100-21 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi rættartrygdini í ríkisrættinum

Ár 2003, hósdagin 13. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hevur løgtingið framt samtykt, sum er brot á donsku grundlógina, og er løgmaður samdur í hesum?
  2. Er umsitingar- og lógarførleiki okkara nóg neyvur, ella er talan er um rættarligan ágang frá danskari síðu?
  3. Hvørji neyðug stig ætlar løgmaður sær at taka fyri at fremja løgtingssamtyktina, nú tað er álagt landsstýrinum at taka øll neyðug stig í sambandi við at fremja limaskap okkara í Norðurlandaráðnum.

Viðmerkingar:

18. mars 2003 samtykti Løgtingið,

Søguliga gongdin í málinum varð væl og virðiliga lýst, og eitt samt Løgting atkvøddi fyri at samtykkja uppskotið eftir tilmæli frá einari samdari uttanlandsnevnd.

Undan framløguni hevði málið fingið vanliga viðgerð, varð fyrireikað av Løgmálaráðnum og framlagt av landsstýrismanninum í lógamálum.  

Upplýst varð í málinum, at landsstýrið hevði kannað, hvat í høvuðsheitum kravdist løgfrøðiliga, fíggjarliga og umsitingarliga til tess at hava fullgildugan limaskap í Norðurlandaráðnum, og svarað varð, at hetta kravdi broytingar í Helsinki-avtaluni, so Føroyar verða sjálvstøðugur, fólkarættarligur avtalupartur.

Samsvarandi hesi løgfrøðiligu niðurstøðu mælti landsstýrismaðurin í lógamálum Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Málið varð eins og onnur mál borið løgtingsskrivstovuni til fyrireikingar. Eftir § 57 í tingskipanini skal løgtingsformaðurin, eftir at hava fingið samtykki frá formansskapinum, mæla Løgtinginum til at vísa burtur uppskot, sum ganga í móti grundlóg ríkisins, heimastýrislógini, stýrisskipanarlógini, tingskipanini ella millumtjóða sáttmála.

Løgtingsformaðurin burturvísti ikki hesum máli sum verandi í stríð við omanfyri nevndu galdandi lóggávu og hevur tvørturímóti sum evsti fyrisitari Løgtingsins góðkent allar vanligar mannagongdir innan føroyskt lóggávusmíð í hesum máli.

Lokala umboð forsætismálaráðharrans á tingi, ríkisumboðið, nýtti ikki høvið eftir § 15, stk. 2 í heimastýrislógini at føra fram nøkur sjónarmið, ið ávaraðu Løgtingið ímóti at gera seg inn á danskan lóggávurætt.

Løgtingið hevur síðani í góðari trúgv samtykt hetta mál, og løgmaður hevur í minst líka so góðari trúgv lýst málið sum galdandi rætt.

Hóast føroyskt lógasmíð er farið fram á regluligan hátt, fáa vit málið aftur í gráum kálvsskinni frá forsætismálaráðharranum vísandi til, at løgtingssamtyktin er í stríð við grundlógina.

Ongastaðni undir allari málsviðgerðini sæst løgmaður, landsstýrismaðurin í lógamálum, løgdeildin, løgtingsformaðurin, løgtingsumsitingin, Løgtingið, uttanlandsnevndin ella ríkisumboðið hava ansað eftir, at hesi mál eru í stríð við danska rættaskipan ella sjálva grundlógina, og spurt verður tí, um lógarførleiki okkara er nóg neyvur, ella um talan er um rættarligan ágang frá danskari síðu.

Niðurstøðan hjá danska forsætismálaráðharranum er jú, at føroyska heimastýrið undir evstu ábyrgd av løgmanni og løgtingsformanninum hevur gjørt seg inn á grundlógartryggjaði rættindini hjá danska statinum yvir Føroyum.

22. nov 2001 samtykti Løgtingið einmælt eftir tilmæli frá eini samdari rættarnevnd uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligu revsi- og rættargangslógunum, og 3. desember  2001 staðfesti og fráboðaði løgmaður ríkismyndugleikunum hetta ríkislógartilmælið.

Hetta ríkislógartilmælið varð kortini ongantíð sett í gildi av donsku ríkismyndugleikunum, men varð verandi galdandi rættur í Føroyum móti Løgtingsins vilja.

2. mai 2003 samtykti Løgtingið einmælt eftir tilmæli frá eini samdari rættarnevnd uppskot til  ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligum revsi- og rættargangslógum og heimarættarlógum v.m.

Hetta ríkislógartilmælið varð kortini ongantíð sett í gildi av donsku ríkismyndugleikunum, men varð verandi galdandi rættur í Føroyum móti Løgtingsins vilja.

Hesi dømi av fleiri benda á, at talan er um sera álvarsliga afturgongd í ríkisrættarligu viðurskiftum okkara, har sjálv rættartrygdin innan ríkisrættin tykist vera fokin.

Sum omanfyri lýst eru lógliga viðgjørd og av Løgtinginum einmælt samtykt uppskot til samtyktar afturvíst sum verandi í stríð við donsku grundlógina, og harafturat eru fleiri ríkislógartilmæli sett í gildi móti Løgtingsins vilja.

Skilligt er, at føroysk og donsk áhugamál sampakka ikki á fleiri týdningarmiklum økjum, og at føroysk lóggáva rennur seg í móti ásetingunum í donsku grundlógini, serliga hvat møguleikum okkara viðvíkjandi víðari samstarvi við hini norðanlondini viðvíkur.

Orsøk er tá at spyrja, um føroyska lógaverkið er nóg væl at sær komið, ella um danska grundlógin, sum føroyingar ongantíð hava samtykt, veruliga fer at forða okkum í fullgildugum samstarvi við hini norðanlondini.

Á tingfundi 14. november 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval var 20. januar 2004, og fyrispurningurin ikki var svaraður á tingi fyri valið.