100-12 Fyrispurningur til Annitu á Fríðriksmørk, landsstýrismann, viðvíkjandi lógini um filmseftirlit 

Orðaskifti

Ár 2003, týsdagin 14. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

Hvørjar eru orsøkirnar til, at lóg nr. 92 frá 4. oktober 1984 um filmseftirlit við seinni broytingum skal takast av, og er ætlanin at seta nakað í staðin?

Viðmerkingar:
Filmseftirlitið er rættiliga gamalt og var, áðrenn núgaldandi lóg kom í gildi, skipað eftir lóg frá 1938 og kunngerðum í sambandi við hana. Henda skipanin fevndi sum vera man bert um biograffilmar. Men í 1984 varð nýggj lóg um filmseftirlit samtykt á tingi, og nú vórðu videofilmar eisini fevndir av filmseftirlitinum.

Eingin ivi kann vera um, at tað er alneyðugt at hava eftirlit við, hvørjir filmar verða vístir í biografum í Føroyum, og ikki minni, hvørjir videofilmar verða seldir ella leigaðir út. Eitt filmseftirlit gevur serstakliga foreldrum eina trygd fyri, at teir filmar, sum tey ungu fara til, keypa ella leiga, hava verið gjøgnum eitt filtur, har ein nevnd við skikkaðum fólki hevur góðkent og veitt trygd fyri, at innihaldið er borðbært.

Tí tykist tað ómetaliga løgið, at tað í uppskotinum til fíggjarlóg fyri fíggjarárið 2004 verður boðað frá, at landsstýrismaðurin fyrireikar uppskot at leggja fyri tingið í heyst, har løgtingslóg nr. 92 frá 4. oktober 1984 um filmseftirlit við seinni broytingum verður avtikin.

Nú er ilt at vita, hvørji argument, ið skulu vera fyri at avtaka filmseftirlitið. Sjálvandi kann vera brúk fyri onkrum broytingum, men tær síggjast so ikki í fíggjarlógini.

At avtaka filmseftirlitið er eftir spyrjarans tykki eitt álvarsligt stig og eitt ógvuliga keðiligt signal at senda út, og áhugavert kundi verið at fingið at vitað, hvørjar tær veruligu orsøkirnar eru til hetta uppskot.

Á tingfundi tann 15. oktober 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi tann 11. november 2003 svaraði Annita á Fríðriksmørk, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina 2004 varð semja í samgonguni um, at Filmseftirlitið verður tikið av. Lat meg tí staðfesta beinanvegin, at lógaruppskot mítt um at taka lóg nr. 92 frá 4. oktober 1984 um filmseftirlit tískil er í samsvari við ætlanirnar hjá samgonguni.

Orsøkirnar til lógaruppskotið eru tvær: í fyrstu atløgu ein staðfesting av broyttu miðlastøðuni og harvið virksemismøguleikum Filmseftirlitisins, ið eg skal útgreina niðanfyri. Í aðru atløgu er talan eisini um eina sparing á fíggjarlógini. Í viðmerkingunum til uppskotið vísti eg tó á, at tørvur verður á ráðgeving á økinum, og sum eg eisini skal nema við niðanfyri.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin um avtøkuna av Filmseftirlitinum vísir spyrjarin á, at eitt filmseftirlit gevur serstakliga foreldrum trygd fyri, at teir filmar, sum tey ungu fara til, keypa ella leiga, hava verið ígjøgnum eitt filtur, har ein nevnd við skikkaðum fólki hevur góðkent og veitt trygd fyri, at innihaldið er borðbært.

Hesum eri eg fyri so vítt ikki ósamd í. Men hetta er ikki í samsvar við, hvussu Filmseftirlitið í veruleikanum virkar í dag. Sum er skrásetir Filmseftirlitið allar innfluttar filmar og setur merki á við vegleiðing um aldursmark. Filmseftirlitið hyggur tó bert í einstøkum førum eftir filmum. Filtrið, ið spyrjarin sipar til, er tískil í flestu førum eitt stempul og gevur í sjálvum sær onga trygd fyri, at børn og ung síggja filmar, sum eitt nú hava 18 ára aldursmark vegna grovan harðskap ella líknandi.

Filmseftirlitið er ætlað at verða ein vernd, sum samfelagið foreldranna vegna veitir børnunum og teimum ungu ímóti teimum skaðiligum árinum, ið filmar við grovum harðskapi og pornografiskum ella øðrum siðspillandi innihaldið metast hava. Í dag er veruleikin tó tann, at filmurin sum miðil bert er ein av so nógvum øðrum miðlakeldum, ið børnini og tey ungu hava atgongd til.

Arbeiðsøki Filmseftirlitisins er í roynd og veru filmar, ið verða sýndir alment og sjónbandafilmar, sum antin eru keyptir ella leigaðir í føroyskum handli. Longur er virksemisøkið Filmseftirlitisins ikki. Tó galda ásetingarnar um útbreiðslu av pornografiskum innihaldið sambært revsilógini fyri felags antennuskipanir, ið senda fylgissveinarásir í Føroyum. Men teir túsundtals privatu parabolmóttakararnar, sum eru at finna víða hvar í Føroyum í dag, eru ikki fevndir av ásetingunum í revsilógini. Filmseftirlitið hevur heldur ongar virkismøguleikar á teimum digitalu miðlunum, tvs. serliga internetinum og telduspølunum. Júst hetta økið er í dag høvuðskeldurnar hjá børnunum og teim ungu til undirhalds, og har grovur harðskapur og pornografiskt innihald stundum floymir yvir skíggjarnar.

Eg kann í hesum sambandi nevna, at tað í norðurlendskum høpi júst í hesum døgum verður nógv umrøtt, hvussu myndugleikarnir kunnu verja børn og ung móti tí ótespiliga og skaðiliga innihaldi, ið ofta er at finna í telduspølum. Ein verja er at framleiða góð telduspøl við uppbyggiligum innihaldi á móðurmálinum. At hava dygdargóð alternativ til vánaliga tilfarið á internetinum og í telduspølum er eisini ein verja í sjálvum sær. Men henda framleiðsla er sera kostnaðarmikil. Av hesi orsøk hava tí bæði Norðurlandaráðið og norðurlendsku mentamálaráðharrarnir umrøtt møguleikan at stovna ein norðurlendskan fjølmiðlagrunn at stuðla framleiðsu av dygdargóðum digitalum innihaldi. Hugsað verður her fyrst og fremst um telduspøl á móðurmálinum. Málið um fjølmiðalgrunnin verður tó neyvna avgreitt í bræði, tí talan verður um sera stórar upphæddir. Eisini kann eg nevnda, at í nýggja uppskotinum til lóg um Mentanargrunn Landsins er lagt upp fyri júst týdninginum av at stuðla framleiðsluni av digitalum innihaldi á móðurmálinum.

Eg trúgvi, at spyrjarin eins og øll onnur vita, at til ber ikki at hava eitt eftirlit við øllum hesum uttan so, at talan er um ein yvirvaksnan stovn við alskyns heimildum, ið vit bert kenna frá ávísum totaliterum skipanum. Skulu vit veruliga verja børnini og tey ungu, so má tað tí verða gjøgnum foreldrini, tí tað eru fyrst og fremst foreldrini, ið hava ábyrgdina av egnum børnum sínum. Tað er tí ein sannroynd, at tað frá samfelagsins síðu er tørvur á at skifta fokus frá eftirlitið til ráðgeving.

Her hugsið eg serliga um fakliga ráðgeving og upplýsing til foreldrini um eitt nú harðskap í filmum, á internetinum og í telduspølum. Hvørji pedagogisk atlit eru at taka? Hvørji sálarfrøðilig atlit? Hvar eru markini fyri, hvat ið børnini og tey ungu tola? osfr. Sannroynd er, at børnini og tey ungu brúka hesar miðlar í fleiri tímar hvønn einasta dag, og tað er tí tørvur á, at samfelagið gevur foreldrunum nøkur faklig amboð til tess at verja børnini og tey ungu ímóti skaðiligu ávirkanum, ið sumt av innihaldinum í hesum miðlum kunnu geva.

Tað er eisini tí, at eg havi mælt til, at tað samstundis sum Filmseftirlitið verður avtikið og játtanin niðurløgd, verður kannað, um og á hvønn hátt skipað kundi verið fyri ráðgeving og upplýsing á økinum. Hvat ein slík kemur at kosta er í løtuni óvist. Hugsast kundi, at Fyribyrgingarráðið, ið landsstýrismaðurin í Familju- og heilsumálum, fyrisitur, kundi fingið virksemisøki sítt víðkað til eisini at fevna um hesa ráðgeving. Eg havi tí tikið spurningin upp við avvarðandi landsstýrismann.

Málið avgreitt,