100-31 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, um almennar útsagnir og politiska habilitetin hjá nývalda norðurlandaráðsumboði Løgtingsins Óla Breckmann 

Orðaskifti (riggar ikki)

Ár 2004, mikudagin 10. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Tekur løgmaður undir við teimum sjónarmiðum, sum Óli Breckmann, vegna Fólkaflokkin, bar fram í valsendingini "Í andgletti" í Útvarpi Føroya hin 12. januar 2004?
  2. Hvat heldur løgmaður um tey sjónarmið, sum Óli Breckmann, vegna Fólkaflokkin, bar fram í valsendingini "Í andgletti" í Útvarpi Føroya hin 12. januar 2004?
  3. Heldur løgmaður, at tað tænir umdømi Føroya, at ein maður við sjónarmiðum sum teimum hjá Óla Breckmann umboðar Føroyar í Norðurlandaráðnum?

Viðmerkingar:
Hin 12. januar 2004 legði Óli Breckmann í sendingini "Í andgletti" í Útvarpi Føroya fram Fólkafloksins sjónarmið um ymisk viðurskifti upp undir løgtingsvalið 20. januar.

Í sendingini varð Óli Breckmann m.a. spurdur um Fólkafloksins støðu til, hvørt Føroyar skulu taka ímóti flóttafólki. Hann svaraði, at tað kundi koma upp á tal "í ávísum ógvuliga avmarkaðum førum".

Seinni greiddi hann soleiðis frá hugsanum Fólkafloksins við m.a. hesum orðum:

"Eg haldi, at vit skulu halda flóttafólk, serliga av tí muslimska slagnum, úti. Tí tey fólkini hava serliga ringt við at inrætta seg eftir umstøðunum í teimum londum, sum tey fossa inn í."

"Vit fara ikki at blaka Føroyar víðopnar fyri øllum tí drasli, sum rekist runt. Tað eru 20-30 milliónir flóttafólk í verðini, og Føroyar eru for smáar til at taka so mikið sum ein lítlan brotpart inn".

"Fólkaflokkurin fer at stríðast alt tað, vit orka, fyri at halda slíkar hordir av fólki úti."

Tá tíðindamaðurin spurdi, um útlendingapolitikkurin hjá Fólkaflokkinum ikki luktaði eitt sindur av, at flokkurin bara vil hava tað, sum loysir seg fyri okkum sjálvi, føroyingar, og at tað ikki skal vera báðar vegir, svaraði Óli Breckmann, vegna Fólkaflokkin, soleiðis: "Tað haldi eg, at tú næstan kanst siga. Jú, tað haldi eg ikki ger nakað sum helst."

Tá Óli Breckmann varð spurdur, um tað ikki var stór skomm, at hvørki løgmaður ella Óli sjálvur sum formaður í fíggjarnevndini vóru sinnaðir til at lata nakrar pengar til tað jarðskjálvtarakta fólkið í Iran fyri kortum, svaraði Óli Breckman, vegna Fólkaflokkin, m.a. við hesum orðum: "Eg hugsi tað, at vit hava í hasum føri hjálpt meira enn Iran hevði hjálpt okkum, um tað var øvugt."

Tá hann varð spurdur, um vit eiga at síggja tað soleiðis, svaraði Óli Breckmann, vegna Fólkaflokkin, soleiðis: "Tað kundi tú kanska gjørt, ja."

Tað er eingin ivi um, at tað sjónarmið, at føroyingar bert eiga at rætta øðrum eina hond, um vit hava vissu fyri, at vit fáa líka nógv ella meira afturfyri sjálvi, ikki er eitt sjónarmið, sum tænir umdømi Føroya.

Tað er heldur eingin ivi um, at tað heldur ikki tænir umdømi Føroya, at heimsins neyðstøddu flóttafólk verða nevnd "drasl" og "hordir av fólki".

Kortini hevur landsstýrissamgongan, við Jóannesi Eidesgaard á odda, valt júst Óla Breckmann at umboða Føroyar í Norðurlandaráðnum – einasta stað uttanvert "ríkisins" mørk, har føroyingar í verandi støðu hava ein pall, har vit kunnu føra fram okkara sjónarmið.

Spyrjarin undrast á, at løgmaður og flokkur hansara, sum áður hava tikið greiða frástøðu frá sjónarmiðunum hjá Óla Breckmann, nú velja sama Óla Breckmann at umboða føroysku tjóðina í Norðurlandaráðnum, har spurningurin um støðu Norðurlanda til heimsins neyðstøddu fólk sjálvsagt eisini verður og fer at verða viðgjørdur.

Á tingfundi 11. mars 2004 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 4. mai 2004 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til fyrsta og annan spurning havi eg hesar viðmerkingar.

Sambært § 21 í stýrisskipanarlógini er tað heimilað hvørjum løgtingsmanni við Løgtingsins loyvi at leggja fram til viðgerðar eitt og hvørt alment mál og tí viðvíkjandi krevja frágreiðing frá løgmanni ella landsstýrismanni.
Sambært § 53 í okkara tingskipan kann tingmaður fáa ávíst alment mál til umrøðu, og í hesum sambandi kann hann leggja skrivligan spurning fyri løgmann ella landsstýrismann.

Tískil er tað vanliga so, at hesir fyrispurningar hava snúð seg um málsøki, sum løgmaður ella landsstýrismenn sita fyri.

Fyrispurningurin, sum Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, hevur sett mær, er avgjørt ikki av tí vanliga slagnum, tí hann spyr als ikki um nakað, sum viðvíkur málsøki løgmans. Løgmaður verður spurdur, hvat hann heldur um nøkur úttalilsi hjá einum ávísum tingmanni.

Tingmenn eru ikki fevndir av eftirlitsuppgávu løgmans eins lítið, sum aðrir borgarar eru tað. Sambært § 33, stk. 3 í stýrisskipanarlógini hevur løgmaður eftirlit við, at landsstýrismenn sita fyri sínum málsøkjum á lógligan og fullgóðan hátt.

Hin 12. januar 2004 vóru bæði Óli Brekmann, løgtingsmaður, og Jóannes Eidesgaard, løgmaður, valevni til løgtingsvalið 20. januar 2004. Í einum valstríði falla mong orð, sum eingin annar enn tann, sum orðini eigur, og møguliga eisini flokkurin hjá viðkomandi, kunnu ábyrgdast fyri.

Hinvegin harmar tað meg, at hetta høvi ikki varð nýtt til at taka upp flóttaspurningin í síni heild, heldur enn at nýta eitt so týdningarmikið mál til at seta úttalilsir hjá ávísum tingmanni undir seinasta valstríði í brennidepilin. 

Til triðja spurningin frá Tórbirni Jacobsen, løgtingsmanni er tað at siga, at Óli Breckmann er lógliga valdur løgtingsmaður, og hann er lógliga valdur limur í Norðurlandaráðnum. Løgtingið hevur gjørt eitt val, sum løgmaður sjálvsagt tekur til eftritektar uttan viðmerkingar.

Málið avgreitt.