100-28 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi fráboðaða skattalættanum 

Orðaskifti

Ár 2004, mikudagin 25. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Stendur løgmaður við tann undirskrivaða skattalættan í undirskjalinum til samgonguskjalið, sum fer at geva hægru inntøkunum ein stóran fyrimun, meðan tey lægstløntu lítlan og ongan fyrimun fáa?
  2. Er løgmaður samdur við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum um, at fráboðaði skattalættin má broytast, so tey lág- og miðalløntu fáa fyrimun burturúr?
  3. Kann løgmaður vátta, at umboð fyri tingbólk Javnaðarfloksins á fundi hava sagt umboðum fyri arbeiðarafeløgini, at uppskotið til skattalætta verður broytt?
  4. Hvussu er skattarýstið í Føroyum í mun til hini Norðurlondini, tá eisini óbeinleiðis skattir og frádráttir hjá vinnu og einstaklingum verða tikin við?
  5. Ætlar løgmaður, at kommunurnar skulu gjalda ein part av fráboðaða skattalættanum?
  6. Um so er, at fráboðaði skattalættin verður framdur, hvussu ætlar løgmaður, at land og kommunur skulu fíggja tær 240 milliónirnar, sum hetta er fráboðað at kosta?
  7. Ætlar løgmaður at breiðka skattagrundarlagið, so landskassin fær aðrar inntøkur til at fíggja vælferðartænasturnar?

Viðmerkingar
Ber tað til at fáa breiðar semjur á Løgtingi um týdningarmiklu málini fyri framtíðina, so er tað at fegnast um.

Einstaklingar, feløg, felagsskapir og vinna hava tørv á stabilum politiskum viðurskiftum, har til ber at leggja ætlanir longur enn til dagin í dag. Og tað er ikki minst týdningarmikið, at politiskar ætlanir kunnu halda, so fólk vita, hvat tey kunnu halda seg til.

Møguleikin fyri hesum skuldi verið góður, nú ein breið samgonga er skipað.

Síðani samgonguskjalið varð undirskrivað, eru kortini sera ymisk signal komin frá landsstýrinum um tann skattalættan, sum samgonguflokkarnir hava skrivað undir í einum undirskjali.

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur boðað frá, at avleiðingarnar av skattalættanum vóru ikki tær, sum hann og Javnaðarflokkurin høvdu ætlað, og tí má uppskotið broytast.

Umboð fyri arbeiðarafeløgini hava verið á fundi við umboð fyri tingmanning Javnaðarfloksins, og har sigast tey hava fingið lovað, at skattalættin verður broyttur soleiðis, at lág- og miðalinntøkurnar fáa størri lætta.

Tað kann staðfestast, at undirskrivaða uppskotið fer at geva stóran fyrimun til tey hægstløntu, og at land og kommunur fara at missa inntøkur upp á í hvussu er 240 mió. komandi 4 árini.

Greitt er, at bæði landskassi og fleiri av kommununum í landinum fáa stórar trupulleikar við sínum fíggjarætlanum og rakstri, um ætlanin verður framd.

Ein sera stór óvissa um skattapolitikkin og sosialpolitikkin, og bæði fakfeløg, vinnufeløg, kommunur, einstaklingar og samfelagið alt hava tørv á at fáa greiði á, hvør ætlanin er hjá samgonguni.

Tað hevur verið hildið uppá – eitt nú frá landsstýrismonnum – at skattatrýstið í Føroyum er hægri enn í hinum Norðurlondunum.

Hetta tykist ikki at vera í samsvari við veruleikan. Tí hevði verið gott um løgmaður útvegaði tinginum røtt tøl, ið kunnu samanberast, har eisini óbeinleiðis skattir og gjøld verða roknað upp í skattagrundarlagið og samanborin millum londini.

Tjóðveldisflokkurin vil broyta skattagrundarlagið soleiðis, at skatturin á arbeiði hjá lág- og miðalløntum verður lækkaður, men har vit samstundis breiðka skattagrundarlagið, so eitt nú fíggjarlig spekulasjón og umhvørvisdálking verður skattað ístaðin.

Um løgmaður er samdur í hesum, hevði grundarlag verið fyri einum skattapolitikki, ið bæði var sosialur, sum eggjaði til virksemi og sum býtti byrðarnar javnari.

Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á tingfundi 24. mars 2004 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Svar til spurning 1: Eg standi sjálvandi við bæði samgonguskjalið og undirskjalið. Eg havi onga viðmerking til staðfesting spyrjarans um, at skattalættin fer at geva hægru inntøkunum ein stóran fyrimun, meðan tey lægstløntu lítlan og ongan fyrimun fáa. Hesin parturin eigur at verða lýstur av landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Svartil spurning 2: Vísandi til undanfarna spurning, er uppgáva løgmans at virka fyri, at alt tað, sum er fráboðað í samgonguskjalinum við undirskjali, verður sett í verk. Samgonguni stendur tó altíð frítt at taka tættir í samgonguskjalinum upp til nýggja viðgerð.

Svar til spurning 3: Eg veit, at umboð fyri tingmanningina hava havt fund við umboð fyri fakfeløgini um politisk mál, og at hesin spurningur hevur verið umrøddur. Eg eri tó ikki vitandi um, at nøkur ítøkilig fráboðan varð gjørd á hesum fundi.

Svar til spurning 4: Grundarlagið undir samanlíknandi uppgerðum av skattatrýsti landanna millum eru mangan tøl úr tjóðarroknskapinum. Skattatrýstið verður oftast roknað sum beinleiðis og óbeinleiðis skattir í ávísum tíðarskeiði, sett í mun til framleiðsluvirði hjá landinum í sama tíðarskeiði. Hesin útrokningarháttur verður her nevndur vanligt skattatrýst, nærri lýst í fylgiskjali 1.  

Í hesum sambandi eigur at verða nevnt, at skattahugtakið bert fevnir um skatt – beinleiðis og óbeinleiðis. Óbeinleiðis skattur fevnir t.d. um toll og meirvirðisgjald.  

Skattir og avgjøld eru hinvegin ikki øll inntøkan hjá tí almenna í Føroyum, sum jú eisini seinastu árini hevur fingið munandi inntøkur, sum ikki koma undir skattahugtakið, ið her er upp á tal. Eg kann her t.d. nevna yvirskot frá almennum fyritøkum, rentuinntøkur umframt veitingar úr danska ríkiskassanum. Møguligar inntøkur í samband við einskiljingar komandi árini eru heldur ikki at rokna sum partur av skattatrýstinum. 

Torført er at siga við vissu, um skrásetingarnar í tjóðarroknskapinum hjá ymsu londunum eru so einsháttaðar, at skattahugtakið, sum nýtt verður í samanlíkningunum, er júst tað sama. Men neyvan er ivi um, at tjóðarroknskaparstøddirnar, sum nýttar verða, eisini taka við serlig viðurskifti, sum t.d. frádráttir til vinnu og einstaklingar. 

Um vit afturat hesum hyggja at gongdini yvir longri áramál fyri ymisk lond, er møguligt at fáa eina mynd av føroyska skattatrýstinum, sæð í mun til grannalond okkara.  

Verður vanliga skattatrýstið í Føroyum samanlíknað við skattatrýstið í londunum Danmark, Írlandi, Íslandi, Noregi, Stóra Bretlandi og Svøríki árini 1985-2001, hevur gongdin verið tann, at Føroyar í byrjanini av hesum tíðarskeiði høvdu skattatrýst, sum lá umleið miðskeiðis millum hægsta og lægsta skattatrýst hjá nevndu londum. Lægsta skattatrýstið í 1985 hevði Ísland, 28%, hægsta hevði Svøríki, 49%, meðan Føroyar høvdu 39%.  

Tíggju ár seinni, í 1995, høvdu Føroyar skattatrýst svarandi til 55% - tað hægsta av nevndu londum.  

Gongdin síðani hevur verið, at Føroyar nærkast miðstøðu aftur. Svøríki hevur í tølum fyri 2001 aftur størsta skattatrýstið, 53%, Írland tað lægsta, 29%, meðan trýstið í Føroyum hetta árið er gjørt upp til 45%. 

Nærri lýsing av gongdini, sum her er nevnd, er at finna í fylgiskjali 2.  

--- 

Spurningurin er, um uppgerðarhátturin, sum nýttur verður í sambandi við vanliga skattatrýstið, er eftirfarandi, tá ið talan er um føroysk viðurskifti. Fyri hini londini, sum omanfyri eru nevnd, er tað galdandi, at munandi frávik ikki er millum bruttotjóðarúrtøkuna (tvs. framleiðsluvirðið) og tøku bruttotjóðarinntøkuna. Við øðrum orðum svarar inntøkan hjá hesum londum á leið til virðið, tey skapa við framleiðslu síni. Men hetta er ikki galdandi fyri føroyska búskapin við tað, at Føroyar árliga fáa framleiðslufría inntøku úr Danmark.  

Afturat hesum er føroyski búskapurin í serstøðu við at hava nettofíggjarogn uttan fyri Føroyar svarandi til á leið 40% av bruttotjóðarúrtøkuni. Avkastið av hesi ogn ger ikki munin millum bruttotjóðarúrtøkuna og tøku bruttotjóðarinntøkuna minni. 

Verður hædd tikin fyri hesum viðurskiftum, verður komið til annað hugtak í sambandi við skattatrýst, ið nevnist tillagað skattatrýst.  

Tað hevur ikki eydnast at finna tøl hesum viðurskiftum viðvíkjandi fyri grannalond okkara, onnur enn tey, ið galdandi eru fyri Danmark. Samanlíkning av vanliga skattatrýstinum og tillagaða skattatrýstið fyri Føroyar og Danmark er lýst í mynd 1 og mynd 2 í fylgiskjali 3. Her sæðst, at vanliga skattatrýstið seinnu árini hevur verið eini 5% lægri í Føroyum enn í Danmark, og at tillagaða skattatrýstið helst hevur verið uppaftur lægri í Føroyum enn í Danmark. 

--- 

Ymist er, hvat tað almenna nýtir pening til í ymsu londunum. Í onkrum londum verður nógv tikið inn frá húsarhaldinum og latið útaftur til húsarhald, meðan hesin umfordeilandi leiklutur hins almenna er meiri avmarkaður í øðrum londum. Hetta hevur týdning fyri, hvussu nógv tað almenna veruliga tekur inn av inntøkum hjá einskilda geiranum í skatti og avgjøldum.  

Tá ið atlit verða tikin at hesum viðurskiftum, verður hugtakið modifiserað skattatrýst nýtt. Hugtakið er nærri lýst í fylgiskjali 1.  

Somuleiðis er samanlíkning millum Føroyar og Danmark við hesum máti gjørd í mynd 3 í fylgiskjali 3 fyri árini 1985-2002. Niðurstøðan í hesum samanhangi er, at skattatrýstið í Føroyum hevur ligið omanfyri trýstið í Danmark árini 1993-98, og at tað síðani hevur verið á leið tað sama í londunum báðum. 

---

At enda skal nevnast, at ymist er, hvussu lond hava lagt til rættis skattaskipan sína. Kanningar hava í hesum viðfangi víst, at Føroyar og Danmark hava lagt stórt skattatrýst á arbeiði í mun til onnur lond.

Svar til spurning 5: Samgongan ætlar ikki, at kommunurnar skulu gjalda part av fráboðaða skattalættanum.

Svar til spurning 6: Sum fráboðað í undirskjali til samgonguskjalið, verður skattatrýstið viðvíkjandi arbeiðsinntøkum lækkað við tilsamans 240 mió. kr. næstu 4 árini. 

Hóast skattalækkingar hvørt ár síðan 1995, so hava vit fingið økt skattatrýst hvørt ár. Høvuðsorsøk til hetta er, at verandi progressivi skattastigin hevur havt við sær fjaldar skattahækkingar, so hvørt búskaparvøkstur, herundir vøkstur í lønarmassa, er farin fram seinnu árini. 

Mett verður, at skattastigin við nominella búskaparvøkstrinum, sum verið hevur síðan búskaparkreppuna, hevur havt við sær skattahækkingar svarandi til umleið 50-60 mió. kr. árliga. Hóast vit neyvan kunnu rokna við búskaparvøkstri í ár, so kann vónandi roknast við ávísari framgongd komandi árini. 

Ætlaða broytingin í skattaskipanini hevur ikki við sær, at progressivi skattastigin verður ein proportionalur skattastigi. Tó verða ógvusligu trinini í stiganum lækkað soleiðis, at lønmóttakarin ikki í so stóran mun sum nú fer at merkja høga markskattin av seinast vunnu krónuni.  

Fígging av fráboðaða skattalættanum verður eyðvitað ikki so løtt, sum tá undanfarna samgonga fíggjaði skattalættar og stórar útreiðsluøkingar við stórum búskaparvøkstri. Í okkara føri verður uttan iva neyðugt at gera raðfestingar og tillagingar av útreiðslunum. Møguligur búskaparvøkstur lættir sjálvandi um hesa uppgávuna í tann mun, hann fer at gera seg galdandi.

Svar til spurning 7: Eg havi ta áskoðan, at arbeiðsinntøkur hava staðið fyri ríkiliga stórum parti av samlaðu skatta- og avgjaldsinntøkunum hjá tí almenna her á landi í mong ár. Eg eri tí áhugaður í hugskotum og politiskum kjaki um, hvussu skattagrundarlagið kann breiðkast.

Málið avgreitt.