Vinnuligur fiskiskapur

 

113  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Oršaskiftiš viš 1. višgerš
D. Nevndarskjųl
E. Įlit
F. 2. višgerš
G. Oršaskifti viš 2. višgerš
H. 3. višgerš
I. Oršaskifti viš 3. višgerš

Įr 2003, 4. mars, legši Jacob Vestergaard, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi  

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um vinnuligan fiskiskap 

§ 1.

Ķ lųgtingslóg nr. 28 frį 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, viš seinni broytingum, verša gjųrdar hesar broytingar:

1) § 4, stk. 1 veršur oršaš soleišis:
"Fųroyska ytra landleišin er sjógvurin innan fyri linju, sum gongur 200 fjóršingar (1 fjóršingur = 1852 metrar) frį beinum grundlinjum, drignar gjųgnum hesi 18 stųšini ķ tilskilašu rašfylgjuni:

  1. Sker ķ śtsynning śr Munkinum 61°20’10’’.85N - 6°40’23’’.77W
  2. Vestasti endi į Knśpi śt fyri Fįmarį 61°28’32’’.49N – 6°52’28’’.56W
  3. Vestasta skeriš śt fyri Mykines vita 62°05’45’’.35N – 7°41’35’’.08W
  4. Śtnyršingsendi į skeri ķ śtnyršing śr Mykines vita

  5. 62°05’47’’.32N – 7°41’30’’.86W
  6. Śtnyršingsendi į skeri ķ śtnyršing śr Mżlingi (Skeišiš)

  7. 62°05’51’’.69N – 7°41’21’’.98W
  8. Śtnyršingsendi į Kallsfles noršur śr Kalli

  9. 62°18’15’’.59N – 7°13’08’’.95W
  10. Sker noršur śr Ennibergi

  11. 62°18’17’’.61N – 7°12’59’’.66W
  12. Skoparin undir Noršbergi į Fugloynni

  13. 62°19’25’’.00N – 7°06’16’’.52W
  14. Landnyršingshorniš į Fugloynni

  15. 62°19’27’’.14N – 7°06’05’’.48W
  16. Eystara Horniš į Bispinum eystanfyri Fugloynna

  17. 62°20’30’’.46N – 6°59’13’’.88W
  18. Eystasti endi į Munkaflesjunum

  19. 62°22’24’’.60N – 6°48’27’’.55W
  20. Sunnasti endi į Stórufles

  21. 62°22’24’’.84N – 6°48’20’’.02W
  22. Noršasti endi av Flesini noršan fyri Enniberg

  23. 62°23’42’’.42N – 6°33’52’’.71W
  24. Noršasti endi av Skoparanum į Fugloynni

  25. 62°21’14’’.91N – 6°18’15’’.08W
  26. Landnyršingsendin viš Hellurnar

  27. 62°20’38’’.30N – 6°15’32’’.61W
  28. Eystasti endi av Stapanum

  29. 62°20’26’’.20N – 6°15’12’’.92W
  30. Eystasti endi av Flesjunum, sunnan fyri vitan ķ Akrabyrgi

  31. 61°20’25’’.74N – 6°39’42’’.86W
  32. Sunnasti endi av Stórufles

  33. 61°20’21’’.88N – 6°39’46’’.53W

Koordinatini frammanfyri vķsa til Datum ETRS 89."

2) § 4, stk. 3 veršur oršaš soleišis:
"Stk. 3. Innara landleišin er sjógvurin innan fyri beinar grundlinjur drignar gjųgnum hesi 18 stųšini ķ tilskilašu rašfylgjuni:

  1. Sker ķ śtsynning śr Munkinum 61°20’10’’.85N - 6°40’23’’.77W
  2. Vestasti endi į Knśpi śt fyri Fįmarį 61°28’32’’.49N – 6°52’28’’.56W
  3. Vestasta skeriš śt fyri Mykines vita 62°05’45’’.35N – 7°41’35’’.08W
  4. Śtnyršingsendi į skeri ķ śtnyršing śr Mykines vita

  5. 62°05’47’’.32N – 7°41’30’’.86W
  6. Śtnyršingsendi į skeri ķ śtnyršing śr Mżlingi (Skeišiš)

  7. 62°05’51’’.69N – 7°41’21’’.98W
  8. Śtnyršingsendi į Kallsfles noršur śr Kalli

  9. 62°18’15’’.59N – 7°13’08’’.95W
  10. Sker noršur śr Ennibergi

  11. 62°18’17’’.61N – 7°12’59’’.66W
  12. Skoparin undir Noršbergi į Fugloynni

  13. 62°19’25’’.00N – 7°06’16’’.52W
  14. Landnyršingshorniš į Fugloynni

  15. 62°19’27’’.14N – 7°06’05’’.48W
  16. Eystara Horniš į Bispinum eystanfyri Fugloynna

  17. 62°20’30’’.46N – 6°59’13’’.88W
  18. Eystasti endi į Munkaflesjunum

  19. 62°22’24’’.60N – 6°48’27’’.55W
  20. Sunnasti endi į Stórufles

  21. 62°22’24’’.84N – 6°48’20’’.02W
  22. Noršasti endi av Flesini noršan fyri Enniberg

  23. 62°23’42’’.42N – 6°33’52’’.71W
  24. Noršasti endi av Skoparanum į Fugloynni

  25. 62°21’14’’.91N – 6°18’15’’.08W
  26. Landnyršingsendin viš Hellurnar

  27. 62°20’38’’.30N – 6°15’32’’.61W
  28. Eystasti endi av Stapanum

  29. 62°20’26’’.20N – 6°15’12’’.92W
  30. Eystasti endi av Flesjunum, sunnan fyri vitan ķ Akrabyrgi

  31. 61°20’25’’.74N – 6°39’42’’.86W
  32. Sunnasti endi av Stórufles

  33. 61°20’21’’.88N – 6°39’46’’.53W

Koordinatini frammanfyri vķsa til Datum ETRS 89."

3) Ķ § 8, stk. 4 veršur sett sum 3. punktum:
„Hevur persónur ella felag ikki gjųrt nżtslu av einari sambęrt 1. punktum givnari tilsųgn, kann landsstżrismašurin, tį fiskiįr byrjar, tilluta bólkinum fiskiręttindini.

4) § 15, stk. 1, 2. punktum veršur strikaš.

5) § 31, stk. 2 veršur oršaš soleišis:
Stk. 2. Heimilaš veršur landsstżris-manninum ķ kunngerš at įseta nęrri reglur fyri umsiting av fiskiloyvum ķ bólki 5, sbr. § 5, stk. 4, 2. punktum."

6) § 35, stk. 1, 3. punktum veršur oršaš soleišis:
„Veršur eigari av fiskifari og/ella skipari į fiskifari dųmdur fyri lógarbrot ella góštekur eina uttanręttarliga avgerš ķ sambandi viš lógarbrot, grundaš į kanningar, gjųrdar ķ havn, skal eigarin av fiskifarinum gjalda kostnašin av kanningunum."

7) § 42 veršur oršaš soleišis:
§ 42. Fyri inndrįtt eru reglurnar ķ borgarligu revsilógini galdandi. Veiša ella virši av veišu kunnu tó verša inndrigin, hóast taš ikki er endaliga stašfest, at ųll veišan er fiskaš ólógliga.
Stk. 2. Fyri brot į reglurnar um

  1. veišu viš ólógligum reišskapi, įsettar ķ kunngeršum viš heimild ķ § 9, stk. 2,
  2. veišu śt um įsettari felags įrskvotu, egnari įrskvotu, loyvdum fiskidųgum sambęrt fiskiloyvi, egnari hjįveišukvotu sambęrt § 18, stk 1, ella
  3. loyvdari hjįveišu, sambęrt kunngerš, kann ųll veiša og reišskapur verša inndrigiš, herundir net, lemmar, vektir, veirar, elektronisk śtgerš, sondir, sondikįplar, lķnur, uppstandarar, vųrp, boyur, gųrn v.m. lķkamikiš, hvųrs ogn hetta er.

Stk. 3. Hóast įsetingarnar ķ stk. 1 og 2 veršur ųll veiša og allur reišskapur altķš at draga inn, tį

  1. talan er um brot į reglurnar um śtblaking, įsettar ķ kunngeršum viš heimild ķ § 9, stk. 1, nr 7,
  2. talan er um veišu į stongdari leiš ella frišašum ųki sambęrt § 9a, stk. 1 ella stongdum leišum ella frišašum ųkjum, įsett ķ kunngeršum viš heimild ķ § 9, stk. 2, ella veišu uttan veiši- ella fiskiloyvi, sbr. § 7, stk. 1.

Stk. 4. Mįl, sum višvķkja brotum į lógina ella reglum, įsettar viš heimild ķ lógini, kunnu verša avgjųrd av lųgregluni eins vęl og av skiparanum į avvaršandi fiskiveišieftirlitsskipi ķ samrįš viš fśtan, um bót, inndrįttur og gjald av mįlskostnaši verša góštikin.
Stk. 5. Veršur mįliš ikki avgreitt eftir stk. 4, veršur mįliš lagt fyri dómsvaldiš. Įšrenn ein uttanręttarlig avgerš veršur tikin, eigur at verša upplżst um ręttin at leggja mįliš fyri dómsvaldiš, og hvųr freistin er. Įheitan um at fįa mįliš lagt fyri dómsvaldiš skal bošast fśtanum frį ķ seinasta lagi 1 viku eftir, at avgeršin er bošaš viškomandi.
Stk. 6. Višvķkjandi góštųku eftir stk. 4 verša reglurnar ķ ręttargangslógini um innihald ķ įkęruriti ķ lųgreglumįlum at nżta ķ hesum sambandi."

8) Ķ § 44, stk. 1 veršur oršiš „Śtlendsk" broytt til: „Ųll".

9) § 45, stk. 1, 2. punktum veršur oršaš soleišis:
„Fiskiloyvi kann verša tikiš aftur upp til 4 vikur hvųrja ferš."

§ 2

Henda lóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd. 

Kap. 1. Almennar višmerkingar

Broytingarnar ķ lógaruppskotinum fevna ķ hųvušsheitum um hesi višurskifti: broytingar ķ įvķsum višurskiftum fyri bólk 5 (śtróšrarbįtar undir 15 tons), heršan av revsireglunum, serliga ķ sambandi viš brot į reglurnar um śtblaking, veišu į stongdari leiš ella frišašum ųki, ella veišu uttan veiši- ella fiskiloyvi og harumframt nakrar dagfųringar, herundir nakrar koordinatar ķ sambandi viš nżggja danska kunngerš um grundlinjupunktini.

Broytingar ķ sambandi viš bólk 5
Skipanin hjį hųvušsbólki 5 (śtróšrarbįtar undir 15 tons) vķsir seg ikki at virka nųktandi. Skotiš veršur tķ upp at gera broytingar til tess at fįa skipanina at virka betur.

Mįliš er ein skipan, sum foršar fyri, at bįtar ķ bólki 5 verša stešgašir, hóast nóg mikiš er eftir av dųgum ķ bólkinum undir einum. Samstundis skal skipanin tryggja įhugamįlini hjį fult riknu bįtunum. Kraviš er harumframt, at skipanin skal vera einfųld og greiš – bęši fyri borgarar og myndugleikar.

Viš taš, at daganżtslan ķ bólkinum og undirbólkum kann skifta nógv frį einum įri til annaš, er ętlanin at broyta skipanina soleišis, at viš fiskiįrsbyrjan verša 80 % av dųgunum śtlutaš. Restin veršur tųk hjį landsstżrismanninum til at luta śt seinni ķ fiskiįrinum.

Skipanin viš A, B, D veršur avtikin. Bólkur 5 veršur ķ stašin bżttur ķ tveir undirbólkar: A (fult riknir) og B (ašrir). Bżtiš av fiskidagatalinum millum undirbólkarnar 5A og 5B veršur endurskošaš og stillaš samsvarandi.

Mett veršur, at hesar broytingar samanumtikiš fara at gera skipanina lišiligari og einfaldari – bęši fyri śtróšrarmenn og umsiting.

Harumframt veršur skotiš upp at broyta § 31, stk. 2 ķ lógini soleišis, at heimilaš veršur landsstżrismanninum ķ kunngerš at įseta nęrri reglur fyri umsiting av fiskiloyvum ķ bólki 5. Įsetingin, sum varš gjųrd ķ 2002, leggur ikki tališ av veišiloyvum fast, og hevur įsetingin tvey kriteriir, tvs. tvęr dagfestingar, sum hevur viš sęr, at nakrir bįtaeigarar ikki kunnu fįa śtskrivaš fiskiloyvi. Til tess at gera skipanina smidligari veršur tķ skotiš upp, at landsstżrismašurin fęr heimild til ķ kunngerš at įseta nęrri reglur.

Broytingar ķ § 8
Lųgtingiš samtykti eftir uppskoti frį landsstżrinum į vįri 2002 at strika įsetingina ķ § 8, stk. 4, 1. punktum, sum heimilaši at veita persóni ella felagi, sum hevši tilsųgn til annaš skip, innan tvey įr at fįa tilskrivaš fiskiręttindi ķ tķšarskeišnum, sum tilsųgnin var galdandi. Broytingin varš gjųrd samsvarandi stevnu ķ fiskivinnupolitikkinum – Lųgtingsmįl nr. 101-04/2000.

Eigari av skipi kann lata veišiloyviš yvir į annaš skip innan tvey įr og tį fįa śtskrivaš veiši- og fiskiloyvi. Ķ hesum tķšarskeiši kann Fiskimįlarįšiš tķ ikki lata til hvųrki tilsųgnshavaran ella bólkin tey fiskiręttindi, iš veišiloyviš fevnir um. Į henda hįtt kunnu fiskimųguleikarnir koma at liggja ónżttir, tį fiskiįriš er lišugt – ikki bara tķ teir ikki vóršu gagnnżttir, men eisini - tķ Fiskimįlarįšiš viš atliti at tilsųgnshavaranum ikki kundi lata ųšrum ręttindini ķ fiskiįrinum.

Til tess at loysa hesa tvķstųšu, sum Fiskimįlarįšiš kann koma ķ, veršur skotiš upp, at landsstżrismašurin fęr heimild at tilluta bólkinum fiskiręttindini knżtt at slķkum veišiloyvum, tį nżtt fiskiįr byrjar, eftir at tilsųgnin er latin. Hetta įvirkar tó ikki į annan hįtt ta givnu tilsųgnina.

Broytingar ķ revsireglunum
Įšrenn lųgtingslógin um vinnuligan fiskiskap kom ķ gildi 10. mars 1994, vóru reglurnar ķ lųgtingslóg nr. 8 frį 29. mars 1978 um fiskiveišu į landleišini galdandi. Ķ upprunalógini var įsett ķ § 5, stk. 1, at brot móti reglunum ķ § 2, tį iš taš snżr seg um ólógligan fiskiskap, koma undir bót, og harafturat kemur allur fiskireišskapur, so sum net, lemmar, wirar, lķnur, uppstandarar v.m. og fongur undir konfiskatión. Skipiš kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnaš.

Ķ upprunalógini um vinnuligan fiskiskap var ķ § 43, stk. 1 įsett, at fyri inndrįtt eru reglurnar ķ borgarligu revsilógini galdandi. Veiša ella virši av veišu kunnu tó verša inndrigin, hóast taš ikki er endaliga stašfest, at ųll veišan er fiskaš ólógliga. Vķšari veršur ķ stk. 2 sagt, at fyri brot į reglurnar um śtblaking og brot į reglurnar um veišu į stongdari leiš veršur veiša og reišskapur altķš at draga inn.

Henda įseting veršur broytt viš lųgtingslóg nr. 58 frį 2. juni 1995 um broyting ķ lųgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Ķ § 42, stk. 1 veršur sagt, at brot móti reglunum ķ kapitli 2, tį iš taš snżr seg um ólógligan fiskiskap og um at fįast viš slķkt, iš stendur ķ sambandi viš fiskiskap, koma undir bót sambęrt § 40. Ķ teimum fųrum, brotini snśgva seg um ólógligan fiskiskap viš ólógligum reišskapi, kemur harafturat allur fiskireišskapur so sum net, lemmar, veirar, lķnur, uppstandarar v.m. og fongur undir inndrįtt. Skipiš kann eisini haldast aftur til rindingar av bót og kostnaši.

Reglurnar ķ § 42, stk. 2 verša aftur broyttar viš lųgtingslóg nr. 69 frį 18. august 1998 til taš, sum tęr eru ķ dag.

Landsstżrismašurin ķ fiskivinnumįlum skjżtur nś upp at herša įsetingarnar ķ revsireglunum ķ įvķsum fųrum, soleišis at talan veršur um obligatoriskan inndrįtt av veišu og reišskapi ķ sambandi viš brot į reglurnar um śtblaking, veišu į stongdari leiš ella frišašum ųki, ella veišu uttan veiši- ella fiskiloyvi. Orsųkin til hesa heršing er, at tį talan er um hųvušsvinnu fųroyinga, veršur ikki mett, at teir inndrįttir, sum eru gjųrdir seinnu įrini hava veriš nųktandi. Hetta skal sķggjast viš atliti at, at taš ongantķš skal loysa seg at blaka fisk śtaftur ella at veiša ólógliga, og eigur taš tķ ķ hesum fųrunum at verša revsaš so hart sum gjųrligt.

Hóast taš ķ hesum įvķsu fųrum veršur talan um ein obligatoriskan inndrįtt, merkir hetta tó ikki, at taš ikki eisini ķ ųšrum fųrum, sambęrt § 42, stk. 2, kann fara fram inndrįttur av allari veišu og ųllum reišskapi.

Ein onnur heršing, sum er skotin upp, er, at tį eitt av teimum ķ § 45, stk. 1 brotum er fariš fram, so kann Fiskiveišieftirlitiš eftir uppskotinum taka aftur fiskiloyvi upp til 4 vikur hvųrja ferš. Įšur var heimildin at taka aftur fiskiloyvi upp til 2 vikur hvųrja ferš.

Ašrar broytingar og dagfųringar
Ķ kunngerš nr. 306 frį 16. mai 2002 "om afgręnsning af sųterritoriet ved Fęrųerne" eru nakrar smįvegis broytingar, so at taš nś eru fleiri koordinatar til grundlinjuna. Hetta hevur sostatt viš sęr heilt smįvegis broytingar ķ fiskimarkinum.

Ein onnur broyting, sum veršur skotin upp er, at 60% įsetingin ķ § 15, stk. 1, 2. punktum veršur strikaš. Taš veršur mett at hava óhepnar bśskaparligar avleišingar fyri bęši land og reišarķir, at reišarķir ikki kunnu avhenda kvotur fyri 1 įr ķ senn. Hetta er serliga galdandi innan fyri rękju- og pelagisku vinnuna, har man hevur nżtt eitt mynstur višvķkjandi umbżti/avhending ķ nógv įr.

Ķ § 35, stk. 1 er gjųrd ein smįvegis broyting ķ lógartekstinum soleišis, at tį eigari og/ella skipari veršur dųmdur fyri lógarbrot ella góštekur uppskot frį fśtanum til sekt og inndrįtt, skal eigarin rinda fyri kanningar, sum eru gjųrdar fyri at stašfesta brotiš. Talan er um nęrum somu oršing burtursęš frį, at oršiš „kann" er broytt til „skal".

Ķ § 44, stk. 1 er broytingin, at ķ sambandi viš afturhald av skipum nś skal fevna um ųll skip, tvs. eisini fųroysk. Ętlanin hevur ongantķš veriš, at munur ķ slķkum fųrum skal gerast į fųroyskum og śtlendskum skipum.

Uppskotiš hevur veriš til ummęlis hjį Fiskivinnurįšnum og hjį Fųroya Landfśta.

Višmerkingarnar hjį Fiskivinnurįšnum vóru hesar:
"Višmerkingarnar til lógaruppskotiš, serliga § 42, eru ikki nóg greišar.
Fiskivinnurįšiš metir, at tųrvur er į at allżsa śtblaking. Umfatar śtblaking bert peningaliga sęš viršismiklan fisk, ella umfatar śtblaking eisini fisk og annaš, sum peningaliga sęš ikki er viršismikiš. Hvat viš gįggu, skeljum, livur, garnum, hįvi, brugdu, hvalspżggju, krutt v.m.

Fiskivinnurįšiš metir, at taš er óheppiš at heimilaš veršur landsstżrismanninum at gera undantųk uttan so, at undantųkini eru nęrri lżst. Vķst veršur til punktini 3 og 4 ķ uppskotinum.

Umbošiš fyri Rįfiskakeyparafelagiš męlir frį uppskotnu oršingini ķ § 42, stk. 3 um, at ųll veiša og allur reišskapur altķš skal dragast inn."

Ongar višmerkingar eru komnar til uppskotiš frį Fųroya Landfśta.

Kap 2. Avleišingar av uppskotinum

Mett veršur ikki, at uppskotiš hevur viš sęr serligar fķggjarligar broytingar fyri landskassan, men kann taš hava fķggjarligar avleišingar fyri eigara av fiskifari, um so er, at stašfest verša brot į tęr broyttu revsireglurnar um inndrįtt.

Ķ sambandi viš broytingarnar ķ įsetingunum višvķkjandi bólki 5 veršur ętlandi talan um eina smidligari skipan og vęntandi eisini lęttari umsiting.

 

 

Fyri landiš/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
plįss/ųki ķ
landinum
Fyri
įvķsar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fķggjarligar/
bśskaparligar avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Ja/Nei

Umsitingarligar
avleišingar

Ja/Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvųrvisligar
avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleišingar
   

 

Nei

 

Kap. 3. Serligar višmerkingar

Til § 1, nr. 1. og 2.
Talan er um broyting ķ śtrokningarhįttinum av koordinatunum frį WGS 84 til ETRS 89, sum er gjųrd sambęrt donsku kunngeršini nr. 306 frį 16. mai 2002 "om afgręnsning af sųterritoriet ved Fęrųerne." Įsetingin ķ lógini um vinnuligan fiskiskap er tķ bert ein endurtųka av donsku kunngeršini.

Til § 1, nr. 3.
Avgeršin um at lata ųšrum ķ sama bólki hesi ręttindi taš įvķsa fiskiįriš eigur at verša tikin viš atliti at upplżsingum frį tilsųgnshavaranum um, nęr veišiloyviš veršur flutt į annaš skip og viš atliti at vertķšum fyri įvķsa fiskiskapinum. Hetta įvirkar tó ikki į annan hįtt givnu tilsųgnina.

Hetta veršur skotiš upp til tess at taka burtur umsitingarligar foršingar fyri, at Fiskimįlarįšiš ķ sambandi viš galdandi tilsųgnir sambęrt § 8, stk. 4 ikki kann śtskriva ųll fiskiręttindi, sum Fųroyar eiga, antin ķ egnum sjógvi, ķ altjóša sjógvi ella ķ fremmandum sjógvi.

Til § 1, nr. 4.
Serliga innan fyri rękju- og pelagisku vinnuna verša kvotur seldar millum skip, og veršur tķ mett, at um įsetingin ikki veršur strikaš, kann hetta hava viš sęr, at kvotur, sum Fųroyar hava samrįtt seg til, ikki verša gagnnżttar. Tķ veršur męlt til at strika 60% įsetingina ķ § 15.

Til § 1, nr. 5.
Skotiš veršur upp, at heimilaš veršur landsstżrismanninum at įseta ķ kunngerš nęrri įsetingar fyri, hvussu tališ av fiskiloyvum ķ bólki 5 veršur stillaš. Ętlanin er ikki at vķkja nevnivert frį tķ sišvenju sum er, men meiri at leggja upp fyri, at skipanin kann gerast smidligari enn nś.

Til § 1, nr. 6.
Broytingin hevur viš sęr, at ķ stašin fyri, at eigarin kann verša dųmdur at rinda kostnašin av kanningum hjį Fiskiveišieftirlitinum, skal eigarin nś gjalda kostnašin.

Til § 1, nr. 7.
Broytingin ķ § 42 er at finna ķ stk. 3 har įsett er, at hóast įsetingarnar ķ stk. 1 og 2 veršur ųll veiša og allur reišskapur, altķš at draga inn, tį talan er um brot į reglurnar um śtblaking, um veišu į stongdari leiš ella frišašum ųki, ella veišu uttan veiši- ella fiskiloyvi. Talan er um eina heršing ķ mun til galdandi reglur, soleišis at taš ķ hesum įvķsu fųrum veršur ein obligatoriskur inndrįttur av allari veišu og ųllum reišskapi. Tį sagt veršur allur reišskapur, veršur hugsaš um ta uppreksing, sum er gjųrd ķ stk. 2, sum ikki er śttųmandi.

Harumframt eru gjųrdar smįvegis justeringar ķ § 42, stk. 2, sum tó ikki broyta innihaldiš ķ įsetingini.

Til § 1, nr. 8.
§ 44, stk. 1 snżr seg um mųguleikan at halda skipi aftur, har revsiįbyrgd er stašfest eftir § 40, til falnar bótarupphęddir og sakarmįlskostnašur eru goldin, ella til trygd er veitt fyri gjaldingini. Broytingin hevur viš sęr, at įsetingin ikki bert skal fevna um śtlendsk skip, men um ųll skip herundir eisini fųroysk.

Til § 1, nr. 9.
Sambęrt § 45, stk. 1 hevur Fiskiveišieftirlitiš heimild til, um įvķs brot eru framd į lógina, viš eini fyrisitingarligari avgerš at taka fiskiloyvi aftur ķ upp til 2 vikur. Nś veršur skotiš upp, at Fiskiveišieftirlitiš fęr heimild til at taka fiskiloyvi aftur ķ upp til 4 vikur. Hetta hongur saman viš heršingini av revsireglunum.

Skjųl:
Fylgiskjal 1: Kortskjal

1. višgerš 24. mars 2003. Mįliš beint ķ vinnunevndina, sum tann 28. aprķl 2003 legši fram soljóšandi

Įlit

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. višgerš tann 24. mars 2003 er taš beint vinnunevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 8., 10., 22., 23. og 28. aprķl 2003.

Undir višgeršini hevur nevndin havt fundir viš landsstżrismannin ķ fiskivinnumįlum og fund viš fśtan.

Frį landsstżrismanninum hevur nevndin fingiš kort viš uppteknaša fiskimarkinum, sum nś er, og sum skotiš er upp at broyta taš.

Į fundi viš landssżrismannin hevur nevndin gjųrt vart viš, at feilir vóru ķ uppskotnu ręttingunum til grundlinjupunktini, og hevur heitt į landsstżrismannin um at fįa hetta eftirhugt. Viš telduskrivi frį Fiskimįlarįšnum, dagfest 9. aprķl 2003, hevur nevndin fingiš uppskot til ręttingar til heitini į grundlinjupunktunum. Ķ telduskrivinum veršur višmerkt at koordinatini eru rųtt, men at onkri heitir, vóru komin skeivt fyri. Veruleikin er tó tann, at bįšar greinarnar mugu oršast heilt av nżggjum, viš taš at helvtin av heitunum į grundlinjupunktunum (4-12) eru nųkur heilt onnur enn tey uppskotnu, mešan restin av heitunum skulu umoršast. Eisini er skotiš upp at gera nakrar tekniskar ręttingar til sjįlv koordinatini soleišis, at longdargradirnar verša givnar upp viš trimun tųlum, og at W veršur broytt til V. Harumframt inniber nżggja oršingin, at sligin veršur ringur um fiskimarkiš ķ mun til uppskotiš, har ringurin ikki er heilur, viš taš at pkt. 18 ikki endar aftur ķ pkt. 1.

Vinnunevndin hevur aftur 24. aprķl 2003 fingiš telduskriv frį Fiskimįlarįšnum viš ręttingum til grundlinjupunktini. Hesar ręttingarnar eru aftur višvķkjandi heitunum, og eru sum fyrru ręttingarnar tiknar viš ķ broytingaruppskotinum frį vinnunevndini.

Vinnunevndin hevur sett landsstżrismanninum spurningar višvķkjandi broytingini ķ § 15, stk. 1, 2. pkt. ķ sambandi viš ķslandskvotur, broytingunum ķ § 42 um inndrįtt, samanboriš viš revsiregluskipanina ķ lógini annars, og višvķkjandi broytingini ķ § 31, stk. 2, har nevndin hevur bišiš um at fįa eina nęrri frįgreišing um endamįliš viš hesi broytingini, serliga tį taš snżr seg um at strika verandi įseting ķ § 31, stk. 2. Spurningurin hjį nevndini er, hvųrjar bindingar landsstżrismašurin ynskir at avtaka, tį hann sigur, at ętlanin er at gera skipanina smidligari, og serliga um endamįliš er at avtaka avmarkingina ķ talinum av fiskiloyvum.

Viš skrivi, dagfest 22. aprķl 2003, hevur Fiskimįlarįšiš sent vinnunevndini eitt śtkast til svar. Spurningarnir hava annars veriš umrųddir į fundi viš landsstżrismannin.

Vinnunevndin heldur ikki, at taš er rętt at strika 60% kraviš ķ § 15, stk. 1, tį taš snżr seg um botnfiskakvotur ķ ķslendskum sjógvi, og męlir tķ til, at įsetingin veršur standandi, men avmarkaš til bara at galda fyri botnfiskakvotur ķ ķslendskum sjógvi.

Fśtin fųrdi į fundinum viš vinnunevndina fram, at reglurnar um inndrįtt ķ § 42 vóru ógreišar, og at višmerkingarnar til hesa greinina ikki vóru nųktandi. Eftir at vinnunevndin hevur gjųrt landsstżrismannin varugan viš hetta, hevur vinnunevndin tann 28. aprķl 2003 móttikiš skriv, har Fiskimįlarįšiš ķ samrįš viš fśtan kemur viš uppskoti um broyting ķ § 42, stk. 2, umframt at vinnunevndin fęr sendandi gjųlligari višmerkingar til greinina. Broytingaruppskotiš inniber, at reglubrot veršur sett inn aftan į pkt. 3, įšrenn avleišingarnar av brotum į pkt. 1-3 verša nevndar.

Višmerkingarnar frį Fiskimįlarįšnum til § 42 eru hesar:

"Sambęrt kapittul 9 (§§ 75-77a) ķ "lovbekendtgųrelse nr. 215 af 24. juni 1939: Straffeloven, sum senest ęndret ved anordning nr. 267 af 20. april 2001" kemur inndrįttur (konfiskatión) undir allżsingina sum "andre retsfųlger af den strafbare handling", tvs. ķ revsilógarhųpi ikki er at meta sum ein revsing, hóast borgarin kann kenna taš ųšrvķsi.

Inndrįttur sambęrt revsilógini er, at ein vinningur av einari revsiverdugari gerš veršur tikin aftur. Taš kann hava ein fyribyrgjandi tżdning at stašfesta, at ein revsiverdug gerš ikki skal loysa seg, men harumframt er taš eisini tżdningarmikiš at fųra fram, at ein revsiverdug gerš ikki samfelagsliga sęš kann góštakast, soleišis at einstaklingar ella felųg fįa ein fyrimun viš einari slķkari atferš.

Ķ stuttum kann sigast, at inndrįttur ķ revsilógarhųpi snżr seg um at draga inn ólógligan vinning ("udbytte") ella reišskap v.m, sum er nżttur til at fremja geršina. Sjįlv revsingin veršur so lųgd afturat.

Ķ įvķsari serlóggįvu sum t.d. ķ lógini um vinnuligan fiskiskap eru gjųrdar serreglur višvķkjandi inndrįtti, har įsetingar um inndrįtt eru skerpašar ķ mun til revislógina. Taš kann t.d. nevnast, at § 42, stk. 2 ķ verandi lóg um vinnuligan fiskiskap, er ein skerping ķ mun til revsilógina, men er eingin broyting ķ mun til verandi įseting ķ lóg um vinnuligan fiskiskap, og er ętlanin, at ręttarsišvenjan veršur tann sama, sum hon er ķ lųtuni.

Tann veruliga broytingin og skerpingin ķ mun til verandi įseting ķ lóg um vinnuligan fiskiskap, er ķ § 42, stk. 3, har taš er įsett, at hóast įsetingarnar ķ stk. 1 og veršur ųll veiša og allur reišskapur altķš at draga inn, tį..., tvs. at talan er um obligatoriskan inndrįtt av allari veišu, sum er um borš į skipinum, og allan fiskireišskap, sum er um borš į skipinum, tį taš veršur tikiš fyri tey įvķsu brotini, sum nevnd eru ķ stk. 3, nr. 1 og 2. Um taš tķ kann stašfestast, at eitt brot, sum nevnt ķ stk. 3, er framt, skal ųll veiša og allur reišskapur altķš dragast inn. Hetta er uttan mun til, um ein partur av veišuni kann prógvast at vera fiskašur lógliga."

Ein samd nevnd tekur undir viš mįlinum, men vķsandi til omanfyristandandi višmerkingar męlir nevndin Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš viš hesum

b r o y t i n g a r u p p s k o t i

1) § 1, nr. 1 veršur oršaš soleišis: "1) § 4, stk. 1 veršur oršaš soleišis:

"Fųroyska ytra landleišin er sjógvurin innan fyri linju, sum gongur 200 fjóršingar (1 fjóršingur = 1852 metrar) frį beinum grundlinjum, drignar gjųgnum hesi 18 stųšini ķ tilskilašu rašfylgju:

    1. Sker ķ śtsynning śr Munkinum

    2. 61° 20’ 10’’.85 N - 006° 40’ 23’’.77 V
    3. Vestasti endi į Knśpi śt fyri Fįmara

    4. 61° 28’ 32’’.49 N - 006° 52’ 28’’.56 V
    5. Vestasta horniš į Knikarsboša vestur śr Mykines vita

    6. 62° 05’ 45’’.35 N - 007° 41’ 35’’.08 V
    7. Śtnyršingsendin į skeri millum Knikarsboša og Breišufles ķ śtnyršing śr Mykines vita

    8. 62° 05’ 47’’.32 N - 007° 41’ 30’’.86 V
    9. Vestasti endi į Breišufles

    10. 62° 05’ 51’’.69 N - 007° 41’ 21’’.98 V
    11. Vestasta horniš į Skeišini ķ śtnyršing śr Mżlingi

    12. 62° 18’ 15’’.59 N - 007° 13’ 08’’.95 V
    13. Landnyršings horniš į Skeišini

    14. 62° 18’ 17’’.61 N - 007° 12’ 59’’.66 V
    15. Vestasta horniš į Risanum, noršan fyri Eišiskoll

    16. 62° 19’ 25’’.00 N - 007° 06’ 16’’.52 V
    17. Noršasta horniš į Risanum

    18. 62° 19’ 27’’.14 N - 007° 06’ 05’’.48 V
    19. Noršasti endi į Rivtanga

    20. 62° 20’ 30’’.46 N - 006° 59’ 13’’.88 V
    21. Śtnyršingshorniš į Kalsfles, noršur śr Kalsoynni

    22. 62° 22’ 24’’.60 N - 006° 48’ 27’’.55 V
    23. Noršasti endi į Kalsfles

    24. 62° 22’ 24’’.84 N - 006° 48’ 20’’.02 V
    25. Noršasta horniš į Flesini, noršur śr Ennibergi

    26. 62° 23’ 42’’.42 N - 006° 33’ 52’’.71 V
    27. Noršasta horniš į Skoparanum į Fugloynni

    28. 62° 21’ 14’’.91 N - 006° 18’ 15’’.08 V
    29. Landnyršingshorniš viš Hellurnar

    30. 62° 20’ 38’’.30 N - 006° 15’ 32’’.61 V
    31. Eystasta horniš į Stapanum

    32. 62° 20’ 26’’.20 N - 006° 15’ 12’’.92 V
    33. Eystasti endi į Flesjunum, sunnan fyri vitan į Akrabergi

    34. 61° 20’ 25’’.74 N - 006° 39’ 42’’.86 V
    35. Sunnasti endi į Stórufles
      1° 20’ 21’’.88 N - 006° 39’ 46’’.53 V
    36. Sker ķ śtsynning śr Munkinum
      61° 20’ 10’’.85 N - 006° 40’ 23’’.77 V

Koordinatini frammanfyri vķsa til Datum ETRS 89.""

2) § 1, nr. 2 veršur oršaš soleišis: "2) § 4, stk. 3 veršur oršaš soleišis:

"Stk. 3. Innara landleišin er sjógvurin innan fyri beinar grundlinjur drignar gjųgnum hesi 18 stųšini ķ tilskilašu rašfylgju:

    1. Sker ķ śtsynning śr Munkinum

    2. 61° 20’ 10’’.85 N - 006° 40’ 23’’.77 V
    3. Vestasti endi į Knśpi śt fyri Fįmara

    4. 61° 28’ 32’’.49 N - 006° 52’ 28’’.56 V
    5. Vestasta horniš į Knikarsboša vestur śr Mykines vita

    6. 62° 05’ 45’’.35 N - 007° 41’ 35’’.08 V
    7. Śtnyršingsendin į skeri millum Knikarsboša og Breišufles ķ śtnyring śr Mykines vita

    8. 62° 05’ 47’’.32 N - 007° 41’ 30’’.86 V
    9. Vestasti endi į Breišufles

    10. 62° 05’ 51’’.69 N - 007° 41’ 21’’.98 V
    11. Vestasta horniš į Skeišini ķ śtnyršing śr Mżlingi

    12. 62° 18’ 15’’.59 N - 007° 13’ 08’’.95 V
    13. Landnyršings horniš į Skeišini

    14. 62° 18’ 17’’.61 N - 007° 12’ 59’’.66 V
    15. Vestasta horniš į Risanum, noršan fyri Eišiskoll

    16. 62° 19’ 25’’.00 N - 007° 06’ 16’’.52 V
    17. Noršasta horniš į Risanum

    18. 62° 19’ 27’’.14 N - 007° 06’ 05’’.48 V
    19. Noršasti endi į Rivtanga

    20. 62° 20’ 30’’.46 N - 006° 59’ 13’’.88 V
    21. Śtnyršingshorniš į Kalsfles, noršur śr Kalsoynni

    22. 62° 22’ 24’’.60 N - 006° 48’ 27’’.55 V
    23. Noršasti endi į Kalsfles

    24. 62° 22’ 24’’.84 N - 006° 48’ 20’’.02 V
    25. Noršasta horniš į Flesini, noršur śr Ennibergi

    26. 62° 23’ 42’’.42 N - 006° 33’ 52’’.71 V
    27. Noršasta horniš į Skoparanum į Fugloynni

    28. 62° 21’ 14’’.91 N - 006° 18’ 15’’.08 V
    29. Landnyršingshorniš viš Hellurnar

    30. 62° 20’ 38’’.30 N - 006° 15’ 32’’.61 V
    31. Eystasta horniš į Stapanum

    32. 62° 20’ 26’’.20 N - 006° 15’ 12’’.92 V
    33. Eystasti endi į Flesjunum, sunnan fyri vitan į Akrabergi

    34. 61° 20’ 25’’.74 N - 006° 39’ 42’’.86 V
    35. Sunnasti endi į Stórufles
      61° 20’ 21’’.88 N - 006° 39’ 46’’.53 V
    36. Sker ķ śtsynning śr Munkinum
      61° 20’ 10’’.85 N - 006° 40’ 23’’.77 V

Koordinatini frammanfyri vķsa til Datum ETRS 89.""

3) § 1, nr. 4 veršur oršaš soleišis: "Ķ § 15, stk. 1, 2. pkt. veršur aftan į oršiš "avhending", sett inn oršini "av botnfiskakvotum ķ ķslendskum sjógvi"."

4) Ķ § 1, nr. 7 veršur § 42, stk. 2, nr. 3 broytt soleišis, at reglubrot veršur sett inn aftan į oršiš "kunngerš".

2. višgerš 2. mai 2003. Broytingaruppskot frį samdari vinnunevnd til § 1 samtykt 31-1-0. Uppskotiš soleišis broytt samtykt 31-1-0. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

Į tingfundi 2. mai 2003 lųgdu tingmenninir Heini O. Heinesen, Jógvan į Lakjuni, Tórbjųrn Jacobsen og Kįri P. Hųjgaard fram soljóšandi

Broytingaruppskot
til
3. višgerš

§ 1, nr. 4, sum broytt viš 2. višgerš, veršur oršaš soleišis: "§ 15, stk. 1, 2. pkt. veršur strikaš".

3. višgerš 2. mai 2003. Broytingaruppskotiš frį Heina O. Heinesen, Jógvan į Lakjuni, Tórbjųrn Jacobsen og Kįra P. Hųjgaard fall 7-3-21. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 30-0-1. Mįliš avgreitt.

Ll.nr. 80 frį 08.05.2003