Ferðsla

 

99  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskiftið við 1. viðgerð
D. Álit
E. Nevndarskjøl
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu 

§ 1

Í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 26. mars 2002, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 18, stk. 4, verður orðað soleiðis:
  2. "Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann seta eykatreytir og herða treytirnar í stk. 2 fyri at fáa koyrikort til:

  1. motorakfar, ið verður nýtt til vinnuligan fólkaflutning,
  2. ávísar motorsúkklur,
  3. motorakfar, hvørs heildarvekt er yvir 3.500 kg,
  4. viðfestivogn til akfør, nevnd í nr. 3."
  1. Í § 18c, stk. 3, 5. pkt. og í § 18c, stk. 4, 3. pkt. verður "koyriroynd" broytt til "koyriroynd, ið inniheldur ferðsluástøði".
  2. Í § 18c, stk. 5 verður sett sum 2. pkt.:
  3. "Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at dømingin av eftiransandi koyriroynd sbr. stk. 4 verður herd, um tilburðurin, sum elvdi til treytaðu frádømingina, fór fram 2 ár ella styttri eftir, at persónurin fekk útgivið koyrikort á fyrsta sinni."

  4. § 58e, stk. 2 verður orðað soleiðis:
    "Stk. 2. Avgerð at áleggja gjald ber ikki til at kæra til hægri fyrisitingarligan myndugleika og kemur ikki undir § 18 í fyrisitingarlógini. Gjaldið fer í landskassan ella, eftir samráðing við viðkomandi bý- ella bygdarráð, í kommunukassan."
  5. § 59a, stk. 1, nr. 4 verður orðað soleiðis:
  6. "4) hann við einum av teim í § 30b nevndu akførum hevur koyrt við ferð, ið fer meira enn 20 km/t upp um ta loyvdu ferðina fyri tílík akfør sbr. §§ 30a, 30b ella 47."

  7. Í § 64k, stk. 1 verður sett sum nýtt nr. 9:
  8. "9. Fyri at endurnýggja koyrikort, ið er tíðaravmarkað vegna vantandi skeið í myrkakoyring, verður onki goldið."
    Nr. 9 og 10 verða hereftir nr. 10 og 11.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2003.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við lógini er at gera smávegis broytingar í ferðslulógini, so:

  1. heimild fæst fyri ávísum ásetingum, ið landsstýrismaðurin ætlar at gera í nýggjari koyrikortkunngerð,
  2. tað verður greitt ásett í lógini, at um persónur hevur staðið eina koyriroynd, sum inniheldur ferðsluástøði, aftaná ein tilburð, sum elvdi til treytaleysa frádøming av koyrirættinum, verður eftiransandi koyriroynd ikki kravd.
  3. greið heimild fæst at frádøma koyrirættin hjá førarum á ávísum akførum, serliga lastbilum og bussum, tá ið teir koyra skjótari enn 70 km/t í fjølbygdum øki, har mest loyvda ferð er 50 km/t.
  4. tað verður staðfest, at tað er ikki neyðugt við partshoyring, áðrenn ein parkeringsbót verður áløgd.

Viðv. a)
Arbeitt hevur leingi verið við at gera nýggja koyrikortkunngerð, og er uppskotið nú liðugt. Í arbeiðinum er tó komið fram, at greið heimild er ikki í ferðslulógini fyri ávísum ásetingum, sum landsstýrismaðurin heldur eiga at verða gjørdar í nýggju koyrikortkunngerðini.

Í fyrsta lagi er talan um at fáa til vega heimild fyri, at eftiransandi koyriroynd hjá ungum bilførarum kann verða dømd strangari enn eftiransandi koyriroyndir annars. Í øðrum lagi er talan um at fáa til vega heimild fyri at herða krøvini til aldur og/ella royndir fyri at fáa koyrikort til vinnuligan fólkaflutning, stórar motorsúkklur og til buss. Eisini er ætlanin at herða ásetingarnar viðv. gildistíðini hjá koyrikortum til hesar bólkar.

Viðv. b)
Í verandi lóg er ásett, at um persónur hevur staðið koyriroynd aftaná ein tilburð, sum elvdi til treytaleysa frádøming av koyrirættinum, verður eftiransandi koyriroynd ikki kravd. Tað hevur tó verið eitt sindur ivasamt, hvørjar koyriroyndir kunna hava hesa avleiðing, og tí verður greitt ásett í lógini, at talan bert er um koyriroyndir, sum innihalda ferðsluástøði. M.a. hevur verið ivamál, um staðin koyriroynd til eitt nú motorsúkklu ella lastbil, eisini skal kunna koma ístaðin fyri eina eftiransandi koyriroynd, tí hesar koyriroyndir innihalda ikki ferðsluástøði. Verður uppskotið til nýggja orðing samtykt, verða tað bert staðin koyriroynd til vanligan bil og til vinnuligan fólkaflutning, sum verða góðtikin í staðin fyri eftiransandi koyriroynd.

Viðv. c)
Soleiðis sum galdandi lóg er orðað, er ikki greið heimild fyri at frádøma koyrirættin, um førari av ávísum akførum (serliga lastbilum, bussum og bilum við viðfestum vogni o.ø.) koyrir skjótari enn 70 km/t, har vanliga hægstamarkið fyri ferð er 50 km/t. Tað var ætlanin, at broytingarnar í ferðslulógini, sum vóru framdar við løgtingslóg nr. 68 frá 10. mai 2000, skuldu heimila júst hesum.

Sum er, er bert greið heimild fyri at frádøma koyrirættin frá førara av hesum akførum, um førarin koyrir skjótari enn 80 km/t í fjølbygdum øki, har vanliga hægstamarkið fyri ferð er 50 km/t. Við uppskotinum verður hetta broytt, so greið heimild verður fyri frádøming, um førarin av hesum akførum koyrir skjótari enn 70 km/t, har vanliga hægstamarkið fyri ferð er 50 km/t.

Viðv. d)
Við uppskotinum verður staðfest, at tað, at áleggja eina parkeringsbót, kemur í sjálvum sær ikki undir § 18 í fyrisitingarlógini. Sambært hesi grein hevur fyrisitingin skyldu til at kunna partin í einum máli um upplýsingar, sum parturin ikki er kunnugur um, at umsitingin hevur, sum ikki eru til fyrimuns fyri viðkomandi part, og sum hava stóran týdning fyri avgerðina í málinum. Harumframt gevur nevnda grein partinum rætt til ummæli, áðrenn avgerðin verður tikin.

Spurningurin hevur verið viðgjørdur, um tað, at áleggja eina parkeringsbót, er ein fyristingarlig avgerð, sum kemur undir § 18, stk. 1 í fyrisitingarlógini. Tað hevur tó ikki verið vanlig siðvenja at geva teimum, ið hava parkerað ólógliga, høvi at geva ummæli, áðrenn ein parkeringsbót varð áløgd, og við uppskotnu broytingini verður henda siðvenja heimilað í lóg. Skulu tey, ið hava parkerað ólógliga, hava høvi til at geva ummæli, áðrenn ein parkeringsbót verður áløgd, elvir hetta til meiri fyrisiting.

Ummæli
Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Bileftirliti Føroya. Bileftirlitið hevði smávegis ritstjórnarligar viðmerkingar.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

1.    Fíggjarligar avleiðingar

A. Fyri landið
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar afturímóti siðvenjuni, ið er. Verður uppskotið harafturímóti ikki samtykt, hevur tað við sær stórar eyka umsitingarligar byrðar hjá løgregluni, um tað, at áleggja eina parkeringsbót, er ein fyrisitingarlig avgerð, sum kemur undir § 18 í fyrisitingarlógini. Tá skal løgreglan, áðrenn hon áleggur eina parkeringsbót, kunna bileigaran um, at hann hevur parkerað ólógliga, og at hon ætlar at áleggja eitt gjald og geva bileigaranum høvi at geva eitt ummæli í málinum, áðrenn bótin verður áløgd. Tað, at tað verður tvørligari at áleggja eina parkeringsbót, kann hava við sær, at talið á parkeringsbótum minkar, og inntøkurnar hjá landskassanum av hesum gjøldum minka samsvarandi.

B. Fyri kommunurnar
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar afturímóti verandi siðvenju. Verður uppskotið harafturímóti ikki samtykt, kann tað hava negativar fíggjarligar avleiðingar fyri Tórshavnar kommunu, sum hevur sett parkeringsvørðar at ansa eftir, at parkeringsreglurnar verða hildnar, og har gjaldið fyri ólógliga parkering fer í kommunukassan. Sí eisini viðmerkingarnar undir A.

C. Fyri vinnuna
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna. Uppskotið kann tó hava fíggjarligar avleiðingar fyri teir førarar, sum við tungum akfari koyra skjótari enn 70 km/t í fjølbygdum øki, har hægstamarkið fyri ferð er 50 km/t, tí teir skulu til eftiransandi koyriroynd, verða teir frádømdir koyrirættin treytað, við vanda fyri at missa koyrirættin, standa teir ikki eftiransansandi koyriroyndina. Við orðingini, ið er, er bert heimild at frádøma koyrirættin treytað, verður koyrt skjótari enn 80 km/t í fjølbygdum øki, har hægstamarkið fyri ferð er 50 km/t. Lógaruppskotið ávirkar tí teir førarar á m.a. lastbili og bussi, sum koyra 21-30 km/t ov skjótt í fjølbygdum øki, har hægstamarkið fyri ferð er 50 km/t. Halda bilførararnir ferðslulógina, hevur uppskotið tó ongar fíggjarligar avleiðingar fyri teir.

2.    Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar afturímóti siðvenjuni, ið er. Verður uppskotið harafturímóti ikki samtykt, kann tað elva til eyka umsitingarligar byrðar hjá løgregluni og hjá Tórshavnar kommunu.

3.    Umhvørvisavleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

4.    Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

5.    Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/
landsmyndug-
leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

(Nei)

(Nei)

Nei

Ja, serligir bólkar av bilførarum

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

(Nei)

(Nei)

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

   

Nei

Nei

 

Kap. 3. Viðmerkingar til einstøku lógargreinirnar

Til § 1
Til nr. 1)
Í galdandi § 18, stk. 4 verður heimilað landsstýrismanninum at seta eykatreytir fyri at fáa koyrikort til lastbil, hvørs heildarvekt er yvir 3.500 kg, og til motorakfar, sum verður nýtt til vinnuligan fólkaflutning.

Skotið verður upp at víðka hesa áseting, so landsstýrismaðurin kann herða treytirnar í § 18, stk. 2, og seta eykatreytir fyri at fáa koyrikort til aðrar bólkar eisini, borið saman við tær treytir, ið vanliga eru galdandi fyri at kunna fáa koyrikort. Landsstýrismaðurin ætlar í koyrikortkunngerðini at herða aldurstreytirnar at kunna fáa koyrikort til vinnuligan fólkaflutning (bólk Bv ella Dv), til buss (bólk D), og til stórt viðfestisakfar til buss (bólk D/E). Í ferðslulógini er bert heimild fyri at seta eykatreytir fyri at fáa koyrikort til vinnuligan fólkaflutning og til lastbil.

Eisini er ætlanin at seta eykatreytir, at umsøkjari, fyri at kunna fáa koyrikort til vinnuligan fólkaflutning, skal hava ávísar royndir, og at umsøkjari, fyri at fáa koyrikort til stóra motorsúkklu, skal hava ávísar royndir og/ella ávísan aldur.

Til nr. 2)
Skotið verður upp at gera ásetingina greiðari í ferðslulógini um, at eftiransandi koyriroynd skal ikki verða kravd, um so er, at førarin hevur staðið koyriroynd eftir tilburðin, sum elvdi til frádømingina. Við verandi orðing er ivasamt, hvørjar koyriroyndir kunna koma í staðin fyri eina eftiransandi koyriroynd. Skotið verður tí upp, at staðin koyriroynd skal innihalda ferðsluástøði, um eftiransandi koyriroynd ikki skal verða kravd.

Orsøkin til hesa broyting er, at tað verður ikki hildið vera rímiligt, at førari sleppur undan at fara upp til eftiransandi koyriroynd, um hann, eftir at brotið varð framt, stendur eina roynd, sum ikki inniheldur ferðsluástøði, herundir ferðsluhugburð. T.d. verður tað ikki hildið vera rímiligt, at førarin sleppur undan at fara til eftiransandi koyriroynd fyri bólk B, um hann, eftir at brotið varð framt, hevur staðið eina koyriroynd til motorsúkklu ella lastbil.

Broytingin merkir samstundis, at verður koyrirætturin frádømdur treytað, noyðist førarin upp til eftiransandi koyriroynd, hóast hann hevur staðið eina koyriroynd, sum ikki inniheldur ferðsluástøði, eftir tilburðin, sum elvdi til treytaðu frádømingina.

Í løtuni eru tað bert koyriroynd til vanligan bil og til vinnuligan fólkaflutning, sum innihalda ferðsluástøði.

Til nr. 3)
Ungir bilførarar eru uppi í stórum parti av teimum óhappum við fólkaskaða, sum henda í Føroyum, og ynski hevur leingi verið at gjørt tiltøk, sum eru ætlað júst hesum aldursbólki.

Landsstýrismaðurin ætlar at áseta í nýggju koyrikortkunngerðini, at dømingin viðvíkjandi eftiransandi koyriroynd verður strangari, um tilburðurin, sum elvdi til eftiransandi koyriroyndina, hendi innan 2 ár frá tí degi, at førarin fekk koyrikort á fyrsta sinni. Hetta merkir, at verður óroyndur bilførari revsaður við treytaðari frádøming av koyrikortinum og skal upp til eftiransandi koyriroynd, verður royndin dømd strangari enn annars, og vandin fyri, at førarin missir koyrirættin, er tískil størri. Endamálið við hesum er at stuðla uppundir eina góða ferðslumentan hjá ungdómi, ið júst hevur fingið koyrikort.

Broytingaruppskotið gevur landsstýrismanninum heimild at gera slíka áseting.

Til nr. 4)
Í nýggju koyrikortkunngerðini er ætlanin at seta sum krav, at umsøkjari fyri at kunna fara til verkliga roynd til bil ella motorsúkklu skal skjalprógva at hava fingið frálæru í koyring í myrkri. Sama krav verður sett, er talan um at endurtaka ella víðka koyrirætt, og førarin kann ikki skjalprógva at hava fingið frálæru í koyring í myrkri. Tó skal bera til at fara til verkliga roynd og fáa útskrivað koyrikort í tíðarbilinum 1. apríl til 30. september, tí tá verður ikki nóg myrkt um kvøldarnar at kunna fáa frálæru í koyring í myrkri. Í hesum førum verður tó bert útskrivað eitt koyrikort við gildistíð til 1. desember sama ár, og kann hetta koyrikortið verða endurnýggjað við gildistíð, til umsøkjarin er 70 ár, tá ið skeiðið í myrkakoyring er skjalprógvað. Tað verður ikki hildið vera rímiligt, at umsøkjarar skulu gjalda fyri hesa endurnýggjan, og tí verður skotið upp at áseta í ferðslulógini, at tað er ókeypis at endurnýggja koyrikortið í hesum førum.

Til nr. 5)
Skotið verður upp at staðfesta, at tað, at áleggja eina parkeringsbót, kemur ikki undir ásetingina um partshoyring í § 18, stk. 1 í fyrisitingarlógini.

Til nr. 6)
Skotið verður í hesi grein upp, at orðingin í § 59a verður broytt, so greið heimild fæst at frádøma koyrikortið, tá ið førari á ávísum akfari koyrir skjótari enn 70 km/t á vegi, har vanliga hægstamarkið fyri ferð er 50 km/t. Hetta var upprunaliga ætlanin við seinastu broytingunum í ferðslulógini, ið vóru gjørdar við ll. nr. 68 frá 10. mai 2000. Orðingin, ið er, gevur bert heimild at frádøma koyrikortið, tá ið førari á t.d. lastbili koyrir skjótari enn 80 km/t á vegi, har vanliga hægstamarkið fyri ferð er 50 km/t.

Trupulleikin er, at hvørki § 30b ella galdandi § 59a, stk. 1, nr. 4 vísir til vanliga hægstamarkið fyri ferð, sum er ásett í § 30a, stk. 1, og tí má § 59a, stk. 1, nr. 3 verða nýtt, tá ið tað um frádøming ræður. Við tí broyting, ið verður skotin upp í hesari grein, kann koyrikortið verða frádømt, tá ið t.d. førari á lastbili koyrir skjótari enn 70 km/t á vegi, har hægstamarkið fyri ferð er 50 km/t. Broytingin fevnir um førarar, ið hava framt brotið við einum av hesum akførum:

Til § 2
Skotið verður upp, at lógin kemur í gildi 1. juli 2003. Brot, sum eru framd, áðrenn lógin kemur í gildi, verða dømd eftir ásetingunum í galdandi lóg.

1. viðgerð 26. mars 2003. Máli beint í vinnunevndina, sum tann 4. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 21. mars 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 3. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum.

Fyri at bøta um trygdina á vegnum í sambandi við ta tungu ferðsluna, heldur nevndin, at sama skipan átti at verið galdandi í Føroyum við fartskrivara í øllum akførum upp á 3.500 kg og størri.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 8. apríl 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 10. apríl 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 54 frá 22.04.2003