100-29 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi varðveiting av ljóð- og AV-bondum

Orðaskifti

Ár 2004, mikudagin 25. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Olav Enomoto, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hevur landsstýrið nakra ítøkiliga ætlan um, hvussu mentanarliga virðið, sum liggur á goymslu á ymiskum bandasøvnum her á landi, kann varðveitast?
  2. Um landsstýrið hevur slíkar ætlanir, nær kann so roknast við, at tær verða settar í verk?
  3. Eru metingar gjørdar av, hvat tílíkt arbeiði fer at kosta?
  4. Metir landsstýrismaðurin, at trygdin í verandi goymsluhølum til almenn ljóð- og AV-bond er nøktandi?
  5. Um ikki, hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin so at taka fyri at bøta um trygdina?
  6. Ætlar landsstýrismaðurin at bera so í bandi, at stovnar, ið framleiða útvarps- og sjónvarpssendingar, fáa álagt við lóg, at teir skulu hava og røkja eitt bandasavn?
  7. Um ikki, ætlar landsstýrismaðurin so at bera so í bandi, at Føroya Landsbókasavn ella annar stovnur skal fáa álagt at varðveita útvarps- og sjónvarpssendingar?

Viðmerkingar:
Nógv ljóð- og sjónbandatilfar við stórum mentanarligum virði liggur á goymslu á ymiskum bandasøvnum her á landi. Nevnast kunnu Útvarp Føroya, Sjónvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya, sum hava stórar goymslur við virðismiklum mentanarligum tilfari.

Talan er í flestu førum um analog bond, sum hava eina avmarkaða livitíð, og tí er vandi fyri, at tey við tíðini fara fyri skeyti. Nógv av teimum elstu bondunum hjá Útvarpi Føroya stava heilt frá 1957, og eru í ógvuliga ringum standi. Tey eru vorðin moyr og slitna lætt, umframt at magnetstrimmulin losnar frá teimum og kilstrar seg fastan á tónahøvdið, tá ið bondini verða spæld. Tískil kunnu fleiri av teimum elstu bondunum bert avspælast einaferð afturat, áðrenn tey oyðileggjast.

Ein annar vandi, ið serliga ger seg galdandi innan AV-bond er, at tøknin broytast alla tíðina, og tað er bara ein spurningur um tíð, til ongar maskinur eru tøkar, ið kunnu spæla tey elstu bondini.

Neyðugt er tí at yvirspæla bondini á teldu, og síðani brenna tilfarið á fløgur. Men hetta tekur langa tíð, og er eisini kostnaðarmikið, tí bondini kunnu bara yvirspælast við vanligari ferð, tað vil siga, at yvirspælingin tekur líka langa tíð, sum sendingarnar á bondunum vara. Tí er neyðugt, at yvirspælingar til nýggjari tøkni verða gjørdar soleiðis, at næstu ferð, tá spælt verður yvir, tekur arbeiðið munandi styttri tíð.

Bløðini hava sambært lógini um bókasøvn skyldu at lata Føroya Landsbókasavni eintøk av sínum útgávum, so eftirtíðin kann kunna seg um, hvussu Føroyar einaferð hava sæð út. Men hesa skyldu hava loftmiðlarnir ikki. Í kringvarpslógini fáa Útvarp Føroya, Sjónvarp Føroya og aðrir loyvishavarar einans álagt at goyma allar sendingar í í minsta lagi tríggjar mánaðir. Lógin áleggur sostatt ikki hesum stovnum at hava og røkja eitt bandasavn, sum eftirtíðin kann hava gagn og gleði av. Tískil eru heldur eingi krøv sett til hølini, ið hýsa bandasøvnunum, hvørki viðvíkjandi brunatrygd ella øðrum.

Tað at stovnar sum Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya hava bandasøvn, er fyrst og fremst fyri, at stovnarnir sjálvir kunnu gera nýtslu av tilfarinum. Men tá søvnini nú einaferð eru har og goyma nógv virðismikið tilfar, er umráðandi at fáa tryggjað, at tilfarið verður varðveitt.

Hetta reisir spurningin, hvør skal hava varðveitingarskylduna? Skal tað vera stovnurin sjálvur, Landsbókasavnið ella onkur annar? Hesin spurningurin kann so aftur reisa spurningin, hvør skal gjalda fyri at varðveita eina sending? Skal tað vera tann, sum ger sendingina, ella tann, sum goymir hana?

Grundað á hesar viðmerkingar, verður fyrispurningurin settur.

Á tingfundi 3. mars 2004 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 26. mars 2004 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Eg skal takka fyri fyrispurningin og skal samstundis geva spyrjaranum rætt í, at her er talan um ein týðandi part av okkara mentanararvi. Tað almenna hevur sostatt ein greiða skyldu at tryggja varðveitsluna av hesum tilfari.

Av givnum orsøkum loyvi eg mær at svara spurningunum 1-4 og 5 og 7 undir einum, samstundis sum eg gevi eina heilt stutta lýsing av støðuni hjá avvarðandi stovnum (Útvarp Føroya, Sjónvarp Føroya, Fróðskaparsetrið, Fornminnissavnið og Landsskjalasavnið).

Spurningar 1-4
Spurt verður fyri tað fyrsta, um landsstýrið hevur nakra ítøkiliga ætlan um, hvussu mentanarliga virðið, sum liggur á goymslu á ymiskum bandasøvnum her á landi, kann varðveitast. Í øðrum lagi verður spurt, um landsstýrið hevur slíkar ætlanir, nær kann so roknast við, at tær verða settar í verk, og í triðja lagi verður spurt, um metingar eru gjørdar av, hvat hetta fer at kosta? Í fjórða lagi verður spurt um trygdina á verandi goymslum.

Útvarp Føroya
Útvarp Føroya arbeiðir við eini ætlan um varðveiting av bandasavninum, men vegna tørvandi fígging verður bert arbeitt í smáum við hesi ætlan. ÚF hevur seinastu árini ment eina nýggja digitala framleiðsluskipan, og allar sendingarnar verða í dag framleiddar og goymdar digitalt. Varðveitingin av gamla bandasavninum er í løtuni avmarkað til, at gamlar sendingar, sum verða endursendar, verða digitaliseraðar og lagdar inn í nýggju skipanina.

ÚF letur í løtuni gera eina løgfrøðiliga kanning av spurninginum um rættindi til tilfarið. Næsta stigið verður at kanna og taka avgerð um, á hvørjum digitalum miðli savnið skal goymast. Hesin spurningurin er tengdur at datatrygd, og hvørjum endamálum savnið skal tæna, eitt nú í hvønn mun atgongd skal verða til tilfarið On Line.

Kostnaðurin av varðveitingini hjá Útvarpi Føroya er knýttur at, hvørjum endamáli savnið skal tæna, og á hvørjum góðskustigi skrásetingin skal vera. Verður samanborið við eina líknandi verkætlan hjá NRK, metir ÚF, at varðveitingin av bandasavninum fer at kosta 6-8 mió. kr.

Sjónvarp Føroya
Sjónvarp Føroya hevur bond á goymslu, sum ganga aftur til byrjan sjónvarpsins í 1984, umframt bond frá gamla sjónvarpsfelagnum í Havn, sum SvF fekk í varðveitslu, tá hetta felag legði niður virksemi sítt.

Tey bondini, ið eru 12-14 ár og eldri, eru nú í so ringum standi, at tey bert kunnu spælast av ta einu ferðina. Av tí sama verða tey yvirspæld á talgild bond, so hvørt tey verða tikin framaftur og nýtt, eitt nú í sendingini "Undan væðingini".

Sjónvarp Føroya er í sambandi við digitaliseringina farið undir at gera íløgur í útgerð til yvirspæling av gamla tilfarinum á digitalar miðlar. Tilfarið verður yvirspælt á eitt nýtt slag av AV-disklum, sum nevnast Blue Lazer Discs, ið er í ferð við at vinna fram innan goymslu og framleiðslu av sjónvarpstilfari. BL disklarnir hava eina metta livitíð á 80 ár.

Sjónvarp Føroya hevur tó ikki fíggjarligar møguleikar fyri at seta fólk burturav til uppgávuna ella at leiga inn eyka maskinur til tess at arbeiðið kann gerast skjótari, og tí skal roknast við, at tað fer at taka nógv ár, áðrenn alt tilfarið er yvirspælt. Í meðan farast bondini støðugt verri, og stovnurin kann ikki veita trygd fyri, at alt tilfarið í savninum verður bjargað til eftirtíðina.

Ein miðvís verkætlan at loysa hesa uppgávuna innan fyri 1-2 ár vil leysliga mett kosta umleið 2,5-3 mió. kr. Av tí, at sjónvarpið ikki hevur fíggjarorku til at lyfta eina slíka verkætlan, fyriliggur ikki ein neyv ætlan ella útrokning.

Fróðskaparsetrið
Í bandasavninum á Føroyamálsdeildini eru eini 4000 bond, kassettu- og spolabond og nøkur videobond. Tey verða goymd í eldvardum rúmi. Men hetta stóra savn verður ikki goymt undir nøktandi umstøðum, t.e. umstøðum, ið taka atlit til hita og luftvætu.

Bondini verða goymd í eldvardum rúmi saman við pappírssavnindum, men hesir báðir miðlar krevja ymisk klimatisk viðurskifti, skal goymslan vera optimal. Arbeitt verður við at tryggja teimum betri umstøður, hvat ið temperaturi og vætu viðvíkur. Tey elstu bondini eru frá fyrst í 1950'unum, men annars eru tað upptøkur, sum eru gjørdar fram til dagin í dag.

Fyri at verja tey originalu bondini sum frægast móti sliti, hevur verið arbeitt við at spæla tey yvir á makabond (arbeiðsbond) at brúka í arbeiði. Men fíggjarligar umstøður hava ikki verið til at fullføra hetta arbeiðið, og tí er minni enn helvtin av bondunum spæld yvir á makabond. Makabondini áttu sjálvsagt at verið goymd undir somu umstøðum sum upprunabondini, men tí loyva húsaumstøðurnar ikki, og staðfestast má, at makabondini als ikki verða goymd undir nøktandi umstøðum.

Fróðskaparsetrið hevur ta áskoðan, at skulu landsins søvn av ljóðbondum veruliga goymast undir optimalum umstøðum, eru í løtuni eingi hús ella rúm í landinum, ið nøkta henda tørv. Hinvegin metir stovnurin, at bandasavnið hjá Setrinum er "ivaleyst tað frægasta í landinum viðvíkjandi røkt og goymsluumstøðum". Men hølini lúka ikki varðveitingarkrøv, ið kunnu tryggja eina varandi loysn eitt nú við atliti at nýggjum miðlum og nýggjari tøkni, og tí mælir Fróðskaparsetrið til, at bygt verður eitt føroyskt miðlasavn, og verður kostnaður mettur til 12,4 mió. kr. uttan MVG. Setrið mælir til, at tørvurin hjá øllum stovnum, ið goyma bond,, verður loystur á hendan hátt.

Fornminnissavnið
Hesin stovnur varðveitir m.a. films- og myndatilfar í teirra upprunaliga líki. Eisini hevur stovnurin eitt savn av ljóðbondum, framleidd í sambandi við mentanarsøgufrøðiligar verkætlanir. Filmstilfarið er yvirspælt á videobond. Í summum førum hevur SvF avrit í varðveitslu.

Føroya Landsskjalasavn
Føroya Landsskjalasavn hevur vanliga ikki bond við siðsøguligum innihaldi í varðveitslu við tað, at hetta er uppgáva hjá øðrum stovnum. Hinvegin stendur Landsskjalasavnið frammanfyri eini stórari avbjóðing í og við, at almennar journalir alt meira gerast talgildar.

Mentamálaráðið hevur avtalað við stovnin, at Mentamálaráðið og Landsskjalasavnið sum skjótast finna eina loysn upp á teir trupulleikar, sum standast av varðveiting av tí talgilda tilfari, sum verður framleitt í tí almenna, m.a. við nágreiniligum krøvum mótvegis stovnunum um varðveiting. Hetta krevur ivvaleyst broyting í lógini um Føroya Landsskjalasavn og verður henda lógarbroyting fyrireikað í næstum

Trygdin
Útvarp Føroya hevur eitt bandasavn, sum er bygt til endamálið, og ÚF metir, at trygdin í smb. við analogu bondini í dag er nøktandi. Tá tilfarið verður digitaliserað, fær trygdarspurningurin heilt annað innihald, og trygdarstigið er nær knýtt at kostnaðinum. Analog bond fara ongan veg, men digital data kunnu hvørva. Í nýggju framleiðsluskipanini hevur ÚF valt eitt trygdarstig, sum stovnurin metir er nøktandi, men neyðugt er støðugt at bøta um datatrygdina.

Sjónvarp Føroya hevur í dag ikki nøktandi hølisumstøður at goyma bandasavnið trygt. Tey høli, ið SvF hevur til goymslur, eru ikki brandtryggjað og heldur ikki klimaregulerað til endamálið. Trygdin í hølum sjóvarpsins kann tískil ikki metast at vera nøktandi.

Fróðskaparsetrið hevur ikki upplýst, hvat ein flyting av tilfarinum frá vanligum bondum til digitalan miðil fer at kosta, og hevur annars sum longu nevnt uppskot um eitt centralt bandasavn.

Fornminnissavnið metir, at bandagoymslurnar eru lutfalsliga tryggar, men ikki optimalar. Bæði brandtrygd og hitalagsstýring kunnu verða betrað. Goymslurnar eru undir støðugum eftirliti av sakkønum fólki, og arbeitt verður støðugt við at trygdarkopiera. Hvat spurningum um digtalisering viðvíkur, líkist problematikkurin tí hjá hinum stovnunum.

Spurningur 6
Hesin spurningur snýr seg um, hvørt landsstýrismaðurin ætlar at bera so í bandi, at stovnar, ið framleiða útvarps- og sjónvarpssendingar, fáa álagt við lóg, at teir skulu hava og røkja eitt bandasavn. Svarið er eitt ja, og er tað ætlanin at leggja upp fyri hesum kravi, tá kringvarpslógin vónandi í næstu tingsetu verður endurskoðað.

Spurningarnir 5 og 7
Spurt verður, hvørji stig landsstýrismaðurin ætlar at taka fyri at bøta um trygdina (5), og um landsstýrismaðurin ætlar at bera so í bandi, at Føroya Landsbókasavn ella annar stovnur skal fáa álagt at varðveita útvarps- og sjónvarpssendingar (7). Eg skilji spurningin soleiðis, at hann fyrst og fremst snýr seg um tilfarið hjá ÚF og hjá SvF.

Her er í fyrsta lagi talan um tann mest átrokandi tørvin, og í øðrum lagi er talan um, hvussu á besta og tryggasta hátt verður funnið fram til eina varandi loysn á varðveitingarspurninginum. Mentamálráðið hevur umrøtt spurningin um varðveitingina av bandasøvnunum hjá ÚF og SvF við leiðslurnar á hesum stovnum.

Spurningurin, hvørt eitt framtíðar føroyskt miðlasavn eigur at leggjast til Føroya landsbókasavn, er ikki heilt einfaldur at svara. Nevnast kann, at avvarðandi stovnar hvør í sínum lagi hava áhugaverd hugskot um, hvussu vit best loysa henda spurning.

Av viðkomandi stovnum er tað bert Landsbókasavnið, ið mælir til, at uppgávan verður løgd til stovnin.

Áðrenn eg taki endaliga støðu til hendan spurning, ætli eg mær at koma á tal við avvarðandi stovnar, og saman við leiðslunum í felag umrøða hetta málið. Síðan fari eg at seta ein arbeiðsbólk við umboðum fyri hesar stovnar og møguliga øðrum sakkønum við.

Bólkurin skal so koma við uppskoti um, hvussuleiðis vit best finna fram til eina haldgóða loysn á spurninginum um eina varandi varðveiting av tí mentanararvi, sum er til skjals í bandasøvnunum hjá teimum stovnum, ið eg her havi umrøtt.

Málið avgreitt.