Uppihaldspeningur

 

106  Uppskot til  lųgtingslóg um at seta śr gildi lųgtingslóg um stušul til uppihaldspening

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Oršaskiftiš viš 1. višgerš
D. Nevndarskjųl
E. Įlit
F. 2. višgerš
G. Oršaskifti viš 2. višgerš
H. Tikiš aftur (oršaskifti)

Įr 2003, 4. mars, legši Pįll į Reynatśgvu, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi  

Uppskot

til

lųgtingslóg um at seta śr gildi lųgtingslóg um stušul til uppihaldspening 

§ 1. Lųgtingslóg nr. 90 frį 6. juni 1997 um stušul til uppihaldspening, sum broytt viš lųgtingslóg nr. 69 frį 2. mai 2001 veršur sett śr gildi.

§ 2. Henda lóg kemur ķ gildi 1. aprķl 2003.
Stk. 2. Umsųkjarar, iš senda umsóknir viš skjalprógvum til Almannastovuna soleišis, at Almannastovan hevur hetta ķ hendi innan 1. aprķl 2003, kunnu fįa stušul sambęrt lųgtingslóg um stušul til uppihaldspening.

1. Almennar višmerkingar

Lųgtingiš hevur samtykt fķggjarlógina fyri 2003 og hevur įlagt landsstżrismanninum ķ almannamįlum at spara į teimum lógarbundnu śtreišslunum.

Endamįliš viš at avtaka lųgtingslóg um stušul til uppihaldspening er sostatt at minka um lógarbundnu śtreišslurnar į almannaųkinum.

Taš veršur tó męlt frį at seta hesa lóg śr gildi viš afturvirkandi kraft. Endamįliš viš galdandi lóg er at stušla teimum persónum, sum taš almenna įleggur at gjalda uppihaldspening til hjśnafelaga, skildan ella sundurlisnan, og uppihaldspening til bųrn, yngri enn 18 įr, sum ikki bśgva hjį uppihaldsskylduga. Lógin gevur sostatt įvķsum borgarum ręttindi til stušul frį landskassanum. Taš veršur mett at vera ivasamt at seta eina lóg ķ gildi viš afturvirkandi kraft, iš hevur viš sęr verri ręttindi fyri borgaran.

Ķ § 41, stk. 2 ķ Stżrisskipanarlógini er įsett, at beinleišis ella óbeinleišis skattur ikki kann verša įlagdur fyri inntųkur o.a. sum er fariš fram ķ tķšini, įšrenn lųgtingslógaruppskot um hetta varš lagt fyri Lųgtingiš. Taš vil siga, at taš ikki er loyvt at seta skattalóggįvu ķ gildi viš afturvirkandi kraft, iš er til bįga fyri borgaran.

Įšrenn lųgtingslóg um uppihaldspening kom ķ gildi ķ 1997, varš henda hjįlpin til uppihaldsskylduga veitt sum inntųkufrįdrįttur ķ skattinum. Taš kann sigast, at taš bert var ein teknisk broyting, at stušulin til uppihaldspening nś er tikin śr skattaskipanini og ķ stašin veršur veittur sum ein stušul frį landskassanum. Avleišingin fyri tann uppihaldsskylduga er tann sama, nevniliga at uppihaldsskyldugi rindar eina upphędd til Almannastovuna og fęr sķšani endurrindaš 50% av hesum śtreišslum frį landskassanum. Hvųrt hetta veršur veitt sum inntųkufrįdrįttur ķ skattinum ella sum ein stušul, broytir ikki um stųšuna hjį tķ uppihaldsskylduga.

Mett veršur, at avtųka av lųgtingslóg um stušul til uppihaldspening kann sammetast viš avtųku av inntųkufrįdrįtti ķ skattalóggįvuni. Av tķ at avtųkur av reglum ķ skattalóggįvuni, iš eru til bįga fyri borgaran, ikki kunnu setast ķ gildi viš afturvirkandi kraft sambęrt Stżrisskipanarlógini, veršur mett, at taš er sera ivasamt at seta lųgtingslóg um stušul til uppihaldspening śr gildi viš gildiskomu longu 1. januar 2003.

Skotiš veršur tķ upp, at lųgtingslóg um stušul til uppihaldspening veršur avtikin 1. aprķl 2003, og at sķšsta freist at senda umsóknir inn til Almannastovuna um stušul til uppihaldspening er 1. aprķl 2003, tį iš henda lóg vęntandi er komin ķ gildi.

2. Fķggjarligar avleišingar (beinleišis)

Uppskotiš hevur viš sęr eina beinleišis sparing fyri landskassan upp į uml. 6 mió kr. įrliga. Fyri 2003 er ógreitt, hvussu stór sparingin veršur. Hetta av tķ at evstamarkiš fyri at sųkja um stušul eftir lógaruppskotinum er 1. aprķl 2003, og śtreišslur tessvegna standast av lógini fyrsta įrsfjóršing 2003. Óvist er, hvussu nógv uppihaldsskyldug hava goldiš, antin eftirstųšu ella beinleišis til barniš, uttan at hava sųkt um stušul til uppihaldsskyldu, og óvist er eisini, hvussu nógv av hesum bólki fara at sųkja um stušul.

Śtreišslurnar til stušul til uppihaldspening kunnu eisini gerast nógv stųrri, um fleiri uppihaldsskyldug velja at gjalda eftirstųšu sķna nś, mešan tey hava ein lógarfestan rętt til at fįa stušul til uppihaldspening. Eftirstųšan av barnapeningi, veittur ķ forskoti, var 1. oktober 2002: 36,6 mió kr. Um ųll eftirstųšan varš afturgoldin nś, og allir uppihaldsskyldugu vildu sųkja um stušul til uppihaldspening, įšrenn ov seint var, vildu śtreišslurnar į hesi kontu ķ 2003 kanska hękka viš 18 mió kr. Mett veršur kortini ikki, at hetta er sannlķkt.

Neyšugt veršur at sųkja um eykajįttan ķ 2003 fyri tęr śtreišslur, iš standast av galdandi lóg fram til 1. aprķl 2003.

Fķggjarligar avleišingar (óbeinleišis)
Ein mųgulig įvirkan av lógaruppskotinum er, sum sagt, at eftirstųšan minkar, mešan mųguleiki enn er fyri at fįa stušul. Um so er, vil nettośrslitiš ķ fyrstu atlųgu verša, at landiš fęr inntųkur, tķ stušulin er bara helvtina av barnagjaldinum, iš veršur veitt ķ forskoti eftir ll. nr. 71 frį 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.m. viš seinni broytingum. Uppskotiš kann eisini fųra viš sęr, at taš veršur truplari at krevja inn aftur barnapening, veittur ķ forskoti, tķ uppihaldsskyldugi ikki sęr seg fųran fyri so skjótt, sum ętlaš, at afturgjalda skuld sķna til taš almenna, nś nettośtreišslan av uppihaldsskylduni tvķfaldast. Hetta kann, tį hugsaš veršur frameftir, hava viš sęr fķggjarligar avleišingar fyri landskassan.

Civilretsdirektoratet hevur ķ višmerkingum til lógaruppskotiš gjųrt vart viš, at um lógaruppskotiš veršur samtykt, verša nżggjar vegleišingar gjųrdar fyri įseting av uppihaldspeningi til fyrrverandi hjśnafelagar og bųrn undir 18 įr, soleišis at įsetingin fer at lękka; hetta ger seg serliga galdandi fyri įseting av uppihaldspeningi til hjśnafelagar. Tį talan er um barnagjald/pening, kemur ein lękking bert upp į tal, um įsett er eitt hękkaš barnagjald, tvs. meir enn vanliga gjaldiš.

Alt ķ alt er taš trupult at siga nakaš viš vissu um tęr fķggjarligu avleišingarnar av uppskotinum.

Umsitingarligar avleišingar
Lógaruppskotiš fer at minka um arbeišsbyršuna hjį Almannastovuni.

Sosialar avleišingar
Uppskotiš merkir ķ fyrstu atlųgu, at nettośtreišslurnar til uppihald hękka til taš dupulta hjį teimum, sum ķ dag fįa stušul til uppihaldspening.

Rķkisumbošiš og Civilretsdirektoratet ķ Danmark hava, sum nevnt, gjųrt greitt, at lógaruppskotiš fer at hava viš sęr, at nżggjar vegleišingar fyri įseting av uppihaldspeningi til hjśnafelagar og bųrn undir 18 įr verša gjųrdar fyri Fųroyar, soleišis at įsetingin fer at lękka; hetta ger seg serliga galdandi fyri įseting av uppihaldspeningi til hjśnafelagar og eitt lękkaš barnagjald.

Hetta merkir harafturat, at tey, iš fįa uppihaldspening, verša verri fyri fķggjarliga – hvussu nógv er óvist.

Ašrar avleišingar
Mett veršur ikki, at lógaruppskotiš fęr umhvųrvisligar avleišingar ella avleišingar ķ mun til altjóša sįttmįlar.

  Fyri landiš/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
plįss/ųki ķ
landinum
Fyri
įvķsar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fķggjarligar/
bśskaparligar avleišingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar
avleišingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvųrvisligar
avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleišingar
     

Ja

 

Hoyring
Uppskotiš hevur veriš til hoyringar hjį Almannastovuni, Rķkisumbošnum, landsstżrismanninum ķ fķggjarmįlum og Javnstųšunevndini. Hoyringssvarini eru hjįlųgd.

3. Serligar višmerkingar

Til § 1
Viš hesum veršur Lųgtingslóg nr. 90 frį 6. juni 1997 um stušul til uppihaldspening, sum broytt viš lųgtingslóg nr. 69 frį 2. mai 2001, sett śr gildi.

Til § 2
Henda avtųkulógin veršur sett ķ gildi 1. aprķl 2003. Taš vil siga, at lųgtingslóg nr. 90 frį 6. juni 1997 um stušul til uppihaldspening fer śr gildi 1. aprķl 2003.

Til § 2, stk. 2
Umsóknir, iš verša sendar Almannastovuni innan 1. aprķl 2003, verša višgjųrdar eftir reglunum ķ lųgtingslóg nr. 90 frį 6. juni 1997 um stušul til uppihaldspening.

Fylgiskjųl
Skjal 1:
Hoyringsskriv frį Javnstųšunevndin
Skjal 2: Hoyringsskriv frį Rķkisumbošnum
Skjal 3: Hoyringsskriv frį Almannastovuni
Skjal 4: Hoyringsskriv frį Fķggjarmįlarįšnum

1. višgerš 24. mars 2003. Mįliš beint ķ trivnašarnevndina, sum tann 28. aprķl 2003 legši fram soljóšandi

Įlit

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. višgerš tann 24. mars 2003 er taš beint trivnašarnevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 31. mars og 7., 9., 23. og 28. aprķl 2003.

Undir višgeršini hevur nevndin havt fund viš Pįll į Reynatśgvu, landsstżrismann, og hevur fingiš til vega skrivligar upplżsingar frį Rķkisumbošnum, Fķggjarmįlarįšnum og Justitsministeriet.

Ein meiriluti ķ nevndini (Jųrgen Niclasen, Jenis av Rana, Rśni Hentze, Marjus Dam og Alfred Olsen) tekur undir viš mįlinum og męlir til at samtykkja uppskotiš viš teimum broytingum, iš meirilutin męlir til verša framdar ķ § 2 višvķkjandi ķgildissetanini. Tann dagfesting, sum stendur ķ uppskotinum, hevur viš sęr, at lógin veršur sett ķ gildi viš afturvirkandi kraft, og somuleišis broyting ķ § 2, stk. 2 višvķkjandi tķšarfreistini, nęr Almannastovan ķ seinasta lagi skal hava umsóknir um stušul til uppihaldspening ķ hendi. Meirilutin męlir tķ til, at lógin fęr gildi 1. juni 2003.

Meirilutin fegnast um, at uppskotiš javnstillar gift og ógift soleišis, at taš ikki veršur ein fķggjarligur ófyrimunur at liva saman gift. 

Meirilutin heitir eisini į landsstżrismannin ķ fķggjarmįlum um at leggja fyri tingiš ķ seinasta lagi 1. september broytingar ķ skattalógini, har vanliga barnagjaldiš og eyka barnagjaldiš verša gjųrd skattafrķ, og somuleišis at konugjaldiš ikki veršur roknaš sum skattskyldug inntųka, alt frį 1. juni 2003 at rokna. Somuleišis heitir meirilutin į landsstżrismannin ķ fķggjarmįlum um at leggja fyri tingiš ętlašu og frįbošašu hękkingina ķ barnafrįdrįttinum.

Samsvarandi hesum veršur sett fram soljóšandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

a) Ķ § 2 veršur "1. aprķl 2003" broytt til "1. juni 2003".

b) Ķ § 2, stk. 2 veršur "1. aprķl 2003" broytt til "1. juni 2003".

Minnilutin (Andreas Petersen og Kristian Magnussen) tekur ikki undir viš uppskotinum og hevur hesar višmerkingar:

Uppskotiš hjį landsstżrinum er enn ein lišur ķ herferšini ķ móti teimum, iš minst hava rįš til ųktar fķggjarligar byršar og minkandi inntųkur. Sķšani sitandi samgongan tók viš, hevur hon fyri taš mesta framt tiltųk, iš gera gerandisdagin hjį įvķsum samfelagsbólkum truplari. Fyrst samtykti samgongan, at tey tķmalųntu skuldu fįa minni śr barsilsskipanini, sķšan syrgdi hon fyri, at mjólkaprķsurin hękkaši, og sķšan fyri, at tķmalųnt, iš ofta eru sjśk, fįa truplari viš at fóta sęr į arbeišsmarknašinum.

Hetta lógaruppskotiš hjį landsstżrinum rakar ķ sķšsta enda bųrn, iš av einhvųrji orsųk ikki hava mųguleika at bśgva saman viš bįšum sķnum foreldrum, og teir sundurlisnu og skildu hjśnafelagar, iš fįa uppihaldspening frį fyrrverandi hjśnafelaga.

Civilretsdirektoratiš hevur bošaš frį, at veršur uppskotiš samtykt, fer hetta at fųra til eina lękking av upphaldspeninginum til fyrrverandi hjśnafelagar og til bųrn, iš fįa hękkaš barnagjald, hetta orsakaš av, at gjaldsfųrleikin hjį tķ, iš ķ er gjaldsskyldugur versnar munandi. Vit kunnu lżsa mįliš viš einum hugsašum dųmi, ein familja viš tveimum bųrnum har mašurin hevur eina góša inntųku og konan fyri taš mesta arbeišir heima uttan stórvegis lųnarinntųku, og har konan ķ samband viš hjśnaskilnaš hevur fingiš foreldraręttin.

Eftir galdandi reglum er ikki óhugsandi, at mašurin hevur fingiš įlagt at rinda konuni 4.000,- kr. um mšr. ķ uppihaldspeningi og 2 feršir vanliga barnagjaldiš, sum ķ dag er 811,- kr. um mšr. fyri hvųrt barniš. Sostatt hųvdu mamman og bųrnini fingiš 7.244,- kr. um mšr. ķ uppihaldspeningi. Veršur uppskotiš hjį landsstżrinum samtykt, er ikki óhugsandi, at taš, iš mašurin er įlagdur at rinda konuni og bųrnunum, fer nišur ķ helvt orsakaš av, at hansara gjaldsfųrleiki versnar munandi. Sostatt verša bert mamman og bųrnini rakt, mešan hansara nettośtreišsla veršur tann sama sum įšrenn.

Sostatt kann stašfestast, at ķ teimum fųrum, har talan er um uppihaldspening til fyrrverandi hjśnafelagar og tį talan er um hękkaš gjald til bųrn, verša taš fyri taš mesta hesi, iš koma at fįa verri fķggjarlig kor og ikki ķ sama mun tann gjaldsskyldugi.

Hugsa viš okkum, at pįpar rinda vanliga barnagjaldiš til 2 bųrn, so veršur gjaldiš 19.464,- kr. um įriš. Eftir galdandi lóg um stušul til uppihaldspening kann hann fįa helvtina 9.732,- kr. aftur. Veršur uppskotiš samtykt so veršur avleišingin hon, at teir missa taš, iš svarar til eina mįnašarlųn aftan į skatt, um teir eru tķmalųntir arbeišsmenn ella handverkarar. Hetta ger ķ mongum fųrum teirra mųguleikar at hava bųrnini hjį sęr ķ t.d frķtķšum og vikuskiftum verri, tķ óansęš hvussu langt burturi bųrnini bśgva, so mugu teir įtaka sęr kostnašin av feršasešlum og ųšrum.

Ein onnur fylgja veršur óivaš eisini, at taš veršur truplari hjį teimum gjaldsskyldugu at gjalda, og fleiri fara at lata verša viš at gjalda ķ fyrstu atlųgu. Hetta vil fųra til ųkta umsiting į Almannastovuni og eisini stųrri eftirstųšur til taš almenna, sum so eisini mį nżta stųrri orku til at fįa peningin inn aftur.

Hevši samgongan havt ein veruligan familjupolitikk og vilja til at gjųrt nakaš munagott fyri tey bųrnini, iš fįa barnagjald, įtti hon at syrgt fyri, at vanliga gjaldiš hękkaši heldur enn at leggja stein oman į byršu hjį teimum, iš verša rakt, um uppskotiš veršur samtykt.

Uppskotiš hevur bęši fķggjarligar og sosialar avleišingar fyri flestu teirra, iš rinda uppihaldspening, og eisini fyri bųrn og fyrrverandi hjśnafelagar, iš móttaka.  

Vķsandi hertil męlir minnilutin Lųgtinginum til at fella uppskotiš.

2. višgerš 2. mai 2003. Undir višgeršini bošaši uppskotssetarin, Pįll įReynatśgvu, landsstżrismašur, frį, at hann tekur mįliš aftur.