100-10 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstżrismann, višvķkjandi jįttan og nżtslu į § 3 fyri įr 2003

Oršaskifti

Įr 2003, mikudagin 17. september, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Vilhelm Johannesen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur  

  1. Kann landsstżrismašurin geva Lųgtinginum eina meting av samlašu nżtsluni innan § 3 į fķggjarlógini (Fķggjarmįl) fyri įr 2003 į ųllum konti, har mett veršur, at jįttanin ikki kemur at halda? Talan er um allar rakstrar-, lógarbundnar og ašrar śtreišslur fyri įriš, sęš ķ mun til jįttanina į fķggjarlógini. Metingin ynskist fyri hvųrja hųvušskonto sęr.
  2. Um landsstżrismašurin ikki metir, at jįttanir koma at halda, hvųrji stig ętlar hann so at taka fyri at tryggja, at hesar halda?

Višmerkingar
Fyrispurningurin er settur fyri at fįa neyvari meting av nżtsluni į įvķsum jįttanum į fķggjarlógini fyri įr 2003. Verandi jįttanir į fķggjarlógini eru įsettar sķšsta heyst, tį fķggjarlógaruppskotiš fyri įr 2003 varš lagt fyri tingiš og seinni samtykt ķ Lųgtinginum viš įvķsum broytingum.

Vęntandi hevur landsstżrismašurin nżtslutųl tųk fyri teir fyrstu 8 til 9 mįnaširnar ķ įr, tį spurningurin eigur at verša svarašur, og harviš betri mųguleika at meta um rųttu nżtsluna fyri įriš.

Į tingfundi 17. september 2003 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 14. oktober 2003 svaraši Karsten Hansen, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar

Ad. 1: Mett veršur, at jįttanin kemur ikki at halda fyri 2 hųvušskontur undir § 3 ķ mun til fķggjarlógina ķ įr. Hųvušskonturnar, sum ikki koma at halda eru:

Nr.

Hųvušskonta

3.21.2.01.

Stušul til flutning og dupult hśsarhald (Lógarbundin jįttan)

+1 mió kr.

3.22.4.01.

Stušul til rentuśtreišslur (Lógarbundin jįttan)

-7 mió kr.

Tilsamans

-6 mió kr.

Nżtslan undir § 3 veršur sostatt mett at fara at verša 6 mió kr. minni enn į fķggjarlógini 2003. Orsųkin er, at rentustųšiš hevur veriš lęgri enn vęntaš, og at stušulin til flutning og dupult hśsarhald var mettur ov lķtil, tį iš fķggjarlógin fyri 2003 varš gjųrd.

Ad 2: Landsstżrismašurin fer at sųkja Lųgtingiš um eykajįttan višvķkjandi hesum kontum.

Mįliš avgreitt.