100-13 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi ferðaætlanini hjá Smyrli 

Orðaskifti

Ár 2003, mikudagin 15. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Henrik Old, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvør er orsøkin til, at Smyril siglir fríggjamorgum kl. 06.00 av Drelnesi heilar seks vikur eftir, at summarsiglingin hjá Norrønu er hildin uppat?
  2. Hvør er orsøkin, og er landsstýrismaðurin vitandi um, at ferðafólk, sum koma við Smyrli til Havnar, verða kravd eftir 10 kr. í eykagjaldi fyri at koma til farstøðina teir túrar, tá Smyril ikki sleppur til kai í sínum vanliga plássi.
  3. Kann landsstýrismaðurin kanna og upplýsa fyri tinginum, um tað er møguligt (í eini royndartíð í vetur), at Smyril siglir seinni enn kl. 7 sunnumorgnar av Drelnesi til Havnar.

Viðmerking til spurning 1
Vanliga flytur Smyril fráferðina fríggjamorgum av Drelnesi frá kl. 7 til kl. 6, tá Norrøna byrjar summarsiglingina við fráferð av Havnini fríggjamorgum kl. 8.30. Natúrliga skuldi fráferðin verið flutt aftur til kl. 07.00, tá summarsiglingin heldur uppat uml. hálvan september, men av eini ella aðrari orsøk heldur Smyril á at sigla kl. 6 fríggjamorgum heilar seks vikur eftir, at Norrøna er givin við summarsiglingini. Hetta var eisini galdandi í fjør, tí verður hesin spurningur settur landsstýrismanninum.

Viðmerking til spurning 2
Teir túrar í Smyril kemur til Havnar, og Norrøna samstundis liggur á Havnini, er tað sum best ber til, hvar Smyril sleppur til kai.

Teir túrar, tá Smyril sleppur at uttarliga á molanum, hevur verið vanligt, at bussur koyrir tey ferðafólk, ið ikki hava bil niðan á farstøðina. Annars skulu hesi til gongu, og uml. ein hálvan kilometur bera ferðagóðs og annað viðføri millum trukkar og lastbilar, sum lossa onnur skip innari á kaiini. Tað er vanlig tænasta aðrastaðni, at fólk verða flutt á staðið, ið tey hava goldið fyri við ferðaseðlinum. Umframt stórar prísøkingar á tænastuni og sølu annars umborð á Smyrli er strandferðslan í eini jakstran eftir inntøkum farin at krevja 10 kr. frá ferðafólki fyri at verða flutt frá skipinum til farstøðina. Tí verður hesin spurningur settur landsstýrismanninum.

Viðmerking til spurning 3
Sum øllum kunnugt siglir Smyril av Drelnesi til Havnar sunnumorgum kl. 7. Hetta serliga fyri at fólk skulu náa flogfar til Danmarkar fyrrapart sunnudag. Nú tá eisini slepst til Danmarkar sunnukvøld, hevði verið vert at umhugsa, um ikki túrurin sunnumorgum kundi verðið fluttur ein ella tveir tímar, so farið verður av Drelnesi sunnumorgum t.d. kl. 9. Vetrarhálvuna er sera nógv ferðsla hjá ítróttarfólki um Suðuroyarfjørð, og er túrurin kl. 7 sera óhøgligur. Neyðugt er at fara frá húsum í náttarmyrkri og ringum veðri, í mongum førum við børnum, sum luttaka í ítróttarkappingum norðanfjørðs. Tí hevði verið áhugavert at roynt í eina tíð í vetur at siglt seinni sunnumorgum av Drelnesi til Havnar, og hevði hetta helst eisini verið bíligari fyri Strandferðsluna. Tí verður hesin spurningur settur landsstýrismanninum.

Á tingfundi 21. oktober 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi mikudagin 19. november 2003 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til 1
Høvuðsorsøkin til, at Smyril í summarferðaætlanini siglir av Drelnesi kl 06:00 fríggjamorgun, er fyri, at fólk úr Suðuroy skulu sleppa við Norrønu, tá ið hon eftir summarferðaætlanini siglir av Tórshavn fríggjamorgun kl. 09:00. Tá ið vetrarferðaætlanin fer úr gildi 31. oktober, flyta vit hendan túrin til at fara av Drelnesi kl. 07:00 vegna tað, at Norrøna tá er givin við summarsiglingini. Fyri at gera ferðaætlanina greiðari og eintýðugari, hava Strandfaraskip Landsins (SL) valt, at broytingar á høvuðsleiðunum verða gjørdar samstundis sum vetrarferðaætlanin broytist. SL hava mett, at hetta er greiðast og best, og gevur minst misskiljingar.

Til 2
Mánamorgun, tá ið Norrøna er í Tórshavn og Skipafelagsbáturin lossar í krókinum, má Smyril seta ferðafólkini og bilarnar av úti á molanum. Atløguviðurskiftini mánamorgun eru sera óheppin og uppá fleiri mátar ikki nøktandi fyri tey ferðandi úr Suðuroy. Sáttmálarnir við bussoperatørarnar hjá SL umfata ikki flutning av ferðafólki frá molanum og inn á Farstøðina. SL hevur tí loyvt operatørunum hjá SL at fara út á molan og bjóða seg til at koyra fólk frá Smyrli av molanum inn á Farstøðina fyri kr. 10. SL ásannar, at viðurskiftini mánamorgun als ikki liva upp til tað tænastustøðið, sum SL ynskir at bjóða sínum viðskiftafólki. Tí roynir SL í løtuni at gera eina avtalu við bussoperatørarnar, sum førir við sær, at ferðaseðilin við Smyrli eisini umfatar bussflutning inn á Farstøðina. Vónandi kann henda avtala koma í gildi frá 1. november í ár saman við vetrarferðaætlanini og verða galdandi til ein nøktandi loysn er funnin.

Til 3
Eingin teknisk forðing er fyri, at Smyril skal kunna sigla seinni úr Suðuroy sunnumorgnar. Tó eru ávís neilig árin, sum kunnu viga tyngri enn møguligu fyrimunirnir. Millum annað kann nevnast, at suðuroyingar tá missa møguleikan at sleppa við fyrrapartsflogførunum sunnudag. Nú Maersk hevur broytt sínar fráferðir, hevur SL skipað flogleiðina soleiðis, at suðuroyingar hvønn dag í vikuni sleppa við bæði Atlantic Airways og Maersk. Um Smyril fer at sigla seinni sunnumorgun kann hetta eisini órógva ítróttartiltøk í Suðuroy, við tað, at ítróttarfólk norðaneftir fáa styttri tíð at avgreiða síni tiltøk í Suðuroynni. Sum heild metir SL ikki, at ein seinni túrur úr Suðuroy sunnumorgun tænir fjøldini av borgarum, hóast tað kanska hevði verið betri fyri ítróttarfólk úr Suðuroy, sum skulu til Havnar. Tað skal nevnast, at ein seinni fráferð neyvan hevði verið betri fyri tey ítróttarfólk úr Suðuroy, sum skulu luttaka í ítróttartiltøkum longri norðanfyri, t.d. í Klaksvík.

Málið avgreitt.