Frágreiðing um Tilbúgvingarverkætlan Føroya


101-3  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um Tilbúgvingarverkætlan Føroya


Framløga og orðaskifti

Ár 2003, 25. november, legði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, ið varðar av málsøkinum tilbúgving, leggur hervið fyri Løgtingið frágreiðing (perma) um "Tilbúgvingarverkætlan Føroya" til aðalorðaskiftis.

Frágreiðingin er eitt úrslit av einum felags arbeiði millum avvarðandi myndugleikar og áhugapartar innan tilbúgvingarøkið í Føroyum við endamálinum at gera uppskot til eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar.

Við støði í frágreiðingini, hevur síðani verið tikið stig til, at málsøkið tilbúgving verður yvirtikið sum føroyskt sermál, og eru embætismannasamráðingarnar hesum viðvíkjandi um at vera lidnar. Eisini eru fyrireikingar byrjaðar at tilevna uppskot til eina føroyska tilbúgvingarlóg, ið verður løgd fyri Løgtingið, eftir at málsøkið tilbúgving er yvirtikið sum føroyskt sermál, ið væntandi verður á ólavsøku 2004.

Ætlanin er, at aðalorðaskiftið í Løgtinginum skal vera ein kunning til tingmenn um verandi og komandi ætlanir á tilbúgvingarøkinum, umframt at birta upp undir eitt tilbúgvingarpolitiskt orðaskifti, har tingmenn fáa høvi at siga sína hugsan um tilbúgvingarligar spurningar, áðrenn uppskotið til tilbúgvingarlóg fyri Føroyar verður lagt fyri Løgtingið komandi ár. 

Málslýsing
Tilbúgvingarøkið í Føroyum er í dag skipað við sokallaðari "sektorábyrgd", ið merkir, at hvør landsstýrismaður sær hevur ábyrgdina av tilbúgvingini á teimum málsøkjum, ið viðkomandi landsstýrismaður varðar av. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur eina samskipandi ábyrgd av tilbúgvingini, og hevur eisini ábyrgd av tilbúgvingini á málsøkjum, ið aðrir landsstýrismenn ikki varða av.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur m.a. ábyrgdina av fylgjandi uppgávum á tilbúgvingarøkinum:

Áðurnevnda "Tilbúgvingarverkætlan Føroya" var eitt samstarv millum Fiskimálaráðið, Løgmansskrivstovuna, Oljumálaráðið, Vinnumálaráðið, Trivnaðarmálaráðið (nú Almannamálaráðið og Familju- og Heilsumálaráðið), Føroya Landfúta, Føroya Kommunufelag og Føroya Kommunusamskipan. Eisini luttóku Landsfelagið fyri bjargingarfeløg (LFB), felagið Føroyskir Sløkkiliðsleiðarar og Landsfelag Sløkkiliðsmanna í arbeiðinum.

Verkætlanin arbeiddi sambært fylgjandi arbeiðssetningi:

"at skipa eina tilbúgving fyri Føroyar við tí endamáli at fyribyrgja, avmarka og veita hjálp, tá skaðar henda á persónar, ognir og umhvørvið, orsakað av vanlukkutilburðum og katastrofustøðum, ella tá stórur vandi er fyri hesum".

Í niðurstøðunum hjá verkætlanini sæst m.a., at stórur tørvur framhaldandi er á at gera eitt nærri kanningar- og greiningararbeiði á tilbúgvingarøkinum, og verkætlanin hevur í tilmælum fleiri tilráðingar til, hvussu tilbúgvingin í Føroyum kann betrast.

Av stórum uppgávum, ið liggja fyri framman á tilbúgvingarøkinum kunnu t.d. nevnast tilbúgvingarætlan fyri dálking á landi, tilbúgvingarætlan umborð á skipum, tilbúgvingarætlan hjá kommununum, samskipað útbúgvingarætlan innan bruna- og bjargingarøkið og tilbúgvingarsamstarv við grannalond.

Fiskimálaráðið hevur raðfest tilbúgvingarøkið høgt í 2003 og metir, at tað framhaldandi er neyðugt at raðfesta økið høgt í 2004, soleiðis at tilmælini í frágreiðingini um "Tilbúgvingarverkætlan Føroya" kunnu setast í verk.

Í sambandi við, at málsøkið tilbúgving væntandi verður yvirtikið sum føroyskt sermál á ólavssøku 2004, hevur landsstýrismaðurin, sum áður nevnt, eisini ætlanir um, at lógargrundarlagið fyri tilbúgvingini verður dagført. Ætlanin er, at komandi tilbúgvingarlóg skal virka sum ein heimildarlóg fyri alla tilbúgving í Føroyum, við høvuðsendamálinum at tryggja eitt greitt ábyrgdarbýti millum ymsu myndugleikarnar innan tilbúgvingarøkið.

Frágreiðingin er ætlað, sum grundarlag fyri framtíðar arbeiðinum, og saman við niðurstøðunum frá orðaskiftinum í Løgtinginum, verður grundarlagið undir at seta tilbúgvingarligu kósina frameftir.

Frágreiðingin hevur verið til hoyringar hjá aðalráðunum og hjá fleiri áhugapørtum í føroysku tilbúgvingini.

Á tingfundi týsdagin 2. desember 2003 var aðalorðaskifti um frágreiðingina. Málið avgreitt.