100-1 Fyrispurningur til Bill Justinussen, landsstýrismann, viðvíkjandi fíggjarútgreining av virkseminum á Landssjúkrahúsinum

Orðaskifti

Ár 2003,  mikudagin 3. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvussu langt er arbeiðið komið við at gera neyvar fíggjarútgreiningar av virkseminum á Landssjúkrahúsinum?
  2. Um arbeiðið er liðugt, kann landsstýrismaðurin so upplýsa, um niðurstøðurnar í útgreiningunum kunnu sameinast við ætlaða fíggjarniðurskurðin komandi ár?
  3. Um niðurstøðurnar ikki kunnu sameinast við sjónarmiðið um at skerja játtanina í 2004, ætlar landsstýrismaðurin so kortini at virka fyri, at játtanin verður skerd?

Viðmerkingar:

Um stutta tíð verður uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2004 lagt fyri tingið. Sambært landsstýrismanninum í fíggjarmálum verður talan um eina "sparifíggjarlóg", har ætlanin er at skerja eitt prosent av øllum játtanum, ella tilsamans 36 mió krónur, samanborið við játtanina í 2003.

Ein av størstu játtanunum á løgtingsfíggjarlógini er § 11 (Familju- og heilsumál). Størsta einstaka útreiðslan undir hesi grein er rakstrarjáttanin til Landssjúkrahúsið, sum í ár er 259 mió krónur.

Hóast Landssjúkrahúsið framdi sparingar alt heystið 2002 til dømis við at geva kommunulæknum boð um einans at senda sjúklingar við bráðneyðugum tørvi til sjúkrahúsið, so brúkti Landssjúkrahúsið 6,5 mió krónur meira til lønir hetta árið, enn játtað var.

Í upprunaliga uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2003 vórðu 267,6 mió krónur settar av til Landssjúkrahúsið, men meirilutin í fíggjarnevndini lækkaði hesa játtanina við 8,3 mió krónum uttan at grundgeva við einum einasta orði fyri, hví ella hvar sparingar kundu gerast.

Í blaðsamrøðu tann 10. januar í ár segði stjórin á Landssjúkrahúsinum, at sjúkrahúsleiðslan var í ferð við at gera neyvar fíggjarútgreiningar, sum skuldu vísa fíggjartørvin hjá Landssjúkrahúsinum. Einki hevur verið at hoyrt alment um úrslitini av hesi kanning. Men nú, tá fíggjarlógarviðgerðin kemur fyri, hevði verið hóskandi, at politikarar kendu til kanningina. Serliga tá havt verður í huga, at landsstýrið ætlar at fremja sparingar á øllum økjum, hevði ein tílík kanning kunnað givið upplýsingar um, hvar møguligt er at spara, og hvar sparingar ikki eru møguligar, uttan at tær fáa álvarsamar avleiðingar.

Nógvar broytingar eru hendar á sjúkrahúsøkinum seinastu árini, millum annað í leiðslubygnaðinum, men heilsuverkið er fíggjarliga trupult at útgreina, og tí hevur tað týdning at vita, hvussu peningurin verður brúktur.

Tí verða hesir fyrispurningar settir landsstýrismanninum.

Á tingfundi 10. september 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 14. oktober 2003 svaraði Bill Justinussen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

1. Hvussu langt er arbeiðið komið við at gera neyvar fíggjarútgreiningar av virkseminum á Landssjúkrahúsinum?

Arbeiðið við at gera neyvar fíggjarútgreiningar á Landssjúkrahúsinum fór í gongd á heysti 2002.

Orsøkin til hetta var, at samanhangurin millum ætlaða virksemið, starvsfólkanýtsluna og tillutaðu játtanina til tey ymsu virkisøkini á Landssjúkrahúsinum ikki var nóg greiður. Í fleiri ár hevði fatanin verið, at innanhýsis fíggjarætlanin til fleiri øki ikki var í samsvari við veruligu nýtsluna. Hetta hevði havt við sær, at ábyrgdarhavandi leiðslur ikki høvdu álit á innanhýsis fíggjarætlanini sum stýringsamboð. Úrslitið av hesum varð, at tað var sera torført at greina, hvat orsøkin var til, at Landssjúkrahúsið samlað hevði eitt undirskot, sum í 2002 var upp á 6-7 mió kr. – tá lønarhækkingar í árinum ikki vóru tiknar við.

Arbeiðið við fíggjarstýringini varð skipað í 3 partar:

  1. partur: Meginreglur fyri innanhýsis fíggjarætlan og fíggjarstýring á Landssjúkrahúsinum
  2. partur: Broytingarnar settar í verk í sambandi við fíggjarætlanina fyri 2003
  3. partur: Menna skipan fyri mál- og úrslitastýring á stovninum

Fyrsti partur var gjøgnumførdur í tíðarskeiðinum september til november mánað 2002. Meginreglurnar fyri fíggjarstýringina á Landssjúkrahúsinum vóru hesar:

Annar partur, sum var at útgreina og seta í verk broytingarnar, fór í gongd í desember 2002. Tann innleiðandi parturin endaði í mars 2003 við einum fíggjarstýringsseminari fyri allar leiðarar á stovninum. Her blivu tær nýggju innanhýsis fíggjarætlanirnar og mannagongdirnar fyri fíggjarstýringini viðgjørdar.

Støðið í innanhýsis fíggjarætlanunum á deildunum er tikið í uppmøtingini á vaktunum og tí galdandi lønarlagnum. Harumframt hava depilsleiðslurnar lønarpuljur til avloysarar í sambandi við feriu, sjúku o.a. Talan er um eina sera tepra fíggjarætlan fyri øll øki, sum einans kann hanga saman, um stýringin er ógvuliga neyv. Í sambandi við avspáking, sjúku o.a. eru tað ikki ráð at taka avloysarar inn í øllum førum. Tí má gerast ein meting í hvørjum einstøkum føri.

Við nýggju útgreiningini er tað møguligt at siga heilt ítøkiligt, hvussu nógv tey ymsu økini kosta at reka, og hvussu nógv skal skerjast í virkseminum og tænastunum, um játtanin verður lækkað.

Úrslitið av broytingunum í fíggjarstýringini hevur verið rímiliga gott og fíggjarætlanin á Landssjúkrahúsinum hevur hildið higartil í ár.

Sáttmálabroytingar við afturvirkandi kraft kunnu tó hava við sær, at ein lítil meirnýtsla verður í endanum av árinum upp á umleið 1%. Talan er um broytingar í vaktargjøldum o.ø., sum bleiv fráboðað í summar, men sum eru galdandi frá ársbyrjan.

Triði partur í fíggjarútgreiningini er ikki rættiliga byrjaður enn. Hesin snýr seg um at menna eina skipan fyri mál- og úrslitastýring ella sáttmálastýring á stovninum. Hetta hevur við sær, at tað í størri mun verður avrikið, sum verður stýrandi fyri innanhýsis figgjarjáttanina. Fyri at tað skal vera møguligt at gera eina slíka fíggjarstýringsskipan, er neyðugt við eini góðari skrásetingarskipan. Hesa hevur Landssjúkrahúsið ikki í løtuni, men arbeitt verður við at fáa eina slíka skipan til vega. Tá hetta er gjørt, fer at bera til at gera samanberingar við effektivitetin á øðrum sjúkrahúsum, sum eisini brúka slíkar skipanir. Ein háttur at gera hetta er við sokallaðu DRG-skipanini (Diagnose Relatet Groups), har støðið verður tikið í teimum einstøku viðgerðunum.

2. Um arbeiðið er liðugt, kann landsstýrismaðurin upplýsa, um niðurstøðurnar í útgreiningunum kunnu sameinast við ætlaða fíggjarniðurskurðin komandi ár?

Útgreiningarnar hava ført til, at tað er ein greiður samanhangur millum ætlaða virksemið, starvsfólkanýtsluna og fíggjarjáttanina innan fyri tey ymsu økini á Landssjúkrahúsinum. Fíggjarætlanin fyri 2003 hongur saman.

Ætlanin er at hækka játtanina til Landssjúkrahúsið við umleið 6,6 mió kr. í 2004. Tørvur er á hesi meirjáttan komandi ár, tí nýbygningurin verður tikin í nýtslu og virksemið á sjúkrahúsinum verður tí økt. Ætlanin er eisini at økja játtanina til tað psykiatriska økið. Hetta hevur undirritaði lagt fram á aðalorðaskifti um heildapsykiatri fyrr í ár.

Í sambandi við at nýbygningurin verður tikin í nýtslu, verða eyka útreiðslur til rakstur og økt virksemi. Millum annað er ætlanin at taka eina skurðstovu afturat í nýtslu. Samstundis er ætlanin í størri mun at gera umleggingar til ambulanta viðgerð. Hesi átøk geva eina skjótari og betri heilsutænastu til borgararnar soleiðis, at fleiri sjúklingar kunnu viðgerast, og at bíðilistarnir til skurðviðgerðir harvið styttast.

3. Um niðurstøðurnar ikki kunnu sameinast við sjónarmiðið um at skerja játtanina í 2004, ætlar landsstýrismaðurin so kortini at virka fyri, at játtanin verður skerd?

Sambært fíggjarlógaruppskotinum er ætlanin, sum nevnt, ikki at skerja játtanina til Landssjúkrahúsið í 2004, men at hækka játtanina við umleið 6,6 mió kr. í mun til verandi játtan.

Málið avgreitt.