101-05  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um altjóða menningarpolitikk Føroya

Framløga
Aðalorðaskifti

Ár 2004, 20. apríl, legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Frágreiðing

til

aðalorðaskiftis

 

Altjóða menningarpolitikkur Føroya

Miðskeiðis í sjeytiárunum samtykti aðalfundur Sameindu Tjóða, at hjálpin til menningarlond treytaleyst átti at verið økt til 0,7% av bruttotjóðarúrtøkuni hjá øllum ídnaðarlondum. Hetta mál var tó ongantíð rokkið hjá ídnaðarlondunum, verða Norðurlond undantikin. Harumframt hevur millum bæði ídnaðarlond og menningarlond verið ivasamt, hvørt hjálpin í veruleikanum hevur ment menningarlondini. Búskaparligi munurin millum ídnaðarlondini og menningarlondini er nevnliga øktur seinastu tjúgu árini, samstundis sum nýggju slagorðini hjá menningarlondunum eru vorðin til trade not aid. Við øðrum orðum, menningarlondini vilja heldur hava atgongd fyri sínar vørur til teir stóru marknaðirnar hjá ídnaðarlondunum og á tann hátt menna seg búskaparliga, heruppií vinnuliga, mentanarliga og sosialt.

Tá ið hugsað verður um Føroyar og menningarhjálp, eigur at verða havt í huga, at samtyktin hjá Sameindu Tjóðum einans er galdandi frá sjálvstøðug lond og tískil á ongan hátt fyri Føroyar. Sostatt eru Føroyar fevndar av menningarhjálpini hjá Danmark.

Síðan fyrst í nítiárunum hava verið játtaðar á fíggjarlógini 180.000 til 200.000 krónur til menningarhjálp. Játtanin varð hækkað fyri árið 2001 til 300.000 krónur. Men harafturat var bæði í 1999 og 2002 við fíggjarnevndarskjali játtað at geva ávíkavist 2,5 og 2,7 milliónir afturat í bráðfeingishjálp. Bæði í 2002 og 2003 er størsti parturin av játtanini latin ST felagsskapinum World Food Programme.

Menningarstuðulin er í flestu førum játtaður til lutfalsliga størri verkætlanir. Nógvar av hesum verkætlanum eru í roynd og veru heldur trúboðara- og neyðhjálparkendar í mun til tað, ið onnur lond skilmarka sum menningarhjálp. Í veruliga hugtakinum fyri menningarhjálp er eisini hugtakið afturkast. Øll ídnaðarlond, ið veita menningarhjálp, hava samstundis í huga ein afturkastingarpolitikk. Verkætlanirnar í menningarlondunum koma sostatt eisini gevaralondunum til góðar við øktum samskifti heruppií samhandli. Í hesum sambandi verður ofta tikið til act local be global. Hetta er eisini ein háttur at marknaðarføra eitt land, til tess at altjóða støða landsins verður viðurkend og hámett. 

Tað slepst ikki undan, at Føroyar eru væl fyri í altjóðahøpi, og at fólk líða ikki neyð her á landi, um samanborið verður við aðrar partar av heiminum. Aðrastaðni í heiminum afturímóti tørva nógvum fólki hjálp, samstundis sum Føroyar hoyra til skaran av londum, ið kunnu veita hjálp. Harafturat hava Føroyar í mun til tey tilafturskomnu londini eitt vælvirkandi samfelag, hvørs vitan og royndir kundu komið teimum til góðar.

Sameindu Tjóðir hava sett so nevnd Millenium Development Goals (MDG). Hesi mál skulu verða nádd í seinasta lagi 2015. MDG er grundað á samtyktir og semjur, ið heimurin áður er komin ásamt um á fundum um sjálvberandi menning í eitt nú Rio de Janeiro og Johannesburg.

MDG fevnir um átøk, ið Føroyar kunnu verða við til at fremja. Millum evnini, ið verða raðfest í MDG, eru smáu menningaroyggjalondini. Føroyar eru eitt vælvirkandi oyggjasamfelag og kunnu tískil veita menningarhjálp til hendan landabólk. Eitt føroyskt átak í einum minni oyggjalandi ella í einum avmarkaðum landafrøðiligum øki í størri landi kann gera veruligan mun landinum at frama. Slíkt átak kann harumframt fremja sínámillum samstarv millum Føroyar og avvarðandi land á øðrum økjum.

Grannalond Føroya hava ein greiðan leist í teirra menningarhjálp til triðja heimin. Felags er, at tað er eitt greitt endamál við hjálpini, og ikki ein játtan til meira og minni tilvildarligar ætlanir. Í hesum høpi eiga Føroyar at hugsa um, hvat landið kann geva heimssamfelagnum. Føroyar eru eitt lítið oyggjaland, og tí kundu Føroyar lagt seg eftir at veitt hjálp til smá oyggjasamfeløg og/ella smá lond ella eyðkend samfeløg í einum landi.

Altjóða menningarpolitikkur Føroya í framtíðini
Verður hugsað um framtíðar føroyskan menningarpolitikk, eigur støða samstundis at verða tikin til at skilmarka hann. Í hesum sambandi kunnu sjey hugsaðar leiðir verði at farið. Tær verða nærri útgreinaðar niðanfyri.

  1. Menningarhjálpin verður latin stovnum undir Sameindu Tjóðum til at nýta til ávís átøk í menningarlondum.
  2. Menningarhjálpin verður latin millumtjóða áhugafelagsskapum til at nýta til ávís átøk í menningarlondum.
  3. Menningarhjálpin verður latin beinleiðis til staðbundnar verkætlanir.
  4. Menningarhjálpin verður latin til føroyskar felagsskapir, ið virka á staðnum.
  5. Menningarhjálpin verður latin felagsátøkum hjá føroyskum vinnufeløgum og vinnufeløgum í ávísum oyggjamenningarlandi til tess at menna vinnulív tess. Tílíkt samstarv millum føroysk virki og virki á staðnum verður framt undir umsjón av avvarðandi myndugleikum í ávikavist Føroyum og viðkomandi landi.
  6. Menningarhjálpin verður latin felagsátøkum hjá føroysku fyrisitingini og fyrisitingini í ávísum oyggjamenningarlandi fyri at menna um fyrisiting og lóggávu tess. Í tílíkum førum verða fólk send úr føroysku fyrisitingini til avvarðandi oyggjamenningarland til tess at ráðgeva í sambandi við menning av fyrisiting og lóggávu.
  7. Bráðfeingisneyðhjálp verður latin við fíggjarnevndarskjali.

Menningarhjálp skal ikki bert vera ein spurningur um pening ella peningaupphæddir. Menningarhjálp skal hava til endamáls at menna tað samfelag, ið verður hjálpt. Føroyar kunnu tí hjálpa best, og sostatt fáa mest fyri peningin, um føroysk servitan verður brúkt í menningini av øðrum londum. Tað kundi verið at hjálpt einum minni menningaroyggjalandi við at uppbygt eina fiskivinnufyrisiting og fiskvinnubygnað í breiðum høpi. Tað kundi eisini verið at sett í gongd felags vinnulig átøk til tess at menna fiskivinnuna í einum minni menningaroyggjalandi.

Ein føroysk heildarætlan fyri altjóða menningarpolitikk kundi sostatt fevnt um at samansjóða leiðirnar 5 og 6 í ein serligan føroyskan leist fyri menningarhjálp til smá menningaroyggjalond. Í hesum sambandi kundi fyrisitingin sent serligar ráðgevarar avstað fyri at stuðla upp undir at byggja upp nýggjar skipanir innan fyrisiting og lóggávu, og á tann hátt skapa karmar fyri menning av avvarðandi landi. Samstundis kundi føroyska vinnan farið undir felagsátøk saman við vinnuni í avvarðandi landi til tess at byggja upp eina sjálvberandi fiskivinnu ella aðra vinnu. Umframt at hjálpa avvarðandi landi, gevur hesin leistur eisini føroysku vinnuni møguleikar, ið ikki eiga at verða avmarkaðir til einans fiskivinnuna, men afturímóti kunnu eisini fevna um onnur øki, har Føroyar hava servitan og royndir, eitt nú kunningartøkni, verkfrøði, bygging og hvussu undirstøðukervi verða skipað í smáum londum. Føroyski leisturin fyri menningarhjálp kundi síðan havt tað strategiska endamál at knýtt Føroyar og avvarðandi menningaroyggjaland saman í eitt formligt samstarv innan karmarnar av einum sínámillum sáttmála, har allar forðingar verða beindar av vegnum fyri samvinnu í breiðum týdningi báðum londum at frama.

Til tess at menningarhjálpin skal vera tikin i álvara verður harafturat mett, at játtanin eigur at verða økt munandi, og at fyrisitingarligt tilfeingi verður tøkt til at umsita menningarhjálpina. Tað er ilt at meta um, hvat er hóskandi upphædd til menningarhjálp. Vóru Føroyar eitt sjálvstøðugt land, sum helt seg til samtyktina hjá Sameindu Tjóðum, hevði føroyska menningarhjálpin verið umleið 72 milliónir krónur í ár. Eitt mál kundi verið at játtað 10% av málinum hjá Sameindu Tjóðum, ið er umleið 7 milliónir krónur.

Her eigur tó at verða havt í huga, at nevndu leiðir 1-6 seta í mun til hvørja aðra ymisk krøv til at umsita eina framtíðar føroyska menningarhjálp. Meðan leiðirnar 1-6 krevja, at Føroyar á hvørjum ári veita menningarhjálp í stórum upphæddum til átøk í menningarlondum, hevur leið 7 við sær, at menningarhjálpin verður avtikin.

Við øðrum orðum, verður avgjørt at fara leið 7, fara Føroyar ikki at halda fram við at veita menningarhjálp til onnur lond, men afturímóti bráðfeingisneyðhjálp, tá í áneyðir eru fyri tí. Slík hjálp verður vanliga latin londum, ið verða fyri ágangi so sum kríggi heruppií innanlandsstríð, ella sum verða rakt av náttúruvannlukkum. Leið 7 hevur eisini við sær, at neyðugt verður ikki at hava eina játtan á fíggjarlógini til endamálið á hvørjum ári. Sostatt verður tað ein politisk avgerð í hvørjum einstøkum føri, hvørt bráðfeingisneyðhjálp verður latin til eitt ávíst land, og hvussu stór upphæddin verður. Vegna tess, at tørvurin fyri slíkum átøkum ofta er óvæntaður, og átøkini hava bráðskund er skilabest, at neyðhjálpin verður latin við heimild í fíggjarnevndarskjølum. Harumframt verður tørvurin á fyrisitingarligum tilfeingi ikki so stórur sum fyri leið 1-6. Í hesum leisti verður tað áleikandi politiski viljin, sum avger hjálpina, og ikki ein miðvís langtíðarætlan fyri menningarhjálp.

Nú frágreiðingin um altjóða menningarhjálp verður løgd fyri Løgtingið, er tað við teirri vón, at frágreiðingin kann verða grundarlag undir einum uppbyggjandi orðaskifti.

Aðalorðaskifti týsdagin 27. apríl 2004. Málið avgreitt