100-25 Fyrispurningur til Eyðun Elttør, landsstýrismann, viðvíkjandi  Agenda 21

Orðaskifti

Ár 2003, fríggjadagin 31. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Nikláa Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvussu langt er arbeiðið við at fáa lýst og sett verk Agenda 21 fyri Føroyar komið, og nær kann væntast, at landstýrismaðurin í umhvørvismálum fer at lýsa og seta í verk eina umhvørvisætlan ( tað sokallaðu Agenda 21) fyri Føroyar ?
  1. Havandi í huga hetta álvarsmál, hevur man nakrar ítøkiligar ætlanir frá almennari síðu um, hvussu farast skal fram hesum viðvíkjandi ?

Viðmerkingar

Landstýrið tók í fjørvár avgerð um at seta á stovn Agenda 21-skrivstovu, ið skuldi veita ráð og kunning til borgarar og kommunur. Fleiri kommunur søgdu seg vilja hýsa hesi skrivstovu, ið ikki er sett á stovn enn. Hví so er, er ikki til at vita.

Umhvørvisspurningar eru javnan uppi og venda manna millum og í fjølmiðlum, men hvat verður í grundini gjørt frá almennari síðu fyri at lyfta umhvørvismálini upp á eitt hægri støði, og gjørt nakað við hesar spurningar, fáa sett fokus á nøkur ting, ið eru neyðug, um nakað sum helst skal koma burturúr.

Heiminum tørvar eitt reint og mennandi umhvørvi og burðardygga troyting av tilfeinginum. Ein víðfevndur umhvørvispolitikkur er eitt hitt týdningarmesta málið fyri allar tjóðir at samstarva um í 21. øld.

Sum tjóð, ið er óloysiliga tengd at náttúrunnar ringrás, er tað av alstórum týdningi at seta sær sum mál, at Føroyar gerast best røkta land í heiminum, har øll kenna ábyrgd fyri umhvørvinum frá einstaklingum, húskjum, vinnu, kommunum og ikki minst landsmyndugleikum.

Umhvørvisfyrilit eigur at gerast ein sjálvsagdur partur av ætlanum og avgerðum á øllum samfelagsøkjum, og eiga vit at lata eftirkomarunum landið og samfelagið í betri standi, enn vit arvaðu tað.

Aðalorðaskifti var í Løgtinginum í fjørvár um náttúru og umhvørvisvernd, og Føroya Náttúruverndarfelag skipaði í mai mánaði sama ár fyri eini ráðstevnu um orku og umhvørvi, so ikki kann sigast, at eingin áhugi er fyri hesum viðurskiftum, men tá tað almenna kemur upp í leikin, kemur ofta stígur í. Tað er at harmast um, at ikki meira veiggj er í.

Eg farið tí at heita á landsstýrismannin, Eyðun Elttør, ið varðar av hesum máli, um at fáa sett ferð á aftur, og fáa hesi viðurskifti í lagi.

Á tingfundi 4. november 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 3. desember 2003 svaraði Eyðun Elttør, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Niklái Petersen, løgtingsmaður spyr, hvussu langt arbeiðið at seta í verk Agenda 21 fyri Føroyar er komið, og hvørjar ítøkiligar ætlanir eru frá almennari síðu hesum viðvíkjandi.

Agenda 21 skjalið er úrslit av Rio-ráðstevnuni í 1992. Agenda 21 byggir á hugtakið um burðardygga menning, sum ber í sær, at náttúrunnar virðir verða umsitin soleiðis, at komandi ættarlið eisini kunna fáa ágóðan av teimum.

Í Agenda 21 skjalinum verður heitt á stjórnir um at gera ætlanir fyri eina burðardygga menning í 21. øld. Tað vil siga, at lond skulu gera eina tjóðarætlan fyri, hvussu tey hvør sær vilja minka um dálkingina, forða veðurlagsbroytingum, verja ozonlagið, minka um tilfeingisnýtsluna o.s.fr.

Eg skal vera tann fyrsti at ásanna, at tað hevur gingið striltið at fáa Agenda 21 sett í verk í Føroyum. Í hvussu er sum samlaða ætlan undir Agenda 21 navninum. Hinvegin eru fleiri verkætlanir førdar út í lívið, sum av røttum kunnu bólkast undir Agenda 21 hugtakinum.

Í 2001 fíggjaði Oljumálaráðið eina verkætlan, sum hevði til endamáls at gera eitt uppskot um føroyska ætlan um burðadygga menning fyri tíðarskeiðið 2002-2020. Í uppskotinum er lýsing av málum og tiltøkum, sum verða mett neyðug fyri, at Føroyar kunnu virka fyri burðardyggari menning innan ávís øki. Økini, sum verða tikin fram, eru havið, ferðavinna, vinnulív, orka, burturkast v.m. umframt Lokal Agenda 21.

Oljumálaráðið arbeiðir í løtuni við einum nýggjum leisti fyri, hvussu vit skulu stovnsseta eina sonevnda Lokal Agenda 21 skrivstovu, og í hesum sambandi er ætlanin at samantvinna Lokal Agenda 21 skrivstovuna og arbeiðið við at evna til eina burðardygga tjóðarætlan.

Sum eg frá tingsins røðarpalli fyrr havi kunnað um samdust umboð fyri bæði kommunufeløgini og umboð fyri Oljumálaráðið á heysti 2001 um eitt uppskot, ið miðjaði eftir at seta á stovn eina Lokal Agenda 21 skrivstovu.

Sambært uppskotinum skuldu land og kommunur í felag rinda tað, ið skrivstovan kostaði. Upphæddin varð mett til góðar kr. 800.000. Peningurin skuldi nýtast til skrivstovuútgerð og rakstur, men tað skuldi eisini verða møguligt hjá áhugaðum at søkja um stuðul til Lokal Agenda 21 tiltøk.

At taka lut kom eftir uppskotinum at kosta kr. 8.50 pr. íbúgva fyri kommunurnar, meðan Oljumálaráðið skuldi nýta kr. 500.000 til endamálið.

Hóast Oljumálaráðið gjørdi tvær royndir at fáa skrivstovuna setta á stovn, var undirtøkan millum kommunur somikið avmarkað, at vit á vári 2002 máttu ásanna, at tað bar ikki til, tí ætlanin hekk ikki saman fíggjarliga.

Síðani boðaðu vit kommunufeløgnum frá, at vit mettu tað vera rættast, at kommunufeløgini sínamillum funnu fram til, hvussu skrivstovan kundi setast á stovn við luttøku av so nógvum kommunum sum gjørligt. Endamálið var at tryggja, at útreiðslurnar blivu javnt býttar ímillum land og kommunur, soleiðis sum upprunaliga ætlanin hjá kommunufeløgunum og Oljumálaráðnum var. Hesum kom einki burturúr.

Nýliga havi eg havt fund við formennirnar fyri bæði kommunufeløgini um møguleikan fyri at fara undir Lokal Agenda 21 arbeiðið. Eg havi í hesum sambandi boðað frá, at ein partur av játtanini til umhvørvisverndartiltøk í 2004 verður brúktur til Lokal Agenda 21 skrivstovuna.

Leisturin fyri, hvussu skrivstovan skal virka og fíggjast, er ikki liðugur enn. Eg havi eisini lovað, at eitt ítøkiligt uppskot verður sent Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya til hoyringar, áðrenn endalig støða verður tikin. Ætlanin er tó, at skrivstovan byrjar sítt virki fyrst í 2004.

Sum nevnt er ætlanin, at skrivstovan umframt at ráðgeva kommunum, áhugafeløgum og einstaklingum, sum vilja fara undir Agenda 21 tiltøk, eisini skal taka lut í arbeiðinum við at evna til eina burðardygga tjóðarætlan fyri Føroyar. Nógv talar tí fyri, at landið í fyrstu atløgu fíggjar skrivstovuna burturav. Um kommunal fígging seinni kemur uppí, má tíðin vísa.

Hetta er støðan viðvíkjandi Agenda 21 og Lokal Agenda 21 skrivstovuni.

Eg fari annars at nýta høvið til at gera vart við, at eg ikki eri samdur við teimum, ið halda uppá, at einki verður gjørt fyri at bøta viðurskiftini á umhvørvisøkinum.

Síðani eg bleiv landstýrismaður í umhvørvismálum, havi eg miðvíst arbeitt fyri at fáa størri arbeiðsorku setta av til umhvørvismál. Í sjálvum sær hevur tað ikki nakran bata fyri umhvørvið við sær, men uttan arbeiðsorku er púra vónleyst at fremja átøk, ið kunnu bøta um støðuna. Og eg haldi, at batar eru at hóma.

Fleiri og fleiri virkir verða umhvørvisgóðkend. Dialogurin millum politiska myndugleikan, eftirlitsmyndugleikan, kommunur og vinnuna um framtíðar krøv er sum heild positivur, hóast vit ikki eru samd um øll viðurskifti. Í summar setti eg eitt umhvørvisráð við umboðum fyri vinnuna, kommunurnar og umhvørvisdeildina á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Eg vænti, at umhvørvisráðið kemur at styrkja uppaftur meira um samskiftið og skapa gróðrarbotn fyri felags fatan millum vinnu og myndugleikar, tá talan er um umhvørvisvernd og umhvørviseftirlit. Tað er altavgerandi, at vinnan í størri mun tekur á seg ein leiðandi leiklut í umhvørvisverjuni, heldur enn at fáa almenn krøv smoygd niðuryvir høvdið.

Viðvíkjandi umhvørvislóggávu er at siga, at fleiri uppskot eru á veg, m.a. verður nýggj lóg at verja havumhvørvið løgd fyri tingið í vetur. Nýggj lóggáva verður smíðað um náttúruvernd, og verður hon eftir ætlan løgd fyri tingið á vári 2005.

Eisini kann eg upplýsa, at játtanin, sum eftir ætlan skal fíggja komandi Agenda 21 skrivstovuna, higartil hevur fíggjað eina røð av tiltøkum, sum øll koma undir Agenda 21 hugtakið.

Her er talan um bæði ráðstevnur og fundir, framleiðslu av tilfari,umhvørvis-kanningar og umhvørvistekniskar verkætlanir. Nevnast kunnu t.d.:

Ein verkætlan, sum eg eri serstakliga spentur uppá, er arbeiðið hjá Náttúrugripasavninum at lýsa føroysku náttúruna. Úrslitið verður eitt valaverk av ein bók umframt kort, har livfrøðiliga margfeldið er skrásett. Eg vænti, at hetta gerst eitt hent amboð, tá nýggja lógin um náttúruvernd skal setast í verk.

So at siga, at einki hendir, er ikki rætt. Tað hendir nógv og tað fer at henda uppaftur meira.

Takk fyri.

Málið avgreitt.