Búnaðargrunnur

 

103  Uppskot til  løgtingslóg um búnaðargrunn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Tikið aftur (Orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um búnaðargrunn
 

Kapittul 1
Stovnsetan grunsins og endamál

§ 1. Stovnaður verður grunnur, nevndur Búnaðargrunnurin, við tí endamáli at veita lán til landbúnaðin.

§ 2. Grunnurin kann veita lán til:

  1. Keyp av búnaðarjørð.
  2. Keyp av fæi og fenaði.
  3. Ábøtur, velting og nýdyrking av búnaðarjørð.
  4. Keyp, bygging, umvæling og útbygging av bygningum, sum hava týdning fyri landbúnaðarframleiðsluna, harundir maskinhøll og verkstað, seyðahús, fjós, felddýrahús, sláturvirki, mjólkavirki, ullvirki, hoyggjhús, hoyggturkihús og skipanir, súrhoyggjabrunnar, skýlir og ból, hjallar, vakstrarhús, grønmetisvirki, bygningar til flogfenað, urtagarðs- og grønmetisframleiðslu.
  5. Rættir, hegn og gyrðingar.
  6. Bygging av sethúsum á garðinum.
  7. Keyp av maskinum og amboðum.
  8. Nýskapandi tiltøk og verkætlanir, sum stýrið metir kunnu verða við til at menna vinnumøguleikarnar innan landbúnaðin.

Kapittul 2
Fæ grunsins

§ 3. Sum stovnsfæ yvirtekur Búnaðar-grunnurin allar ognir hjá Jarðargrunninum, sum er stovnaður við heimild í lóg nr. 174 frá 24. mai 1937 om Jorbrugets Fremme. Somuleiðis yvirtekur Búnaðargrunnurin allar ognir hjá Grunninum fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu, sum er stovnaður við løgtingslóg nr. 134 frá 20. august 1997 um Grunn fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu.
Peningur á festikontu hoyrir eisini til stovnsfæ grunsins.

§ 4. Búnaðargrunnurin yvirtekur øll rættindi og allar skyldur hjá Jarðargrunninum og Grunninum fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu.

§ 5. Tá ið føst ogn hjá landinum, sum hoyrir til eitt festi, verður seld, skal ágóðin av søluni flytast Búnaðargrunninum og verða bókaður á kontu hjá avvarðandi festi.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin setur nærri reglur um treytir fyri at veita fígging av festikontu.

§ 6. Stýrið hevur skyldu til at tryggja ognir grunsins best møguligt, umframt at syrgja fyri, at tær geva frægast møguligan vinning.

Kapittul 3
Treytir fyri lánsveiting

§ 7. Í teimum førum, har landið ikki er eigari av ognunum, sum lán verður veitt til, skulu lán úr Búnaðargrunninum verða tryggjað við 1. veðrætti í fastogn ella leysafæ innan fyri 80 % av virðinum, og grunnurin kann treyta sær, at ognin ikki er ella verður sett í veð fyri aðra skuld.
Stk. 2. Hóast ásetingarnar í stk. 1, kann lán veitast til maskinur og amboð ímóti veð í teimum.

§ 8. Hevur lántakari skuld til Búnaðargrunnin, sum hann ikki megnar at gjalda, hevur grunnurin heimild at gera avtalu við lántakaran um eitt lægri lánsgjald í eitt avmarkað tíðarskeið, tó so at skuldin ikki veksur.

§ 9. Hevur lántakari skuld til Búnaðargrunnin, har tað er sannlíkt, at hann í framtíðini ikki megnar at rinda partar av skuldini, kann grunnurin, eftir eini neyvari meting av framtíðarinntøkumøguleikunum og fíggjarstøðuni annars hjá lántakaranum í síni heild, fáa heimild til at avskriva partar av skuldini. Grunnurin skal í hesum sambandi boða Jarðarumsitingini frá, og skal Jarðar-umsitingin í tí sambandi taka støðu festarans til viðgerðar.

§ 10. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um treytir fyri lánunum, herundir rentu- og afturgjaldstreytir, og hvørjar treytir skulu verða uppfyltar hjá lántakara fyri at kunna upptaka lán.

Kapittul 4
Leiðsla grunsins

§ 11. Búnaðargrunnurin verður umsitin av einum av landsstýrismanninum valdum stýri við 5 limum, umframt 5 tiltakslimum, har av ein limur verður valdur eftir tilmæli frá Bóndafelagnum. Stýrið skipar seg sjálvt, og setur stjóran fyri grunnin.
Stk. 2. Stýrið verður valt fyri 3 ár. Stýrislimir og tiltakslimir kunnu veljast aftur upp til tvær ferðir.
Stk. 3. Stýrislimirnir skulu hava innlit í løgfrøði, búskap, fyrisiting og landbúnaðar-vinnu.
Stk. 4. Landsstýrið ásetur, eftir tilmæli frá stýrinum, starvsreglugerð fyri stýrið, og landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta greiniligari reglur um virksemi grunsins.
Stk. 5. Avgerðirnar hjá Búnaðargrunninum sbrt. lógini eru endaligar innan fyrisitingina.

Kapittul 5
Eftirlit, fíggjarætlan, roknskapur og avtøka av grunninum

§ 12. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við grunninum, herundir við hvussu ognir grunsins verða plaseraðar eftir § 6.

§ 13. Fíggjarætlanin fyri grunnin verður hildin uttan fyri løgtingsfíggjarlógina.

§ 14. Roknskaparhaldið skal fylgja lógini um landsins almenna roknskaparhald v.m., tó soleiðis, at niðurskrivingar móti vantandi tapum upp á útlán roknskaparliga skulu viðgerast samsvarandi reglunum fyri peningastovnarnar.
Stk. 2. Roknskapirnir hjá Búnaðargrunninum verða grannskoðaðir av løggildum grannskoðara og skulu sendast landsstýrismanninum við frágreiðing um virksemið í farna árinum. Roknskapirnir verða lagdir fyri Løgtingið sambært ásetingunum í stýrisskipanarlógini.

§ 15. Grunnurin kann takast av við lóg. Verður grunnurin tikin av yvirtekur landskassin ognir grunsins, og yvirtekur annars rættindi og skyldur hjá grunninum.

Kapittul 6
Revsiásetingar

§ 16. Tann, sum gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar til nýtslu í avgerð-um eftir hesi lóg ella eftir reglum, settum við heimild í hesi lóg, verður revsaður við bót uttan so, at harðari revsing er áløgd eftir aðrari lóggávu.
Stk. 2. Í reglum, sum verða ásettar við heimild í lógini, kann revsing við bót ásetast.
Stk. 3. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persónum, sum t.d. partafelagi ella lutafelagi, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða revsaður sum slíkur við bót uttan so, at harðari revsing er áløgd eftir aðrari lóggávu.

Kapittul 7
Ígildiskoma

§ 17. Henda løgtingslóg kemur í gildi, tá tað við kunngerð verður ásett av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Samstundis fara úr gildi Lov nr. 174 frá 24. mai 1937 um Jordbrugets Fremme við seinni broytingum, og løgtingslóg nr. 134 frá 20. august 1997 um grunn fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu við seinni broytingum.
Stk. 3. Hóast ásetingina í § 11, halda limirnir í Jarðarráðnum, sum eru valdir sambært løgtingslóg um landsjørð, fram sum stýrislimir í Búnaðargrunninum, tað ið eftir er av starvstíðini hjá limunum í Jarðarráðnum, sambært nevndu lóg.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Jarðargrunnurin varð stovnaður við Lov nr. 174 frá 24.5.1937 um Jordbrugets Fremme, og Vakstrarhúsgrunnurin við løgtingslóg nr. 134 frá 20. august 1997. Við hesum lógaruppskoti verða Lov om Jordbrugets Fremme og løgtingslóg nr. 134 frá 20. august 1997 um vakstrarhús og grønmetisframleiðslu tiknar av, men ætlanin er, at virksemi at lána út til landbúnaðin, vakstrarhús og grønmetisframleiðslu skal halda fram við endurstovnanini av Búnaðargrunninum.

Endamál við - og orsøkir til lógaruppskotið
Í lógaruppskotinum eru ásetingar, sum flyta umsitingina av Jarðargrunninum til eina av landsstýrisumsitingini óhefta nevnd. Ognir grunsins verða í fíggjarligum og játtanarligum høpi fluttar til nevdnina fyri grunnin, og harvið verður raksturin av grunninum hildin leysur av landskassanum. Roknskaparhaldið skal fylgja lógini um landsins almenna roknskaparhald v.m.

Við hesi lógarbroyting og við ætlaðu lógarbroytingini í løgtingslóg um landsjørð fæst í stóran mun skilnaður millum Búnaðargrunnin og jarðarumsitingina annars, samstundis sum fíggjarligu viðurskiftini hjá grunninum formliga verða gjørd greiðari, og ein loysn finst á skuldarspurninginum hjá festunum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum kemur at hava ábyrgdina fyri jarðarumsitingini, meðan stýrið fyri Búnaðargrunnin kemur at hava ábyrgdina fyri grunninum. Stjórin, sum settur verður fyri grunnin, kann tí ikki samstundis vera stjóri fyri nýggja jarðarstovninum/búnaðarstovuni. Ætlanin er tó, at dagliga umsitingin av Búnaðargrunninum, m.a. málsviðgerð, skrivstovuhald v.m., kemur at húsast undir sama taki, men hvørt starvsfólk sær skal tó annaðhvørt starvast fyri Búnaðargrunnin ella fyri jarðarfyristingina. Við hesum verður mett, at umsitingin av ávikavist Búnaðargrunninum og jarðarstovninum/landbúnaðarstovnuni kann røkjast av teimum starvsfólkum, sum starvast á Jarðarráðnum.

Skuldin innan landbúnaðin
Løgtingsgrannskoðararnir hava í fleiri ár gjørt vart við serligu trupulleikarnar viðvíkjandi eftirstøðunum á lánum, veitt úr Jarðargrunninum, og hava løgtingsgrannskoðararnir eisini víst á fleiri lógarásettar reglur viðvíkjandi fíggjarviðurskiftunum hjá grunninum, sum eru ótíðarhóskandi. Eisini hava løgtingsgrannskoðararnir gjørt vart við, at landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av, at umrøddu viðurskifti koma í rættlag, og hava átalað, at hetta ikki er gjørt.

Harumframt hava trupulleikarnir av fíggjarligu niðurundirkomnu festunum í nógv ár verið eitt haft um beinini hjá fleiri festarum, og er tað alneyðugt, at reglur verða ásettar, sum gera tað møguligt at loysa hesar trupulleikar. Skuld, sum ikki er gjørlig hjá festum at renta og avdraga, eigur ikki í allari framtíð at vera ein forðan fyri víðari menning av festinum.

Roknskaparliga verður grunnurin ikki verri fyri av at strika skuld, tí hesin parturin av áogn grunsins er longu skrásett sum mist, og skal síðst nevnda sjálvsagt eisini vera ein treyt fyri, at skuld kann strikast hjá einum festi.

Í teim førum, har skuld verður strikað, eigur jarðarstovnurin/búnaðarstovan samstundis at taka festiviðurskiftini upp til nýggja viðgerð. Ein neyv meting av framtíðarinntøkumøguleikunum og fíggjarstøðuni hjá lántakaranum annars eigur at verða gjørd. Metingin skal byggja á vanligar handilsligar treytir á sama hátt, sum ein fíggingarstovnur kreditmetir síni millumverandi og tekur støðu til møguligar skuldarsaneringar. Stýrið fyri grunnin eigur sambært starvsreglugerðini at gera fastar mannagongdir hesum viðvíkjandi.

Í hjálagda skjali 1 er yvirlit yvir skuldina innan landbúnaðin.

Lóggávan
Landbúnaðarlóggávan og harímillum Jarðargrunnurin eru sambært heimastýrislógini yvirtikin sum sermál við kunngerð nr. 37 frá 26.10.1956 um yvirtøku av jarðargrunninum og kongsjørðini. Í somu kunngerð er ásett, at grunnurin ikki kann verða lagdur niður uttan eftir semju í millum landsstýrið og donsku stjórnina. Lógin um Jordbrugets Fremme verður við hesi lógini tikin av, og grunnurin verður endurstovnaður við nýggju lógini og kemur at halda fram við sínum útlánsvirksemi til landbúnaðin. Sostatt verður grunnurin reelt ikki avtikin. Skipanin verður samstundis endurskoðað og fyrisitingin verður broytt, samstundis sum ein nágreining fer fram av roknskaparligu- og játtanarligu viðurskiftunum hjá grunninum. Donsku ríksimyndugleikarnir eru í skrivi, dagfest 18.12.2002, kunnaðir um ætlaðu lógarbroytingarnar og eru bidnir um at gera møguligar viðmerkingar til ætlaðu broytingarnar. Hóast ríkimyndugleikarnir hava fingið longda freist at svara, eru ongar viðmerkingar enn komnar frá teimum.

Hoyringar
Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá:

Innkomnu viðmerkingarnar eru lagdar við sum skjal 2. Ávísar tillagingar eru gjørdar í sambandi við viðmerkingarnar.

Kap. 2. Avleiðingar av lógaruppskotinum

Tað eru ongar beinleiðis fíggjarligar avleiðingarnar av lógaruppskotinum fyri landskassan, av tí at Búnaðargrunnurin framhaldandi skal rinda útreiðslurnar av jarðarumsitingini á sama hátt, sum higartil.

Uppskotið hevur við sær, at tann umsiting, sum er undirløgd Jarðarráðið í dag, verður løgd undir landsstýrið, har ætlanin er, at umsitingin verður løgd til stovn. Uppskotið hevur í aðra máta ikki umsitingarligar avleiðingar fyri landið og heldur ikki kommunurnar, og fær heldur ikki fíggjarligar avleiðingar fyri landbúnaðin. Uppskotið fær ikki avleiðingar fyri umhvørvið, og heldur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum, og tað fær ei heldur sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

Talva yvir avleiðingar

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

     

Nei

 

Kap. 3. Viðmerkingar til einstøku greinarnar

Til § 1.
Nýggi grunnurin verður skipaður sum grunnur, ið landið eigur.

Til § 2.
Lánini, nevnd eru, eru yvirhøvur tey somu, sum Jarðargrunnurin og Grunnurin fyri vakstarhús og grønmetisframleiðslu kunnu veita í dag. Stuðulsmøguleikarnir hjá nevndu grunnum eru ikki tiknir við í hesi lóg.

Til §§ 3 og 4.
Samlað uppgerð yvir ogn og skuld, sum verður yvirtikin frá Jarðargrunninum og Vakstrarhúsgrunninum er gjørd upp pr. 31.12.2002. Nettoognirnar hjá nevndu grunnum eru ávikavist kr. 188.481.000 (fyribilstøl) og kr. 4.358.000 (fyribilstøl). Í hjálagda skjali nr. 3 eru vístar nettoognirnar. Tølini eru ikki endaliga grannskoðað enn, men væntast grannskoðað innan fáar dagar. Peningurin á festikontu hoyrir til stovnsfæ grunsins, festikontuskipanin heldur óbroytt fram soleiðis, sum hon hevur virkað sambært galdandi lóg.

Til § 5.
Hendan áseting tryggjar, at skipanin við festikontu hjá hvørjum einstøkum festi verður varðveitt, og somuleiðis at ágóði frá sølu av fastari ogn hjá landinum verður fluttur grunninum, og bókaður á kontu fyri hvørt festi sær. Mælt verður til, at reglurnar viðvíkjandi nýtslu av peningi á festikontu verða endurskoðaðar.

Til § 6.
Stýrið hevur eina lógarbundna skyldu at tryggja ognirnar hjá grunninum best møguligt og skal sjálvsagt syrgja fyri, at váðin, í sambandi við útlán og fíggjaríløgur annars, verður so lítil sum til ber.

Samstundis, sum stýrið skal hava atlit til trygdina, eigur at verða miðað í móti at royna at fáa tøka peningin at kasta mest møguligt av sær.

Til § 7.
Tá ið landið ikki er eigari av ognunum, sum lán verður veitt til, er neyðugt, at lánini verða tryggjað við 1. veðrætti í fastogn ella leysafæ. Tá ið landið sjálvt eigur ognirnar, er hetta ikki neyðugt, men undirstrikast skal, at lánitreytir og kreditmetingar annars skulu byggja á somu fortreytir, óansæð um talan er um lán til ognir, sum landið eigur ella ikki.

Til §§ 8 og 9.
Her verða reglur ásettar, sum gera tað møguligt at loysa trupulleikarnar av, at lántakarar hava ov stóra skuld til at kunna renta og avdraga hesa. Eisini er áseting um, at jarðarumsitingin skal taka støðu festarans til viðgerðar, og verður m.a. eisini hugsað um í hesum sambandi, at umsitingin skal meta um, hvørt festarin hevur neyðuga hegni at halda fram við at reka festi.

Til § 10.
Verandi Jarðargrunnur hevur veitt lán til fasta ogn við upp til 40 ára afturgjaldstíð, og við lagaligum rentutreytum. Grundað á serligu vinnuligu viðurskiftini innan landbúnaðin, verður mælt til, at møguleikar framhaldandi verða fyri at fáa lán við langari afturgjaldstíð, men tó ikki longri enn upp til 25 ár, og bert tá ið serlig viðurskifti tala fyri tí. Somuleiðis verður mælt til, at rentustøðið fyri lánum úr nýggja grunninum framhaldandi kann vera á einum lutfalsliga lágum støði, t.d. 1 % lægri enn meðalrentan hjá peningastovnunum fyri lán til fasta ogn. Somuleiðis eigur at vera galdandi, at rentustøðið fyri lán til amboð og maskinur kann liggja 1 % lægri enn meðalrentan hjá peningastovnunum fyri lán til amboð og maskinur, tó skal lánitíðin í teimum førunum ikki vera longri enn 10 ár.

Til § 11.
Stýrið fyri grunnin hevur ábyrgdina av at standa fyri fyrisiting og virksemi grunsins. Eftir galdandi lóg fyrisitur Jarðarráðið bæði almennu jørðina og Jarðargrunnin. Eitt av endamálunum við hesi lóg er at gera skilnað millum jarðarumsiting og fígging.

Í kunngerðini eiga m.a. at vera ásetingar um, hvussu bygnaðurin av grunninum verður skipaður, herundir hvussu dagliga umsitingin verður løgd til rættis. Ætlandi kemur umsitingin fyri grunnin at húsast undir sama taki sum jarðarumsitingin, men har hvørt starvsfólk sær tó annaðhvørt skal starvast fyri Búnaðargrunnin ella fyri jarðarfyrisitingina. Her eigur m.a. at verða ásett, hvussu sjálv málsviðgerðin verður skipað, og hvussu mál verða fyrireikað, nær fundir verða hildnir, hvussu mál verða samtykt, nær stýrið er viðtøkuført, varalimir, fundarfrágreiðingar og ábyrgd fyri roknskaparhaldi.

Til § 12.
Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við, at grunnurin verður umsitin á forsvarligan hátt, og herundir at stýrið røkir fíggjarognir grunsins á ein hátt, so tær kasta sum mest av sær.

Til §§ 13 og 14.
Stýrið verður við hesum heimilað at taka avgerðir viðvíkjandi ognum grunsins í fíggjarligum og játtanarligum høpi uttan um landsins játtanarmyndugleika (fíggjarlógina), men avmarkað til tað virksemi, sum grunnurin sambært hesi lóg er undirlagdur. Fíggjarvaldið verður flutt frá Løgtinginum til stýrið fyri grunnin, sum sostatt fær heimild at nýta pening uttan heimild í fíggjarlóg.

Grunnurin skal lúka tey krøv, sum sett verða landsstovnum viðvíkjandi roknskapar- og grannskoðanarreglum, tó soleiðis at niðurskrivingar móti vantandi tapum upp á útlán roknskaparliga skulu viðgerast samsvarandi reglunum fyri peningastovnarnar.

Við tað, at ásett er í uppskotinum, at grunnurin skal fylgja lógini um landsins almenna roknskaparhald v.m., verður roknskapurin hjá grunninum lagdur fyri Løgtingið. Sostatt verða ásetingarnar í § 45 í stýrisskipanarlógini um játtanareftirlit Løgtingsins hildnar.

Virksemið hjá Búnaðargrunninum er í høvuðsheitum at veita lán til landbúnaðin og til vakstrarhús og grønmetisframleiðslu, við støði í teimum vinnuligu treytum, sum galda innan landbúnaðin. Harumframt hevur grunnurin um hendi ta málsviðgerð, sum útlánsvirksemið hevur við sær. Nevnda (vinnuliga) virksemi hjá grunninum er av slíkum slag, at tað eigur at vera óheft av politisku skipanini. Tað er tí neyðugt, at virksemið verður lagt uttan fyri beinleiðis ávirkan frá landsstýrinum.

Nakrar av fyritreytunum fyri at kunna leggja virksemið uttan fyri fíggjarlógina er, at landsstýrismaðurin ikki skal hava vanligar instruktiónsheimildir mótvegis stýrinum. Hesar fyritreytir eru uppfyltar, tí sum tað sæst í lógini, skipar stýrið seg sjálvt, leiðslan (stjórin) í grunninum verður sett av stýrinum, og landsstýrismaðurin hevur ikki ávirkan á dagliga virksemi hjá stýrinum. Ávirkanin hjá landsstýrismanninum avmarkar seg til at velja limirnar triðja hvørt ár og at gera neyðugar kunngerðir.

Samanumtikið verður mett:

Til § 15.
Her verður staðfest, hvat verður gjørt við ognir, rættindi og skyldur grunsins, um hann verður tikin av.

Til § 16.
Ásetingin um revsing merkir, at eisini tann, sum av ósketni gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar, kann revsast.

Til § 17.
Lógin eigur ikki at koma í gildi, fyrr enn øll viðurskifti viðvíkjandi grunninum eru greið, m.a. neyðugar reglugerðir, kunngerðir og fyrireikan av mannagongdum annars í sambandi við virki grunsins.

Henda lógin loysir av Lov nr. 174 frá 24.5.1937 um Jordbrugets Fremme við seinni broytingum, og løgtingslóg nr. 134 frá 20. august 1997 um grunn fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu við seinni broytingum, og tí verða hesar báðar lógir settar úr gildi.

Skjøl:
Skjal 1: Yvirlit yvir skuld innan landbúnaðin
Skjal 2: Hoyringsviðmerkingar
Skjal 3: Status fyri Jarðargrunnin og Vakstarhúsgrunnin

1. viðgerð 14. mars 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 28. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Felagsálit

í

løgtingsmálum nr. 103 og 104/2002: Uppskot til løgtingslógir um ávikavist búnaðargrunn og landsjørð

Landsstýrið hevur lagt málini fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2003 eru tey beind vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málini á fundum tann 1., 3., 11., 24. og 28. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum, umboð fyri Bóndafelag Føroya og Føroya Óðalsfelag.

Av nevndarskjølum hevur nevndi fingið kort yvir jarðarbýtið millum kongsjørð og óðalsjørð, sum eisini varð býtt út í tinginum undir 1. viðgerð av málunum. Frá Bóndafelag Føroya hevur nevndin fingið trý skriv, eitt viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 103, eitt viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 104, og tað seinasta við nøkrum viðmerkingum til umstøðurnar hjá festibóndum. Øll skrivini vóru skrivaði til fundin og dagfest 23. apríl 2003. Frá Føroya Óðalsfelag hevur nevndin fingið avrit av hoyringssvari teirra mótvegis Vinnumálaráðnum, umframt eitt skriv, ið lýsir tey atlit, ið óðalsfelagið byggir síni sjónarmið á.

Viðgerðin av málunum í vinnunevndini hevur víst, at fleiri spurningar og viðurskifti eru, sum nevndin heldur eiga at verða viðgjørd og ummæld ella viðgjørd gjøllari, fyri at Løgtingið kann hava eitt nóg fulfíggjað grundarlag, áðrenn støða verður tikin til málini.

Vinnunevndin heldur m.a., at munandi neyvari treytir eiga at verða settar í lógini í sambandi við, at heimild verður givin at avskriva skuld, ið lántakarar hava til Jarðargrunnin. Tað sama er galdandi í sambandi við treytir fyri lánsveiting, ikki bara til ognarbøndur, men eisini til festibøndur. Eisini saknar nevndin eina viðgerð av samsvarinum millum landsins almennu játtanarreglur og uppskotið um, at Búnaðargrunnurin skal rinda fyri umsitingina av jarðarlóggávuni, ið sambært uppskotinum í framtíðini skal verða ein beinleiðis partur av sjálvari landsumsitingini. Undir viðgerðini hevur spurningurin eisini tikið seg upp, um møguleiki eigur at verða givin fyri at lata partafeløgum ella øðrum løgfrøðiligum eindum almenna jørð í festi, og í so føri, hvussu áhugamálini hjá landinum kunnu tryggjast í hesum sambandi.

Málini eru løgd fram seinasta framløgudag saman við hópinum av øðrum málum, ið eru beind vinnunevndini, og vinnunevndin hevur tí ikki havt neyðugu tíðina til at viðgera og fyrireika tilmæli til Løgtingið í øllum teimum spurningum og viðurskiftum, ið nevndin heldur eisini eiga at verða ein partur av grundarlagnum hjá Løgtinginum at taka støðu út frá. Nevndin heldur tí, at landsstýrismaðurin hóskandi kundi nýtt tíðina frá nú av og fram til ólavsøku at viðgera hesi viðurskifti, og samstundis kundi umhugsað at skipa fyri einum temadegi um málini í sambandi við, at málini verða løgd fram aftur beint eftir ólavsøku, tá umstøðurnar hjá vinnunevndini eisini skuldu verið góðar at viðgjørt slík stórmál.

Við hesum viðmerkingum er nevndin samd um, at hon ikki kann taka undir við málunum, sum tey fyriliggja, og mælir tí Løgtinginum frá at samtykkja uppskotini.

Á tingfundi 2. mai 2003 boðaði uppskotssetarin, Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, frá, at hann tekur málið aftur.