Kommunustżrislóg

 

102  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um kommunustżri (kommunustżrislógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Oršaskifti viš 1. višgerš
D. Nevndarskjųl
E. Įlit
F. 2. višgerš (Einki oršaskifti)
G. 2. višgerš (Einki oršaskifti)

Įr 2003, 4. mars, legši Hųgni Hoydal, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi  

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um kommunustżri (kommunustżrislógin) 

§ 1

Ķ lųgtingslóg nr. 87 frį 17. mai 2000 um kommunustżri (kommunustżrislógin) verša gjųrdar hesar broytingar:

  1. § 14, stk. 2 veršur oršaš soleišis: "Er einki annaš įsett, er uppskot samtykt, tį iš fleiri atkvųšur eru fyri enn ķmóti. Stendur į jųvnum, er uppskotiš falliš."

  2. Ķ § 48 veršur sett sum stk. 2: "Stk. 2. Skjųl hjį kommununum, sum sambęrt lógini um alment innlit og fyrisitingarlógini eru innanhżsis, verša framhaldandi at meta sum innanhżsis skjųl, hóast tey verša latin landsstżrismanninum ķ sambandi viš eftirlit sambęrt stk. 1"

§ 2

Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi 1. juli 2003. 

Almennar višmerkingar

Alment kann sigast um uppskotnu broytingarnar, at tęr einans eru av tekniskum slag.

Orsųkin til broytingaruppskotiš er, at ķ galdandi lóg eru reglur um ein atkvųšuhįtt ķ kommunustżrinum, sum kann elva til iva, og lógin hevur harnęst ongar reglur um stųšuna hjį innanhżsis skjųlum, sum landsstżrismašurin fęr frį kommununum ķ sambandi viš višgerš av mįlum, har landsstżrismašurin er eftirlitsmyndugleiki sambęrt kommunustżrislógini.

Endamįliš viš broytingini ķ § 1, nr. 1 ķ uppskotinum er at broyta atkvųšuhįttin ķ kommunustżrinum til at vera tann sami, sum er galdandi ķ Lųgtinginum, t.e. at uppskot verša samtykt viš vanligum meiriluta.

Sum galdandi lóg er oršaš, er ikki nokk, um fleiri atkvųšur eru fyri einum uppskoti enn ķmóti į vištųkufųrum kommunustżrisfundi, tķ sambęrt § 14, stk. 2 ķ lógini skal meirilutin av teimum, iš greiša atkvųšu, atkvųša fyri uppskotinum, skal taš verša samtykt.

Avleišingin av galdandi oršing er, at um t.d. 7 kommunustżrislimir eru į fundi, 3 atkvųša fyri einum uppskoti, 2 atkvųša ķmóti og 2 atkvųša blankt, so veršur śrslitiš, at uppskotiš fellur. Ķ dųminum hava 7 greitt atkvųšu, men hóast 3 hava atkvųtt fyri, og bert 2 ķmóti, fellur uppskotiš, tķ 3 atkvųšur fyri ikki umboša meirilutan av teimum 7, iš samanlagt greiddu atkvųšu.

Blankar atkvųšur telja sostatt viš. Hetta kann til tķšir tykjast órķmiligt og kann harumframt elva til iva, tķ hóast eitt uppskot hevur fingiš fleiri atkvųšur fyri enn ķmóti, er ikki vķst, at taš formliga er samtykt.

Veršur įsetingin um atkvųšuhįttin broytt, veršur avgreišslan av mįlunum einfaldari, atkvųšuhįtturin veršur samsvarandi tķ, sum er galdandi fyri Lųgtingiš sambęrt § 18, stk. 2 ķ stżrisskipanarlógini, og meira umrįšandi, minni orsųk veršur til iva, um įvķst uppskot er samtykt ella ikki.

Landsstżrismašurin hevur sambęrt § 48 ķ kommunustżrislógini eftirlit viš kommununum. Veršur įvķst mįl tikiš til višgeršar, hevur landsstżrismašurin heimild til at krevja kommunurnar eftir ųllum viškomandi upplżsingum og frįgreišingum, heruppiķ eisini innanhżsis skjųlum hjį kommununum.

Innanhżsis skjųl eru sum meginregla ikki fevnd av ręttinum til innlit sambęrt lógini um alment innlit og fyrisitingarlógini. Sendir ella flżggjar ein kommuna landsstżrismanninum hinvegin sķni innanhżsis skjųl, tį er meginreglan ikki longur galdandi, og skjųlini eru ikki longur innanhżsis.

Henda stųša veršur ikki mett at vera haldgóš. Um eitt mįl veršur višgjųrt av landsstżrismanninum er treytaš at ymiskum, til tķšir tilvildarligum višurskiftum. Onkuntķš verša mįl reist viš, at landsstżrismašurin av sķnum eintingum tekur stig til mįliš. Ķ ųšrum fųri veršur kanska klagaš um įvķst mįl. Uttan mun til śrslitiš av višgeršini ķ Lųgmįlarįšnum, t.v.s. um mįliš veršur slept, stig verša tikin mótvegis kommununi e.a., er tķ ikki rķmiligt, um eitt kommunustżri ikki kann varšveita sķni innanhżsis skjųl sum slķk orsakaš av, at tey eru latin landsstżrismanninum ķ sambandi viš eftirlitsstarv hansara sambęrt kommunustżrislógini.

Endamįliš viš broytingini ķ § 1, nr. 2 er tķ at bųta um arbeišsvišurskiftini hjį kommununum og broyta lógina soleišis, at snżr taš seg um innanhżsis skjųl hjį einari kommunu, tį skulu hesi varšveita sķtt innanhżsis eyškenni, og ikki orsakaš av višgeršini ella śtflżggjanini til landsstżrismannin koma undir innlit. Višmerkjast skal, at uppskotna stk. 2 til § 48 hevur stųši ķ § 47, stk. 4 ķ donsku kommunustżrislógini, sum hetta varš oršaš viš lóg nr. 380 af 14. juni 1995 om ęndring af de kommunale styrelseslove.

Samanumtikiš hevur broytingaruppskotiš hesar broytingar viš sęr:

  1. Atkvųšuhįtturin veršur broyttur til vanligan meiriluta eins og ķ Lųgtinginum.
  2. Innanhżsis skjųl hjį kommununum, sum verša send ella flżggjaš landsstżrismanninum ķ sambandi viš eftirlitsmįl, varšveita viš broytingini sķtt innanhżsis eyškenni og eru tķ sum meginregla undantikin innliti. 

Broytingaruppskotiš hevur veriš til ummęlis hjį Fųroya Kommunufelag og hjį Kommunusamskipan Fųroya.

Fųroya Kommunufelag hevur męlt til, at skoytt veršur upp ķ serligu višmerkingarnar til § 14, stk. 2 um atkvųšugreišslu, at taš at greiša atkvųšu merkir annašhvųrt at atkvųša fyri ella ķmóti. Blankar atkvųšur verša ikki roknašar sum atkvųšur og telja tķskil ikki viš.

Avleišingarnar av uppskotinum

Uppskotiš veršur mett hvųrki at hava fķggjarligar ella umsitingarligar avleišingar viš sęr fyri land ella kommunur.

Uppskotiš hevur ikki viš sęr avleišingar fyri vinnuna, umhvųrviš, serstųk ųki ķ landinum, įvķsar samfelagsbólkar ella felagsskapir, eins og taš ikki eru millumtjóša sįttmįlar į ųkinum, sum lųgtingslógaruppskotiš fevnir um, og sum heimastżriš hevur skyldu at fylgja.

 

 

Fyri landiš/lands
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri plįss/ųki ķ landinum

Fyri įvķsar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fķggjarligar/ bśskaparligar avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvųrvisligar avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleišingar

   

 

 

Nei

 

 

 

Serligar višmerkingar

Til § 1

Til nr. 1
Sambęrt broytingini ķ § 1, nr. 1 veršur § 14, stk. 2 ķ lógini umoršaš. Umoršingin hevur viš sęr, at atkvųšuhįtturin ķ komunustżrinum veršur umskipašur til vanligan meiriluta, soleišis at blankar atkvųšur ikki longur telja viš og tķ heldur ikki kunnu įvirka atkvųšugreišsluna.

Um t.d. 7 kommunustżrislimir eru į fundi, 3 atkvųša fyri einum uppskoti, 2 atkvųša ķmóti og 2 atkvųša blankt, so veršur śrslitiš, at uppskotiš er samtykt, tķ 3 atkvųšur eru fyri og bert 2 ķmóti.

Um t.d. bert 1 av 7 atkvųšur fyri og eingin ķmóti, veršur uppskotiš somuleišis samtykt. Hetta er uttan mun til, um restin letur verša viš at atkvųša ella atkvųšur blankt.

Taš at greiša atkvųšu merkir annašhvųrt at atkvųša fyri ella ķmóti. Blankar atkvųšur verša ikki roknašar sum atkvųšur og telja tķskil ikki viš.

Grundgevingin fyri broytingini er, at taš ikki veršur mett vera heppiš, um blankar atkvųšur įvirka śrslitiš viš óbeinleišis at krevja fleiri atkvųšur fyri, skal uppskot verša samtykt. Kommunustżrislimir kunnu tį heldur geva stųšu sķna til kennar og nżta ręttin at atkvųša ķmóti, eru teir ikki samdir.

Broytingin hevur tķ viš sęr, at lęttari veršur at gera śrsitiš av atkvųšugreišsluni upp, tķ einans atkvųšur fyri ella ķmóti skulu teljast, og ikki er neyšugt at spyrja, um nakar atkvųšur blankt. Avleišingin av hesum veršur aftur, at minni orsųk veršur til iva um atkvųšuśrslitiš.

Til nr. 2
Innanhżsis skjųl eru sum meginregla ikki fevnd av ręttinum til innlit sambęrt lógini um alment innlit og fyrisitingarlógini. Sendir ella flżggjar ein kommuna landsstżrismanninum hinvegin sķni innanhżsis skjųl, tį er meginreglan ikki longur galdandi, og skjųlini eru ikki longur innanhżsis. Hetta er eisini galdandi, verša skjųl latin kommunala eftirlitsmyndugleikanum at nżta ķ sambandi viš śtinnan av eftirlitinum sambęrt kommunustżrislógini, men ikki um eftirlitsmįliš snżr seg jśst um spurningin um innlit ķ eitt innanhżsis skjal.

Skotiš veršur tķ upp at seta eitt stk. 2 ķ § 48, soleišis at innanhżsis arbeišsskjųl ikki missa sķtt innanhżsis eyškenni, einans tķ at tey verša send eftirlitsmyndugleikanum ķ sambandi viš eftirlitsmįl. Ķ ašrar mįtar veršur ikki vikiš frį lógini um alment innlit og fyrisitingarlógini.

Grundgevingin fyri broytingini er, at taš ikki veršur mett at vera rķmiligt, um eitt kommunustżri ikki kann varšveita sķni innanhżsis skjųl sum slķk einans orsakaš av, at tey eru latin landsstżrismanninum ķ sambandi viš eftirlitsstarv hansara sambęrt kommunustżrislógini.

Til § 2

Ongar serligar višmerkingar eru til greinina.

1. višgerš 6. mars 2003. Mįliš beint ķ ręttarnevndina, sum tann 10. aprķl 2003 legši fram soljóšandi

Įlit

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. višgerš tann 6. mars 2003 er taš beint ręttarnevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 20. mars og 3. og 10. aprķl 2003.

Undir višgeršini hevur nevndin havt fund viš landsstżrismannin ķ lógamįlum.

Ein meiriluti ķ nevndini (Jógvan į Lakjuni, Poul Michelsen, Jógvan Arge, Niklįi Petersen, Hešin Mortensen og Bįršur Nielsen) tekur undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

Ein minniluti (Kristian Magnussen) tekur undri viš uppskotinum § 1, nr. 1 og męlir tinginum til at samtykkja taš, men kann ikki taka undir viš uppskotinum § 1, nr. 2. Minnilutin heldur, at greinin snżr seg um višurskifti, sum einki hava viš kommunustżrislógina at gera, men er ein spurningur um, hvųrt alment innlit skal verša ķ einum mįli. Slķkt mįl eigur at verša tikiš upp undir višgerš av lógini um alment innlit, og har er stųša minnilutans, at alt alment viksemi eigur at vera undir almennum innliti,uttan so er, at heilt avgerandi fyrilit tala ķmóti, eitt nś um heimalķviš hjį einstaklingum.

Samsvarandi hesum veršur sett fram soljóšandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 1, nr. 2 veršur strikaš.

2. višgerš 22. aprķl 2003. Broytingaruppskot frį minnilutanum ķ ręttarnevndini, Kristian Magnussen, til § 1 fall 7-0-23. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 24. aprķl 2003. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 21-6-0. Mįliš avgreitt.