100-17 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi Framtaksgrunninum

Orðaskifti

Ár 2003, týsdagin 4. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Bárði Nielsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hví er einki nevnt í roknskapinum hjá Framtaksgrunninum fyri 2002 um, at grunnurin hevur fingið eitt boð upp á Føroya Fiskavirking ?
  2. Hevur Framtaksgrunnurin fingið onnur boð upp á fyritøkur grunsins, sum almenningurin ikki er kunnaður um ?
  3. Metir landsstýrismaðurin, at Føroya Fiskavirking ella aðrar fyritøkur, ið Framtaksgrunnurin eigur partar av, eru lívførar og seljandi fyritøkur ?
  4. Um landsstýrismaðurin metir, at Føroya Fiskavirking og aðrar fyritøkur hjá grunninum eru lívførar og seljandi fyritøkur, hví verða hesar so ikki seldar, tá/um Framtaksgrunnurin fær boð upp á hesar fyritøkur ?

Viðmerkingar:
Sambært ársroknskaparlógina og góðum roknskaparsiði er tað álagt feløgum at geva eina álítandi frágreiðing og upplýsa í roknskapinum um týdningarmiklar hendingar í árinum. Tí skuldi boðið, sum Framtaksgrunnurin fekk upp á Føroya Fiskavirking í 2002, verið nevnt í roknskapinum fyri hetta árið, men tað er tað so ikki.

Alment hevur verið frammið, at boðið, sum Framtaksgrunnurin fekk upp á Føroya Fiskavirking, ljóðaði upp á umleið 140 mió. krónur, meðan innara virðið í Fiskavirking er góðar 100 mió. krónur. Tí kann ikki sigast annað enn, at talan er um eina týdningarmikla hending.

Í viðtøkunum fyri Framtaksgrunnin stendur soleiðis í § 2, stk. 3: "Fonden skal afhænde foretagne investeringer, når disse har vist sig levedygtige og salgbare". Tí verður spurt, um landsstýrismaðurin metir, at Føroya Fiskavirking ella aðrar fyritøkur, ið Framtaksgrunnurin eigur partar av, eru lívførar og seljandi fyritøkur. Eru tær tað, hví verða hesar so ikki seldar, tá/um Framtaksgrunnurin fær boð uppá hesar fyritøkur ?

Á tingfundi 5. november 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi mikudagin 3. desember 2003 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar: 

Svarað verður øllum spurningunum undir einum.

Framtaksgrunnurin er umfataður av lov om erhvervsdrivende fonde, soleiðis sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan nr. 247 frá 3. mai 1993 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde.

Hetta merkir m.a., at nevndin og stjórnin fyri grunnin fyri hvørt roknskaparár skal gera ein ársroknskap eftir reglunum í ársroksskaparlógini. Eisini skal grunnurin halda seg til viðtøkur grunsins, sum m.a. siga, at "fonden skal afhænde foretagne investeringer, når disse har vist sig levedygtige og salgbare" (§2, stk. 3).

Eftirlitið við, at grunnurin heldur seg til lógir og viðtøkur, liggur hjá Erhvervs- og Selskabsstyrelsen, og er einasti leikluturin hjá landsstýrismanninum eina ferð um árið at velja 4 av teimum 5 nevndarlimunum í Framtaksgrunninum.

Viðvíkjandi hvørt Framtaksgrunnurin hevur fingið boð upp á Fiskavirking, so hevur eitt ávíst felag kunnað landsstýrismannin um, at felagið hevur boðað Framtaksgrunninum frá, hvønn fyribilsprís felagið vildi lata fyri partabrøvini í Fiskavirking, og at felagið ynskti at samráðast um nærri treytir.

Uppá fyrispurning hevur Framtaksgrunnurin upplýst:

At hann hevur ognarpart í 17 feløgum og liggur ognarparturin millum 7,8 % til 100 %.

Av hesum eru:
6 feløg har ognarparturin liggur millum 7,5 % og 19,99 %
6 feløg har ognarparturin liggur millum 20,0 % og 34,99 %
3 feløg har ognarparturin liggur millum 35,0 % og 49,99 %
2 feløg har ognarparturin liggur millum 50,0 % og 100,0 %

Sæð burtur frá dótturfeløgunum eigur grunnurin minni enn helvtina av partapeninginum í hinum 15 feløgunum. Í trimum av hesum liggur ognarluturin um 45 % - 48 %, og eru partabrøvini í einum av hesum seld og verða endaliga avhendað innan árslok.

Í somu 15 feløgum er nærri ásett í viðtøkunum um mannagongdir í sambandi við sølu av partabrøvum, og harumframt er gjørdur partaeigarasáttmáli partanna millum, sum í flestu førum hevur neyvari ásettar reglur um sølu av partabrøvum grunsins, herundir forkeypsrættur hjá hinum partaeigarunum, enn tær, sum standa í viðtøkunum.

Øll partabrøv grunsins eru til sølu, um nøktandi prísur fæst fyri hesi. Fyrispurningar, flest munnligir, hava verið um keyp av partabrøvum í nøkrum av feløgunnum. Teir skrivligu fyrispurningarnir verða viðgjørdir og svaraðir skrivliga.

Harumframt hevur Framtaksgrunnurin upplýst, at tað nærum er komið á mál viðvíkjandi virkislýsingini/sølutilfarinum um Fiskavirking. Arbeiðið væntast liðugt í desember, og kann tá einhvør – í trúnaði – venda sær til Framtaksgrunnin um sølu av Fiskavirking.

Eisini hevur Framtaksgrunnurin upplýst, at tá grunnnurin nú ger íløgur, verður samstundis hugsað um og lagt tilrættis, hvussu viðkomandi íløga kann verða seld aftur.

Málið avgreitt.