100-26 Fyrispurningur til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, viðvíkjandi vallógini

Orðaskifti

Ár 2004, mikudagin 18. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Tekur landsstýrismaðurin undir við, at løgtingsvallógin førir við sær órímilig og óheppin valúrslit?
  2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta eina nevnd at gera tilmæli um vallóg?
  3. Um so er, hvørji viðurskifti metir landsstýrismaðurin henda nevnd eigur at kanna?

Viðmerkingar
Fyrispurningurin er grundaður á, at nærum hvørja ferð løgtingsval er, gerst tingmannabýtið og valúrslitið sera órímiligt, samanborið við atkvøðutalið.

Valskipan okkara byggir á, at veljarin ynskir bæði at vera umboðaður hugsjónarliga (av flokkum), økisliga (í valdømum), og persónliga (av valevnum).

Sjálvsagt mugu vit hava eina valskipan, og hon fer ongantíð at vera fullkomin. Men verandi skipan er grundleggjandi órættvís, tí hon ikki byggir á líkaregluna, og allir veljarar verða ikki settir líka.

Verandi skipan gevur nøkur margháttlig úrslit. Størsti flokkur í atkvøðum á valinum herfyri gjørdist ikki størsti flokkur í tingumboðum. Á sama hátt hevur gingist fleiri val á rað, har úrslitið í prosentum ikki svarar til úrslitið av tingmonnum.

Valskipanin gevur teimum flokkum fyrimun, sum serliga hava undirtøku í teimum valdømum, har tingmenninir eru "bíligir" í atkvøðum.

Hyggja vit eftir, hvussu nógv eitt tingumboð kostar eftir valdømi, síggja vit eina grundleggjandi órættvísa skipan.

Hyggja vit eftir, hvussu teir valdømisvaldu eru býttir millum valdømini, so síggja vit, at Sandoyar valdømi fær tveir valdømisvaldar tingmenn fyri einans 1.026 atkvøður - 513 fyri hvønn. Næstbíligast eru teir í Suðuroynni – 878 fyri hvønn. Í hinum endanum kosta teir 8 í Suðurstreymi 1.475 atkvøður fyri hvønn, og teir úr Eysturoynni 1.380 fyri hvønn.

Á enskum tosa tey um "one man – one vote." Í Føroyum kann ein veljari telja næstan tríggjar ferðir so nógv sum ein annar – alt eftir hvar hann býr – tá ræður um at býta teir valdømisvaldu tinglimirnar.

Sjálvt tá vit taka teir fimm eykavaldu, soleiðis sum teir fullu, er býtið sera skeivt. Tað vóru framvegis 513 veljarar í Sandoynni fyri hvønn tinglimin, meðan tað vóru 834 í Norðstreymoy. Í Eysturoynni og Suðurstreymoy vóru ávíkavist 1.180 og 1.150 veljarar á vali fyri hvønn tingmannin.

Óneyðugt skuldi verið at sagt stórt meira um, at skipanin annars nærum á hvørjum vali gevur flokkunum rættiliga tilvildarlig tingmannatøl í mun til atkvøðuprosentið. Hvørt einasta val kunnu vit staðfesta, at onkur flokkur hevði fingið fleiri tingmenn, um sama atkvøðutal bert var eitt sindur øðrvísi býtt upp á valdømini. Tessvegna ber væl til at fáa ein meiriluta á tingi valdan við einum minnuluta av atkvøðunum.

Hugsa vit um persónligu atkvøðurnar, so er eyðsýnt, at nógv færri atkvøður skulu til hjá summum enn hjá øðrum, alt eftir valdømi og flokki.

Nógvir eru mátarnir, og nógv klókt kann sigast um ymsar roknihættir. Vit áttu tí at sett eina nevnd av serkønum at greiða frá avleiðingunum av ymsum valskipanum – ella kanska latið grundlógarnevndina gjørt hetta. Nevndin kundi so víst á nakrar ábøtur á verandi skipan, umframt at kanna Føroyar sum eitt valdømi, og so kundi tingið í góðari tíð áðrenn næsta val gjørt eina betri skipan.

Tað nyttar ikki, at vit eftir hvørt einasta val skulu hoyra tann flokkin, sum av tilvild fekk svartaper, gremja seg um vallógina, meðan sami flokkur eina aðru ferð letst sum einki, tí tá gekk eftir vild.

Áðrenn vit tó seta nakra nevnd eiga vit beinanvegin at skifta orð um, hvat landsstýrismaðurin og tingfólk halda um nakrar upplagdar spurningar í hesum høpi:

  1. At nýta onnur býtistøl í valdømunum – t.d. 1-3-5 heldur enn 1-2-3
  2. At fleiri eykavaldir tinglimir verða – stýrisskipanarlógin loyvir, at talið samanlagt hækkar upp á 33 tingmenn. Til ber eisini at taka ein valdømisvaldan frá Suðuroyar og Sandoyar valdømum, harvið gerast valdømini javnari í útgangsstøðinum, og við 8 eykavaldum hevði samlaða valúrslitið helst kenst rættvísari. Hóast færri umdømisvald, høvdu hesi valdømi framvegis havt kjans at fingið part í teimum átta eykavaldu.
  3. At valdømi vórðu løgd saman. Til ber at leggja t.d. Sandoyar afturat Suðurstreymoyar valdømi, sum so fær 10 valdømisvaldar. Á tann hátt gjørdust valdømini eisini javnari – og við persónligu atkvøðutølunum hjá sandoyartingmonnunum høvdu teir framvegis havt kjans at komið inn á ting, men býtið millum flokkarnar hevði so verið javnari.

    Møguleiki er eisini at leggja Sandoyar og Suðuroyar valdømi saman í "Sunnanfjørðs valdømi" við 5 umdømisvaldum.

  4.  
  5. At gera allar Føroyar til eitt valdømi. Hetta hevði givið eitt matematiskt rætt býti millum flokkarnar. Vandin er sjálvsagt, at býtið gjørdist nakað tilvildarligt millum ymsu økini, og fólk høvdu helst tikið seg saman at tryggja bygdini ella oynni umboð. Men við tíðini, høvdu fólk kanska vant seg við at valt eftir politikki heldur enn bústaði.

Vit eiga at fáa eina nýggja valskipan, sum gevur eitt rættari býti, bæði tá ræður um flokkar, fólkatal í valdømunum og persónligar atkvøður.

Á tingfundi mikudagin 25. februar 2004 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi hósdagin 22. apríl 2004 svaraði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar 

Til spurning 1
Ja – eg eri samdur við spyrjaranum í, at løgtingsvallógin, sum ásetir nærri reglur fyri, hvussu lóggávuting okkara verður mannað, til tíðir kann hava við sær órímilig og óheppin valúrslit.

Sum spyrjarin í viðmerkingum sínum vísir á, so eru nógv dømi um valúrslit, har flokkar ikki fingu ta tingumboðan, sum samsvarar við undirtøkuna, sum flokkurin fekk millum veljararnar á valinum.

Kravið í § 1 í løgtingsvallógini um lutfalsval ella lutfalsliga umboðan er ætlað at tryggja, at tingmannatalið svarar til undirtøkuna, sum flokkarnir fáa millum veljararnar. Tá hetta ikki altíð gerst úrslitið av valinum má ásannast, at reglurnar í galdandi løgtingsvallóg um lutfalsval ikki nóg væl tryggja eitt í mun til atkvøðutal javnbýtt ella lutfalsligt tinglimabýti flokkanna millum.

Hetta eru tí viðurskifti, sum eiga at verða broytt, soleiðis at lutfalsliga umboðanin kann verða tryggjað í mestan mun.

Spyrjarin førir í viðmerkingunum m.a. fram, at tað ikki kann vera rætt, at stórur munur er á, hvussu nógvar atkvøður skulu til fyri at fáa ein tinglim valdan í ymisku valdømunum.

Orsøkin til hetta er, at løgtingsvallógin í § 1 ásetir, at teir 27 valdømisvaldu tinglimirnir skulu veljast við lutfalsvali í teim 7 valdømunum soleiðis, at 4 verða valdir í Norðoya, 5 í Eysturoyar, 2 í Norðstreymoyar, 8 í Suðurstreymoyar, 2 í Vága, 2 í Sandoyar og 4 í Suðuroyar valdømi.

Hóast talið av veljarum í ymisku valdømunum ikki er lutfalsliga líka stórt í mun til umboðina, sum vallógin gevur rætt til í einstøku valdømunum, so er hetta býtið tilvitað fyri at tryggja eina ávísa umboðan í teim ymisku økjunum í landinum.

Hinvegin er íbúgvaratalið í valdømunum broytt, síðani talið av valdømisvaldum tinglimum seinast varð ásett og býtt millum valdømini, og tí er hetta ein av fleiri náttúrligum spurningum, sum eru viðkomandi at viðgera í sambandi við eina endurskoðan av løgtingsvallógini.

Eg skal tó gera vart við, at orsøkirnar til, at skeivleikar kunnu koma í, eru fleiri, tí vallógin tekur hædd fyri fleiri ymiskum viðurskiftum, sum ikki altíð sampakka til fulnar. Nevnast kann býtið av tinglimum millum flokkarnar, uppbýtið í valdømi, landafrøðiliga býtið av valdømisvaldum og býtið av eykavaldum millum flokkar og tinggáttina. Tí er umráðandi, at tær broytingar, sum gjørdar verða, eru væl lýstar og fyrireikaðar, um úrslitið skal verða nøktandi.

Til spurning 2
Sum fyrispurningurin lýsir, so er tørvur á at gera broytingar í løgtingsvallógini í sambandi við tingmannabýtið. Harumframt tørvar løgtingsvallógini eisini at verða dagførd í aðrar mátar, so at partar av lógini og viðmerkingarnar verða greiðari.

Eg kann í hesum sambandi upplýsa, at eg fari at leggja uppskot fyri tingið um broytingar í løgtingsvallógini, og umsitingin í Innlendismálaráðnum hevur í hesum sambandi longu gjørt ávíst arbeiði við at kanna tørvin á broytingum og dagføringum.

Hvussu arbeiðið við at broyta vallógina annars ítøkiliga verður skipað, og um serstøk nevnd verður sett, havi eg ikki tikið avgerð um enn, men ætlanin er at leggja uppskot um broytingar í løgtingsvallógini fyri tingið í komandi tingsetu.

Til spurning 3
Spyrjarin umrøður í viðmerkingunum til fyrispurningin nøkur viðurskifti, sum vit eiga at skifta orð um beinanvegin. Hetta er

Eg eri av teirri fatan, at øll hesi viðurskifti eru viðkomandi og eiga at verða kannað, eins og aðrir viðkomandi spurningar eiga at verða kannaðir í sambandi við eina broyting í løgtingsvallógini.

Hesi viðurskifti hanga tó meir ella minni saman í mun til uppgerð av vali. Skulu vit tí skifta orð um m.a. fyrimunir og vansar við at fremja ymiskar ítøkiligar broytingar í vallógini, meti eg tað vera eina fyritreyt fyri orðaskiftinum, at allar avleiðingarnar av broyttum útrokningarhættum, broyttum tali av valdømisvaldum og eykavaldum tinglimum o.a. frammanundan eru lýstar gjølliga.

Spurningurin er tí, um tíðin er búgvin til ítøkiliga viðgerð av møguligum fyrimunum og vansum, ið standast av teimum í viðmerkingunum nevndu broytingum, áðrenn nevnda útgreiningararbeiði er gjørt.

Fyrispurningurin vísir tó, at broytingar skulu til, so at løgtingsvallógin støðugt kann tryggja, at úrslitið av valinum gerst, at best møguligt samsvar er millum tingmannabýtið og undirtøkuna, sum flokkarnir hava fingið millum veljararnar. Í hesum sambandi er eisini tørvur á at viðgera teir meira politisku ella fólkaræðisligu spurningarnar um stødd og tal av valdømum.

Eg skal tí at enda upplýsa, at hetta alt eru viðurskifti, sum eg fari at kanna í sambandi við broytingar í løgtingsvallógini fyri at fáa eina so rætta og politiskt hóskandi valskipan sum gjørligt, samstundis sum allar avleiðingar, fyrimunir og vansar gjølliga verða lýstir.

Málið avgreitt.