100-27 Fyrispurningur til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, viðvíkjandi familjurætti - við serligum denti á rættindi hjá børnum

Orðaskifti

Ár 2004, mikudagin 25. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Ætlar landsstýrið at yvirtaka familjurættin og at gera føroyska lóggávu, ið tryggjar rættindi hjá børnum eitt lív saman við sínum foreldrum, tá foreldrini ikki liva saman?
  2. Ætlar landsstýrið at dagføra donsku lóggávuna á økinum?
  3. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera til tess at betra um rættartrygdina, og hvat heldur hann um, at Løgtingið ongar heimildir hevur til at lóggeva á hesum øki?

Viðmerkingar
Familjurættarliga lóggávan í Føroyum er avoldað og í veruleikanum láturlig.

Persóns, familju- og arvarættur eru mál, ið hava týdning fyri hvønn einstakan heilt úr vøggu til grøv, men málsøkið er framvegis stýrt eftir gamlari danskari lóggáavu frá tíðini beint eftir seinna heimsbardaga.

Lóggávan hevur týdning í sambandi við umstøður hjá tí einstaka, har stórar og avgerandi broytingar henda í lívinum, og har kenslur og mannalagnur standa upp á spæl.

Eitt nú í sambandi við barnsburð, hjúnaband, hjúnaskilnað, arv, skyldur millum persónar, ið liva saman, myndugleika og verju yvir børnum og ómynduggjørdum fólkum.

Tað er tí sera átrokandi, at alt hetta økið sum skjótast kemur undir føroyska lóggávu.

Undanfarna landsstýri hevði avtalu við donsku stjórnina um at yvirtaka økið, og samráðingar millum embætisfólk høvdu greinað alt økið og gjørt tað klárt til politiska støðutakan og til at fremja í verki.

Tí verður spurt, um landsstýrið ætlar at taka ábyrgdina av hesum øki á føroyskar hendur.

Í seinastuni hava fólk tikið seg saman at stovna felag fyri føroysk foreldur, ið hava kent og kenna sviðan av ógreiðini á øllum hesum lógar- og umsitingarøki.

Tey vísa á, at børnini eru tapararnir og mæla millum annað til, at vit í Føroyum gera lóggávu, ið tekur støði í rættindunum hjá barninum at hava skipaði viðurskifti og samveru við bæði síni foreldur, tá foreldrini ikki liva saman.

Hetta er eitt sera skilagott uppskot, men kann ikki fremjast í verki uttan so, at føroyingar yvirtaka alt familjurættarliga økið.

At øll lóggávan kom á føroyskar hendur hevði havt við sær, at løgting og landsstýri høvdu verið noydd at tikið ábyrgd av at gera nøktandi føroyska lóggávu, og at vit fingu hetta sum ein veruligan part av føroyskum politikki.

Um ætlanin ikki er at yvirtaka málsøkið, so ber til at dagføra summar av donsku lógunum á økinum.

Longu í 1992 skrivaði landsstýrið til donsku stjórnina við ynski um at dagføra nærum alla lóggávuna. Síðani hava skiftandi landsstýrir roynt at rykkja eftir hesum.

Í 1999 kom so loksins ein dagføring til Føroya av hjúnabandslógini, men hóast Løgtingið samtykti ríkislógartilmælið beinanvegin, so gingu nærum trý ár, áðrenn lógin varð lýst og kom í gildi.

Meðan arbeitt hevur verið við at yvirtaka persóns-, familju- og arvarættin, hava danskir myndugleikar tó boðað frá, at teir eru til reiðar at gera ríkislógartilmæli og kongligar fyriskipanir, ið kunnu dagføra lóggávuna, so hon verður sum í Danmark.

Til dømis kundi rætturin til felags foreldramyndugleika verið dagførdur og settur í verk, um so er, at landsstýrið hevur slept ætlanini um at fáa føroyska lóggávu.

Tað loysir ikki trupulleikan og leggur ikki ábyrgdina til føroyskar myndugleikar, men tað hevði hóast alt verið eitt framstig.

Til tess at fáa greiði á ætlanum landsstýrisins verður hesin fyrispurningur settur.

Á tingfundi 3. mars 2004 varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 16. apríl 2004 svaraði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar 

Til spurning 1:
Ætlar landsstýrið at yvirtaka familjurættin og at gera føroyska lóggávu, ið tryggjar rættindi hjá børnum eitt lív saman við sínum foreldrum, tá foreldrini ikki liva saman?

Eg fari at byrja við at takka spyrjaranum fyri fyrispurningin. Fyrispurningurin tekur aftur í aftur munnliga fyrispurning spyrjarans um sama evnið, sum eg svaraði á tingi tann 18. februar 2004. Tá noyddu talutíðirnar hjá tinginum okkum at gera skjótt av, so eg kann bara fegnast um, at vit fáa betri stundir hesu ferð.

Í svarinum upp á munnliga fyrispurningin greiddi eg frá mínari støðu til spurningin um at yvirtaka málsøkið og at gera føroyska familjurættarliga lóggávu. Mín støða er óbroytt. Hon er, at føroyskir myndugleikar eiga at yvirtaka persóns-, familju- og arvarættarliga málsøkið. Tað, vit hava við at gera, er grundleggjandi lóggáva um lívslong og persónlig viðurskifti hjá hvørjum einstøkum, og einki er meira sjálvsagt, enn at føroyskir myndugleikar lóggeva um hesi viðurskifti og hava dagligu umsitingina um hendi.

Eg boðaði samstundis frá, at eg fór at umrøða við landsstýrið, hvat víðari skal henda í málinum – um vit skulu yvirtaka málsøkið og dagføra lóggávuna við løgtingslógum, ella um vit skulu dagføra lóggávuna við donskum lógum, og tað harmar meg, at eg í dag ikki kann boða frá støðutakan landsstýrisins til hetta mál. Tað hevur tíverri ikki eydnast okkum at viðgera hetta mál enn.

Til spurning 2:
Ætlar landsstýrið at dagføra donsku lóggávuna á økinum?

Tað er eyðsæð, at stórur tørvur er á at dagføra lóggávuna, men um tað verður við donskum ella føroyskum lógum hongur neyvt saman við, hvørja støðu landsstýrið hevur til spurningin um at yvirtaka málsøkið.

Verður málsøkið føroyskt, hevur Løgtingið heimildina at lóggeva á økinum. Verður málsøkið harafturímóti verandi danskt, so hevur Løgtingið tveir møguleikar. Løgtingið kann samtykkja at heita á danskar myndugleikar um at seta donsku lógirnar í gildi í Føroyum, ella Løgtingið kann samtykkja at lata vera.

Eg meti fyrra møguleikan ikki at vera nøktandi, tí hann hevur sínar avmarkingar fyri føroyskar myndugleikar og loyvir ikki Løgtinginum at gera stórvegis broytingar í mun til donsku lógirnar, skuldi ynski verið um tað. Hin seinna meti eg ikki vera nakran veruligan møguleika, tí hesin hevur við sær, at eingir batar verða framdir í rættarstøðuni hjá fólki, og at vit framhaldandi koma at liva við aldargomlum lógum.

Sum spyrjarin vísir á í viðmerkingunum til fyrispurningin, so var tað í 1992, at táverandi løgmaður heitti á danskar myndugleikar um at dagføra familjurættarligu lóggávuna. Tá sum nú varð serligur dentur lagdur á at fáa reglurnar um felags foreldramyndugleika settar í gildi. Grundgevingin var, at familjumynstrini og hugburðurin til viðurskiftini millum eitt nú foreldur og børn vóru nógv broytt síðani 1922, og tað varð hildið vera ótíðarhóskandi, at tað ikki var møguligt hjá ógiftum og fráskildum at avtala felags foreldramyndugleika.

Eg hugsi ikki, at hetta er vorðið minni ótíðarhóskandi seinastu tólv árini. Sambært hagtølum hava seinastu tíggju árini verið ímillum 200 og 300 hjúnaskilnaðir árliga, og av teimum umleið 700 børnunum, sum verða fødd á hvørjum ári, verður góð helvtin fødd av ógiftum mammum. Hagtølini siga okkum kortini ikki, um hesar mammur eru stakar, ella um mamman og pápin liva saman ógift. Hagtølini siga okkum heldur ikki, hvussu nógv av teimum, sum livað saman ógift, fara frá hvør øðrum á hvørjum ári. So kunnu vit øll gera okkara hugsan um hesa gongd, og um hon er ynskilig í einum tryggum samfelag. Sjálvur kundi eg hugsað mær gongdina øðrvísi, men eg fari sjálvsagt at taka støðu til hesi mál við støði í veruligu viðurskiftunum.

Spyrjarin vísir í viðmerkingunum á dagføringarætlanina, sum danska løgmálaráðið í september 2002 legði fyri landsstýrið. Sambært henni er væntandi, at tað tekur íalt 4 ár at dagføra alla lóggávuna. Í sambandi við hesa ætlan og tað kjak, sum í seinastuni hevur verið um vantandi møguleikan at avtala felags foreldramyndugleika, umrøddi eg herfyri spurningin um dagføring av lóggávuni við Ríkisumboðið.

Á fundinum gjørdist mær greitt, at tað er ikki løtuverk at gera og gjøgnumføra nýggja lóggávu. Heldur ikki tá tað snýr seg um at seta eina danska lóg í gildi í Føroyum. Støðan er nevniliga tann, at samtykkir Løgtingið, at lógin um foreldramyndugleika og samveru skal setast í gildi í Føroyum, so gongur í minsta lagi eitt ár, frá tí at Løgtingið samtykkir hetta, til lógin kemur í gildi. Hetta kemst av, at nýggjar kunngerðir og vegleiðingar skulu gerast, og herumframt hevur Ríkisumboðið, sum skal umsita lógina, eisini fyri neyðini at fyrireika og tillaga umsitingina til nýggju lógina. Sum dømi kann nevnast, at sambært nýggju lógini skal Ríkisumboðið bjóða foreldrum og børnum barnaserkøna ráðgeving, um foreldrini eru ósamd um, hvør teirra skal hava foreldramyndugleikan, ella um tey ikki semjast um spurningin um samveru. Til tess at kunna bjóða viðskiftafólkunum hesa tænastu, hevur Ríkisumboðið fyri neyðini at grundleggja neyðuga netið av serkønum ráðgevum.

Til spurning 3:
Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera til tess at betra um rættartrygdina, og hvat heldur hann um, at Løgtingið ongar heimildir hevur til at lóggeva á hesum øki?

Sum eg nevndi, so meti eg tað ikki vera nøktandi at dagføra lóggávuna við donskum lógum, men tað, sum er meira umráðandi, er, at familjurættarliga lóggávan, um nøkur, er so grundleggjandi fyri eitt samfelag og persónliga viðkomandi fyri hvønn einstakan, at vit sjálvi eiga at avgera rættarstøðuna á hesum øki. Familjurættarliga lóggávan byggir í øllum londum á ta mentan og tey virði, sum eyðkenna einstaka samfelagið, og tað skal tí vera mín vón, at politiska skipanin í Føroyum uttan mun til flokspolitiska sannføring í semju vil átaka sær at lóggeva um hesi viðurskifti.

Hetta er eisini eitt av fleiri økjum, sum er undir støðugari ávirkan uttaneftir. Vit hava seinastu nógvu árini staðfest altjóða sáttmálar, sum seta krøv til, hvussu vit kunnu og skulu fara við hvør øðrum – hetta er eisini galdandi fyri, hvussu vit fara við okkara smæstu borgarum. At umsita hesar skyldur og rættindi á skynsaman hátt krevur, at vit eru tilvitað um ta mentan og tey virði, vit byggja okkara lív og samfelag á, og at okkara lóggáva byggir á tað sama í samspæli við tær skyldur, vit átaka okkum.

Lóggávan, sum fyrispurningurin snýr seg um, og sum spyrjarin eisini vísir á, hoyrir eini farnari tíð til. Tað snýr seg um sokallaðu myndugleikalógina, sum í sínum uppruna er frá 1922, og einki er at taka seg aftur í, at lógin er gjørd til eitt samfelag, sum ikki er til longur. Børn vórðu í øllum førum undan 1922 fatað sum ogn foreldranna uttan serlig rættindi, og stórur munur er á, hvat tátíðar samfelagið helt um, at kvinnur fingu børn uttan fyri hjúnalag, ella at fólk valdu at skiljast, og hvørjar sosialar avleiðingar hetta hevði fyri hesi fólk í mun til í dag. Eg hugsi ikki, at menn altráðir kravdu at vera saman við børnum teirra, vóru tey fødd uttan fyri hjúnalag. Heldur mundi støðan sum oftast vera tann, at maðurin helst vildi sleppa undan sínum skyldum í hesum sambandi.

Hugburðurin til børn og viðurskiftini millum foreldur og børn eru nógv broytt, og hetta endurspeglast í ST-sáttmálanum frá 1989 um rættindi hjá børnum. Sáttmálin byggir á eina semju um, at børn skulu virðast sum menniskju og sjálvstøðugir persónar við politiskum, fíggjarligum, sosialum og mentanarligum rættindum. Sáttmálin ásetir millum annað, at londini skulu virða rættin hjá børnum, sum ikki búgva saman við einum ella báðum foreldrunum, at hava regluligt persónligt samband við bæði foreldrini, um hetta ikki gongur ímóti tí, sum er best fyri barnið. Ásett er eisini, at barnið skal kunna koma til orðanna og hevur rætt til at krevja, at dentur verður lagdur á sjónarmiðini í samsvari við aldur og búning barnsins.

Løgtingið samtykti í 1991 at staðfesta sáttmálan (løgtingsmál 24/1991). Ásetingarnar í sáttmálanum eru at meta sum fyrimyndarreglur, sum londini hava átikið sær at liva upp til í lóggávu og fyrisitingarligari siðvenju, men enn eru eingi lóggávutiltøk framd á familjurættarliga økinum børnunum at frama.

Spyrjarin vísir í viðmerkingunum á eitt tilmæli um at gera lóggávu, ið tekur støði í rættindunum hjá barninum at hava skipaði viðurskifti og samveru við bæði síni foreldur, tá foreldrini ikki liva saman. Hetta hava vit sambært sáttmálanum skyldu at gera, og júst hetta at taka støði í og áseta rættindini hjá børnunum heldur enn rættindini og skyldurnar hjá foreldrunum mótvegis børnunum, hevur verið og er eisini gongdin í londunum kring um okkum.

Spyrjarin sigur at enda í sínum viðmerkingum, at til dømis rætturin til felags foreldramyndugleika kundi verið settur í verk, um so er, at landsstýrið hevur slept ætlanini um at fáa føroyska lóggávu. Nú vita vit ikki í dag at siga, um Løgtingið fer at hava lóggávuheimildina á hesum øki, ella um vit fara at dagføra økið við donsku lógunum, og tí er torført hjá mær at leggja eina ætlan fyri, hvussu lóggávan frameftir skal síggja út.

Ein sannroynd er tað tó, at tað er átrokandi tørvur á at fáa lóggávuna í samsvar við samfelagið, vit liva í í dag, og vit eiga at leggja doyðin á at seta barnið í miðdepilin, soleiðis at barnið kann varðveita sambandið við foreldrini, hóast tey ikki búgva saman – tað veri seg við avtalu um felags foreldramyndugleika ella betraðum møguleika fyri samveru, og at børnini fáa lógartryggjaðan rætt at koma til orðanna hjá myndugleikum og í rættinum. Tað eigur eisini at leggjast størri dentur á at ráðgeva foreldrum við tí endamáli at hjálpa foreldrunum at loysa ósemjur við atliti at, hvat er best fyri barnið, heldur enn at myndugleikarnir skulu taka hesa avgerð fyri foreldrini.

Familjurættarlig mál eru ofta trupul og kenslusom mál – serliga tá ósemjur stinga seg upp. Lógarorðingar eina loysa ikki hesi mál, men eg eri samdur við spyrjaran í, at tað er umráðandi at fáa lóggávuna í samsvar við nútíðarsamfelagið, tí vit eiga at vera trygg við galdandi lógir og kenna, at tær veita okkum tey rættindi, vit eiga, heldur enn at gera gerandisdagin torføran.

Málið avgreitt.