100-18 Fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann, viðvíkjandi filminum færøerne.dk 

Orðaskifti

Ár 2003, týsdagin 4. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvussu stórur var stuðulin, sum sjálvstýrisfyrisitingin læt filminum færøerne.dk?
  2. Hvør gjørdi av, at filmurin skuldi stuðlast?
  3. Av hvørjari konto er stuðulin latin, og hvussu ljóða viðmerkingarnar til júst henda partin, sum snýr seg um stuðul til film?
  4. Hvussu var umsóknin viðgjørd, og eftir hvørjum kriterium verður umbøn um filmstuðul antin gingin á møti ella havnað?
  5. Var tað nakrastaðni lýst, at til bar at søkja um filmstuðul?
  6. Hvørji krøv og treytir verða sett fyri slíkum stuðli?
  7. Fevnir henda konto um annan listarligan ella mentanarligan stuðul?

Viðmerkingar:
Í tíðindaskrivi, sum stóð at lesa í bløðunum 20. september í ár, verður greitt frá um filmin færøerne.dk við yvirliti yvir stovnar, feløg og grunnar, sum hava latið filminum fíggjarligum stuðul. Flestu teirra fevna um tað listarliga, umboðandi film og media annars. Føroysku stuðlarnir eru: Føroya Sparikassi, Føroya Banki, Mentamálaráðið, Mentanargrunnur Landsins og Løgdeildin, stendur í tíðindaskrivinum.

Munur er á, hvørt tiltøk ella verk verða stuðlað úr privatum lummum, ella stuðulin fer úr okkara felags kassa. Hvat privat feløg velja at stuðla, eiga politikarar ikki at leggja seg út í. Men er talan um almennan pening, eiga vit at kunna bæði skjalprógva og grundgeva væl og virðiliga fyri hvørjari krónu hjá skattaborgaranum, hví hon er latin, og eftir hvørjum reglum, kriterium og endamáli stuðulin er veittur. Eru hesi viðurskifti ikki greið, eigur peningur ikki at verða latin.

Sum dømi kann nevnast, at Mentanargrunnurin, sum virkar eftir lóg frá 17. mai 2000, hevur greiða endamálsorðing og samsvarandi kunngerð, sum sigur, hvør ger av, um stuðul skal latast.

Við árunum eru vit farin meira og meira burtur frá, at landsstýrisfólk hava konti, sum tey sjálvi kunnu ráða yvir og gjarða út av. Treyðugt so, at okkurt slag av reint fakligum stuðli kemur fyri. Men heilt greitt eiga vit at tryggja okkum, at saklig atlit verða tikin, tá farið verður eftir pengum frá borgaranum, og somuleiðis tryggja okkum, at øll eru líka fyri lógini.

Fyri at eingin ivi skal vera um, hví ein fyrisiting, sum fakliga ikki fevnir um tað mentanarliga ella listarliga, hevur latið filminum føroyar.dk fíggjarligan styrk, verður hesin fyrispurningur settur.

Á tingfundi 5. november 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi tann 4. desember 2003 svaraði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Samanumtikið
Í fyrispurninginum tykist ein grundleggjandi fortreyt at vera, at talan er um filmsstuðul ella stuðul til eitt mentanartiltak.

Eg skal tí byrja við at gera greitt, at stuðul varð veittur til filmsverkætlanina eftir umsókn um stuðul til ein dokumentarfilm um føroyska sjálvstýrismálið. Umsóknin varð viðgjørd og gingin á møti, tí hon varð mett sum upplýsing um sjálvstýrismálið. Umsóknin varð viðmæld av Det Danske Filminstitut, sum frammanundan hevði játtað at stuðla verkætlanini.

Tískil varð stuðul latin til hesa ætlan á sama hátt sum til onnur upplýsingartiltøk, ið hava søkt um stuðul til upplýsing og dokumentasjón í sjálvstýrismálum sosum ráðstevnur, greinir o.a. tilfar.

Eg kann í hesum sambandi til dømis vísa á, at eg 13. novembur 2000 svaraði fíggjarnevndini rættiliga nágreiniliga um nýtsluna av hesi somu kontu, og herundir eisini um ymisk sløg av nýtslu til kunning.

Talan hevur verið um ymisk sløg av upplýsing. Goldið hevur verið fyri at nýtt vísindaligt tilfar er útvegað, og nýggjar vísindagreinar eru umbidnar frá altjóða viðurkendum serfrøðingum. Støsti parturin av hesum tilfari er tøkt á heimasíðuni fullveldi.fo undir tak niður.

Umsitingarorka er nýtt til upplýsandi tilfar, so sum at halda heimasíðuna fullveldi.fo, og at gera tilfar til partar av Hvítubók, at framleiða kunningartilfar til fólkatingslimir, og annað.

Peningur er eisini nýttur til onnur kunningarendamál, so sum Hvítubók, faldaran "Frá heimastýri til fullveldi", og gjald fyri grein um fullveldisætlanina í "Magazine of the European Union" í 2000.

Ráðstevnurnar "Microstates 99", "Stýrisskipanarssambond í Vesturheimi", og grundlógarástevnan nú í vár hava somuleiðis fingið stuðul ella fígging, tí at talan var um upplýsing um sjálvstýrismal.

Eg kann nevna, at privatir skipaðu fyri ráðstevnuni "Stýrisskipanarssambond í Vesturheimi". Her varð mett, at hóast verkevnini á ráðstevnuni vóru avmarkað til ymisk sløg av heimastýri, og at ráðstevnan tí ikki var í samsvari við málið hjá landsstýrinum, var kortini talan sum serliga kvalifiseraða upplýsing sjálvstýrismálum viðvíkjandi, og at tí var heimild fyri at veita stuðul.

Víst verður annars til svarini viðvíkjandi einstøku spurningunum.

  1. Hvussu stórur var stuðulin, sum sjálvstýrisfyrisitingin læt filminum færøerne.dk?

  2. Stuðulin, sum filmsverkætlanin "Færøernes vej mod selvstændighed?", sum fekk endalig heitið "Færøerne.dk fekk av § 10, sjálvstýrismálum, var 250.000 kr.
     
  3. Hvør gjørdi av, at filmurin skuldi stuðlast?

  4. Avgerðin varð tikin á vanligan hátt, tá um størri fyrisitingarligar avgerðir ræður: Umsókn varð send landsstýrinum. Fyrisitingin viðgjørdi umsóknina og gjørdi tilmæli og landsstýrismaðurin tók avgerð við at fylgja tilmælinum. Saksviðgerðin og tilmælið varð grundað á meting av heimildarspurninginum, og tað rætta og rímiliga í at veita stuðulin, bæði í mun til fíggjarstøðu og endamál.
     
  5. Av hvørjari konto er stuðulin latin, og hvussu ljóða viðmerkingarnar til júst henda partin, sum snýr seg um stuðul til film?

  6. Stuðulin varð latin av kontu 10.11.1.01, og viðmerkingarnar í fíggjarlógini til partin um upplýsing eru fyri árið 2000 soljóðandi: "…..at skipa fyri upplýsing í sambandi við ætlaðu broytingarnar og komandi fólkaatkvøður".
     
  7. Hvussu var umsóknin viðgjørd, og eftir hvørjum kriterium verður umbøn um filmstuðul antin gingin á møti ella havnað?

  8. Umsitingin metti um, hvørt heimild kundi metast at vera fyri at veita stuðul. Tað vil siga, at mett varð um, hvørt ein slíkur dokumentarfilmur kundi metast sum upplýsing um sjálvstýrismál innanfyri karmarnar á omanfyri nevndu orðing í viðmerkingunum. Avgerandi fyri, um stuðul kundi verða veittur, var, hvørt tiltakið hevði veruligt upplýsandi virði, og hvørt talan er um upplýsing um sjálvstýrismál. Harafturat varðmett um, hvørt ætlaða framleiðslutíðin fyri filmin var styttri enn aktuella tíðarætlanin fyri sjálvstýrismál, tí annars hevði verið talan um óaktuella kunning.

    Eisini varð mett um, hvørt tað var fíggjarliga forsvarligt, í mun til játtan og nýtslu, at veita stuðul.

    Endiliga varð mett um verkætlanina sjálva, og dentur varð lagdur á, at talan var um ein serstakliga viðurkendan filmsstjóra við serstakliga góðum ummæli, og at Det Danske Filminstitut frammanundan hevði bundið seg til at stuðla tiltakinum við 25%, og hervið eisini við luttøku síni borgaði fyri góðsku og fíggjarligum skilhaldi.

    Tað var ongantíð ein spurningur, um stuðul kundi verða veittur til júst ein film. Munur er sum so ikki á, um hvønn miðil upplýsingin verður framd, men avgerandi er um metast kann, at talan er um viðkomandi upplýsing um sjálvstýrismál.
     

  9. Var tað nakrastaðni lýst, at til bar at søkja um filmstuðul?

  10. Lýst hevur onki av árunum verið við, at til ber at søkja um stuðul viðvíkjandi upplýsing um sjálvstýrismál yvirhøvur, men tær umsóknir, sum eru komnar, eru allar viðgjørdar eftir somu fyrisitngarligu grundreglum.
     
  11. Hvørji krøv og treytir verða sett fyri slíkum stuðli?
    Treytirnar sum settar vórðu í hesi játtanini vóru:
    * At peningurin varð nýttur til útreiðslur, sum eru beinleiðis tengdar at sjálvari filmsverkætlanini
    * At Landsstýrið tá verkætlanin er liðug, fær góðkendan roknskap fyri hana, ið er gjørdur eftir vanligum viðurkendum reglum fyri roknskapargerð
    * At verkætlanin verður framd
    * At stuðulin – um verkætlanin verður av ongum – verður afturgoldin.
    (umsett úr játtannarskrivinum).

    Herumframt varð dentur lagdur á, at verkætlanin longu var viðurkend, og varð framd í tryggjandi skipanarligum kørmum, har annar stovnsligur stuðulsveitari varð mettur at borga fyri, at fíggjarviðurskiftini vóru skipað og trygg.

    Í førum, har talan hevur verið um stuðul til tiltøk undir minni føstum kørmum, hava treytirnar verið aðrar: tá hevur stuðul verið játtaður upp til fastsetta mestuupphædd; men einans goldin aftaná, fyri váttað, góðkend útreiðsluskjøl.
  12. Fevnir henda konto um annan listarligan ella mentanarligan stuðul?
    Sum sæst av endurgivna orðalagnum í svarinum í sambandi við triðja spurning, er kravið at talan er um "….upplýsing í sambandi við ætlaðu broytingarnar og komandi fólkaatkvøður".

    Sum sæst skal vera talan um upplýsing í sambandi við sjálvstýrismál landsstýrisins –um stuðul skal kunna verða veittur.

    Talan var í hesum føri um stuðul til ein dokumentarfilm, ið má metast sum upplýsing um sjálvstýrismálið og sjálvstýristilgongdina sum heild.

    Talan var í hesum føri um stuðul til ein dokumentarfilm, ið má metast sum upplýsing um sjálvstýrismálið og sjálvstýristilgongdina sum heild.

    Til ber ikki at veita stuðul til mentannarlig ella listarlig tiltøk sum slík, men hinvegin er onki, sum forðar fyri at stuðla upplýsing um sjálvstýrismál, um hon er í listarligum sniði. Avgerandi fyri metingina er, um hon kann metast at muna, og vera viðkomandi í mun til endamálið.

    Serligi fyrimunurin við einum dokumentarfilmi er, at talan er um kunning, sum er lættliga atkomilig hjá teimum allarflestu.

    Og samanumtikið kann sláast fast, at landsstýrið í sambandi við stuðulin ongar treytir hevur sett til innihaldið og háttin, sum umsøkjarin hevur valt at at gera og skipa dokumentarfilmin.

Málið avgreitt.