100-20? Fyrispurningur til Annitu á Fríðriksmørk, landsstýrismann, viðvíkjandi  Landsskjalasavninum

 

Ár 2003, týsdagin 11. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Metir landsstýriskvinnan, at arbeiðs- og goymsluumstøðurnar á Føroya Landsskjalasavni eru nøktandi ?
  2. Hevur landsstýrið nakrar ítøkiligar ætlanir, sum hava til endamáls at betra um hølisviðurskiftini á Føroya Landsskjalasavni ?
  3. Um landsstýrið hevur ætlanir um at betra um hølisviðurskiftini á Føroya Landsskjalasavni, er talan so um at byggja nýggjan bygning til endamálið, ella er talan um at keypa ein gamlan bygning ?
  4. Um landsstýrið hevur ætlanir um at betra um hølisviðurskiftini á Føroya Landsskjalasavni, nær er so ætlanin at byggja / keypa nýggj høli ?
  5. Metir landsstýriskvinnan, at lógin um Føroya Landsskjalasavn er tíðarhóskandi ?
  6. Hevur landsstýrið nakrar ítøkiligar ætlanir um at dagføra lógina um Føroya Landsskjalasavn ?

Viðmerkingar:
Í 1952 varð Føroya Landsskjalasavn yvirtikið sum føroyskt sermál, eftir at stovnurin hevði virkað í umleið 20 ár. Frá 1932 til 1974 helt stovnurin til í Landsbókasavnshúsinum á Debesartrøð, men líka síðani 1940 eru eisini onnur høli leigað til goymslu. Í 1974 varð høvuðsgoymsla, skrivstova og lesistova flutt í kjallarahæddina í nýggju starvsstovuhúsunum á Debesartrøð, men framvegis var tó neyðugt at leiga onnur goymsluhøli umframt.

Á goymslum Landsskjalasavnsins eru umleið 3.200 hyllametrar av søvnum og savnindum, men ein kanning frá seinast í 1990’unum vísti, at almennir stovnar tá høvdu umleið 15 kilometrar av tilfari, ið skuldi latast Landsskjalasavninum í varðveitslu. Sambært Løgtingslóg nr. 49 frá 28. apríl 1992 um Føroya Landsskjalasavn skulu savnindi hjá almennum stovnum goymast og varðveitast við tí í hyggju at síggja til rættin til og tørvin á upplýsing og gransking.

Tað má sigast at vera ein sera óheppin støða fyri Landsskjalasavnið, at tað vegna vánaligar hølisumstøður ikki kann taka ímóti skjølum, sum natúrliga og sambært lógini hoyra heima á savninum.

Lógin, sum Føroya Landsskjalasavn arbeiðir eftir, er frá 1992, og longu í fyrstu løgmansrøðuni hjá Anfinni Kallsberg, løgmanni, stóð í løglistanum, at landsstýrið í tingsetuni 1998 ætlaði at leggja uppskot fyri tingið um broyting í løgtingslóg um Føroya Landsskjalasavn. Hetta uppskot er framvegis ikki komið á tingborð.

Lógin tekur ikki hædd fyri veruleikanum innan verandi almenna umsiting, har størri og størri partur av málsnøgdum verður talgildur, meðan als einki verður gjørt, tá umræður at goyma hetta talgilda tilfar á tryggan hátt, so at hetta kann vera til taks hjá borgarum og myndugleikum. Hetta samsvarar millum annað illa við tey "signal", sum landsstýrið sendir, eitt nú í sambandi við PBS-málið og Elektron, har dentur verður lagdur á, at tilfarið eigur at verða varðveitt í Føroyum, uttan at nakar tó sigur á hvønn hátt.

Á tingfundi 12. november 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval var 20. januar 2004, og fyrispurningurin ikki var svaraður á tingi fyri valið.