til § 1, nr. 1
Við hesum verður ásett, at arbeiðsgevarin afturrindar Almannastovuni 1. og 2. fráverudag. Hetta merkir, at Almannastovan rindar fyri 3. fráverudag og frameftir og harumframt allar fyrisitingarligar útreiðslur, herundir skjalprógvan, so sum læknaváttanir. Hetta merkir, at Almannastovan krevur innaftur dagpeningin, sum útgoldin er fyri 1. og 2. fráverudag, frá arbeiðsgevaranum.

Tá ið ongin arbeiðsgevari er, rindar Almannastovan fyri 1. og 2. fráverudag. Her verður t.d. hugsað um at tey, sum eru undir ALS, fólk, ið eru í foreldrafarloyvi, sjómenn og onnur, ið ikki hava ein arbeiðsgevara. Arbeiðsgevarin rindar eisini dagpening fyri 1. og 2. fráverudag fyri persónar sambært § 3, stk. 3 í lógini.

Ásetingin um, at arbeiðsgevarin rindar fyri 1. og 2. fráverudag, er heldur ikki galdandi fyri tey, ið hava teknað sjálvbodna trygging, og fólk, ið gera húsligt arbeiði fyri seg sjálvan heima, sambært kap. 7 í dagpeningalógini. Hetta av teirri orsøk, at hesi tryggja seg sjálvi. Tey hava ongan arbeiðsgevara, ið kann veita teimum dagpening 1. og 2. fráverudag.

Til § 1, nr. 2
Neyðugt er, at landsstýrismaðurin hevur heimild til at áseta nærri reglur um afturrindan av útreiðslum og innkrevjing av peningi. Um fleiri arbeiðsgevarar eru, eigur t.d. at vera ásett, hvønn arbeiðsgevara kravið skal vendast til, og hvussu kravið skal býtast millum arbeiðsgevararnar.

Til § 1, nr. 3
Neyðugt er at strika hesar reglur í sambandi við, at nýggj Arbeiðsskaðatryggingarlóg verður sett í gildi. Dagpeningur vegna arbeiðsskaða er ásettur í Arbeiðsskaðatryggingarlógini, ið er løgd fyri Løgtingið í hesari tingsetuni.

Til § 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2003.

Hjáløgd skjøl:
Skjal 1:
Ummæli frá Føroya Arbeiðsgevarafelag
Skjal 2: Ummæli frá Føroya Fiskimannafelag
Skjal 3: Ummæli frá landsstýrismanninum í vinnumálum
Skjal 4: Ummæli frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum
Skjal 5: Ummæli frá Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Handverkarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Skjal 6: Ummæli frá Havnar Arbeiðskvinnufelag
Skjal 7: Ummæli frá Almannastovuni, dagf. 24. februar 2003
Skjal 8: Ummæli frá Almannastovuni, dagf. 28. februar 2003

1. viðgerð 18. mars 2003. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 9. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 18. mars 2003 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 19. mars og 2., 7. og 9. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Vinnuhúsið og landsstýrismannin í almannamálum.

Meirilutin (Alfred Olsen, Marjus Dam, Kristian Magnussen og Andrias Petersen) tekur ikki undir við málinum og hevur hesar viðmerkingar.

Uppskotið er eitt í eini røð av fyrilitaleysum uppskotum, ið samgongan hevur lagt fyri tingið fyri at spara innan lógarbundna økið. Hóast landsstýrið í uppskotinum sigur, at ongar sosialar avleiðingar standast av tí, so hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag yvir fyri nevndini ført fram, at ein av avleiðingunum av uppskotinum verður, at tímalønt fólk, ið eru ofta sjúk, fáa truplari við at fáa arbeiði frameftir. Hesi sjónarmið førir Almannastovan eisini fram í skjali í málinum. Meirilutin vísti eisini á henda vanda undir 1. viðgerðini av málinum, og meta vit okkum nú at hava fingið hetta staðfest undir nevndarviðgerðini.

Samgongan hevur nú víst ferð eftir ferð, at hon ikki hevur fyrilit fyri øðrum, og serliga ikki fyri tímaløntum. Barsilsskipanin er vorðin verri aftaná broytingarnar, ið samgongan setti í verk frá 1. januar í ár, og við hesum uppskotinum fáa tey, ið forvinna minst, leysari tilknýti til arbeiðsmarknaðin og harvið verri fíggjarlig kor frameftir.

Landsstýrismaðurin hevur ikki megnað at greitt nevndini frá, hvussu broytingin í dagpeningalógini skal umsitast, og eingin peningur er settur av á fíggjarlógini til øktu og tyngru arbeiðsbyrðuna, ið Almannastovan metir til 1 til 2 starvsfólk, ella 600.000 kr um árið, um uppskotið verður samtykt.

Um samgongan hevði valt ein solidariskan leist at bygt sín arbeiðsmarknaðarpolitikk á, so hevði hon, í staðin fyri hetta uppskotið, álagt øllum arbeiðsgevarum í felag at rinda ein ávísan prosentpart av allari útgoldnari løn sum eitt felags gjald til dagpeningaskipanina. Samlaðu lønarútgjaldingarnar í dag eru uml. 6 mia kr. um árið, og hevði eitt gjald upp á t.d. 0,1 % givið 6 mió, og hevði hetta ikki havt við sær umsitingarligar avleiðingar av týdningi, hvørki fyri arbeiðsgevarar ella tað almenna. Hetta hevði givið 1 millión meira í inntøkum enn í uppskotinum og spart 600.000 kr. í umsitingarútreiðslum.

Við hesum viðmerkingum mælir meirilutin tinginum til at fella uppskotið.

Minnilutin (Jørgen Niclasen, Rúni Hentze og Jenis av Rana) vísir á, at í verandi skipan hava fastlønt og tímønt, sum koma undir starvsmannalógina, rætt til løn frá arbeiðsgevara undir sjúku.

Í hesum uppskoti verður skotið upp, at arbeiðsgevarin eisini rindar dagpening vegna sjúku 1. og 2. sjúkradag til tey tímaløntu, sum ikki eru fevnd av starvsmannalógini.

Minnilutin vísir á, at við hesum uppskoti verða soleiðis 1. og 2. sjúkradagur lagdir út til arbeiðsmarknaðin.

Minniluti mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 11. apríl 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 14-0-11. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 22. apríl 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-0-14. Málið avgreitt.

Ll.nr. 66 frá 02.05.2003