Skattur - FAS

 

107  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin-FAS)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(skattalógin - FAS) 

§ 1 

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 63a, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Afturbering til reiðaravirki sambært hesi grein verður veitt av teirri løn, frítíðarløn, samsýning v.m. jbr. § 60, ið ein persónur ella felag, sum hevur fulla skattskyldu til Føroya, rindar persónum, skattskyldugum í Føroyum fyri:
  2. 1) tænastu umborð á skipi, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS

    2) tænastu umborð á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í hesi lóg verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá."

  3. Í § 63a verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett: "Stk. 2. Reglurnar um afturbering eru ikki galdandi fyri:
  4. 1) tænastu útint á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 3. pkt. ikki verður mett sum skip við heimstaði í Føroyum.

    2) tænastu, útint á boriútbúnaði í føroyskum sjóøki sambært § 1, nr. 1 í kolvetnisskattalógini."

    § 63a, stk. 2-4 verða hereftir stk. 3-5.

  5. § 83a, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Afturberingin sambært § 63a verður borin av landskassanum og kommununum í sama lutfalli, sum skatturin annars, og verður drigin frá avrokningini av skattinum til kommunurnar innan avrokning eftir § 83."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2003. 

Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir í hesum broytingaruppskotinum til Skattalógina til, at gjørdar verða broytingar viðvíkjandi

  1. treytunum fyri FAS-afturbering
  2. býtinum av FAS-afturbering millum land og kommunur

1. Treytir fyri at fáa FAS-afturbering

Treytin um, at veruliga leiðslan hjá reiðaravirkinum skal hava sæti í Føroyum, verður við hesum lógaruppskoti tikin úr § 63 a í Skattalógini.

Treytin um, at veruliga leiðslan skal hava høvuðssæti í Føroyum, varð upprunaliga sett inn fyri at tryggja, at skatturin fyri slíkt reiðaravirksemi kom til Føroyar. Men síðani henda áseting varð sett inn í Skattalógina, eru hendar stórar broytingar innan tvískattasáttmálar, ið Føroyar hava við onnur lond.

Eftir teimum tvískattasáttmálum, sum Føroyar hava gjørt við onnur lond, eru fleiri ymiskar ásetanir um, hvat land skatturin endaliga skal falla til. Skattingin er ymisk, alt eftir hvat slag av inntøku, talan er um. Tað eru serligar ásetingar galdandi fyri skipa- og loftferðslurakstur í altjóða ferðslu. Eisini eru serligar reglur, tá talan er um virksemi í samband við forkanning, rannsókn ella brúk av kolvetnisfyrikoming.

Kravið um, at veruliga leiðslan skal hava høvuðssæti í Føroyum, kann eisini í summum førum forða fyri, at feløg verða skrásett í Føroyum fyri slíkt reiðaravirksemi, tí tey kunnu ikki altíð framman undan vita, um tað fer at verða góðtikið, at "veruliga leiðslan" er í Føroyum. Tá ið metast skal um hetta, verður tað altíð í hvørjum einstøkum føri gjørd ein ítøkilig meting.

2. Býti av FAS-afturbering millum land og kommunur

Í sambandi við, at viðbótin til fólkapensjónistar varð hækkað fyrst í 2002, varð eisini skattalætti veittur til pensjónistar. Skattalættin varð veittur á tann hátt, at pensjónsfrádrátturin, sum var í skattinum, varð tikin burtur, og grundupphæddin í fólkapensjónini bleiv gjørd skattafrí.

Skattafría grundupphæddin og avtøkan av pensjónsfrádráttinum hevði tó við sær, at kommunurnar komu at missa eina árliga upphædd upp á 5,5 mió kr (2002 krónur), um einki annað varð gjørt.

Politisk semja var tó um, at broytingin ikki skuldi koma at kosta kommununum nakað, og tí var mest nærliggjandi at gera eina broyting í kommunubýtinum í skattaskipanini.

Orsakað av at kommunubýtisskipanin er ein sera stór og fløkt edv-skipan, hevði ein broyting í hesi skipan tikið langa tíð og kravt nógva orku. Ein skjót loysn var tí í fyrsta umfari at endurrinda kommununum umvegis FAS-endurgjaldið. Hetta bleiv gjørt á tann hátt, at endurgjaldið til reiðarar bleiv broytt soleiðis, at býtislutfallið millum land og kommunur bleiv broytt frá at vera borið av landskassanum og kommununum í sama lutfalli, sum skatturin annars, til lutfallið 72/28 í 2002.

Tað hevur síðani víst seg, at FAS-endurgjaldsskipanin ikki er nóg væl egnað til endamálið. Tað, at FAS - endurgjaldið nú veksur skjótari enn búskapurin annars, merkir, at kommunurnar fáa meira endurrindað enn tað tær mistu orsakað av broytingunum í skattalógunum.

Skotið verður tí upp at broyta býtislutfallið av FAS-endurgjaldinum aftur til, at landið skal bera uml. 55% og kommunurnar uml. 45 %. Henda broyting skal verða galdandi frá 1.januar 2003.

Broytingin merkir tó ikki, at kommunurnar frameftir einki endurgjald skulu fáa í 2003 fyri tað, tær mistu í samband við skattalógarbroytingarnar fyrst í 2002. Ætlanin er at innrokna í ta kompensatiónina, ið kommunurnar koma at fáa frá landinum í sambandi við, at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar. Skuldi tað víst seg, at hetta ikki ber til, verður uppskot lagt fyri tingið um serligt útgjald til kommunurnar við endan av 2003.

Avleiðingar av lógaruppskotinum
Fíggjarligu avleiðingarnar av, at býtið millum land og kommunur í FAS-afturberingini verður broytt aftur til tað upprunaliga – sum fyri 2002 hevði verið umleið 53/47 í staðin fyri 72/28 – verður í fyrstu atløgu ein sparing upp á í minsta lagi 5,5 mió kr., sum var metta upphæddin, ið kommunurnar skuldu fáa umvegis broytta lutfallið millum kommunurnar og landið í afturbeingini (løgtingsmál nr. 5/2001 og 52/2001). Sum nevnt omanfyri í almennu viðmerkingunum er samlaða afturberingin tó vorðin størri enn mett, tí virksemið í FAS-skipanini hevur verið størri, enn man roknaði við. Framman fyri nevnda upphædd fer tó at verða borin kommununum aftur í sambandi við, at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar.

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær stórvegis fyrisitingarligar avleiðingar. Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær nakrar avleiðingar fyri umhvørvið ella í mun til altjóða avtalur og reglur. Mett verður heldur ikki, at lógaruppskotið hevur við sær nakrar sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir. 

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

Nei

Serligar viðmerkingar

Til § 1, nr. 1 og 2
Treytin um, at veruliga leiðslan hjá reiðaravirkinum skal hava sæti í Føroyum, verður við hesum lógaruppskoti tikin úr § 63 a í Skattalógini.

Eisini er orðingin broytt, og núverandi stk. 1 er býtt upp í 2 stykkir, soleiðis at greinin verður lættari at skilja.

Orðingin: "persónur búfastur í Føroyum ella eitt partafelag, íognarfelag, partsreiðarí, annar felagsskapur ella felag skrásett í Føroyum" er broytt til "persónur ella felag, sum hevur fulla skattskyldu til Føroya".

Persónar búfastir í Føroyum hava fulla skattskyldu til Føroya, og feløg, sum eru skrásett í Føroyum, hava fulla skattskyldu til Føroya. Tí er eingin broyting í innihaldinum av ásetingini við hesi umorðing. Mett verður ikki, at tað er neyðugt at nevna fleiri sløg av feløgum, tá øll feløg, sum eru fult skattskyldu til Føroya eftir § 1 í Skattalógini, eru fevnd av ásetingini.

Eisini er orðið "boripallum" broytt til " boriútbúnaði". Henda broyting verður gjørd fyri at náðgreina, at allur boriútbúnaður, eisini t.d. boriskip, skal viðgerast eins.

Til § 1, nr. 3
Skotið verður upp at fara frá einum býti, har landið ber 72% av afturberingini, meðan kommunurnar bera 28%, og aftur til tað býtið, sum var galdandi inntil 1. januar 2002. Afturberingin verður eftir hesum borin av landskassanum og kommununum í sama lutfalli, sum skatturin annars verður býttur millum land og kommunur.

Til § 2
Ongar viðmerkingar

1. viðgerð 21. mars 2003. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 2. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 21. mars 2003 er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 26. mars og 2. apríl 2003.

Meirilutin (Óli Breckmann, Kristina Háfoss, Olaf í Garði Joensen og Kári P. Højgaard) tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at góðkenna tað.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen, Finnleif Guttesen og Vilhelm Johannesen) tekur ikki undir við uppskotinum og hevur hesar viðmerkingar:

Hetta uppskotið er enn eitt dømi um, at landsstýrið áleggur kommununum eyka útreiðslur við afturvirkandi kraft, eftir at kommunurnar hava lagt sína fíggjarætlan fyri árið.

Í viðmerkingunum til uppskotið stendur, at skattalættin, sum varð givin fyrst í 2002, skuldi ikki kosta kommununum nakað, tí kommunurnar skuldu fáa endurrinding umvegis FAS-endurgjaldið. Men veruleikin er, at hetta hevur kostað kommununum eina tveysifraða millióna upphædd, sum Føroya Kommunufelag eisini vísir á í brævinum til fíggjarnevndina.

Við fyriliggjandi uppskoti áleggur landsstýrið kommununum enn størri útreiðslur. Hesum kann minnilutin undir ongum umstøðum taka undir við.

Út frá hesum mælir minnilutin Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 9. apríl 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 13-0-11. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 11. apríl 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, samtykt 15-0-11. Málið avgreitt.

Ll.nr. 56 frá 22.04.2003