100-19 Fyrispurningur til Bill Justinussen, landsstýrismann, viðvíkjandi  viðlíkahaldi av Landssjúkrahúsinum

 

Ár 2003, týsdagin 11. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvørja støðu hevur landsstýrismaðurin til, at starvsfólk á føðideildini á Landssjúkrahúsinum kenna seg noydd til av sínum eintingum at biðja privatar fyritøkur um fíggjarligan stuðul til viðlíkahald á deildini ?
  2. Metir landsstýrismaðurin, at játtanirnar á fíggjarlógini fyri 2003 og á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004 til viðlíkahald á Landssjúkrahúsinum eru nøktandi ?
  3. Hvønn íløgutørv metir landsstýrismaðurin, at føðideildin á Landssjúkrahúsinum hevur fyri at nøkta tørvin viðvíkjandi trivnaðinum hjá mammum, børnum og starvsfólki ?
  4. Um landsstýrismaðurin metir, at føðideildin hevur íløgutørv viðvíkjandi trivnaðinum á deildini, hvat ætlar hann so at gera, fyri at hesin tørvurin skal verða nøktaður?

Viðmerkingar:
Fleiri privatar fyritøkur hava ta seinastu tíðina fingið eitt bræv sendandi frá starvsfólkum á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, har heitt verður á fyritøkurnar um at veita deildini fíggjarligan stuðul.

Hetta er eitt rættiliga óvanligt stig, ið starvsfólkini á føðideildini hava tikið, og skal tað uttan iva skiljast sum eitt neyðarróp frá deildini.

Í brævinum stendur millum annað, at tað sæst inni á deildini, at peningur ikki verður nýttur til viðlíkahald av stovunum, har mammurnar liggja við teirra nýføddu børnum.

Havandi í huga, at samgongan erpar sær av at hava lækkað heildarveitingina úr Danmark, og at landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum hevur boðað frá, at tá nýggi bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum verður liðugur, fara vit at kunna bjóða sjúklingum úr Grønlandi at koma henda vegin at fáa skurðviðgerð, so er ilt at fáa eyga á nakran samanhangandi politikk.

Sitandi samgonga hevur innført eina røð av nýggjum avgjøldum og hevur eisini hækkað fleiri av avgjøldunum, sum vóru frammanundan. Eisini verður arbeitt við at lækka rentustuðulin til sethúsabygging og at lækka útgjaldið frá barsilsskipanini. Uppgávur eru lagdar út til kommunurnar, har eingir pengar fylgja við, og mitt í øllum hesum hoyra vit um innsamlingar til bussar til bústovnar, gardinur til Landssjúkrahúsið o.s.fr.

Fyrst hevur samgongan minkað um inntøkurnar hjá landskassanum, og síðani verður rokningin send til fólkið, sum harafturat má taka stig til at gera íløgur og viðlíkahaldi á almennum stovnum.

Tá nýggjur landsantikvarur var settur fyri einum ári síðani, var tað eitt tungtvigandi argument, at tann, sum var settur, kundi tilføra stovninum fíggjarligan stuðul uttanífrá. So tungtvigandi var hetta argumentið, at landsstýrismaðurin í mentamálum vildi heldur ofra sessin, enn at lata annan umsøkjara fáa starvið.Heildarveitingin hevur mangan verið kallað olmussa, men hvat hava vit fingið ístaðin? Her hongur einki saman!

 

Tað má vera uppgávan hjá øllum landsstýrismonnum at syrgja fyri, at játtanin til málsøkini, sum teir umsita, er nøktandi, serliga í einum landsstýri, sum tosar um sjálvberandi búskap. Tað kann ikki vera meiningin, at almenn starvsfólk sjálvi skulu syrgja fyri viðlíkahaldi á stovnum, útvegan av flutningstólum og tilføring av fíggjarligum stuðli uttanífrá, meðan politiski myndugleikin bara letur standa til.

Her er brúk fyri "klokkuklárum mannagongdum".

Á tingfundi 12. november 2003 varð  atkvøtt, um fyrispurningurin skal svarast. Málið samtykt 22-2-1.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval var 20. januar 2004, og fyrispurningurin ikki var svaraður á tingi fyri valið.