100-24 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi nýggja yvirtøkuleistinum 

Ár 2003, týsdagin 2. desember, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvør munur er á yvirtøkuleistinum, sum landsstýrið arbeiðir eftir, og uppskotinum til løgtingslóg um yvirtøkur, sum ætlanin var at hava fólkaatkvøðu um tann 26. mai 2001 ?
  2. Hevur løgmaður tryggjað sær, at nýggi yvirtøkuleisturin, hevur eina breiða fólksliga uppbakking ?
  3. Um ikki, ætlar løgmaður so at tryggja sær, at yvirtøkuleisturin hevur eina breiða fólksliga uppbakking ?
  4. Hvussu hevur - ella ætlar løgmaður at tryggja sær, at yvirtøkuleisturin hevur eina breiða fólksliga uppbakking ?
  5. Metir løgmaður tað vera møguligt at spyrja Føroya fólk um teirra meining um sjálvstýristilgongd landsstýrisins, uttan harvið at risikera, at fólkið sigur nei ?
  6. Kann løgmaður greiða tinginum frá, hví eingin fólkaatkvøða hevur verið um nýggja yvirtøkuleistin, tá løgmaður sjálvur segði, at tað var neyðugt at hava fólkaatkvøðu um uppskotið til løgtingslóg um yvirtøkur, sum ætlanin var at hava fólkaatkvøðu um tann 26. mai 2001?

Viðmerkingar:
Tann 26. oktober 2000 slitnaðu samráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina, og 2. november sama ár boðaði landsstýrið frá eini nýggjari fullveldisætlan, sum vendi gomlu ætlanini á høvdið. Um hesa nýggju ætlan skuldi fólkaatkvøða verða í apríl 2001. Seinni varð fólkaatkvøðan flutt til 26. mai sama ár, og uppaftur seinni varð hon avlýst.

Løgmaður boðaði longu í sambandi við annan samráðingarfundin við donsku stjórnina frá, at hann ikki ætlaði sær at taka undir við nakrari skipan, ið føroyingar ikki fóru at taka undir við. Fyri hann var tað ógvuliga týdningarmikið, at avtalan, ið fekst í lag, var ein avtala, sum kundi fáa breiðan meiriluta í Føroyum.

Í hesum døgum er nógv at hoyra um yvirtøkur, sum landsstýrið arbeiðir við, og ikki kann sigast annað enn, at yvirtøkuleisturin, sum arbeitt verður eftir, minnir ógvuliga nógv um uppskotið, sum skuldi til fólkaatkvøðu í mai 2001. Einki hevur tó verið at hoyrt um, at nøkur fólkaatkvøða skal verða um hendan leistin.

Fjølmiðlarnir boða frá, at fleiri málsøki eru klár at yvirtaka, og landsstýrismaðurin við lógamálum hevur beinleiðis sagt, at landsstýrið hevur ikki viljað upplýst um yvirtøkuna av rættarskipanini, fyri at sleppa undan, at talan verður um eitt rokmál. Hetta kann illa tulkast øðrvísi enn, at fólkið, sum skal gjalda kostnaðin av yvirtøkunum, skal ikki sleppa at siga sína hugsan, fyrr enn alt er klárt at skriva undir.

Á tíðindafundi í Tinganesi tann 2. november 2000 segði løgmaður soleiðis: "við tað at hetta er ein skipan, sum eisini komandi Løgting og komandi landsstýri verða bundin av, og at hetta er ein so stór broyting og radikal broyting, so er tað neyðugt, at vit spyrja Føroya fólk, er tey eru fyrireikaði uppá, at fara inn í hesa prosessina, og gera tað soleiðis, at vit náða á málið, sum vit hava sett."

Í tíðindaskrivi, sum landsstýrið sendi út sama dag, stóð soleiðis:

Fyri at røkka høvuðsmálinum er landsstýrið samt um eina fullveldisætlan, ið byggir á hesar grundreglur:

· Føroyingar taka ábyrgdina av øllum málsøkjum innan eitt nærri ásett áramál.
· Heildarveitingin verður minkað burtur.
· Tá ið komið er á mál, verður Føroya fólk á fólkaatkvøðu spurt, hvørt tað tekur undir við, at føroysk grundlóg verður sett í gildi.
· Tá ið grundlógin er sett í gildi, eru Føroyar fullveldisríki.

Føroya fólk verður á fólkaatkvøðu í apríl 2001 spurt, hvørt tað tekur undir við hesi ætlan.

Hetta minnir nógv um tað, sum vit síggja henda í dag, og tí verður spurt, hvør munurin er á yvirtøkuleistinum, sum landsstýrið arbeiðir eftir í dag, og uppskotinum til løgtingslóg um yvirtøkur, sum ætlanin var at hava fólkaatkvøðu um tann 26. mai 2001. Hví var neyðugt at lata uppskotið í 2001 út til fólkaatkvøðu, meðan landsstýrið kann arbeiða eftir sama leisti, uttan at Føroya fólk og politikarar vita av nøkrum? Eisini eigur løgmaður at greiða frá, um hann hevur - ella ætlar at tryggja eina breiða fólksliga uppbakking fyri yvirtøkupolitikkinum, tí sum nevnt, so segði løgmaður á sumri í 2000, at hann ikki ætlaði sær at taka undir við nakrari skipan, ið føroyingar ikki fóru at taka undir við.

Ein av grundgevingunum hjá løgmanni fyri at avlýsa fólkaatkvøðuna var, at um uppskotið fall, so bleiv ætlanin hjá landsstýrinum vrakað og trupult fór at verða at koma afturumaftur, tí danska stjórnin fór at tulka hetta til, at føroyska fólkið ynskti eina skipan innan fyri ríkisfelagsskapin.

Um løgmaður ætlar at halda fast við, at hann ikki fer at taka undir við nakrari skipan, ið føroyingar ikki taka undir við, men samstundis ikki vil risikera, at fólkið fellir uppskotið, hvussu hevur - ella ætlar løgmaður so at tryggja sær, at yvirtøkuleisturin hevur eina breiða fólksliga uppbakking ?

Á tingfundi 3. desember 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval var 20. januar 2004, og fyrispurningurin ikki var svaraður á tingi fyri valið.