Landsjørð

104  Uppskot til  løgtingslóg um landsjørð

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Tikið aftur (Orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um landsjørð

§ 1. Endamálið við hesi lóg er, at tað fyrisitingarliga skulu skapast møguleikar fyri at menna framleiðsluna av landsjørðini.

Jørð hjá tí almenna

§ 2. Eftir niðanfyri nevndu reglum fyrisitur landsstýrismaðurin alla almenna jørð, ið ikki verður fyrisitin av øðrum almennum stovni, herundir kommununum.

Jørð í festi

§ 3. Landsstýrismaðurin hevur rætt til at lata almenna jørð í festi.
Stk. 2. Festið stendur við, so leingi festarin er á lívi, tó bert til hann hevur fylt 70 ár.
Stk. 3.
Jørð kann latast í festi í eitt áramál.
Stk. 4.
Festitreytirnar verða ásettar í einum festibrævi. Festibrøvini skulu gjølla skila til, hvat hoyrir til festið.

§ 4. Festarin rindar øll gjøld, sum hvíla á festinum, og rindar festileigu.

§ 5. Tá ið festi er leyst, kann tað verða lagt saman við øðrum festi, um serligar umstøður tala fyri tí. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur hesum viðvíkjandi.
Stk. 2. Skal festið halda fram sum sjálvstøðugt brúk, hava hjúnafelagi og lívsarvingar hjá seinasta festara, um teir hava eitt minstamark av jarðarbrúkskunnleika, sum landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð, framíhjárætt til at taka við festinum í hesi raðfylgju:
1) eftirsitandi hjúnafelagi,
2) elsta barn ella eftirkomari tess,
3) yngri barn ella eftirkomari tess.
Stk. 3. Hava fleiri framíhjárætt til festið, tekur landsstýrismaðurin avgerð um, hvør skal hava fyrsta framíhjárætt.
Stk. 4. Situr tann, sum hevur framíhjárætt sambært hesi grein, longu við landsjørð, ið er hóskandi brúkseind, missir hann framíhjárættin soleiðis at skilja, at nýtslan av framíhjárættinum er treytað av, at hann sigur frá sær brúkið, hann hevur frammanundan.
Stk. 5.
Síggjast kann burtur frá framíhjárættinum, um talan er um hóskandi brúkseindir, tá persónur, sum hevur framíhjárætt, ikki fyri landsstýrismanninum førir prógv fyri, at hann sum høvuðsvinnu ætlar at fáast við jarðarbrúk.
Stk. 6. Umsøkjari, sum er ónøgdur við avgerð tikna við heimild í hesi grein, kann krevja málið lagt fyri landbúnaðarstevnu við kærurætti til yvirlandbúnaðarstevnu. Kærufreistin er 6 vikur frá tí degi, landsstýrismaðurin hevur kunnað.

§ 6. Sundurbýti av festijørð til fleiri brúk kann bert fara fram sum undantak, tá festi verður leyst, og bert eftir avgerð landsstýrismansins. Tað gerst ikki, uttan so at landsstýrismaðurin ætlar um, at tey nýggju festini kunnu røkjast sum sjálvstøðug festi, ella so at tað frábýtta verður lagt aftrat einum festi, ið frammanundan er ov lítið at verða røkt sum sjálvstøðugt festi.
Stk. 2. Verður sundurbýti framt við festiskifti, hevur tann, ið hevur framíhjárætt sambært § 5, rætt til at velja, hvat av teimum nýggju festunum, hann tekur.

§ 7. Tann, ið hevur landsjørð í festi, skal hava bústað sín, har festið er. Landsstýrismaðurin kann í serstøkum førum loyva undantaki frá hesum. Festið skal røkjast sum eitt væl umsitið jarðarbrúk. Eftir skráseting av hvørjum festi verður framleiðsluskyldan hjá hvørjum festi sær ásett. Landsstýris-maðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um framleiðsluskylduna og tey tiltøk, ið neyðug eru, fyri at bøndur kunnu lúka sína skyldu.
Stk. 2.
Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við, um framleiðsluskyldan verður hildin.
Stk. 3.
Noktar festarin eftirlitinum upp-lýsingar sambært § 7, stk. 2, kann landsstýrismaðurin uppsiga festimálið.
Stk. 4. Verða treytirnar viðvíkjandi bústaði, framleiðsluskyldu, festileigu og innstøðu ikki hildnar, ella kríatúr ella bygningar verða misrøkt, ella festarin ikki heldur sínar lániskyldur til jarðargrunnin, skal landsstýrismaðurin taka støðu festarans til viðgerðar og áleggja honum at fáa viðurskiftini í rættlag. Verður áheitanin ikki fylgd, hevur landsstýrismaðurin rætt til at siga festimálið upp, hóast ásetanina í § 3, stk. 2 og stk. 3.
Stk. 5. Festarin hevur rætt til at nýta festið við lunnindum, ið hoyra til, á ein slíkan hátt, sum samsvarar stk. 1.
Hann hevur veiðirættindi av festinum, rætt til at fiska í áum og vøtnum. Hann hevur torvskurðar- og kolanámsrætt til egna nýtslu. Meðan hann situr við festinum, hevur hann rætt til at leiga øðrum stykki at velta í til húsbrúk, veiðirættindi, herundir fuglabjørg og urðar, og fiskirættindi, tó í mesta lagi fyri 5 ár í senn.

§ 8. Fráfarandi festari hevur rætt til endurgjald frá nýggja festaranum eftir meting fyri egnar íløgur, sum gjørdar eru á festinum, um so er, at hesar eru góðkendar av landsstýrismanninum, áðrenn farið var undir tær. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um, hvussu endurgjaldið verður ásett.
Stk. 2. Við festiskifti verður brúkið kannað, og støða verður tikin til, um grundarlag er fyri endurgjaldskravi móti seinasta festara.

Leiga av landsjørð

§ 9. Landsstýrismanninum verður givin heimild til, burtur av landsjørð, at leiga út traðir og traðarstykkir, stykkir til urtagarðsbrúk, grundstykkir til húsabygging, vinnu-, ítróttar- og frítíðarmál og almenn endamál v.m. fyri eitt ávíst tíðarskeið.
Stk. 2.
Áðrenn jørð verður útleigað burtur av einum festigarði ella leigutrøð, eigur festarin ella traðarmaðurin at verða eftirspurdur. Sýtir hann fyri at ganga við til leigumálið, kann hann krevja málið lagt fyri landbúnaðarstevnu við kærurætti til yvirlandbúnaðarstevnu.
Stk. 3.
Verður jørð útleigað sambært stk. 1, skal landsstýrismaðurin fyrst ætla um, hvørt leigan av lendinum skaðar festið. Landsstýrismaðurin skal ansa eftir, at jørð ikki verður innløgd av haganum, so leingi innløgd jørð er, ið ikki verður nýtt, sum hon eigur at vera.
Stk. 4. Leigusáttmáli sambært stk. 1 fellur burtur ella kann sigast upp, tá ið
1) leigari doyr, og eftirsitandi hjúnafelagi ikki er.
2) felag stendur sum leigari, og felagið verður avtikið ella verður óvirkið.
3) leigarin ikki fylgir teimum treytum, sum ásettar eru í sáttmálanum ella lóggávuni annars.

§ 10. Hvørja ferð eitt leigumál er at enda komið, letur landsstýrismaðurin leigumálið kanna og meta og tekur støðu til, um grundarlag er fyri endurgjaldskravi móti seinasta leigara.

Søla av landsjørð

§ 11. Landsstýrismanninum verður heimilað, burtur av landsjørð, at selja jørð til almenn endamál, grundstykkir til húsabygging, handils- og ídnaðar-, havbúnaðar-, ítróttar- og frítíðarendamál v.m.
Stk. 2. Verða øki seld til slík endamál, sum nevnd eru í stk. 1, skal landsstýrismaðurin ansa eftir at selja ódyrkaða jørð fram um dyrkaða, og jørð, sum er óvanda dyrkilendi fram um gott lendi. Somuleiðis skal landsstýrismaðurin ansa eftir, at ikki verða seld øki, ið liggja soleiðis fyri, at sølan skaðar ella minkar um virðið á grannajarðarbrúki meira enn neyðugt er.
Stk. 3. Fyri jørð, sum seld verður sambært hesi grein, verður at gjalda í hondina. Bert í undantaksføri kann landsstýrismaðurin bjóða borg, og tá bert móti 1. veðrætti í tí selda ella móti aðrari fullgóðari trygd.
Stk
. 4. § 9, stk. 2 er eisini galdandi sølum viðvíkjandi.
Stk. 5.
Saman við keypsprísinum verður møgulig avloysing fyri vetrarbit goldin.

§ 12. Selur landsstýrismaðurin til byggigrundir ella tílíkt burtur av dyrkaðari jørð, sum persónur hevur leigað, kann viðkomandi fáa endurgjald fyri uppdyrking, sum er gjørd í leigutíðini.

Umsiting av lógini

§ 13. Búnaðargrunnurin rindar útreiðslurnar fyri umsitingina av jarðarlóggávuni.

Nær lógin kemur í gildi

§ 14. Henda løgtingslóg kemur í gildi, tá tað í kunngerð verður ásett av landsstýrinum.
Stk. 2.
Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 59 frá 9. juni 1988 um landsjørð.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Tær broytingar, sum verða skotnar upp við hesum lógaruppskoti, snúgva seg í høvuðsheitum um at taka av Jarðarráðið og leggja umsitingina av jarðarlóggávuni til landsstýrismannin.

Uppskotið um at taka av Jarðarráðið hevur við sær, at allar ásetingarnar í kapittul II í løgtingslóg um landsjørð (búnaðarlógin) verða strikaðar, og at alla staðni, har heimildirnar at taka avgerðir í búnaðarlógini eru lagdar til Jarðarráðið, verða hesar heimildirnar eftir uppskotinum lagdar til landsstýrismannin. Sakliga verða ikki gjørdar aðrar broytingar í búnaðarlógini, uttan tað, at krøvini um at samanleggja smærri festi, sum verða leys, verða linkað, og at onkrar ótíðarhóskandi ásetingar í lógini verða tillagaðar ella strikaðar.

Burtursæð frá nevndu broytingum er hetta lógaruppskotið sostatt sakliga tað sama sum búnaðarlógin, men av tí, at eitt broytingaruppskot til búnaðarlógina hevði havt so nógvar smærri tekniskar broytingar í sær, varð mett, at tað var meira greitt at gera uppskot til nýgga lóg. 

Endamál við - og orsøkir til lógaruppskotið
Fleiri viðurskifti í galdandi lóg - løgtingslóg nr. 59 frá 9. juni 1988 um landsjørð - eru ótíðarhóskandi, og er tørvur tí at broyta bygnaðin innan landbúnaðarumsitingina í sambæri við núverandi stýrisskipan.

Eftir stýrisskipanarlógini er meginreglan, at fyrisitingarligur avgerðarrættur skal liggja hjá landsstýrismanninum. Tí eigur lógin at verða broytt soleiðis, at tað er greitt, at landsstýrismaðurin hevur avgerðarrættin og ábyrgdina av umsitingini innan landbúnaðin. Tí verður Jarðarráðið nú avtikið, og er ætlanin, at umsitingin av jarðarlóggávuni verður løgd til stovn undir landsstýrismanninum.

Jarðargrunnurin kemur tó at halda fram við sínum virksemi, sum er at lána pening til landbúnaðin og umsita og innkrevja lán, sum eru veitt til landbúnaðin, men lógarverkið verður dagført, jvb. lógaruppskot um Búnaðargrunn.

Landsstýrismaðurin leggur umsitingina fyri seg (ger stovn, sum skotið verður upp kemur at eita Búnarðarstovan), og er ætlanin, at útreiðslurnar fyri nýggja stovnin verða rindaðar úr Búnaðargrunninum á sama hátt, sum útreiðslurnar fyri umsitingina hjá Jarðarráðnum í dag verða rindaðar úr Jarðargrunninum. Harvið koma broytingarnar í hesi lóg ikki at hava fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan.

Við lógarbroytingini fæst skilnaður millum grunnin og jarðarumsitingina annars, við tað at landsstýrismaðurin í vinnumálum kemur at hava ábyrgdina fyri jarðarumsitingini, meðan stýrið fyri Búnaðargrunnin kemur at hava ábyrgdina fyri grunninum.

Ætlanin er tó, at dagliga umsitingin av Búnaðargrunninum, m.a. málsviðgerð, skrivstovuhald v.m., verður undir sama taki, sum umsitingin fyri nýggja stovnin. Tó skulu grunnurin og stovnurin hava hvør sín stjóra, og starvsfólkini skulu annaðhvørt arbeiða fyri grunnin ella jarðarumsitingina. Við hesum verður mett, at umsitingin av ávikavist Búnaðargrunninum og Búnaðarstovuni kann røkjast av teimum starvsfólkum, sum starvast á Jarðarráðnum.

Í verandi lóg er í § 10, stk. 6 og § 14, stk 2 ásett, at umsøkjari kann leggja avgerðir Jarðarráðsins fyri landbúnaðarstevnu við kærurætti til yvirlandbúnaðarstevnu. Hóast umsitingin verður løgd til landsstýrismannin/stovn undir landsstýrismanninum, verður skotið upp, at kærumøguleikarnir yvir fyri landbúnaðarstevnu og yvirlandbúnaðarstevnu verða varðveittir. Hemildir fyri landbúnaðarstevnu og yvirlandbúnaðarstevnu eru ásettar í Lov nr. 84 af 31. marts 1926 for Færøerne om landvæsenskommissioner.

Hoyringar
Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá:

Viðmerkingarnar eru viðlagdar sum skjal 1. Ávísar tillagingar eru gjørdar í sambandi við viðmerkingarnar.

Kap. 2. Avleiðingar av lógaruppskotinum

Tað eru ongar beinleiðis fíggjarligar avleiðingar av lógaruppskotinum fyri landskassan, av tí at Jarðargrunnurin framhaldandi skal rinda útreiðslurnar av jarðarumsitingini á sama hátt, sum higartil.

Uppskotið hevur ikki við sær øktar umsitingarligar avleiðingar fyri kommunur. Formliga hevur lógaruppskotið við sær, at umstingin verður løgd til landsstýrismannin, men í praksis kemur hetta ikki at hava við sær nakrar serligar broytingar. Uppskotið fær ikki avleiðingar fyri umhvørvið og heldur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum, og tað fær ei heldur sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

Hildið verður ikki, at uppskotið fær fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri landsmyndugleikar, kommunumyndugleikar, ávís øki í landinum, ávísar samfelagbólkar ella vinnuna, ella millumtjóða sáttmálar á økinum, ið løgtingslógaruppskotið fevnir um.

Talva yvir avleiðingar:

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna (landbúnaðin)

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

     

Nei

 

Kap. 3. Viðmerkingar til einstøku greinarnar

Til § 1
Ásetingin er tann sama sum § 1 í búnaðarlógini, uttan tað, at § 1, stk. 2 í búnaðarlógini um at landsstýrið fyriskipar reglugerð fyri Jarðarráðið, ikki er tikin uppaftur í uppskotinum, við tað at Jarðaráðið eftir uppskotinum verður tikið av.

Til § 2
Ásetingin er tann sama sum § 7, stk. 1 í búnaðarlógini. § 7, stk. 2 og stk. 3 í búnaðarlógini um kærumøguleikar yvir avgerðir hjá Jarðarráðnum, ið kunnu leggjast til landsstýrið, verða strikaðar sum fylgja av, at Jarðarráðið verður tikið av.

Til § 3
Ásetingin er tann sama sum § 8, stk. 1 í búnaðarlógini. Orðingin í § 8, stk. 4 í búnaðarlógini "og skulu fremja endamálið við hesi lóg" er strikað.

Til § 4
Ásetingin er tann sama sum § 9 í búnaðarlógini. § 9, stk. 2 í búnaðarlógini er strikað.

Til § 5
Her verður ásett, hvussu verða skal við festi, tá tað verður leyst. Í búnaðarlógini eru ásetingarnar um hesi viðurskiftini í § 10. Í høvuðsheitum eru ásetingarnar í uppskotinum tær somu sum í § 10 í búnaðarlógini.
Reglurnar um, at festi, sum verður leyst, skal leggjast saman við øðrum festi, verða tó nakað broyttar soleiðis, at tað eftir uppskotinum ikki skal leggjast so stórur dentur á, sum galdandi lóg leggur upp til, um festið kann uppihaldast sum sjálvstøðugt brúk. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um, hvørji føri kunnu hava við sær, at eitt festi, ið verður leyst, verður lagt saman við øðrum festi.

Til § 6
Ásetingin er tann sama sum § 11 í búnaðarlógini.

Til § 7
Ásetingin er tann sama sum § 12 í búnaðarlógini. Í § 12, stk. 5 í verandi lóg er næstseinasta og seinasta petti strikað.

Til § 8
Ásetingin er tann sama sum § 13 í búnaðarlógini.

Til § 9
Ásetingin er tann sama sum § 14 í búnaðarlógini. Í § 14, stk. 2 í verandi lóg er seinasta petti strikað viðvíkjandi landbúnaðarstevnu. § 14, stk. 4 í verandi lóg verður strikað, og verður § 14, stk. 5 til § 14, stk. 4.

Til § 10
Ásetingin er tann sama sum § 15 í búnaðarlógini.

Til § 11
Ásetingin er tann sama sum § 16 í búnaðarlógini.

Til § 12
Ásetingin er tann sama sum § 17 í búnaðarlógini.

Til § 13
Útreiðslurnar fyri nýggja stovnin verða rindaðar úr Búnaðargrunninum á sama hátt, sum útreiðslurnar fyri umsitingina hjá Jarðarráðnum í dag verða rindaðar úr Jarðargrunninum. Harvið koma broytingarnar í hesi broytingarlóg ikki at hava fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan.

Til § 14
Lógin eigur ikki at koma í gildi, fyrr enn øll viðurskifti viðvíkjandi umsitingini av lógini eru greið, m.a. neyðugar reglugerðir, kunngerðir og fyrireikan av mannagongdum annars í sambandi við nýggja stovnin.

Henda lógin loysir av løgtingslóg nr. 59 frá 9. juni 1988 um landsjørð, sum við hesum fer úr gildi.

Hjáløgd skjøl:
Innkomin ummæli.

1. viðgerð 14. mars 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 28. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Felagsálit

í

løgtingsmálum nr. 103 og 104/2002: Uppskot til løgtingslógir um ávikavist búnaðargrunn og landsjørð

Landsstýrið hevur lagt málini fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2003 eru tey beind vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málini á fundum tann 1., 3., 11., 24. og 28. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum, umboð fyri Bóndafelag Føroya og Føroya Óðalsfelag.

Av nevndarskjølum hevur nevndi fingið kort yvir jarðarbýtið millum kongsjørð og óðalsjørð, sum eisini varð býtt út í tinginum undir 1. viðgerð av málunum. Frá Bóndafelag Føroya hevur nevndin fingið trý skriv, eitt viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 103, eitt viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 104, og tað seinasta við nøkrum viðmerkingum til umstøðurnar hjá festibóndum. Øll skrivini vóru skrivaði til fundin og dagfest 23. apríl 2003. Frá Føroya Óðalsfelag hevur nevndin fingið avrit av hoyringssvari teirra mótvegis Vinnumálaráðnum, umframt eitt skriv, ið lýsir tey atlit, ið óðalsfelagið byggir síni sjónarmið á.

Viðgerðin av málunum í vinnunevndini hevur víst, at fleiri spurningar og viðurskifti eru, sum nevndin heldur eiga at verða viðgjørd og ummæld ella viðgjørd gjøllari, fyri at Løgtingið kann hava eitt nóg fulfíggjað grundarlag, áðrenn støða verður tikin til málini.

Vinnunevndin heldur m.a., at munandi neyvari treytir eiga at verða settar í lógini í sambandi við, at heimild verður givin at avskriva skuld, ið lántakarar hava til Jarðargrunnin. Tað sama er galdandi í sambandi við treytir fyri lánsveiting, ikki bara til ognarbøndur, men eisini til festibøndur. Eisini saknar nevndin eina viðgerð av samsvarinum millum landsins almennu játtanarreglur og uppskotið um, at Búnaðargrunnurin skal rinda fyri umsitingina av jarðarlóggávuni, ið sambært uppskotinum í framtíðini skal verða ein beinleiðis partur av sjálvari landsumsitingini. Undir viðgerðini hevur spurningurin eisini tikið seg upp, um møguleiki eigur at verða givin fyri at lata partafeløgum ella øðrum løgfrøðiligum eindum almenna jørð í festi, og í so føri, hvussu áhugamálini hjá landinum kunnu tryggjast í hesum sambandi.

Málini eru løgd fram seinasta framløgudag saman við hópinum av øðrum málum, ið eru beind vinnunevndini, og vinnunevndin hevur tí ikki havt neyðugu tíðina til at viðgera og fyrireika tilmæli til Løgtingið í øllum teimum spurningum og viðurskiftum, ið nevndin heldur eisini eiga at verða ein partur av grundarlagnum hjá Løgtinginum at taka støðu út frá. Nevndin heldur tí, at landsstýrismaðurin hóskandi kundi nýtt tíðina frá nú av og fram til ólavsøku at viðgera hesi viðurskifti, og samstundis kundi umhugsað at skipa fyri einum temadegi um málini í sambandi við, at málini verða løgd fram aftur beint eftir ólavsøku, tá umstøðurnar hjá vinnunevndini eisini skuldu verið góðar at viðgjørt slík stórmál.

Við hesum viðmerkingum er nevndin samd um, at hon ikki kann taka undir við málunum, sum tey fyriliggja, og mælir tí Løgtinginum frá at samtykkja uppskotini.

Á tingfundi 2. mai 2003 boðaði uppskotssetarin, Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, frá, at hann tekur málið aftur.