100-14 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi kunngerðini um gjøld fyri veterinerar kanningar o.a.

Orðaskifti

Ár 2003, hósdagin 23. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Henrik Old, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

Heldur landsstýrismaðurin, at tímagjøld upp á ávikavist kr. 920 kr., kr. 1.180 og kr. 1.440 pr. tíma, alt eftir hvat tíð á døgninum tað er – eru rímilig?

Viðmerkingar

Í kunngerð nr. 124 frá 28. august 2001 um gjøld fyri veterinerar kanningar og veterinert eftirlit er í § 10 ásett gjald fyri góðkenning - váttan, kanning ella eftirlit við dýrum – heruppi í laksavirkjum - ella úrdráttum úr dýrum í samhandlinum í ES og í Føroyum eru hesi gjøld ásett:

  1. Ein grundupphædd, sum er kr. 135.
    Harumframt verða kr. 230 tiknar fyri hvørt ásett korter gerandisdagar millum kl. 6 og kl. 17.
  2. Grundupphædd kr. 135.
    Harumframt kr. 295 fyri hvørt korter millum kl. 17 og kl. 22.
  3. Grundupphædd kr. 135.
    Harumframt kr. 360 fyri hvørt korter millum kl. 22 og kl. 6, leygardag eftir kl. 14 og sunnu- og haldidagar.

Hetta eru ógvuslig gjøld. Vanligan dag kr. 920 um tíman. Yvirtíð kr. 1.180 um tíman. Náttartíð og sunnu- og halgidagar kr. 1.440 um tíman.

Á tingfundi 31. oktober 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 20. november 2003 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Kunngerð nr. 124 frá 28. august 2001 um gjøld er í stóran mun partur av veterineravtaluni, sum Føroyar gjørdu við Evropeiska Samveldið (ES). Kunngerðin gjøgnumførir neyðugu partarnar av direktivi 85/73/EØF í Føroyum.

Takstirnir í §§ 2-9 í kunngerðini eru beinleiðis ásettir í áðurnevnda direktivi og fevna um:

Takstirnir í § 10 eru ikki beinleiðis ásettir í áðurnevnda direktivi. Teir fevna um:

Takstirnir í § 10 eru á sama støði, sum samsvarandi takstir í donsku kunngerðini á økinum.

Í art. 5 í direktivi 85/73/EØF er ásett, at tá minimumstakstirnir í direktivinum ikki verða nýttir, skulu takstirnir vera í samsvari við veruligu útreiðslurnar í sambandi við arbeiðið. Og í tí sambandi skulu "social-security costs" og "administrative costs" verða tiknir við.

Leggjast kann afturat, at Vinnumálaráðið er vitandi um vansar við kunngerðini um gjøld, íroknað § 10, og arbeiðir í løtuni við eini revisión av kunngerðini. Í hesum sambandi verða prísir, sum ikki beinleiðis eru ásettir í direktivi 85/73/EØF, tiknir upp til revisión. Eftir ætlan lækka verandi eindarprísirnir fyri veterinert eftirlit (gjaldið, sum nú er 230 kr. pr. korter), men hinvegin verða helst áløgd gjøld fyri annað eftirlits- og góðkenningararbeiði, - gjøld, sum ikki hava verið tikin nú. Sum dømi um hetta kann nevnast gjaldið fyri eftirlit við restkonsentratiónum í sambandi við útflutning av laksi (§ 9 í kunngerðini): Útflutningurin av laksi er á leið 40.000 tons árliga, og samlaða gjaldið er sostatt á leið 40.000 kr. Bert kanningarnar av hesari yvirvøku kosta einar 300-400.000 kr. árliga!

Hesi gjøld eru fyri meginpartin ein beinleiðis avleiðing av ES avtaluni.

Samanumtikið verður mett, at inntøkurnar ikki fara at broytast munandi - talan verður helst bert um eitt annað inntøkubýti, og verður sostatt helst ikki neyðugt at broyta fíggjarlógaruppskotið av teirri orsøk. Men er ynski um eina munandi reduktión av takstunum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni (brúkaragjald) út um tað, sum liggur í kortunum, slepst neyvan undan at umhugsa, at størri upphædd má verða sett av á fíggjarlógini til neyðugt eftirlitsarbeiði.

Nýggja kunngerðaruppskotið verður væntandi sent til hoyringar í komandi viku.

Málið avgreitt.