100-16 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi flogviðurskiftum í Føroyum

Orðaskifti

Ár 2003, fríggjadagin 31. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Eru møguleikar fyri at úrbyggja og betra flogvøllin í Vágum, so at øll vanlig farmaflogfør kunnu seta seg her ?
  2. Um hetta ber til, Hvussu stórar peningaupphæddir er talan um ?
  3. Fyri fáum døgum síðani nevndi stjórin í einum flogfelag møguleikan fyri einum alternativum neyðflogvølli. Um talan verður um ein slíkan, hevur landstýrismaðurin umhugsað um at kanna, hvar ein slíkur kundi ligið og kostnaðarmeting av hesum ?
  4. Vinnan í Føroyum hevur ført fram, at skal hon klára seg í kappingini við lágkostnaðarlond, er neyðugt at betra um flutningsmøguleikarnar fyri feskum úrdráttum. Í hesum sambandi hevur eisini verið víst á, at neyðugt er at útvega kundunum dagliga feskar fiskavørur, bæði í USA og á europeiska meginlandinum. Er hetta nakað sum Vinnumálaráðið hevur í huga í samband við betran og/ella útbyggjan av flogviðurskiftunum í Føroyum.
  5. Í samband við eina møguliga betran/útbygging av flogviðurskiftunum, er so hugsað um møguligt samstarv við íslendingar um flytan av feskum fiskaúrdráttum til marknaðirnar í USA og Europa ?

Viðmerkingar til 1-3
Flestu føroyingar munnu vera á einum máli um, at nú undirsjóvartunnilin er komin, verður ferðafólkaflutningurin loftvegis framhaldandi yvir flogvøllin í Vágum. Nógv flogfør flúgva dagliga í føroyskum loftrúmi og liggja Føroyar mitt á Amerikuleiðini.

Fyri nógvum árum síðani blivu kanningar gjørdar, hvar ein møguligur alternativur flogvøllur kundi liggja. Skorðhæddin í Eysturoy og eitt stað á Sandoynni vórðu mett best egnað. Harumframt hevur Tórshavnar kommuna kannað møguleikan at leggja ein flogvøll á Glyvursnesi og borið útreiðslurnar av hesum.

Viðmerkingar til 4 og 5
Íslendingar hava í fleiri ár dagliga flogið feskar fiskaúrdráttir til marknaðin í USA og Europa. Útflutningurin av feskum fiskaúrdráttum, fluttur við flogførum, var í 2002 umleið 28.000 tons. Útflutningurin av feskum úrdráttum úr Íslandi er eisini støðugt vaksandi. Skulu føroyingar klára seg í kappingini um at virka vørur í Føroyum og skapa eina munandi virðisøking, er neyðugt at gera flutningskarmarnar so góðar sum gjørligt. Neyðugt er tí at kanna, hvørjir møguleikar eru at flyta feskar fiskaúrdráttir úr Føroyum við flogførum.

Á tingfundi 4. november 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 3. desember 2003 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Svar til 1. spurning
Tað er møguligt at útbyggja og betra flogvøllin í Vágum. Í fleiri umførum upp gjøgnum tíðina hava kanningar verði gjørdar, fyri at meta um, í hvønn mun flogvøllurin í Vágum kundi útbyggjast.

Eftir seinna heimsbardaga handaðu bretar flogvøllin í Vágum til Føroya Løgting. Flogvøllurin varð tó ikki tikin í regluliga nýtslu fyrr enn fyrst í sekstiárinum, tá Føroya Landsstýri gjørdi avtalu við Statens Luftfartsvæsen um at etablera/útbyggja og reka Vága Floghavn, soleiðis at flogferðsla kundi roynast í summarmánaðunum. Í hesum sambandi hevði Luftfartsdirektoratet ta fatan, at Vága Floghavn framyvir ikki kundi brúkast sum ein almen floghavn, tí hon ikki kundi lúka tær treytir, sum altjóða flogferðslufelagsskapurin ICAO setti. Ein áhaldandi flogferðsla til og úr Føroyum kravdi, at íløgur vórðu gjørdar í eina nýggja floghavn, og tí var ætlanin við Vága Floghavn, at hon bert skuldi nýtast sum ein fyribils loysn1.

Sum nevnt, hava fleiri kanningar verið gjørdar, í hvønn mun flogvøllurin í Vágum átti at verði útbygdur. Tann seinasta kanningin, sum varð gjørd sum liður í samráðingum millum danskar og føroyskar myndugleikar í hesum sambandi, varð sett í verk í juni 1998 av táverandi landsstýrismanni í vinnumálum, Finnboga Arge, og danska ferðslumálaráðharranum Sonju Mikkelsen. Kanningin hevði til endamáls at fáa til vega eitt grundarlag fyri at taka eina avgerð um møguliga útbyggjan av Vága Floghavn umframt eina møguliga føroyska yvirtøku av rakstrinum av Vága Floghavn2. Í hesi kanning varð hugt at tveimum verkætlanum – einari verkætlan, har íløgur vórðu gjørdar í eina glíðibreyt umframt útvíðkan av innflúgvingarljósum, og ein onnur verkætlan, har somu íløgur vóru gjørdar í glíðibreyt og innflúgvingarljós, umframt longjan av flogvallabreytini við 200 metrum frá teimum núverandi 1.250 metrunum til 1.450 metrar. Sambært hesi kanning hevði ein longjan av flogvallabreytini viðført, at møguligt hevði framyvir verið at nýtt onnur flogfør enn tey, ið verða nýtt í dag, umframt at tey kundu verða lastað meira, og tískil kundu flutt fleiri ferðafólk og meira góðs, enn higartil. Kanningin gav tó ikki eina ábending um, hvørji sløg av flogførum – eiheldur farmaflogfør – sum framyvir kundu lent í Vága Floghavn, eftir at mettu útbyggingar vóru gjørdar.

Til mín kunnleika eru ongar almennar kanningar gjørdar, sum meta um, hvørji farmaflogfør kunnu lenda á flogvallabreytini í Vága Floghavn. Ei heldur veit eg um kanningar, sum meta um, hvørjar íløgur skulu til fyri at útbyggja og betra Vága Floghavn, so at øll vanlig farmaflogfør kunnu seta seg her. Spurningur er eisini , um tað er neyðugt at hava eina floghavn, har øll vanlig farmaflogfør kunnu lenda.

Svar til 2. spurning

Svarið uppá 1. spurning var, at ongar kanningar eru gjørdar, sum lýsa møguleikarnar fyri at útbyggja og betra flogvøllin í Vágum, so at øll vanlig farmaflogfør kunnu seta seg har. Tískil er ikki møguligt at svara uppá, hvussu stórar peningaupphæddir, talan er um, um íløgur skulu gerast í sovornar útbyggingar av flogvøllinum.

Tað kann tó hava áhuga at siga nakað um metingarnar av teimum íløgum, ið nevndar vóru í sambandi við fyrrnevndu kanning av útbygging av Vága Floghavn. Íløgan til glíðibreyt og útvíðkan av innflúgvingarljósum varð í kanningini mett at vera 47 mió kr. Íløgan í longjan av flogvallabreytini við 200 metrum – umframt glíðibreyt og útvíðkan av innflúgvingarljósum – varð mett at verða 137 mió kr.

Svar til 3. spurning
Sum umrøtt í svari mínum til 1. spurning, var ætlanin upprunaliga ikki, at Vága Floghavn skuldi vera einasta og endaliga floghavn Føroya. Í kanningini frá 1973 (sí fótnotu á síðu 1) vóru trý onnur støð í Føroyum kannað í samband við at leggja eina nýggja floghavn – á Nesi á Toftum (Skorðhæddin), við Søltuvík á Sandoy og Glyvursnes á Streymoy. Hesi støð vóru í kanningini sammett við møguleikan fyri at útbyggja flogvøllinum í Vágum. Aðrar kanningar hava eisini verið gjørdar; t.d. hevur Tórshavnar Kommuna gjørt kanningar av viðurskiftunum á Glyvursvesi.

Kanningin frá 1973 var ein drúgv og umfatandi kanning, sum nágreiniliga lýsti flogvallaviðurskifti í Føroyum. Viðurskifti sum veður og vindur, innlendis ferðatíðir, regularitetsviðurskifti, íløgutørvur og mong onnur viðurskifti vóru lýst, umframt at prognosur vóru gjørdar av ferðafólkaflutningstørvinum flogvegis fram til 1994 – sum vísa seg at halda rættiliga væl. Summar av teimum fyritreytum, ið nýttar vóru í kanningini, eru sjálvsagt ikki tíðarhóskandi í dag, tí prísir og onnur viðurskifti í samfelagnum eru broytt nógv síðani kanningin varð gjørd. Serliga á samferðsluøkinum hevur Vágatunnilin stóra ávirkan á ferðatíðina millum Vágoy og hini økini í Føroyum, og tískil kunnu tær niðurstøður, ið hava við ferðatíð at gera, ikki nýtast beinleiðis.

Tá fyrivarni er tikið fyri ávirkanina av Vágatunnlinum og broyttum samfelagsviðurskiftum annars, stendur spurningurin um hvar framtíðar flogvøllur Føroya skal vera, framhaldandi ósvaraður. Vága Floghavn væntar enn umfatandi útbyggingar. Frástøðan frá Vágum til øll onnur støð í landinum viðførir enn stóra innlendis ferðing, sum bæði tekur tíð hjá ferðafólki og viðførir at samfelagið missur óneyðuga arbeiðsmegi/-tíð, umframt slit uppá vegakervið o.a., ið stendst av hesari innlendis ferðing. Vágatunnilin hevur stytt um hesa ferðing, men enn má meginparturin av ferðafólkunum ferðast langt fyri at koma flogvegis av landinum.

Vága Floghavn er einasti flogvøllur í Føroyum – hóast ætlanin upprunaliga bert var at nýta hann sum royndarflogvøll. Íløgur í framtíðar flogvallaviðurskifti í Føroyum eiga at taka støði í spurninginum um, hvat best tænir tí føroyska samfelagnum í síni heild. Her skal ikki verða víst á, hvørji støð í landinum verða mett at vera best egnað at havt floghavn í, men heldur skal verða mint á, at flogvallaviðurskifti Føroya er eitt umrøðandi landsmál fyri alt føroya fólk.

Tá flogfeløgini meta, at tørvur er á einum neyðflogvølli afturat flogvøllinum í Vágum, eigur hesin tørvur at síggjast sum eitt tekin uppá, at tørvur kann vera á at hava tvær floghavnir – einari høvuðsfloghavn og einari neyðfloghavn/-flogvølli, ið kann takast í nýtslu, tá t.d. veðurviðurskiftini ikki eru til vildar. Hvar ávikavist høvuðsfloghavnin og neyðflogvøllurin skulu liggja, er tó enn ein ósvaraður spurningur. Hesin spurningur eigur at verða væl umhugsaður og støðutakanin til hendan spurning eigur at verða øllum føroya fólki at gagni.

Svar til 4. spurning
Um vinnan tørvar betri flutningsmøguleikar fyri dagliga at útflyta kundum sínum feskar fiskavørur, fyri at klára seg í kappingini við lágkostnaðarlond, er hetta sjálvsagt eitt mál, ið hevur Vinnumálaráðsins áhuga. Uppgávan hjá Vinnumálaráðnum í tí sambandi er at tryggja, at karmarnir fyri vinnuna eru nøktandi. Ein av hesum kørmum eru flogvallaviðurskiftini í Føroyum og tær avmarkingar, ið Vága Floghavn setur fyri, hvørji flogfør – herundir eisini farmaflogfør – kunnu flúgva til Føroya og úr Føroyum.

Vinnumálaráðið hevur ikki kannað, hvørji farmaflogfør ávikavist hava og ikki hava møguleika fyri at flúgva til og úr Føroyum. Hesin spurningur er áhugaverdur, men líka so áhugaverdur er spurningurin í hvønn mun tørvur generelt er á flogvegis farmaflutningi.

Tað er fyrst og fremst umráðandi at hava í huga, hvørjar nøgdir av flutningi talan er um. Tað er nevnliga umráðandi, um dagligi flutningurin av fiskaúrdráttum er 5 tons ella 100 tons, serliga tá hugsað verður um prísmunin á flogfrakt í mun til skipsfrakt. Tey ferðamannaflogfør, sum flúgva til Føroya í dag, kunnu taka upp til umleið 3 tons av farmi og kanska enn meir enn tað. Um tørvur er á flogvegis farmaflutningi útyvir hesar nøgdir, er neyðugt at leiga ella keypa farmaflogfør, sum kunnu røkja hesa uppgávu. Hetta er ein uppgáva hjá flogvinnuni og útflutningsvinnuni í felag at setta í verk – og ikki ein uppgáva hjá Vinnumálaráðnum. Mær vitandi hava bæði flogfeløg spurt seg fyri hjá útflytarum, men ongin hevur verið sinnaður at binda seg – heldur ikki til smáar nøgdir.

Tá samanborið verður við eitt nú Ísland, er umráðandi at hava í geyma, at frástøða Føroya til evropeiska meginlandið, sum er okkara høvuðsmarknaður, ikki er so stór sum hjá íslendingum, og vit hava nýggj, stór og skjóttgangandi farmaskip at røkja hendan farmaflutning í dag.

Í sambandi við at útbyggja flogvallaviðurskiftini í Føroyum eiga øll týðandi viðurskifti at hava ávirkan á tær loysnir, ið valdar verða. Tað er galdandi fyri flogvegis farmaflutning sum fyri flogvegis fólkaflutning.

Svar til 5. spurning
Sum nevnt í svarinum til 4. spurning, so hava íslendingar ikki sama møguleika at flyta t.d. feskar fiskaúrdráttir við skipi sum føroyingar. Tískil stendur flogvegis farmaflutningur í Føroyum seg lutfalsliga verri í kappingini við skipsflutning úr Føroyum sammett við kappingarviðurskiftini innan farmaflutning í Íslandi. Tí kann tað tonkjast, at sjálvt um flogvegis flutningur av feskum fiskaúrdrátti loysir seg í Íslandi, so loysir hesin flutningur seg møguliga ikki líka væl í Føroyum.

Í vinnuni eru nógvir møguleikar fyri sjálvbodnum samstarvi, tað verði seg millum útflutningsvirki og flogfeløg, bæði millum fyritøkur, ið virka í sama landi og millum fyritøkur, ið virka í ymiskum londum. Fyritøkurnar á heima- og heimsmarknaðinum síggja teir fyrimunir, sum eru við tílíkum samstarvi, og vilja gagnnýta hesar fyrimunir, um teir eru størri enn vansarnir. Tað er Vinnumálaráðsins vón og trúgv, at marknaðurin sjálvur er bestur at síggja og gagnnýta hesar fyrimunir, uttan at Vinnumálaráðið nýtist at hava ein stýrandi leiklut í hesum sambandi.

Til dømis kann hugsast, at nýggja samstarvið millum Atlantic Airways og Icelandair á Íslandsrutuni fer at økja um farmaflutningin við tí vanligu rutumaskinuni hjá Atlantic Airways.

 1 "Rapport vedrørende en ny lufthavn på Færøerne", Udvalget vedrørende en lufthavn på Færøerne, desember 1973.

2 "Notat om Vága Floghavn", Statens Luftfartsvæsen, 7. juli 1999.

Málið avgreitt.