100-25 Fyrispurningur til landsstýrismannin í lógamálum viðvíkjandi skipaðum kvinnuhandli í Føroyum 

Orðaskifti

Ár 2004, hósdagin 5. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá løgtingskvinnunum Annitu á Fríðriksmørk og Heidi Petersen, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er í lagi, sambært lóggávu okkara, tá ið tað í føroyskum bløðum verður lýst við sølu av útlendskum kvinnum?
  2. Um tað ikki er loyvt, hvat fer landsstýrismaðurin so at gera fyri at steðga slíkum lýsingum?
  3. Um tað er í lagi, hvat fer landsstýrismaðurin so at gera fyri, at tað við lóg verður forbjóðað slíkum?

Viðmerkingar:
Eingin ivi er um, at skipaður kvinnuhandil við útlendskum kvinnum fer fram í Føroyum.

20. januar 2004 var lýsing í einum av føroysku tíðindabløðunum. Lýsingin lýsti við sølu av teilendskum, kinesiskum og russiskum kvinnum (sí hjáløgdu lýsing).

22. januar hevði sama blað samrøðu við mannin, sum var við til at seta lýsingina í blaðið. Sambært samrøðuni er eingin ivi um, at talan er um skipaðan kvinnuhandil. Greitt verður frá, at fyri eina lítla upphædd til bakmenninar (sí hjáløgdu grein), verður skipað fyri tí praktiska. Og afturfyri fáa teir "….flogferðaseðil, hotell, og "øll ynski verða gingin á møti"". Umframt at teir kunnu "…finna eina konu til giftarmál ella bert "a good time"". Bakmaðurin ger í blaðsamrøðuni eisini greitt, at talan er um gjald til hansara virksemi.

Tað, sum undrar okkum, er, at ákærumyndugleikin í blaðsamrøðuni verður endurgivin fyri m.a. at siga, at : "Tað, sum fyrigongur í Teilandi, kann ongantíð koma undir føroyska lóggávu, og tískil er einki ólógligt í einari slíkari lýsing í einum føroyskum blaði".

Sjálvsagt kann føroysk lóggáva ikki lóggeva um, hvat er rangt og rætt í øðrum londum. Men tað, sum undrar okkum, er, at gingið verður so lætt um tað virksemi, sum, blaðið vísir á, fer fram.

Tá vit nú hava fingið haldgott prógv fyri, at skipað verður fyri sølu av útlendskum kvinnum í Føroyum, er neyðugt, at vit handla til tess at steðga hesum virksemi. Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum.

Á tingfundi 11. februar 2004 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 4. mars 2004 svaraði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Eg fari at byrja við at takka løgtingskvinnunum fyri at seta hendan fyrispurningin. Fyrispurningurin nemur við ein altjóða trupulleika, og eg fegnist um, at Løgtingið fær høvi at umrøða eitt álvarsmál sum hetta.

Handil við kvinnum og børnum ella trafficking, sum tað verður rópt, er ein vaksandi trupulleiki um allan heimin. ST metir, at árliga eru í millum 1-4 milliónir kvinnur og børn offur fyri hesum handli. Umleið 1 millión av hesum enda í skøkjulevnaði í vesturheiminum, og árliga úrtøkan verður mett at vera einar 5 – 7 milliardir dollarar.

Heimurin allur hevur í fleiri ár viðgjørt støðugt vaksandi trupulleikarnar av handli við kvinnum og børnum, og hetta mál hevur staðið ovaliga á breddanum bæði í norðurlendskum og altjóða samstørvum. Hetta hevur nú fingið ST at samtykkja ein sáttmala, sum hevur sum endamál at basa mannahandli við serligum denti á handli við kvinnum og børnum.

Hesin fyrispurningur hevur sín uppruna í eini ítøkiligari lýsing í einum av tíðindabløðunum í januar mánað, og umrøðan av hesi lýsing fekk meg at hugsa, at hóast vit liggja avbyrgd í Norðuratlantshavi, so sleppa vit ikki undan at taka støðu til heimsins ræðuleikar. Og tað er ikki sørt, at tað skakar okkum. Um tað er, tí vit eru spard fyri hesum trupulleikum, ella tí vit hava torført at fata, at tað verður handlað við mannalagnum, skal eg tó ikki kunna siga.

Løgtingskvinnurnar seta í fyrispurninginum tríggjar ítøkiligar spurningar.

Fyrsti spurningurin er soljóðandi:

"Heldur landsstýrismaðurin, at tað er í lagi, sambært lóggávu okkara, tá ið tað í føroyskum bløðum verður lýst við sølu av útlendskum kvinnum?"

Lat meg gera tað púra greitt, at eg haldi tað so avgjørt ikki vera í lagi at seta mannalív til sølu. Handil við kvinnum er ein kensluleys útnyttan av fátøkum og sárbarum kvinnum við fíggjarligum vinningi fyri eyga. Hetta er útnyttan av allar grovasta slag, og eg vóni, at samfelagið alt stendur saman um ikki at góðtaka hetta.

Annar og triði spurningur eru soljóðandi:

"Um tað ikki er loyvt, hvat fer landsstýrismaðurin so at gera fyri at steðga slíkum lýsingum?", og "um tað er í lagi, hvat fer landsstýrismaðurin so at gera fyri, at tað við lóg verður forbjóðað slíkum?"

Svarið upp á hesar spurningarnar valdast fatanina av áðurnevndu lýsing.

Til tess at kunna svara spurningunum so fullfíggjað sum gjørligt, havi eg vent mær til Fútan. Hetta havi eg gjørt, tí fyrispurningurin viðvíkur einum málsøki, sum er danskt málsøki - nevnliga revsirættinum, og tí tað er Fútin, sum varðar av og arbeiðir við hesum økinum. Eg havi spurt hann um galdandi rætt, hansara meting av ítøkiligu lýsingini, sum fyrispurningurin tekur støði í, og um hann hevur orsøk at halda, at skipaður handil við kvinnum fer fram í Føroyum.

Fútin upplýsir í svari sínum, at hann metir lýsingina vera eina kontaktlýsing, sum hevur sum endamál at hjálpa fólki at koma í samband hvørt við annað, og at revsilógin bannar ikki lýsingum av slíkum slag. Hann metir sostatt ikki lýsingina vera haldgott prógv fyri, at skipað verður fyri sølu av útlendskum kvinnum í Føroyum.

Hetta leiðir okkum til spurningin um, hvat landsstýrismaðurin fer at gera, so tað við lóg verður forbjóðað. Sum eg nevndi, so valdast svarið upp á spurningarnar, hvørja fatan vit hava av lýsingini, og hesin seinni spurningurin hevur sum fortreyt, at tað í ítøkiliga førinum snýr seg um kvinnuhandil. Eg havi tí valt at svara honum í tveimum.

Um vit taka aftur í aftur meting Fútans - at tað snýr seg um eina vanliga kontaktlýsing, so havi eg ikki ætlanir um at taka stig til tess at forbjóða hesum við lóg. Dagliga síggja vit kontaktlýsingar í bløðunum, og lítið man vera at ivast í, at flestu teirra tæna einum sømiligum endamáli. Er tað hinvegin ein politiskur meiriluti fyri at banna kontaktlýsingum í Føroyum, so virði eg sjálvsagt tað. Til hetta er tó at siga, at eitt slíkt bann krevur eina broyting í revsilóggávuni, og sum flestum kunnugt, so er revsirætturin danskt málsøki. Ein tílík broyting kann tí bert fremjast, um so er, at danir frammanundan broyta revsilógina, sum er galdandi í Danmark. Eg eri ikki vitandi um, at hetta hevur verið ella er í umbúna.

Um vit taka aftur í aftur metingina hjá spyrjarunum – at lýsingin er eitt haldgott prógv fyri, at skipað verður fyri sølu av útlendskum kvinnum í Føroyum, so hevði eg sjálvsagt verið sinnaður at tikið neyðugu stigini, men sambært Fútanum hava vit ikki próvgrundir, sum stuðla hesi staðfesting. Fútin sigur seg onga orsøk hava at halda, at tað í Føroyum fer fram handil við kvinnum.

-----

Sum eg nevndi at byrja við, so viðgera vit ein heimsumfevnandi trupulleika, og hóast tað av rætta myndugleika ikki kunnu staðfestast ítøkiligir trupulleikar í Føroyum, so eiga vit kortini ikki at setast hendur í favn. Kvinnuhandil er ein samfelagstrupulleiki, og øll samfeløg hava skyldu at granska seg sjálvi og hyggja at, hvat tey hvør í sínum lagi kunnu gera fyri at fyribyrgja hesum handli.

Eg meti hetta í stóran mun at snúgva seg um okkara grundleggjandi hugburð til onnur menniskju og tað at hava virðing hvør fyri øðrum, og vit eiga tí at leggja okkum eftir at stimbra og menna sjálvsvirðingina hjá uppvaksandi ættarliðinum, soleiðis at tey eru trygg við at samskifta náttúrliga við hvørt annað á jøvnum føti og við fullari virðing fyri øðrum. Í hesum sambandi havi eg hug at viðmerkja, at tað er alla æru vert, at eitt tíðindablað vísir hesum ans og setir mørk fyri, hvat sleppur á prent í blaðnum.

-----

Eitt er, hvat vit kunnu gera her heima, men eftir míni meting snýr tað seg ikki bert um at halda heimsins ræðuleikar burtur. Heimssamfelagið krevur av okkum, at eisini vit taka ábyrgd og stríðast ímóti hesum. Hetta er ein trupulleiki, sum fer um mørk – landamørk, men eisini um okkara etisku mørk, og okkara lutur eigur ikki at liggja eftir, tá tað ræður um at hjálpa teimum kvinnum og børnum, hvørs vanlagna tað er at verða viðfarin sum ein handilsvøra,

Heimsins tjóðir hava sum nevnt savnað seg í stríðnum ímóti hesum, og í fyrsta umfari hevur ST samtykt ein sáttmála um at stríðast ímóti skipaðum kriminaliteti tvørtur um landamørk. At stuðla undir hendan sáttmála er í øðrum umfari samtykt eina protokoll (gerðaskjal) um at basa mannahandli við serligum denti á handil við kvinnum og børnum. Endamálið er í fyrstu atløgu at fyibyrgja, at kvinnur og børn verða seld yvirhøvur, og í aðru atløgu at hjálpa offrunum.

Danir staðfestu sáttmálan og protokollina á heystið 2003. Landsstýrið hevur enn ikki fingið áheitan frá dønum um at taka støðu til, um sáttmálin skal setast í gildi fyri Føroyar, men vit kunnu valla liva við at standa uttanfyri, og eg fari tí at seta meg í samband við danskar myndugleikar um at fáa sáttmálan lagdan fyri Løgtingið. Eg kann í hesum sambandi leggja aftrat, at mær vitandi hava danir higartil ikki mett tað vera neyðugt at gera broytingar í donsku revsilógini ella aðrari lóg til tess at lúka krøvini í sáttmálanum.

---

Eg fari at enda at heita á tingfólk um at vera siðilig og fara hóvliga fram í umrøðuni av hesum máli. Tað er ein sannroynd, at nógvar útlendskar kvinnur eru giftar føroyskum monnum, og natúrliga forkláringin uppá hetta er, at føroyingar ferðast og arbeiða um allan heim. Tað er umráðandi, at vit geva hesum ans, so vit í kjakinum ikki gera hesum kvinnum og monnum órætt.

-----

The United Nations Convention against Transnational Organized Crime and its Protocols www.unodc.org/unodc/en/crime_cicp_convention.html.

Protocol to Prevent, Suppress and Punish Trafficking in Persons, especially Women and Children, supplementing the United Nations Convention against Transnational Organized Crime www.unodc.org/unodc/en/crime_cicp_signatures_trafficking.html

+ skjal

Málið avgreitt.