101-2  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um alternativa bústaðarbygging

 

Framløga
Aðalorðaskifti


Ár 2003, 14. oktober, legði Bill Justinussen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis

Tá samgongan varð skipað eftir seinasta løgtingsval, vórðu hesar orðingar gjørdar um alternativa bustaðarbygging:

Alternativ bústaðarbygging verður framd við tøkum vinnuligum og almennum fíggingarmøguleikum. Lógin um Húsalánsgrunnin verður broytt, so hann eisini kann taka lut í hesum.

Í samsvari við hesa endamálsorðingina avgjørdu landsstýrismenninir í fíggjarmálum og familju- og heilsumálum at seta ein arbeisbólk, mannaðan við embætisfólki úr báðum aðalráðunum, at gera eina frágreiðing um alternativa bústaðarbygging. Arbeiðsbólkurin fór til verka í november mánaði 2002 og læt frágreiðingina úr hondum í apríl mánaði 2003. Við hesum er úrslitið av arbeiðinum komið á tingborð.

Álitið um alternativa bústaðarbygging er tann fyrsta samlaða lýsingin av búðstaðartørvinum í Føroyum, hjá teimum fólkum, sum ikki hava serligan tørv til bústaðin. Fólk, ið orsakað av sálarligum ella likamligum breki hava serligan tørv til bústaðin, eru sostatt ikki við í hesi kanning. Í álitinum verða hesir spurningar greinaðir:

Sostatt hava vit nú bæði fingið eina greining av, hvar størsti tørvurin á vanliga føroyska bústaðarmarknaðinum er og nøkur ítøkilig uppskot til loysnir av hesum trupulleikunum. Hinvegin hevur álitið ikki nágreiniliga viðgjørt tey byggiteknisku atlitini, ið neyðug eru at taka í sambandi við alternativa bústaðarbygging.

Høvuðsboðskapurin í álitinum
Álitið staðfestir, at størsti bústaðarpolitiski trupulleikin í Føroyum er tann, at bústaðarmarknaðurin eingi tilboð hevur til eldri fólk, ið fegin vilja flyta úr egnum stórum húsum, í ein minni bústað. Í eini Gallup-kanning, sum arbeiðsbólkurin læt gera í desember og januar mánaði, svaraðu meira enn helvtin av teim spurdu yvir 60 ár, at bústaður teirra var ov stórur. Í aldursbólkinum millum 50 og 59 ár søgdu yvir 30%, at bústaður teirra var ov stórur. Í hinum endanum svaraði ein minni partur í aldursbólkinum 20-39 (umleið 15%), at bústaður teirra var ov lítil.

Hesi tølini vísa sostatt, at tey bústaðarpolitisku átøkini í fyrsta umfari mugu vendast ímóti at skapa neyðugar karmar fyri bygging av smærri bústøðum. Á tann hátt kunnu fleiri bústaðartilboð fáast til vega til eldri fólk, sum búgva í stórum húsum og fegin vilja flyta í ein minni bústað, men sum ikki hava serligan tørv til innrættingina av bústaðnum, orsakað av likamligum ella sálarligum breki. Kanningarnar í álitinum vísa eisini, at meirlutin av hesum eldru fólkum búgva í húsum uttan skuld, og tí hava tey eina góða keypiorku, stendur tað teimum ein nøktandi bústaður í boði. Um tey eldru flyta úr stórum húsum í smærri bústaðir, verða fleiri hús tøk á marknaðinum til tann bólkin av yngri fólkum, ið sigur seg búgva í einum ov lítlum bústaði.

Lykilin til at skapa alternativar bústaðarmøguleikar er at finna eina millumloysn ímillum eigarabústaðir og leigubústaðir – í frágreiðingini er hesin bústaðarháttur nevndur lutaíbúðir ("andelsboliger"). Eitt lutaíbúðafelag er skipað á tann hátt, at fólk keypa ein lut í felagnum, sum svarar til ein bústað, og hareftir gjalda tey eina mánaðarliga leigu til lutaíbúðafelagið. Lutaíbúðafelagið ásetir sjálvt kostnaðin á teim einstøku lutunum eftir nærri reglum, og felagið ásetir eisini støddina á húsaleiguni sambært hesum reglum. Fyrimunurin við ánaraháttinum er, at ein slíkur íbúðalutur er nógv bíligari enn kostnaðurin á einum sethúsum, og tí krevst ikki eins nógvur peningur til at seta føtur undir egið borð. Somuleiðis hava lutaíbúðafeløgini eina ávísa stødd, og harvið skuldu bæði kostnaðurin á bústøðunum, rakstur og viðlíkahald ávirkast niðureftir.

Eg skal ikki gerast ov tekniskur í hesi framløguni, og tí skal eg vísa til tær neyvaru greiningarnar av hugtakinum alternativir bústaðir, sum eru at finna í kapittul 4 í bústaðarálitinum. Tó vil eg fegnast um, at arbeiðsbólkurin bæði hevur tikið atlit til menning av smábygdunum, og til at skapa grundarlag fyri øktum fíggingarmøguleikum til bústaðir til fólk í trongum fíggjarligum korum.

Neyvan er nakar ivi um, at neyðugt er at skapa fastar karmar um alternativar bústaðir, við at áseta hesar í eini lóg um alternativa bústaðarbygging. Lóggávan skal gera ásetingar fyri, hvussu lutaíbúðafeløg skulu verða skipað, men eg haldi tað eisini vera neyðugt við lóg at áseta leiklutin hjá kommununum, í sambandi við alternativa búðstaðarbygging . Í frágreiðingini verður mælt til, at samráðast verður við kommunurnar um, hvussu samstarvið millum land og kommunur skal fyriskipast, og hesum taki eg fult undir við. Eg skal tí undirstrika, at tað ikki er ætlanin, at smoyggja nakrar fyriskipanir um slíka bústaðarbygging niður yvir høvdið á kommununum. Hinvegin vóni eg, at tað ber til, at fáa eitt positivt samstarv í lag við føroysku kommunurnar um bústaðarpolitisk mál.

Ein annar týdningarmikil partur av bústaðarpolitikkinum er, at gera fyriskipanir sum borga fyri dygdini av slíkari bústaðarbygging. Hetta kann gerast á ein einfaldan hátt, við at gera eina fyriskipan við bygginormum fyri alternativa bústaðarbygging, sum skulu áseta eitt minstamark fyri dygdini á byggingini.

Fíggingarmøguleikar
Í øllum hinum norðanlondunum eru ymiskar bústaðarpolitiskar fyriskipanir, har tað almenna luttekur í størri ella minni mun. Í Noregi hevur sonevndi Husbanken ein leiklut, sum minnur nakað um okkara Húsalánsgrunn. Í Íslandi stendur tann sonevndi Íbúðalánasjóður, sum eisini er rættiliga átøkur Húsalánsgrunninum, fyri einum stórum parti av bústaðarfíggingini. Eg haldi, at tann besta loysnin hjá okkum er at leggja Húsalánsgrunnin og Íbúðagrunnin saman, og gera tann endurskipaða grunnin til tað almenna bústaðapolitiska amboðið. Grunnarnir skula leggjast saman við lóg, og eg miði ímóti, at lógin kemur á tingborð í hesi tingsetuni.

Eg haldi, at uppskotið frá arbeiðsbólkinum um, at Húsalánsgrunnurin einans skal vera ein lánistovnur, er skilagott. Tað kann ikki vera rætt, at grunnurin bæði eigur í verkætlanum um alternativa bústaðarbygging og samstundis lænir út til hesar. Tað er ein samantvinning av áhugamálum, sum ikki er nøktandi.

Tá ið komið verður við nýggjum politiskum ætlanum, er tann brennandi spurningurin altíð, hvussu hetta skal fíggjast. Verður Húsalánsgrunnurin endurskipaður á tann hátt, eg havi tosað um, hava vit ein fíggjarliga sterkan stovn við neyðugum førleika til at átaka sær fíggingina av alternativari bústaðabygging. Men eg haldi samstundis, tað vera sera umráðandi at leggja hetta í eina trygga legu soleiðis, at tað ikki endar við, at Húsalánsgrunnurin verður tømdur eftir einum stuttum áramáli. Vit noyðast tí at hugsa um, á hvønn hátt Húsalánsgrunninum skal verða loyvt at vinna pening, soleiðis at grunnurin bæði kemur í eina trygga búskaparliga legu og samstundis hevur tøkan kapital, at læna út til alternativa bústaðarbygging.

MVG-spurningurin
Ein annar heitur politiskur spurningur, sum hevur verið nógv frammi seinnu árini í sambandi við bústaðarbygging av ymiskum slagi, er, hvørt fleiri undantøk skulu gerast í MVG-skipanini. Arbeiðsbólkurin fekk til uppgávu at kanna hesi viðurskifti, men er komin til ta niðurstøðu, at tað er meira skynsamt at veita lagaliga fígging gjøgnum ein endurskipaðan Húsalánsgrunn.

Sjálvur haldi eg, tað vera mest umráðandi at fáa gongd á alternativa bústaðarbygging og gera hesa bygging so bíliga sum møguligt. Útrokningar hjá arbeiðsbólkinum hava víst, at lagaligar lániveitingar kunnu lætta eins nógv um kostnaðarstigið á alternativari bústaðarbygging. Harumframt eru slíkar serligar lániveitingar munandi bíligari fyri landskassan, enn fleiri MVG-undantøk og øktur rentustuðul høvdu verið. Um úrslitið á botnlinjuni verður tað sama við lagaligari fígging, sum við MVG-undantøkum og betri atgongd til rentustuðulsskipanina, haldi eg, at endamálið er rokkið.

Samanumtikið
Eg havi verið varðugur við, at báðir teir stóru peningastovnarnir høvdu ávísar almennar atfinningar mótvegis niðurstøðunum í álitinum, stutt eftir at tað var almannakunngjørt. Millum annað at almenni peningurin í Húsalánsgrunninum fór at avlaga kappingina á bústaðarmarknaðinum, og at tað tí ikki var rætt, at Húsalánsgrunnurin fekk einkarætt til at fíggja alternativa bústaðarbygging.

Í hesum sambandi vil eg gera púra greitt, at talan ikki verður um nakra kappingaravlagan, um hesar bústaðarpolitisku ætlanirnar verða framdar. Húsalánsgrunnurin fær ikki nakra játtan á fíggjarlógini, men fær kortini nakrar skyldur, sum peningastovnarnar ikki hava. Tær verða ásettar í endamálsorðingunum í lógini og í reglugerðini fyri Húsalánsgrunnin. Tað er heldur ikki ætlanin, at Húsalánsgrunnurin skal fáa einkarætt at fíggja alternativa bústaðarbygging – hetta stendur øllum fíggjarstovnum í boði. Sostatt eru tað heldur peningastovnarnar sum hava ein kappingarfyrimun í mun til Húsalánsgrunnin, tí teirra virksemi er ikki bundið á sama hátt.

Tað skal vera mín vón, at Løgtingið tekur væl ímóti hesi frágreiðing og at hon kann elva til eitt gott og spennandi bústaðarpolitiskt orðaskifti. Lat meg enda við at siga, at eg ikki fati hetta mál sum ein spurning millum samgongu og andstøðu. Bústaðarviðurskifti eru viðkomandi fyri øll, og tí fari eg fyri mín part at stremba ímóti eini breiðari semju um hetta mál. Mín vón er, at eitt samt Løgting kann taka undir við einum almennum bústaðarpolitikki, sum miðar ímóti, at seta skjøtil á alternativa bústaðarbygging í Føroyum.

Við hesum orðum verður frágreiðingin løgd fyri Løgtingið.

Aðalorðaskifti var 21. oktober 2003. Málið avgreitt.