Ellis- og røktarheim

 

118  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 8. apríl, legði Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim

§ 1

Í løgtingslóg nr. 70 frá 02.05.2001 um ellis- og røktarheim verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 1 og § 4 verður aftaná "røktarheim" sett: "ella sambýli."
  2. Í § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:

  3. "Studningslánið, sum í hvørjum einstøkum føri verður veitt til ellis- og røktarheim, er í mesta lagi 500.000 kr., faldað við talinum av íbúgvum, sum heimið er ætlað til, tó ongantíð meiri enn helvtina av byggikostnaðinum og avmarkað av teirri til eina og hvørja tíð til endamálið avsettu upphæddini á løgtingsfíggjarlógini. Til eldrasambýli verður goldið 50.000 kr., faldað við talinum av búfólki, sum sambýlið er ætlað til."
  4. Í § 2 verður sum stk. 2 sett:
    " Harumframt verður landsstýrismanninum heimilað í 2003 at geva tilsagnir um, at stuðul verður veittur av árligu játtanini í 2004 og 2005. Upphæddin fyri ávikavist 2004 og 2005, sum tilsøgn verður givin um, kann ikki fara upp um játtanina á fíggjarlógini 2003."

§ 2

Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 

1. Almennar viðmerkingar:

Endamálið við lógaruppskotinum er:

  1. at fáa heimild til at veita tilsøgn um studning yvir um fíggjarár og
  2. at fáa lógarheimild fyri siðvenjuna um íløgustudning til eldrasambýlir.

Á fíggjarlógini 2003 eru á kontu 12.21.6.16, Eldrasambýli (løgujáttan), avsettar 19 mió kr. til keyp, umbygging og nýbygging av húsum til eldrasambýlir og aðrar eldrabústaðir, herundir ellis- og røktarheim. Játtanin er í 2003 økt fyri at stuðla undir at byggja eldrabústaðir sambært løgtingslóg nr. 70 frá 2. mai 2001 um studningslán til ellis- og røktarheim.

Almannamálaráðið hevur móttikið fleiri umsóknir frá kommunum, ið ynskja at fara í holt við ymsar verkætlanir innan eldrabústaðir. Talan er um bæði røktar- og ellisheim, eldrasambýlir og aðrar fyriskipanir, so sum fyribyrgjandi tilboð. Umsóknir á í alt 78,0 mió kr. fyriliggja í Almannamálaráðnum.

Í sambandi við viðgerðina av umsóknum til studningslán eftir løgtingslóg nr. 70 frá 2. mai 2001 um studningslán til ellis- og røktarheim hevur ivamál verið, hvørt Almannamálaráðið hevði heimild til at veita tilsøgn um studningslán yvir um fíggjarár. Heitt varð tí á Fíggjarmálaráðið um at fáa greiði á hesum spurningi.

Í svari sínum til Almannamálaráðið metir Fíggjarmálaráðið, at útgangsstøðið er, at tilsagnir kunnu nýtast í fíggjarárinum, tær eru givnar. Tilsagnir, sum ikki verða nýttar í verandi fíggjarári, men sum ætlandi koma til útgjaldingar í einum komandi fíggjarári, mugu hava fyrivarni um, at játtan er tøk, tá tær fella til gjaldingar. Skal hetta verða øðrvísi, má greið heimild vera til at geva bindandi tilsagnir út um fíggjarárið. Fíggjarmálaráðið metir ikki, at slík heimild er í verandi lóg ella fíggjarlóg. Almannamálaráðið er sostatt í teirri støðu, at tær ymsu verkætlanirnar, sum fyriliggja, ikki kunnu stuðlast, tí eingin heimild er at veita tilsøgn um studning yvir fleiri fíggjarár. Hetta er ein heldur óheppin støða, tá man politiskt er samdur um at stuðla slíkum verkætlanum. Endamálið við lógaruppskotinum er fyrst og fremst at fáa hesa heimild til vega.

Harumframt hevur siðvenja verið at veita studning til eldrasambýlir, uttan aðra heimild enn játtanarheimildina á fíggjarlógini. Siðvenjan byggir á, at studningur verður veittur við 50.000 kr. fyri hvørt búfólkið við teimum treytum, at 1) Heimarøktin viðmælir ætlanini, 2) reglugerðin verður góðkend av Almannamálaráðnum og 3) átalurættur verður tinglisin á ognini.

Við lógarbroytingini verður siðvenjan heimilað í lóg.

Á fíggjarlógini konto 12.21.6.16, Eldrasambýli (løgujáttan) konto 55, eru avsettar 3 mió kr. í 2003 til hetta endamál (íløgustuðul). 

2. Avleiðingar av uppskotinum:
Mett verður ikki, at uppskotið hevur við sær umsitingarligar avleiðingar, tí talan er bert um at broyta skipanina soleiðis, at landsstýrismaðurin kann geva bindandi tilsøgn um studningslán, sum røkkur yvir fleiri fíggjarár.

Uppskotið hevur við sær, at landsstýrismanninum verður veitt heimild til at binda Løgtingið at veita studningslán til bygging av ellis- og røktarheimi ella sambýli av árligu játtanini á fíggjarlógini, samstundis sum heimilað verður landsstýrismanninum at veita tilsøgn um studningslán tvey fylgjandi fíggjarár á rað aftaná hetta. Umsóknir á í alt 78,0 mió kr. fyriliggja í Almannamálaráðnum, men ráðið hevur ikki endaliga viðgjørt hesi uppskot, tí verkætlanirnar eru á einum slíkum støði, at endalig avgerð kann ikki takast í málunum. Fyri at nøkta tørvin, kann verða neyðugt, at játtanin tey komandi fíggjárárini verður størri enn í 2003. Í 2003 eru játtaðar 19 mió kr. til endamálið.

Uppskotið hevur sostatt við sær, at Løgtingið bindur seg til at játta somu upphædd á fíggjarlógunum fyri 2004 og 2005 sum í 2003 til endamálið, ella tilsamans 57 mió kr. yvir hetta trý ára skeiðið. Løgtingið hevur tó heimild til á fíggjarlógunum 2004 og 2005 at áseta eina størri upphædd til endamálið. 

  Fyri landið/
landsmyndug-
leikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

     

Nei

 

Ummæli
Uppskotið hevur verið sent Fíggjarmálaráðnum til ummælis, sum ongar viðmerkingar hevur havt. 

3. Serligar viðmerkingar:

Til § 1:
Landsstýrismaðurin fær við hesi lógarbroyting heimild til í 2003 at geva tilsøgn um studning, sum verður veittur av játtanini fyri fíggjarárini 2004 og 2005. Harafturat verður siðvenjan, sum hevur verið galdandi í fleiri ár, um at veita 50.000 kr. fyri hvørt búfólkið í studningi til sambýli, lógarfest.

Til § 2:
Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tað er av avgerandi týdningi, at játtast kann peningur skjótast til ber fyri at nøkta tann stóra tørvin, sum er innan hetta økið.

 

Undirritaðu tingmenn viðmæla, at uppskotið kemur til viðgerðar, hóast freistina í § 54, stk. 1 í tingskipanini.

Heðin Zachariasen Niklái Petersen Jenis av Rana Gerhard Lognberg
Alfred Olsen Kristina Háfoss Olaf í Garði Joensen Lisbeth L. Petersen
Finnleif Guttesen Rúni Hentze Jógvan á Lakjuni Poul Michelsen
Jógvan Arge Jógvan við Keldu Henrik Old Heðin Mortensen
Jørgen Niclasen Kári P. Højgaard Sune Jacobsen  

1. viðgerð 10. apríl 2003. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 30. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. apríl 2003, og eftir 1. viðgerð tann 10. apríl 2003 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23., 28. og 30. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í almannamálum.

Nevndin hevur frá Fíggjarmálaráðnum fingið upplýst, at Fíggjarmálaráðið arbeiðir við at gera broytingar í játtanarskipanini. Ein av broytingunum er, at tilsagnir um studning verða útreiðsluførdar, tá tær verða givnar, eins og gjørt verður eftir nýggju donsku játtanarskipanini frá 2001. Henda broyting kemur tó í fyrsta lagi í gildi við ársbyrjan 2004. Neyðugt hevði ikki verið við lógaruppskotinum, um henda reglan um útreiðsluføring longu var í gildi í játtanarskipanini. Hetta hevði tó verið treytað av, at rúm er fyri samlaðu tilsøgnini í inniverandi fíggjarári.

Tískil er lógaruppskotið eitt eindømi, hvat fíggingarhátti viðvíkir.

Harumframt fegnast Jørgen Niclasen um, at Løgtingið við hesum uppskoti ger karmar fyri, at kommunurnar fáa sett veruliga gongd aftur á bygging av ellis- og røktarheimum. Við hesum uppskoti verður heimilað landsstýrinum at lata stuðul upp til 500.000 kr. fyri búplássið, tó í mesta lagi helvtina av byggikostnaðinum. Hetta svarar til ein byggikostnað upp á 1.000.000 kr. fyri hvørt búpláss. Tørvurin er stórur, og tí er neyðugt at fáa peningin at røkka longur, um vit skulu gera okkum vónir um at nøkta tørvin innan fyri stutta tíð. Tí má landsstýrið virka við til at halda kostnaðinum niðri, og tó halda støðið. Vit hava seinasta árið sæð barnagarðar bygdar fyri næstan helvtarprís í mun til áður bygt, har støðið er fult á hædd við okkara krøv. Hetta er prógv um, at tað ber til at fáa pening at røkka longur, har úrslitið er, at ikki bara tey fáu fáa gleði av tí. Heitt verður tí á landsstýrismannin um at virka fyri, at peningurin á hesum øki røkkur longur – fleiri til hjálpar og øllum til sóma.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 2. mai 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 2. mai 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 81 frá 08.05.2003