100-5 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi  játtan og nýtslu á § 2 fyri ár 2003

Fylgiskjal  

 

Fíggjarmálaráðið
Traðargøta 39
FO-160 Argir

Rakstrarfrágreiðing fyri § 2 Løgmansfyrisitingin v.m. á fíggjarlóg fyr 2003

Tús kr

FL-2003

Væntað nýtsla

Munur/eykajáttan

2.11.1.21 Umbygging í Tinganesi

1.500

2.200

700

2.11.1.12 Viðlíkahald

875

475

-400

2.11.1.02 Løgmansskrivstovan

12.351

11.051

-300

Í yvirlitinum omanfyri eru tær høvuðskonti lýstar, har søkt verður um eykajáttan. Viðmerkingar til høvuðskontur í yvirlitinum eru hesar:

Viðv. 2.11.1.21 Umbygging á Tinganesi

Talan er um íløgujáttan. Løgmansskrivstovan hevur í umbúna at søkja um eykajáttan á hesi kontu. Upphæddin søkt verður um er 700 tús kr. Søkt verður um eykajáttanina fyri formliga at staðfesta meirnýtslu, sum eftir øllum at døma longu er farin fram pr. 11. september í ár, og fyri at gera arbeiðið í Egholmshúsi liðugt í ár, soleiðis at hølini kunnu verða tikin í nýtslu til virksemi hjá Løgmansskrivstovuni.

Landsverkfrøðingurin hevur síðan 2001 veitt Løgmansskrivstovuni ráðgevingartænastur í samband við byggimál, sum tengd eru at høvðuskontu 2.11.1.21. Landsverkfrøðingurin hevur latið privata arkitektafyritøku standa fyri ítøkiligu ráðgevingini, herundur uppgávum viðvíkjandi eftirliti við fíggjarligum viðurskiftum.

Tann 10. september 2003 staðfesti Løgmansskrivstovan í FSL-leiðslukunningarskipanini, at bókaðar vóru 1.390.069,82 kr á høvuðskonto 2.11.1.21. Játtanin var 1.500.000,00 kr. Ongar ógoldnar rokningar lógu hjá Løgmansskrivsstovuni. Løgmansskrivstovan roknaði ikki við, at stórvegis at restrokningum vóru á veg, m.a. tí at tað í frágreiðingum frá byggifundum var ásett, at veitarar skuldu gera upp krøv síni fyri arbeiði v.m. 14. hvønn dag.

Løgmansskrivstovan ynskti tó – nú arbeiðið var um at vera av – at gera endaligu støðuna upp, og heitti tí á umboð fyri Landsverkfrøðingin og arkitektavirkið, sum hevði veitt ráðgevingartænastur vegna Landsverkfrøðingin, um at koma til fundar 11. sept. 2003. Á hesum fundi kunnaði byggifakligi sakkunnleikin Løgmansskrivstovuna um, at rokningar fyri arbeiði og tilfar – eisini fyri keyp eldri enn 2 vikur – vóru á veg, at hesar fóru at verða váttaðar av byggifakligu ráðgevingarstovninum/-fyritøkuni, og at talan var um fleiri hundrað túsund krónur. Grundað á hesar upplýsingar tók Løgmansskrivstovan á fundinum við tað sama avgerð um, at alt keyp viðvíkjandi høvðuskontu 2.11.1.21 – herundir arbeiði, tænastur og tilfar – skuldi steðgast í stundini. Boð vóru givin til umboð Landsverkfrøðingsins (og privatu ráðgevingarfyritøkuna) um hetta á fundinum.

Hóast Løgmansskrivstovan síðan fundin 11. september hevur heitt á ráðgevingarfyritøkuna og Landsverkfrøðingin um at koma við nágreiniligari uppgerð yvir rokningar, sum resta í at gjalda viðv. byggingini, so fyriliggur slíkt ikki pr. 23 september – bert fyribilsuppgerðir.

Sambært fyribilsuppgerð frá ráðgevingarfyritøkuni, dagfest 19. september, er nógv, ið bendir á, at meirnýtsla í mun til játtan á fíggjarlóg 2003, er umleið 550 tús. kr. Yvirlitið er ikki fullfiggjað, og kann roknast við, at endaliga talið er nakað hægri. Somleiðis skulu 30-50 tús. kr nýtast til arbeiði, ið skal til fyri at hølini kunnu verða tikin í nýtslu. Tí verður biðið um eykajáttan upp á 700 tús. kr.

Løgmansskrivsstovan er farið undir at endurskoða samstarvsskipanina við Landsverkfrøðingin, ið galdandi hevur verið í samband ráðgevingartænastir, veittar Løgmansskrivstovuni í byggimálum við tí fyri eyga at bøta um fíggarstýringina. Týðandi táttur í hesum viðfangi er at byrgja fyri, at meirnýtsla í mun til játtan ikki aftur tekur seg upp.

Viðv. 2.11.1.02 Løgmansskrivstovan og 2.11.1.12 Viðlíkahald

Ætlanin er, at eykajáttan til meirútreiðslur á høvuðskonto 2.11.1.21, verður útreiðslu-neutral, grein 2 viðvíkjandi. Hetta verður at gera við sparingum/lækkaðari nettoútreiðslujáttan á høvuðskontu 2.11.1.02 Løgmansskrivstovan og 2.11.1.12 Viðlíkahald.