100-8 Fyrispurningur til landsstýrismannin í mentamálum, viðvíkjandi játtan og nýtslu á § 7 fyri ár 2003

Orðaskifti (riggar ikki)

Ár 2003, mikudagin 17. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Kann landsstýrismaðurin geva Løgtinginum eina meting av samlaðu nýtsluni innan § 7 á fíggjarlógini (Útbúgving og gransking) fyri ár 2003 á øllum konti, har mett verður, at játtanin ikki kemur at halda? Talan er um allar rakstrar-, lógarbundnar og aðrar útreiðslur fyri árið, sæð í mun til játtanina á fíggjarlógini. Metingin ynskist fyri hvørja høvuðskonto sær.
  2. Um landsstýrismaðurin ikki metir, at játtanir koma at halda, hvørji stig ætlar hann so at taka fyri at tryggja, at hesar halda?

Viðmerkingar
Fyrispurningurin er settur fyri at fáa neyvari meting av nýtsluni á ávísum játtanum á fíggjarlógini fyri ár 2003. Verandi játtanir á fíggjarlógini eru ásettar síðsta heyst, tá fíggjarlógaruppskotið fyri ár 2003 varð lagt fyri tingið og seinni samtykt í Løgtinginum við ávísum broytingum.

Væntandi hevur landsstýrismaðurin nýtslutøl tøk fyri teir fyrstu 8 til 9 mánaðirnar í ár, tá spurningurin eigur at verða svaraður, og harvið betri møguleika at meta um røttu nýtsluna fyri árið.

Á tingfundi 17. september 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 15. oktober 2003 svaraði Annita á Fríðriksmørk, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Ad. 1.

Felagsútreiðslur

Væntað

FL 2003

nýtsla

Munur

07.11.01

Fyrisiting

09.00

Mentamálaráðið (Rakstrarj.) 15.808 16.008 (200)

Útbúgving og gransking

07.23.02

Fólkaskúlin v.m.

07.00

Læraraeftirlønir (Lógarbundin j.)

-

25.200

26.200

(1.000)

07.23.06

Hægri útbúgvingar og gransking

23.00

Ymiskar verkætlanir (Rakstrarj.)

-

1.615

1.695

(80)

Mentan

07.24.03

Mentanararvur

22.00

Listasøvn (Rakstrarj.)

-

1.839

1.939

(100)

07.24.04

Fjølmiðlar

01.00

Sjónvarp Føroya (Landsf.)

-

(175)

0

(175)

07.00

Útvarp Føroya (Landsf.)

-

(175)

0

(175)

Ad. 2.

Mentamálaráðið. Á komandi eykajáttan eru stig tikin til at hækka játtanina 200 tús. kr. at rinda meirkostnað í sambandi við yvirtøkuarbeiði.

Læraraeftirlønir. Søkt er um eykajáttan.

Ymiskar verkætlanir. Á komandi eykajáttan eru stig tikin til at hækka játtanina 80 tús. kr at rinda meirkostnað í lønarviðurskiftum.

Listasøvn. Á komandi eykajáttan eru stig tikin til at hækka játtanina 100 tús. kr at rinda meirkostnað í sambandi við óvæntaðar útreiðslur.

Sjónvarp Føroya. Rætting til fíggjarlógina, heimild er ikki at nýta inntøkurnar til annað endamál.

Útvarp Føroya. Rætting til fíggjarlógina, heimild er ikki at nýta inntøkurnar til annað endamál.

 

Málið avgreitt.