Sjúkrahúsverkið

 

109  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Bill Justinussen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um Sjúkrahúsverk Føroya verða gjørdar hesar broytingar:

 

  1. Í § 2, stk. 3, § 3, stk. 1, § 6, stk. 2, 3, 5 og 6, § 7, stk. 2, 3 og 4, § 8, stk. 1 og § 10, stk. 3 verður "landsstýrið" broytt til: "landsstýrismaðurin".
  2. Í § 3, stk. 2, § 5, stk. 3, § 6, stk. 7 og § 8, stk. 2 verður "landsstýrinum" broytt til: "landsstýrismanninum".
  3. Í § 5, stk. 2 verður "leiðsluni fyri sjúkrahúsverkið" broytt til: "landsstýrismanninum".
  4. Í § 5, stk. 5 verða orðini ", eftir tilráðing frá leiðsluni á sjúkrahúsverkinum" strikað.
  5. Aftan á § 6 verður sett:
  6. "§ 6 a. Teir í § 6 nevndu persónar fevna eisini um tann persón, sum gevur gagn ella merg til annan ella verður kannaður við tí fyri eyga at geva gagn ella merg til annan.
    Stk. 2. Sjúkrahúsverkinum verður heimilað at endurrinda tí persóni, sum gevur gagn ella merg til annan ella verður kannaður við tí fyri eyga at geva gagn ella merg til annan, mista arbeiðsinntøku.
    Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvussu arbeiðsinntøkurnar eftir stk. 2 verða roknaðar, og reglur um mannagongdir fyri, hvussu mistar arbeiðsinntøkur verða endurgoldnar."

  7. Í § 7, stk. 2 verða orðini "við samtykt frá sjúkrahúsverkinum" strikað.
  8. Í § 7, stk. 3 verða orðini "við samtykt frá sjúkrahúsverkinum," strikað.
  9. § 8, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
  10. "Landsstýrismaðurin kann áseta í kunngerð, at ferðaendurgjald bert verður veitt, tá útreiðslurnar eru omanvert eina nærri ásetta upphædd."

  11. § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis:
  12. "Avgerðir, ið ein yvirlækni, leiðarin á Sjúklingaheiminum Føroyar ella leiðslan á einum av teimum trimum sjúkrahúsunum hevur tikið um rætt til viðgerð, flutning ella ferðaendurgjald, kunnu kærast til landsstýrismannin."

  13. § 11 verður orðað soleiðis:
  14. "§ 11. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at heimildin hjá landsstýrismanninum eftir § 10, stk. 1 kann leggjast til eina kærunevnd."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Tó hevur § 1, nr. 5 virknað frá 1. januar 2003.

1. Almennar viðmerkingar

Verandi sjúkrahúslóg er frá 1996. Hetta broytingaruppskotið til sjúkrahúslógina er ein tillaging til tær bygnaðarbroytingar og aðrar broytingar, sum eru farnar fram innan alla miðfyrisitingina. Landsstýrið verður broytt til landsstýrismannin. Tá Almanna- og heilsumálastýrið varð sett á stovn í 1997-1998, varð sjúkrahússtjóraembætið niðurlagt.

Umframt tekniskar broytingar og dagføringar skal uppskotið tryggja, at donorar fáa mista arbeiðsinntøku endurgoldna í sambandi við, at gøgn og mergur verða donerað, sbr. § 1, nr. 5. Á henda hátt kann landið virka fyri, at tað verður skjótari hjá føroyskum sjúklingum, ið hava brúk fyri gøgnum ella mergi, at verða transplanteraðir, og at donorar ikki hava fíggjarligan miss orsakað av donatiónini. Tað hevur alstóran týdning fyri tann einstaka donorin, at hann ikki verður fyri fíggjarligum missi í sambandi við donatiónina.

Í nøkrum førum kann donorur hava rætt til dagpening sambært løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., um donorurin lýkur tær treytir, ið lógin ásetur. Ein donorur, ið fær lønarendurgjald um dagpeningaskipanina, kann verða verri fyri, enn tann donorur, ið fær lønarendurgjald frá sjúkrahúsverkinum, tí rættindini hjá donorinum kunnu verða skerd, um donorurin seinni gerst sjúkur av øðrum ávum. Tað verður tí mett rættast, at sjúkrahúsverkið eigir at endurgjalda øllum donorum lønarmissin.

Í fíggjarlógini fyri 2002 var ein átekning, ið gav heimild til at endurgjalda donorum mista arbeiðsinntøku, sbr. Kunngerðablaðið A 2001, Hefti 33, á síðu 542.

Í uppskotinum til fíggjarlógina fyri fíggjarárið 2003 var eina líknandi átekning, sum var orðað soleiðis:

"Nr. 1. ad. 11.20.3.20 Serviðgerð uttanlands
Landsstýrismanninum verður heimilað at nýta játtanina til serviðgerð uttanlands til at fevna um endurgjald til organdonorar fyri mista arbeiðsinntøku sambært teimum reglum, sum eru galdandi í Danmark."

Løgtingsskrivstovan hevði tó niðanfyri standandi viðmerking til átekningina í einum notati, dagfest 2. oktober 2002:

"Hetta er innihaldslig regla, sum eigur at vera ásett við vanligari løgtingslóg, eitt nú sum løgtingslógarbroyting til løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um Sjúkrahúsverk Føroya. Mælt verður tí til at strika átekningina."

Undir fíggjarlógarviðgerðini varð átekningin strikað. Hetta uppskotið skal tí tryggja, at donorar frameftir hava sama rætt til endurgjald, sum teir persónar, ið fingu endurgjald sambært fíggjarlógini fyri 2002. Við uppskotinum verður hesin rættarstandur grundfestur.

Uppskotið til ásetingina í § 1, nr. 5 fevnir bæði um teir persónar, ið geva gøgn ella merg til transplantatión, og teir persónar, sum verða kannaðir fyri at fáa greiðu á, um viðkomandi er egnaður sum donorur. Tí er tað ikki ein treyt fyri at fáa endurgjald, at viðkomandi persónur kann verða nýttur sum donorur.

Mælt verður til, at kontan serviðgerð uttanlands ber útreiðslurnar eins og higartil.

Sjúkrahúsverkið kann einans endurgjalda einum donori mista arbeiðsinntøku, um donorurin gevur gagn ella merg til ein persón, sum hevur rætt til at verða viðgjørdur ókeypis eftir reglunum í lógini um Sjúkrahúsverk Føroya. Tað hevur tí ongan týdning í hvørjum landi, donorurin býr, um tann sjúklingur, ið hevur tørv á gagninum ella merginum, hevur rætt til at verða viðgjørdur ókeypis í føroyska heilsuverkinum. Ein føroyskur donorur, sum letur gagn ella merg til ein persón, ið ikki hevur rætt til at verða viðgjørdur ókeypis samsvarandi føroysku reglunum, kann ikki fáa endurgjald fyri lønarmiss. Føroyskur donorur, ið letur gagn ella merg til ein persón, ið hevur rætt til at verða viðgjørdur ókeypis í Danmark, kann fáa útreiðslur sínar endurgoldnar sambært donsku reglunum, sbr. "vejledning om erstatningsordning for nyre- og knoglemarvsdonorer".

Av tí at tað higartil bert hava verið fá mál um endurgjald fyri lønarmiss, verða í fyrsta umfari útrokningarmeginreglurnar í "vejledning om erstatningsordning for nyre- og knoglemarvsdonorer" nýttar, tá endurgjaldsupphæddin verður ásett. Sí tær serligu viðmerkingarnar til § 1, nr. 5. Sambært uppskotinum kann landsstýrismaðurin í heilsumálum tó áseta reglur um útrokningarháttin, um tað gerst neyðugt.

Tann persónur, ið ynskir at fáa endurgjald fyri lønarmiss, skal senda neyðugu skjølini til Familju- og heilsumálaráðið, sum tekur støðu til, um treytirnar fyri at fáa endurgjald eru fylgdar, um so er, hvør upphædd skal endurrindast. Einki hámark er sett á endurgjaldið, um neyðugu skjølini í sambandi við útreiðslurnar eru tøk. Skipanin eigur ikki at viðføra eina meirinntøku fyri donorin, men eigur at verða nýtt soleiðis, at donorurin ikki er fyri fíggjarligum missi orsakað av donatiónini.

Av tí at flest allir føroyingar, ið verða ávístir til viðgerðar uttanlands, verða ávístir til viðgerðar í Danmark, skal viðmerkjast, at viðgerð á einum donskum sjúkrahúsi er fevnd av donsku lógini um sjúklingatrygging, sbr. "bekendtgørelse af lov nr. 228 af 24. marts 1997 om patientforsikring". Sambært lógini kann endurgjald verða latið, um donorurin í sambandi við donatiónina verður fyri likamligum løsti, ella um donorurin doyr.

Ummælir
Løgtingslógin hevur verið til ummælis hjá: Fíggjarmálaráðnum, Føroya Felag Móti Krabbameini, Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Landssjúkrahúsinum, Nýrafelagnum, Sjúklingaheiminum Føroyar og Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Ummælir eru komin frá: Fíggjarmálaráðnum, Føroya Felag Móti Krabbameini, Landssjúkrahúsinum, Nýrafelagnum og Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Fíggjarmálaráðið
Fíggjarmálaráðið mælir til, at nevnt verður í viðmerkingunum, hvør játtan á fíggjarlógini ber ella ætlandi skal bera útreiðslurnar av endurgjaldi til organdonorar.

Fíggjarmálaráðið metir ikki, at lógaruppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri landið, tí endurgjald til organdonorar varð innroknað í játtanini til serviðgerð uttanlands í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2003.

Føroya Felag Móti Krabbameini
Føroya Felag Móti Krabbameini mælir til, at ásetingin í § 6 a, stk. 3 verður orðað ørvísi. Felagið leggur dent á, at ein møguligur donorur eigur at verða gjølla kunnaður um bæði medisinsk og fíggjarlig viðurskifti, áðrenn viðkomandi avger, um hann ynskir at geva gøgn ella merg. Harumframt metir felagið, at avgerðir eiga at verða tiknar rætt og skjótt, og at eingin ivi skal vera um, hvørjar ferðaútreiðslur landið skal bera. Tikið verður eisini samanum um kærureglurnar.

Landssjúkrahúsið
Landssjúkrahúsið hevur ikki nakra viðmerking ímóti uppskotinum.

Nýrafelagið
Nýrafelagið vísir millum annað á, at um fólk, ið eru heimaarbeiðandi ella undir útbúgving og ikki hava arbeiðsinntøku, skulu av landinum at lata gagn eller merg, eigur í minsta lagi at verða veitt teimum tað, sum vanliga fæst frá dagpeningaskipanini.

Viðvíkjandi ásetingini í § 1, nr. 7 vísir Nýrafelagið á, at talan ikki er um sjúkling, men um ein frískan persón, sum ósjálvsøkin letur gagn ella merg til ein sjúkling. Nýrafelagið hevur ta hugsan, at hesin persónur eigur at verða 100 prosent skaðaleysur fíggjarliga viðvíkjandi ferðaútreiðslum, so at móttakarin ikki kennir á sær, at hann hevur verið gevaranum fíggjarliga til ampa.

Suðuroyar Sjúkrahús
Suðuroyar Sjúkrahús vísir á, at ummælisfreistin er ógvuliga stutt, men at sjúkrahúsið fyribils ikki hevur nakrar viðmerkingar.

Ummælini eru hjáløgd sum fylgiskjøl.

2. Avleiðingar av uppskotinum

Fíggjarligar avleiðingar fyri landið
Mett verður ikki, at uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri landið, tí endurgjald til donorar varð innroknað í játtanina til serviðgerð uttanlands í uppskotinum til fíggjarlógina fyri 2003.

Tað er trupult at meta um, hvussu nógv verður endurgoldið donorum frá ári til árs. Fyri tað fyrsta er hetta tengt at talinum á donorum. Fyri tað næsta er endurgjaldið til hvønn einstakan donor skiftandi, orsakað av, at endurgjaldið at tengt at fleiri ymsum viðurskiftum, til dømis um persónurin er egnaður sum donorur, hvussu skjótt persónurin verður arbeiðsførur aftur og hvussu høga arbeiðsinntøku, persónurin hevur.

Landssjúkrahúsið hevur boðað frá, at vanliga er ein egnaður donorur burtur frá arbeiði í umleið tríggjar mánaðir, tá hædd verður tikin fyri forkanning, skurðviðgerð og tí tíð, tað tekur donorinum at koma fyri seg aftur eftir skurðin. Endurgjaldið er tí vanliga á hædd við tríggjar mánaðarlønir.

Í árunum 2000-2002 hava tað verið fýra mál um endurgjald til donorar. Tilsamans er endurgoldið teimum umleið 368.000 kr. Minsta endurgjaldið var áleið 20.000 kr. og hægsta endurgjaldið áleið 180.000 kr. Matriella heimildin varð fingin til vega partvíst við heimild í eykajáttanarlóg og partvíst við heimild í átekningini til kontuna Serviðgerð uttanlands í fíggjarlógini fyri 2002.

Viðvíkjandi nýrasjúklingunum kann ein transplantatión vísa seg at vera ein samfelagsbúskaparlig sparing, um skjótt verður borið at, tí dialysuviðgerð er ein lutfalsliga kostnaðarmikil viðgerðarháttur. Ein dialysusjúklingur kostar meira enn tvífalt tað, ið ein transplanteraður sjúklingur kostar um árið.

Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar fyri Familju- og heilsumálaráðið, tí ráðið skal viðgera málini um endurgjald til donorar. Sambært uppskotinum í § 1, nr. 5 (tann nýggja ásetingin í § 6 a, stk. 3) fær landsstýrismaðurin í heilsumálum møguleika fyri at áseta reglur um, hvussu endurgjaldið skal gerast upp, og reglur um mannagongdir viðvíkjandi endurgjøldum til donorar. Mett verður ikki, at arbeiðsbyrðan hjá Familju- og heilsumálaráðnum verður økt stórvegis, tá tað bert hava verið fýra mál um endurgjald í árunum frá 2000 til 2002.

Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur við sær sosialar avleiðingar. Teir sjúklingar, ið hava eitt gagn ella merg fyri neyðini, fáa betri møguleika fyri at fáa gagn ella merg, og donorarnir verða uttan lønarmiss.

  Fyri
landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
      Ja  

3. Serligar viðmerkingar

Til § 1, nr. 1:
Talan er um eina tekniska broyting, tí landsstýrismaðurin nú hevur rættarligu ábyrgdina av heilsuøkinum.

Til § 1, nr. 2:
Talan er um eina tekniska broyting, tí landsstýrismaðurin nú hevur rættarligu ábyrgdina av heilsuøkinum.

Til § 1, nr. 3:
Talan er um eina tekniska broyting, tí sjúkrahússtjóraembætið er niðurlagt.

Til § 1, nr. 4:
Talan er um eina tekniska broyting, tí sjúkrahússtjóraembætið er niðurlagt.

Til § 1, nr. 5:
Í uppskotinum til ásetingarnar í § 6 a, stk. 1 verður ásett, at ein donorur verður at meta á jøvnum føti við ein vanligan sjúkling. Henda áseting verður mett neyðug, tí talan er ikki um ein sjúkan persón. Persónurin verður bert kannaður og skurðviðgjørdur fyri at hjálpa einum øðrum persóni. Harumframt hevur uppskotið við sær, at donorurin, eins og vanligir sjúklingar, verður kannaður ókeypis v.m., umframt at donorurin kemur undir vanligu reglurnar um uppihalds- og ferðaendurgjøld.

Uppskotið til § 6 a, stk. 2 er um rættindini hjá donorinum at fáa endurgoldið lønarmiss, sbr. eisini við vanligu viðmerkingarnar um spurningin. Uppskotið fevnir bæði um teir persónar, ið geva gøgn ella merg til transplantatión, og teir persónar, ið verða kannaðir fyri at fáa greiðu á, um viðkomandi er egnaður sum donorur. Tí er tað ikki ein treyt fyri at fáa endurgjald, at viðkomandi persónur kann verða nýttur sum donorur.

Landið kann einans endurgjalda fyri mista arbeiðsinntøku til ein donor, um donorurin gevur gagn ella merg til ein persón, sum hevur rætt til at verða viðgjørdur ókeypis eftir reglunum í lógini um Sjúkrahúsverk Føroya. Tað hevur tí ongan týdning í hvørjum landi, donorurin býr, um tann sjúklingurin, ið hevur tørv á gagninum ella merginum, eigur at verða viðgjørdur ókeypis í føroyska heilsuverkinum. Ein føroyskur donorur, sum letur gagn ella merg til ein persón, ið ikki hevur rætt til at verða viðgjørdur ókeypis samsvarandi føroysku reglunum, kann ikki fáa endurgjald fyri lønarmiss.

Roknað verður við, at niðanfyri standandi meginregla fer at verða grundarlag fyri útrokningunum í teimum einstøku málunum:

Fyri teir løntakarar, ið frá sínum arbeiðsgevara ikki fáa løn í tí tíðarskeiði, teir eru óarbeiðsførir, verður upphæddin tann sama, sum løntakararnir høvdu fingið í løn og feriupeningi. Donorur eigur at skjalprógva lønarmiss sín við lønarseðlum ella við eini váttan frá arbeiðsgevara. Tá tað er gjørligt, eiga lønarseðlar fyri teir seinastu tríggjar mánaðirnar at verða nýttir sum grundarlag, tá inntøkumissurin verður útroknaður. Serliga hevur hetta týdning í teimum førum, tá mánaðarlønin er óstøðug, til dømis vegna skiftandi yvirarbeiði ella akkordarbeiði.

Um ein donorur fær løn ta tíðina, hann er óarbeiðsførur, verður lønin endurgoldin arbeiðsgevaranum.

Um donorur ikki er løntakari, men til dømis sjálvstøðugur vinnurekandi, verður mista arbeiðsinntøkan vanliga roknað út við grundarlagi í seinastu ársuppgerð (ársroknskapi ella líknandi) møguliga stuðlað við fleiri upplýsingum um inntøkuvøkstur ella minking. Skjalprógvanin eigur at verða undirskrivað av grannskoðara. Ein annar útrokningarháttur kann verða nýttur, um tað verður mett rættari.

Við uppskotinum til stk. 3 fær landsstýrismaðurin heimild til at áseta reglur um, hvussu inntøkumissurin eigur at verða útroknaður, og reglur um mannagongdir fyri, hvussu mistar arbeiðsinntøkur verða endurgoldnar.

Til § 1, nr. 6:
Talan er um eina tekniska broyting, tí sjúkrahússtjóraembætið er niðurlagt.

Til § 1, nr. 7:
Talan er um eina tekniska broyting, tí sjúkrahússtjóraembætið er niðurlagt.

Til § 1, nr. 8:
Ásetingin nágreinar galdandi rætt, tí núverandi orðing er nakað ógreið. Ásetingin hevur tó verið tulkað samsvarandi orðingini í uppskotinum, tí § 3, stk. 1 í "kunngerð nr. 24 frá 21. mars 2002 um flutnings- og ferðaendurgjald til sjúklingar innanoyggja" inniheldur hesa orðing: "endurgjald fyri ferðaútreiðslur verður latið fyri útreiðslur størri enn 800 kr. í einum kalendaraári".

Við grundarlagi í omanfyri standandi verður mælt til at nágreina orðingina.

Til § 1, nr. 9:
Talan er um eina tekniska broyting, tí sjúkrahússtjóraembætið er niðurlagt.

Í dag verða avgerðir sambært sjúkrahúslógini tiknar av fleiri ymiskum fólkum í heilsuverkinum.

Sambært sjúkrahúslógini § 5, stk. 1 hava yvirlæknarnir rætt at senda sjúklingar til viðgerðar í Danmark, um viðgerðin ikki kann verða framd í Føroyum. Hesar avgerðir kunnu kærast til landsstýrismannin. Vanliga kann landsstýrismaðurin ikki víkja frá læknafakligu metingini. Í slíkum førum verður heldur mett um, um sjúkrahúsið hevur gjørt ein umsitingarligan feil. Viðmerkjast skal í hesum sambandi, at tað er landslæknin, ið hevur eftirlit við læknafakliga virkseminum hjá heilsustarvsfólki.

Flest allir sjúklingar, ið verða ávístir til viðgerðar í Danmark, búgva á Sjúklingaheiminum Føroyar í Keypmannahavn. Í hesum sambandi verða fleiri avgerðir tiknar av leiðaranum á heiminum. Tørvur er á, at hesar avgerðir kunnu kærast til landsstýrismannin samsvarandi vanligu kærureglunum.

Eftir galdandi reglum taka leiðslurnar á teimum trimum sjúkrahúsunum ikki ítøkiligar avgerðir. Um tað í framtíðini vísir seg at verða neyðugt at geva leiðslunum á sjúkrahúsunum avgerðarheimild í ítøkiligum málum, er hóskandi, at hesar avgerðir eru fevndar av teimum vanligu kærureglunum. Við hesum verður roynt at framtíðartryggja lógina.

Til § 1, nr. 10:
Talan er um eina tekniska broyting, tí landsstýrismaðurin nú hevur rættarligu ábyrgdina av heilsuøkinum.

Til § 2:
Ásetingin í § 1, nr. 5 hevur virknað frá 1. januar 2003. Ásetingin skal tryggja, at ein persónur, sum er donorur, í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2003 til lógin verður sett í gildi, eisini fær endurgjald fyri inntøkumiss. Á henda hátt slepst undan óhepnum avleiðingum av, at átekningin er strikað undir fíggjarlógarviðgerðini.

Hjáløgd skjøl:
Skjal 1:
Sundhedsministeriets vejledning om erstatningsordning for nyre- og knoglemarvsdonorer.
Skjal 2: Ummælisskriv frá Fíggjarmálaráðnum
Skjal 3: Ummælisskriv frá Føroya Felag Móti Krabbameini
Skjal 4: Ummælisskriv frá Landssjúkrahúsinum
Skjal 5: Ummælisskriv frá Nýrafelagnum
Skjal 6: Ummælisskriv frá Suðuroyar Sjúkrahúsi

1. viðgerð 7. mars 2003. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 9. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 7. mars 2003 er tað beint í trivnaðarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 19., 24. og 31. mars og 7. og 9. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Bill Justinussen, landsstýrismann, sum eisini hevur latið nevndini broytingaruppskot til uppskotið. Í viðmerkingunum til broytingaruppskotið sigur landsstýrismaðurin, at landsstýrið hevur tikið upp til viðgerðar av nýggjum uppskotið um at broyta navnið á "Hotel Tórshavn" til "Sjúklingaheimið Føroyar" og er komið til ta niðurstøðu, at eitt meira hóskandi navn eigur at verða funnið. Landsstýrismaðurin hevur tí ístaðin mælt til, at navnið ikki verður lógásett. Hesum uppskoti tekur nevndin undir við.

Undir 1. viðgerð av uppskotinum varð víst á, at tað er óheppið, so sum skotið upp, at bara sjúkrahúsið á staðnum ger av, hvørt sergreinir kunnu stovnsetast. Hetta má gerast av út frá einum heildar landssjónarmiði. Samsvarandi hesum hevur landsstýrismaðurin mælt nevndini til at broyta uppskotið soleiðis, at sergrein bara kann verða stovnsett við góðkenning landsstýrismansins. Eisini hesum uppskoti tekur nevndin undir við.

Nevndin hevur ivast eitt sindur um orðingina av § 1, nr. 9. Sum hon er orðað, kann hon misskiljast soleiðis, at ætlanin er um broytta rættarstøðu, tá ið umræður málsræðinum á viðgerðarøkinum. Henda spurning hevur nevndin lagt fyri landsstýrismannin, sum sigur, at við uppskotinum er ikki ætlanin at broyta málsræði á hesum øki. Samsvarandi tilmæli frá landsstýrismanninum verður tí skotin upp ein øðrvísi orðing av § 1, nr. 9 fyri at gera hetta greiðari.

Nevndin heldur, at orðingin í § 1, nr. 10 er óheppin. Heimild verður eftir hesi grein latin landsstýrismanninum at leggja sín avgerðarrætt til eina kærunevnd. Einki verður sagt um, hvussu kærunevndin skal verða mannað, og eftir hvørjum reglum hon skal virka. Nevndin heldur ikki, at tað kann koma upp á tal at lata heimild til slíka kærunevnd, fyrr enn hesi viðurskifti eru komin upp á pláss við løgtingslóg, og mælir tí til, at § 11 í staðin verður tikin av.

Vísandi hertil setir nevndin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

  1. § 1, nr. 4 verður orðað soleiðis:
  2. "4) Í § 5, stk. 5 verða orðini "í tann mun, serkønir læknar eru á staðnum, eftir tilráðing frá leiðsluni á sjúkrahúsverkinum" broytt til: "eftir góðkenning frá landsstýrismanninum"."

  3. Í § 1, nr. 5 verða orðini "Teir í § 6 nevndu persónar fevna" broytt til "Ásetingin í § 6 fevnir"
  4. § 1, nr. 9 verður orðað soleiðis:
    "§ 10, stk. 1 verður orðað soleiðis:
    "Avgerðir, ið tiknar verða sambært hesi løgtingslóg um rætt til viðgerð, flutning ella ferðaendurgjald, kunnu kærast til landsstýrismannin.""
  5. § 1, nr. 10 verður orðað soleiðis:
    "10) § 11 verður tikin av."

2. viðgerð 11. apríl 2003. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 22. apríl 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.