100-11 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi  tunnilsgerð millum Húsavík og Dal

Orðaskifti

Ár 2003, fríggjadagin 10. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Ætlar landsstýrismaðurin at bera so í bandi, at peningur verður játtaður á fíggjarlógini fyri 2004 til kjarnuboringar til fyrireiking til tunnil millum Húsavík og Dal?
  2. Ætlar landsstýrismaðurin at finna útvegir fyri, at peningur verður tøkur til keyp av jørð til tilkoyringarvegirnar til tunnilsmunnarnar?

Viðmerkingar
Tað blivu settar av kr. 500.000,- í fíggjarárinum í 2002 til at gera kanningar av bergholinum millum Húsavík og Dal, men hetta árið vóru nærum ongar kanningar. Sjálvur fekk eg at vita frá Landsverkfrøðinginum, at nær um einki var brúkt av játtanini - eitt tal sum kr. 50.000 varð nevnt, og sostatt fall peningurin burtur.

Sjálvur setti eg fram uppskot um, at tað blivu avsettar kr. 600.000 á fíggjarætlanini fyri 2003 til endamálið. Hetta málið fall, og var tað sagt, at allar kanningar vóru gjørdar, tað var ikki bara landsstýrismaðurin, sum segði avgjørt, at kanningarnar vóru gjørdar.

Nú eg aftur fór at kanna hetta málið við tunli og spurdi hjá landsverkfrøðinginum, hvussu nógv tunnilin var mettur at kosta, og hvussu langur hann bleiv, fekk eg at vita, at hetta var ikki nemt at svara uppá grundað á tað, at ongar kjarnuboringar vóru gjørdar, og at hesar fóru at kosta uml. kr. 600.000 - júst tað sum eg bað um.

So eg fari so inniliga at heita á landsstýrismannin um at fáa tann neyðuga peningin til vega í komandi fíggjarætlan. Tað vil siga til kanning og til keyp av tí jørð, sum fer undir vegirnar, sum eru til tunnilsmunnarnar. Og síðani at byrja hetta arbeiðið við fullari kraft.

Fólk eru allatíðina í vanda, tí farleiðin er beinleiðis vandamikil, so tað kann ongantíð vera rætt at bíða, til ein stórskaði er hendur.

Á tingfundi 14. oktober 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 4. november 2003 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Til 1:
Landsstýrið hevur ásett ein samlaðan játtanarkarm fyri íløgur, ið landið ger, og verður ein partur av hesum karmi nýttur til íløgur í vegir, tunlar, havnir og ferjur. Tað er frammanundan greitt, at stórur partur av hesum peningi skal nýtast til verkætlanir, sum eru í gongd, og har landið í sáttmála við privatar arbeiðstakarar hevur bundið seg til at gjalda ávís sáttmálagjøld. Nevnast kunnu samferðsluhavnin á Syðradali, samferðsluhavnin í Suðuroy og nýggja suðuroyarferjan.

Harafturat er tað ein fyrimunur, um tað verður arbeitt effektivt við teimum verkætlanum, sum eru í gongd, heldur enn at arbeiða spakuliga við nógvum verkætlanum í senn. Um ov nógvar verkætlanir eru í gongd í senn, verður bæði samlaði kostnaðurin og rentuútreiðslurnar hjá landinum hægri, í mun til støðuna, har talið á verkætlanum er meira hóskandi.

Tá tað snýr seg um nýgerð av tunlum í landinum, er tørvur á fleiri nýggjum tunlum, og er tunnilin til Dals ein av hesum. Eingin ivi skal tó vera um, at tunnilin millum Øravík og Hov verður raðfestur fremst, og at tað er her, at peningurin til tunnilsgerð serliga fer at verða nýttur komandi árini.

Undirritaði landsstýrismaður hevur tí ikki hildið tað vera bráðneyðugt at játta pening til bergholskanningarnar á tí sera tronga íløgukarminum fyri 2004. Farið verður í fyrsta lagi undir at gera tunnil til Dals, tá tunnilin millum Øravík og Hov er liðugur. Í hesum sambandi er vert at geva gætur, at ynski eisini er um tunnilsgerð aðrastaðni í landinum, m.a. í Norðoyggjum, til Tjørnuvíkar, til Fámjins og til Hvalbiar.

Í seinasta enda er tað tó Løgtingið, og ikki landsstýrismaðurin, sum ger av, hvussu peningurin á løgtingsfíggjarlógini skal býtast. Um Løgtingið ger av at játta neyðuga peningin til kjarnuboringar, kann útgerðin, ið varð nýtt til at kanna tunnilin millum Øravík og Hov, flytast til Sandoyar, so kjarnuboringar kunnu gerast í 2004.

Til 2:
Ætlanin er ikki at skjóta upp at játta pening til at keypa lendi til tilkoyringarvegir til tunnilsmunnarnar í 2004. Tað eigur ikki at verða gjørt, fyrrenn forkanningarnar eru lidnar, verkætlanin er endaliga prosjekterað, og Løgtingið í verklagslóg hevur samtykt at fara undir verkætlanina.

Málið avgreitt.