100-22 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, um at flyta umsitingina av Smyrli nærri brúkaranum 

Ár 2003, týsdagin 18. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvørjar verkligar og hvørjar fíggjarligar fyrimunir sær landsstýrismaðurin í at flyta umsitingina av Smyrli nærri brúkarunum í Suðuroynni?
  2. Hvussu stórt starvsfólkatal og hvussu stóran part av samlaðu lønarútreiðslunum kunnu vit rokna Smyrli til á sjógvi, og hvussu stórt starvsfólkatal, og hvussu stóran part av samlaðu lønarútreiðslunum kunnu vit rokna Smyrli til á landi?

Viðmerkingar:

Smyril er størsta ferðamannskipið hjá Strandfaraskipum Landsins og lívæðrin hjá suðringum á samferðsluøkinum.

Í 1996 varð annað suðuroyarskipið selt uttan orð ella tal, og lá suðuroyarleiðin í svartasta vónloysi, tá farið varð undir at dagføra hana, so skjótt sum samgongan tók við í 1998.

Fleiri ábøtur eru framdar, eitt nú við at túratalið er hækkað upp í tvær ferðir um dagin hvønn dag í vikuni, meðan vit við nýggja Smyrli røkka munandi longur framá í setningi okkara frá 1998 um at dagføra siglingina um Suðuroyarfjørð.

Vísandi til ætlanirnar, sum komu fram undir fíggjarlógarviðgerðini í august 2003 um at flyta umsitingina av Smyrli til Suðuroyar og sostatt nærri brúkarunum, verður hildið rímiligt, um landsstýrismaðurin nú kundi sagt Løgtinginum, hvat hann heldur um hetta hugskot.

Hvørjar verkligar og fíggjarligar fyrimunir sær landsstýrismaðurin í at flyta umsitingina av Smyrli nærri brúkarunum í Suðuroynni?

Roknskapartølini hjá Strandfaraskipum Landsins vísa ein ógvusligan lønarvøkstur upp á 44% yvir tey 5 árini, landsstýrismaðurin hevur umsitið hendan stovn 5-ára skeiðið 1998 – 2002.

Lønir v.m.
1998 50 mió.kr.
1999 54 mió.kr.
2000 62 mió.kr.
2001 69 mió.kr.
2002        72 mió.kr.

Sambært løgtingsfíggjarlógini lønar almenna reiðaríðið 180 fulltíðarstørvum við 72 mió.kr. árliga ella við umleið 400.000 kr. í meðal ársløn fyri hvørt fulltíðarstarvið.

Lønarroknskapurin fyri 2002 er harafturat býttur upp í lønir til tær ymsu leiðirnar og til felags fyrisiting á landi.

Suðurleiðin kostar 16,1 mió.kr. í lønum. Hetta svarar til áleið 40 starvsfólk á eina ársløn upp á 400.000 kr. í meðal, ella til 50 starvsfólk á eina ársløn upp á 320.000 kr. í meðal, og sum skilst, so er hetta lønarparturin til sjálvan Smyril.

Felags fyrisitingin á landi, sum eisini umsitur suðurleiðina, kostar 24,3 mió.kr., harav 13 mió.kr. fara til lønir.

Hvussu stórt starvsfólkatal og hvussu stóran part av samlaðu lønarútreiðslunum kunnu vit rokna Smyrli til á sjógvi, og hvussu stórt starvsfólkatal og hvussu stóran part av samlaðu lønarútreiðslunum kunnu vit rokna Smyrli til á landi?

"Besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum" - og – "miðað verður eftir, at møguligir nýggir almennir stovnar verða lagdir kring landið," siga vit í samgonguskjalinum, og hava ma. avgjørt at skráseta nýggja Smyril á Trongisvági.

Vísandi til almenna hugburðin um eisini at flyta almenn starvsfólk í útjaðaran, saman við nýggja skipinum, verður landsstýrismaðurin spurdur um viljan til at flyta eitt munandi tal av almennum størvum til Suðuroyar at umsita nýggja Smyril, sum verður heimahoyrandi har.

Siglingin um Vestmannasund er niðurløgd, og tað er skálafjarðaleiðin eisini. Tá koyrandi verður undir Lorvíksfirði, fellur ferjuleiðin har burtur, og er tað ikki annað enn rímiligt, at tann strandferðsluumsitingin, ið tá verður eftir, verður løgd saman við umsitingini í Suðuroy.

Á tingfundi mikudagin 19. november 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval var 20. januar 2004, og fyrispurningurin ikki var svaraður á tingi fyri valið.