100-9 Fyrispurningur til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, viðvíkjandi játtan og nýtslu á § 12 fyri ár 2003

Orðaskifti

Ár 2003, mikudagin 17. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Kann landsstýrismaðurin geva Løgtinginum eina meting av samlaðu nýtsluni innan § 12 á fíggjarlógini (Almannamál) fyri ár 2003 á øllum konti, har mett verður, at játtanin ikki kemur at halda? Talan er um allar rakstrar-, lógarbundnar og aðrar útreiðslur fyri árið sæð í mun til játtanina á fíggjarlógini. Metingin ynskist fyri hvørja høvuðskonto sær.
  2. Um landsstýrismaðurin ikki metir, at játtanir koma at halda, hvørji stig ætlar hann so at taka fyri at tryggja, at hesar halda?  

Viðmerkingar
Fyrispurningurin er settur fyri at fáa neyvari meting av nýtsluni á ávísum játtanum á fíggjarlógini fyri ár 2003. Verandi játtanir á fíggjarlógini eru ásettar síðsta heyst, tá fíggjarlógaruppskotið fyri ár 2003 varð lagt fyri tingið og seinni samtykt í Løgtinginum við ávísum broytingum.

Væntandi hevur landsstýrismaðurin nýtslutøl tøk fyri teir fyrstu 8 til 9 mánaðirnar í ár, tá spurningurin eigur at verða svaraður, og harvið betri møguleika at meta um røttu nýtsluna fyri árið.

Á tingfundi 17. september 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 14. oktober 2003 svaraði Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Ad 1)
Landsstýrismaðurin skal við hesum framleggja hesa talvu, sum vísir tær konturnar, har roknað verður við fráviki:

Konto

Heiti

Slag av játtan

Játtan á fíggjarlóg

Væntað nýtsla

Munur

Eykajáttan

12.21.1.13.

Vanlukkutryggingarráðið

R

543

428

-115

Ja –115

12.21.3.01.

Barnaforsorg

L

31.675

31.367

-308

Ja –385

12.21.3.05.

Stuðul til uppihaldspening

L

0

7.568

7.568

Ja 7.800

12.21.3.10.

Børn og ung við atferðartrupulleikum

R

4.983

5.483

500

Ja 500

12.21.4.01.

Dagpeningaskipanin

L

47.766

48.184

418

12.21.6.01.

Serforsorg

R

104.334

99.706

-4.628

12.21.6.04.

Røkt av eldri

R

221.043

221.958

915

12.21.6.10.

Ansingarsamsýning

L

8.216

10.252

2.036

12.21.6.12.

Stuðulsskipanin fyri vaksin

R

10.695

8.200

-2.495

.

12.21.6.13.

Vardar íbúðir

O

150

130

-20

12.21.6.20.

Føroya blindastovnur

R

6.064

6.034

-30

12.21.7.01.

Vanlig forsorg

L

104.262

125.643

21.382

12.21.8.01.

Fólkapensjón

L

355.300

357.152

1.852

12.21.8.05.

Fyritíðarpensjón

L

192.900

187.993

-4.907

12.21.8.10.

Einkjubarnastyrkur

L

2.100

1.945

-155

12.21.8.13.

Viðbót til ávísar pensjónistar

L

18.059

16.679

-1.380

R: Rakstrarjáttan, O: Onnur játtan, L: Lógarbundin játtan

Roknað verður harumframt við, at peningur kemur at leypa av íløgujáttanini til eldrasambýlir. Almannamálaráðið kannar í løtuni, hvussu nógv kemur at leypa av kontuni, og hví peningur loypur av.

Ad 2)
Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur skotið upp at søkja um eykajáttan til vanliga forsorg í eykajáttanini fyri september. Harumframt arbeiða Almannamálaráðið og Almannastovan við broytingum í umsitingini av §17 meirútreiðslur til brekað børn og §18 hjálpartól v.m. Landsstýrismaðurin má ásanna, at útreiðslurnar á serliga §18 hjálpartól v.m. eru vaksnar ógvusligt. Hetta hevur fingið landsstýrismannin til at gera stórar broytingar í umsitingini av hesum greinum. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004 er lagt upp til, at stuðulsskipanin fyri brekað børn frá 1. januar 2004, skal gerast til eitt rakstrarstað og umsitast saman við stuðulsfólkaskipanini fyri vaksin. Eisini skjýtur landsstýrismaðurin í fíggjarlógaruppskotinum upp, at smá hjálpartól, sum oftast verða nýtt í eldrarøktini, verða flutt til eitt rakstrarstað og umsitin av økisterapeutunum úti í økinum. Endamálið við báðum broytingunum er at fáa betri skipanir og betri stýring av bæði tiltøkum og útreiðslum.

Viðvíkjandi fólkapensjón og ansingarsamsýning fer landsstýrismaðurin at skjóta upp, at søkt verður um tað, sum manglar í, í eykajáttanini fyri november.

Viðvíkjandi eldrarøktini so verður roknað við eini minni yvirnýtslu upp á knap 1 mió kr. ella tað, sum svarar til 0,4%. Sum kunnugt hevur serliga Heimarøktin sett tiltøk í verk fyri at tálma útreiðslunum í ár. Landsstýrismaðurin heldur tað vera neyðugt, at økið verður lýst soleiðis, at støða kann takast til, hvat fyri støði Heimarøktin skal hava. Landsstýrismaðurin hevur styrkt Heimarøktina við 3 mió kr. í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004, umframt at Heimarøktin og eldraøkið í uppskotinum fáa tilført ta játtan upp  á 9,6 mió kr. til rakstur, sum kemur av, at nýggj sambýlir og røktarheim fara at lata upp.

Viðvíkjandi Serforsorgini verður roknað við eini minninýtslu upp á umleið 4,6 mió kr. Minninýtslan er grundað á, at virksemið, sum skuldi setast í verk fyri sinniveik, ikki er komið so langt, sum ætlað.

Málið avgreitt.