Ķbśšir

 

98  Uppskot til  samtyktar um alternativar ķbśšamųguleikar

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Oršaskifti viš 1. višgerš
D. Nevndarskjųl
E. Įlit
F. 2. višgerš
G. Oršaskifti viš 2. višgerš

Įr 2003, 4. mars, legši Hešin Mortensen, lųgtingsmašur, vegna Sambandsflokkin fram soljóšandi  

Uppskot

til

samtyktar

Heitt veršur į landsstżriš um at leggja fyri Lųgtingiš lųgtingslógaruppskot, sum skapar fortreytir fyri eini nųktandi langtķšarętlan fyri śtvegan av alternativum ķbśšamųguleikum, serliga til eldri, einlig og fólk viš serligum tųrvi.

Višmerkingar:
Nógv hevur veriš tosaš seinastu įrini um tųrvin į ķbśšum, uttan at taš hevur veriš heilt greitt, hvųr tųrvurin ķtųkiliga er, og hvussu ein mųgulig loysn skuldi skipast.

Bśstašarmynstriš ķ Fųroyum hevur hesi seinastu mongu įrini veriš soleišis, at fólk hava bśš ķ sethśsum, sum eru innręttaš til eina familju viš bųrnum, men sum įrini lķša, flyta bųrnini heimanķfrį, og foreldrini sita eftir ķ stórum, tómum hśsum, sum eisini kosta nógv ķ rakstri og višlķkahaldi.

Taš er einki at ivast ķ, at nógv av hesum fólkum ynskja at fįa eini minni hśs ella eina ķbśš, men at hetta er treytaš av, at tey kunnu selja sķni hśs, og at ķbśšin kann fķggjast av tķ, sum tey fįa fyri hśsini.

Hetta gevur samstundis yngri fólki mųguleika at flyta inn ķ gomlu hśsini hjį teimum eldru, og harviš fįa vit ein lišiligari hśsamarknaš viš fleiri valmųguleikum.

Mųguleikarnir at śtvega ein bśšstaš, sum hóskar til tųrvin hjį tķ einstaka, verša stųrri, bęši tį hugsaš veršur um aldur, inntųku og fųrleika.

Endamįliš viš hesum uppskotinum er at skapa mųguleikar fyri at fįa fatur į ķbśšum, sum eru įhugaverdar hjį serliga eldri, einligum og fólki viš serligum tųrvi, samstundis sum tęr ķ stųdd og innrętting og atkomu lśka minstukrųvini hjį teimum einstųku brśkarabólkunum.

Lķknandi uppskot varš lagt fyri tingiš fyri tveimum įrum sķšani, men tį vķsti meirilutin ķ trivnašarnevndini į, at nakrar royndir hesum višvķkjandi vóru į veg ymsastašni ķ fųroyska samfelagnum, og tķ varš męlt tinginum til at fella uppskotiš.

Sķšani tį er einki hent į ųkinum, og tķ veršur nś enn ein roynd gjųrd, fyri at fįa skaptar fortreytir fyri eini nųktandi langtķšarętlan fyri śtvegan av alternativum ķbśšamųguleikum.

1. višgerš 6. mars 2003. Mįliš beint ķ trivnašarnevndina, sum tann 24. mars 2003 legši fram soljóšandi

Įlit

Sambandsflokkurin hevur lagt mįliš fram tann 4. februar 2003, og eftir 1. višgerš tann 6. mars 2003 er taš beint ķ trivnašarnevndina.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum 19. og 24. mars 2003.

Undir višgeršini hevur nevndin havt fund viš Bill Justinussen, landsstżrismann, og umboš fyri nevndina, sum landsstżrismenninir ķ fķggjarmįlum, ķbśšamįlum og lųgmįlum hava sett at gera eitt tilmęli višvķkjandi ķbśšabygging. Arbeišssetningur hjį hesi nevnd er:

  1. Frįgreišingin skal vera ein lżsing av verandi višurskiftum har greinaš veršur, hvųrjir tupulleikar iš eru į bśstašarmarknašinum, hvar trupulleikarnir į bśstašarmarknašinum eru og hvussu śtlitini eru tey nęstu įrini.
  2. Arbeišisbólkurin skal gera eina greiša definitión av hugtakinum "alternativir bśstašir".
  3. Greiš model skulu finnast fyri, hvussu landsmyndugleikar og kommunur kunnu samstarva um alternativa ķbśšarbygging.
  4. Greiša skal finnast į, hvųrji sosial atlit iš skulu takast ķ samband viš alternativa ķbśšarbygging.
  5. Uppskot skulu gerast um, hvųnn leiklut Hśsalįnsgrunnurin/Ķbśšargrunnurin kunnu hava ķ alternativu ķbśšarbyggingini.
  6. Arbeišisbólkurin skal gera eina meting av, hvųrjir įnarahęttir (sjįlvognarstovnar, ķbśšarlutafelųg o.s.fr.) iš eru teir fręgastu, um almennur peningur veršur nżttur ķ samband viš alternativa ķbśšarbygging.
  7. Arbeišisbólkurin skal gera eina meting av, hvųrji įrin mųguligar broytingar ķ MVG-skipanini og rentustušulsskipanini kunnu hava mótvegis alternativari ķbśšarbygging. Eisini skal kannast, hvųrjir ašrir fķggingarhęttir ella -samansetingar kunnu hava somu įvirkan į byggikostnašin, sum tęr mųguligu broytingarnar ķ MVG- og rentustušulslógunum kunnu fįa.
  8. Greiša skal finnast į, hvųrji bśskaparlig stżringsamboš iš landsmyndugleikarnir nś hava – og framyvir eiga at hava – mótvegis bśstašarmarknašinum.
  9. Greiši skal finnast į, hvųrjar śtbošsreglur iš skulu vera galdandi fyri privatar entreprenųrar, sum vilja byggja alternativar bśstašir.

Landsstżrismašurin upplżsti, at frįgreišing um ķbśšastųšuna veršur lųgd Lųgtinginum til ašaloršaskiftis fyrstu viku ķ aprķl ķ įr.

Undir višgeršini hevur nevndin bżtt seg ķ ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Alfred Olsen, Marjus Dam, Kristian Magnussen og Andrias Petersen) tekur undir viš uppskotinum vķsandi til višmerkingarnar. Meirilutin heldur, at uppskotiš eisini eigur at fevna um smęrri eigara- og leiguķbśšir. Vķsandi hertil setir meirilutin fram soljóšandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Oršini " śtvegan av alternativum ķbśšamųguleikum, serliga til eldri, einlig og fólk viš serligum tųrvi" verša broytt til " śtvegan av smęrri eigara- og leiguķbśšum og alternativum ķbśšamųguleikum, serliga til eldri, einlig og fólk viš serligum tųrvi."

Minnilutin ( Rśni Hentze, Jųrgen Niclasen og Jenis av Rana) vķsir į, at landsstżrismašurin hevur bošaš trivnašarnevndini frį, at frįgreišing um ķbśšastųšuna veršur lųgd fyri Lųgtingiš til ašaloršaskifti fyrstu viku ķ aprķl 2003. Frįgreišingin kemur at innihalda verandi stųšu saman viš ķtųkiligum tilrįšingum um framtķšar ķbśšapolitikkin. Tķ metir minnilutin fyriliggjandi uppskot óneyšugt og męlir tķ frį at samtykkja uppskotiš.

2. višgerš 26. mars 2003. Broytingaruppskot frį meirilutanum ķ trivnašarnevndini, Alfred Olsen, Suna Jacobsen,Kristian Magnussen og Andrias Petersen, til uppskotiš til samtyktar fall 10-0-16. Uppskot til samtyktar fall 10-0-16. Mįliš avgreitt.