Miðnámsskúli Suðuroy

 

120  Uppskot til  løgtingslóg um at byggja miðnámsskúla í Suðuroy

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2003, 11. apríl, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um at byggja miðnámsskúla í Suðuroy

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at miðnámsskúli verður bygdur í Vági í Suðuroy. Byggiútreiðslurnar í hesum sambandi kunnu í mesta lagi vera 45 mió kr.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

1. Endamálið við lógini
Endamálið er at fáa eina breiða viðgerð av málinum og síðani røkka eitt politiskt støðufesti, áðrenn nýggjur miðnámsskúli verður bygdur. Víst verður eisini til ásetingarnar í játtanarskipanini um, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið um íløgur, ið fevna yvir fleiri fíggjarár. Við eini slíkari verklagslóg ber til hjá landsstýrismanninum at tilrættisleggja virksemið fyri fleiri fíggjarár.

Sambært lógaruppskotinum fæst heimild fyri at byggja nýggjan miðnámsskúla. Útreiðslur landskassans í sambandi við bygging av miðnámsskúlanum verða í mesta lagi 45 mió kr. Innan henda lógarásetta karm kann landsstýrismaðurin gera avtalur, sum hava útreiðslur við sær komandi fíggjarár. Hetta verður gjørt í tann mun, tað er neyðugt fyri at fáa so góðar sáttmálar um bygging, sum til ber.

2. Gongdin í málinum
Undirvíst verður á Miðnámsskúlanum í Vági sambært løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 1995 við seinni broytingum um studentaskúlar v.m., og løgtingslóg nr. 62 frá 9. juni 1988 um ávísar skúlar, sum broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 3. apríl 2001.

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2001 vóru avsettar t.kr. 800 til prosjektering og bygging av miðnámsskúla í Suðuroy. Landsstýrismaðurin avgjørdi, at skúlin skuldi byggjast í Vágs kommunu. Løgtingið staðfesti avgerðina við løgtingslóg nr. 49 frá 3. apríl 2001 og broytti sostatt løgtingslóg nr. 62 frá 9. juni 1988 um ávísar skúlar. Landsstýrismaðurin setti eina bygginevnd, ið skuldi vísa á besta byggilendið, fyrireika og halda eina almenna prosjektkapping.

Bygginevndin kom fram til, at besta staðið at byggja miðnámsskúlan var á Hamrabø vestan fyri býin móti Eiðinum. Grundgivið var millum annað fyri, at skúlin kundi gagnnýta fótbóltsvøll og ítróttarhøll, ið eru í umhvørvinum frammanundan. Hesum tilmæli tók landsstýrismaðurin undir við, og farið var, saman við Vágs kommunu, undir at fáa lendið til vega. Vágs kommuna letur tann partin av lendinum, ið skúlin skal liggja á, til landið.

Bygginevndin gjørdi síðan hølisskrá og kappingartilfar. Í september 2001 var prosjektkapping útskrivað við innlatingarfreist tann 27. november 2001. Inn komu 12 uppskot, og gjørdi dómsnevndin sín úrskurð tann 11. desember 2001. Vinnarin av prosjektkappingini var Arkitektavirkið Árni Winther.

Frá byrjan av var ætlanin, at skúlin skuldi hava umstøður at gerast ein virkin partur av samfelagnum og geva møguleikar fyri at binda saman undirvísing, mentan, arbeiðslív og vinnulív í oynni. Skúlin skuldi hava eina samkomuhøll og Vágs kommuna gjørdi tíðliga greitt, at hon hevði áhuga í at hava býarbókasavn á skúlanum. Løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001 um Bókasøvn ásetir, at landið kann býtast upp í 7-9 meginbókasavnsdømi. Tann 5. februar 2002 søkti Vágs kommuna um at fáa meginbókasavn sett á stovn fyri Suðuroynna við staðseting á nýggja miðnámsskúlanum.

Mentamálaráðið hevur síðan í brævi, dagfest 7. oktober 2002, ið varð sent Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelagi umframt øllum kommununum í Suðuroy, greitt nærri frá ætlanini um bygging av meginbókasavni og um fíggjarligu avleiðingarnar av hesum.

Mentamálaráðið fekk skrivligt svar frá øllum kommununum í Suðuroy. Hesar kommunur hava játtað at vera við í fíggingini av meginbókasavninum: Porkeris kommuna, Hovs kommuna, Famjins kommuna og Vágs kommuna. Hinvegin hava Hvalbiar kommuna, Sumbiar kommuna og Tvøroyrar kommuna boðað frá, at tær ikki taka undir við ætlanini.

Vágs kommuna hevur boðað frá, at hon tekur undir við ætlanini saman við omanfyri nevndu kommunum. Kommunuparturin av meginbókasavnsløguni verður goldin av hesum kommunum.

3. Um byggingina
Arbeitt verður við prosjektering og endaligari tíðarætlan fyri byggingina. Ætlanin er, at jørðarbeiðið verður boðið út í summar, so sjálvt arbeiðið byrjar í august mánaði. Byggiarbeiðið verður væntandi boðið út komandi vár.

Ætlanin var, at skúlin skuldi vera klárur at taka í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2005. Arbeiðið hevur verið nakað seinkað, millum annað av umsóknini um meginbókasavn, og er tí sannlíkt, at arbeiðið kemur at verða liðugt á vári 2006.

4. Tíðarætlan
Miðnámsskúlin í Suðuroy hevur sera átrokandi tørv á nýggjum og betri undirvísingarhølum. Ætlanin er at fremja byggingina yvir komandi 3 árini, so nýggi bygningurin kann vera klárur at taka í nýtslu á vári 2006. Bygningurin er ætlaður til umleið 150 næmingar. Gólvvíddin verður áleið 2500 fermetrar.

5. Ummæli
Uppskotið var 20. februar 2003 sent Fíggjarmálaráðnum til ummælis. Í svari, dagfest 28. februar 2003, ger Fíggjarmálaráðið vart við hesi viðurskifti:

  1. Kostnaðurin av hvørji ætlan sær av meginbókasavni og skúla, átti at verið útgreinaður betur
  2. Fíggjarmálaráðið ger vart við, at tað er torført at meta um neyvleika av byggimálslýsingini av meginbókasavninum
  3. Fíggjarmálaráðið ger vart við, at tað finst longu ein heimildarlóg fyri at veita studning til bygging av meginbókasøvnum, og er játtan á fíggjarlógini til hetta virksemið

Viðm. til 1.
Mentamálaráðið hevur tikið hetta til eftirtektar. Í skrivi til Fíggjarmálaráðið, dagfest 25. mars 2003, vísir Mentamálaráðið á:

Fermetratalið av meginbókasavninum er tilsamans 700 fermetrar. 400 fermetrar eru fevndir av skúlabyggingini og 300 fermetrar til meginbókasavn, ið kommunurnar hava játtað at gjalda ein part av. Hesar kommunur hava játtað at vera við í fíggingini av meginbókasavninum: Famjins kommuna, Hovs kommuna, Porkeris kommuna og Vágs kommuna. Fermetraprísurin er mettur til 18.000 krónur.

Skúlabygging við skúlans parti av bókasavni eru 2500m2 á 18.000 kr. = 45,0 mió kr.
Kommunupartur av meginbókasavni eru 300 m2 á 18.000 kr. = 5,4 mió kr.
Tilsamans 2800 m2 á 18.000 kr. = 50,4 mió kr.

Meginbókasavnið kemur at virka sum skúlabókasavn fyri miðnámsskúlan sambært § 20, stk. 2 í løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn. Landið ber allan kostnaðin av íløgum til skúlabókasøvn í vinnu- og miðnámsskúlum. Teir 400 fermetrarnir til bókasavnið eru fevnir av byggingini av miðnámsskúlanum og eru íroknaðar tær 45 mió kr. í løgukostnaðinum. Teir 300 fermetrarnir, ið kommunurnar skulu vera við at fíggja av meginbókasavninum, veitir landið 50% í studningi til sambært § 15, stk. 3, í løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn.

Viðm. til 2.
Tikið til eftirtektar. Tekningar av byggingini verða latnar við uppskotinum.

Viðm. til 3.
Mentamálaráðið dugir ikki at síggja nakra formliga forðing í hesum viðurskiftum. Talan er í fyriliggjandi uppskoti um eina serlóg, sum heimilar útreiðslur til eina ávísa bygging. At heimild er í aðrari lóg til aðrar líknandi byggingar skuldi ikki verið nakar formligur trupulleiki.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

1. Fíggjarligar avleiðingar
Afturat játtanini fyri 2003, ið er 7,7 mió kr., verður fíggjartørvurin 15 mió kr. í 2004 og 15 mió kr. í 2005 og 7 mió kr. í 2006. (Upprunaliga vóru játtaðar 9,7 mió kr. í 2003, men við eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2003-2002 verður biðið um, at játtanin verður lækkað við 2 mió kr.).

2. Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

3. Umhvørvisavleiðingar
Uppskotið hevur lítlar ella ongar umhvørvisavleiðingar.

4. Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

5. Sosialar avleiðingar
Fyri heimstaðið hjá skúlanum og oynna sum heild má uppskotið væntast at hava positivar avleiðingar.

Talva 1. Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/
landsmyndug-
leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

Nei

Nei

Ja

Nei

Nei

6. Ummæli
Uppskotið hevur ikki verið til ummælis hjá kommununum í oynni. Ein ráðstevna um byggingina varð hildin í august 2002, har allar kommunurnar í Suðuroy vóru bodnar við. Vágs kommuna hevur frá byrjan verið í tøttum samstarvi við bygginevndina. Vágs kommuna hevur víst stóran áhuga fyri, at nýggjur miðnámsskúli verður bygdur í Vági. Uppskotið er sent Fíggjarmálaráðnum til ummælis.

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinirnar

Til § 1:
Í lógargreinini verður heimilað landsstýrismanninum at taka stig til, at nýggjur miðnámsskúli verður bygdur í Vági, og at byggiútreiðslurnar í hesum sambandi í mesta lagi kunnu vera 45 mió kr. Útreiðslurnar til forkanningar og prosjektering eru íroknaðar upphæddina.

Til § 2:
Ongar serligar viðmerkingar.

Hjáløgd skjøl:
Skjal 1: Tekningar frá Arkitektavirkinum Árna Winther
Skjal 2: Skriv frá FMR, dagfest 28. februar 2003
Skjal 3: Svarskriv frá MMR, dagfest 25. mars 2003

Undirritaðu tingmenn viðmæla, at uppskotið kemur til viðgerðar, hóast freistina í § 54, stk. 1 í tingskipanini.

Niklái Petersen Finnur Helmsdal Kári P. Højgaard Jógvan Arge
Rúni Hentze Olaf í Garði Joensen Óli Breckmann Jákup Mikkelsen
Jógvan á Lakjuni Kristina Háfoss Hergeir Nielsen Lisbeth L. Petersen
Heðin Mortensen Bárður Nielsen Marjus Dam Jóannes Eidesgaard
Katrin Dahl Jakobsen Andrias Petersen.    

1. viðgerð 22. apríl 2003. Málið beint í mentanarnevndina sum 24. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 11. apríl 2003, og eftir 1. viðgerð tann 22. apríl 2003 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 24. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Høgna Hoydal, landsstýrismann í mentamálum.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Jógvan Arge, Finnur Helmsdal, Jákup Mikkelsen og Kári P. Højgaard) tekur undir við málinum vísandi til viðmerkingarnar og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Heðin Mortensen, Katrin Dahl Jakobsen og Andrias Petersen) mæla til at samtykkja uppskotið við hesum viðmerkingum:

Minnilutin fýlist á tilvildina, sum ræður á skúlapolitiska økinum. At uppskot um at byggja nýggjan miðnámsskúla kemur fram í tólvta tíma og eftir framløgufreist prógvar manglandi miðvísan politikk. Fyri mentanarnevndina hevur hetta við sær, at tað ikki ber henni til at geva málinum ta nevndarviðgerð, sum slíkt mál átti at fingið. Minnilutin harmast um, at ikki hevur verið høvið at kalla inn umboð fyri býráðini í Suðuroy, orsakað av at málið er komið so seint frá landsstýrinum.

2. viðgerð 29. apríl 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 23-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 2. mai 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 87 frá 08.05.2003