100-32 Fyrispurningur til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, viðvíkjandi kommunalum partafelagi 

Orðaskifti

Ár 2004, fríggjadagin 12. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Kann ein kommuna gera eina kommunala havn til partafelag, har kommunan eigur 100 % av partapeninginum?
  2. Um svarið er játtandi, kann henda sama kommuna loyva øðrum, t.d. kommunum, stovnum, feløgum og einstaklingum, at seta partapening í partafelagið?
  3. Um hetta ikki er loyvt, hevur landstýrismaðurin so ætlanir um at taka stig til at fremja lógarbroytingar, so kommunur fáa henda møguleika?

Viðmerkingar
I sambandi við stórar almennar verkætlanir, t.d. undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi og undirsjóvartunnilin undir Leirvíksfirði, hava landsmyndugleikarnir valt eina partafelagsloysn.

Føroya Tele er umskipað til partafelag, og landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur boðað frá, at ætlanin er, at Postverk Føroya eisini skal gerast til alment partafelag.

Tað hevur mangan verið ført fram, at hesin háttur er neyðugur fyri at kunna kappast á jøvnum føti við privata arbeiðsmarknaðin.

Um møguleiki er fyri at selja ella nýtekna partabrøv, kann kommunan fáa kapital uttanífrá til víðkan og nýiløgu. Hetta kann verða til stóra menning fyri økið, oynna og landið.

Sum gongdin er í dag verður tað helst bara tann eina havnin, sum fær møguleikar fyri útbygging í framtíðini, tí størsti parturin av inn- og útflutninginum fer fram yvir eina havn.

Spyrjarin dugir ikki at síggja nakran vanda í, at aðrir enn kommunan kunnu eiga upp til 49 %, tí havnaløgini kunna ikki flytast, men verða eitt liggjandi aktiv.

Um hugsað verður um eina framtíðar oljuvinnu, er eingin kommuna í landinum før fyri einsamøll at gera tær íløgur, sum eru neyðugar, fyri at útgerðarhavnin kann nøkta tørvin.

Á tingfundi 16. mars 2004 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarastÁ tingfundi hósdagin 22. apríl 2004 svaraði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Fyrispurningurin frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi kommunalum partafelag er við undantaki av spurningi 3 einsljóðandi við fyrispurning 100-19/2002 svaraður 21. januar 2003.

Tá ongar broytingar eru framdar í lóggávuni hesum viðvíkjandi, síðani nýggja kommunustýrislógin kom í gildi 1. januar 2001, tekur løgfrøðiligi parturin av svarinum støði í svarinum til fyrispurningin frá 2002.

Til spurning 1
Sambært § 1 í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin) verða ásetingarnar í kommunustýrislógini nýttar í øllum viðurskiftum viðvíkjandi kommunala stýrinum, uttan so, at serlig undantøk eru heimilað í aðrari lóggávu.

Í § 4, stk. 1, 1. pkt. í somu lóg verður víðari ásett, at kommunuviðurskifti verða stýrd av einum kommunustýri.

§ 1 staðfestir sostatt, at tá tað snýr seg um viðurskifti í kommunala stýrinum, skulu reglurnar í kommunustýrislógini nýtast, um ikki greið lógarheimild er fyri øðrum. Víðari verður í § 4 staðfest, at tað er kommunustýrið, sum hevur evstu ábyrgd av øllum tí kommunala virkseminum.

Reglurnar í kommunustýrislógini og serliga § 4 hava við sær, at tað er kommunustýrið, sum skal syrgja fyri og hava eftirlit við, at kommunala fyrisitingin virkar á nøktandi hátt, og tað verður tí samstundis kommunustýrið, sum skal koma upp í leikin, um staðfest t.d. verður, at fyrsitingin ikki virkar í samsvari við lóggávuna.

Grundað á omanfyri nevndu reglur er Innlendismálaráðið av teirri fatan, at ein kommuna sum meginregla ikki kann leggja partar av sínum virksemi og hartil knýttum peningi til eitt sjálvstøðugt felag og samstundis varðveita ræði á virkseminum. Hetta hevði havt við sær, at viðkomandi kommuna kundi flutt partar av sínum virksemi út um reglurnar í kommunustýrislógini og aðrari lóggávu, sum er galdandi fyri kommunalu fyrisitingina, serliga fyrisitingarlógini og lógini um alment innlit.

Viðmerkjast skal tó, at tað sambært vanligari kommunalrættarligari siðvenju kunnu vera umstøður, sum gera, at ein kommuna á ólógreguleraðum grundarlagi í avmarkaðan mun kann luttaka í einum partafelag ella øðrum privatrættarligum felag. Í hesum sambandi eru tó ávísar treytir tengdar at kommunalu luttøkuni.

Hesar treytir eru fyrst og fremst, at luttakandi kommunan ikki hevur avgerandi ávirkan í felagnum. Aftrat hesum er tað vanliga ein treyt, at felagið bert tekst við virksemi, sum kommunan sjálv hevði kunnað tikið sær av. Tá kommunur sambært § 50, stk. 1 í kommunustýrislógini sum meginregla ikki kunnu taka lut í virksemi, sum hevur vinning fyri eyga, eru kommunurnar tó á sama hátt forðaðar í at taka lut í feløgum, sum hava vinnulig endamál.

Vísandi til omanfyristandandi verður svarið til spurning 1 tí, at ein kommuna ikki sambært galdandi kommunustýrislóggávu kann gera eina kommunala havn til partafelag, har kommunan eigur 100 % av partapeninginum.

Til spurning 2
Tá ið svarið til spurning 1 er noktandi, eru ongar viðmerkingar til spurning 2.

Til spurning 3
Spurningurin um kommunur og leiklutur og uppgávur teirra á havnarøkinum er ein serligur og víðfevndur spurningur, sum eigur at verða viðgjørdur meira nágreiniliga og í einum størri samanhangi, áðrenn ítøkilig stig verða tikin til at fremja lóggávu.

Eg kann í hesum sambandi upplýsa, at Innlendismálaráðið arbeiðir við at kortleggja tað virksemi, sum er í kommunum í dag. Endamálið við hesi kanning er at fáa eina meira nágreiniliga mynd av, hvat kommunurnar takast við sum heild, bæði sambært lóg og á óreguleraðum grundarlagi.

Við støði í hesum upplýsingum ber síðani til at bera virksemið hjá kommunum saman við galdandi lóggávu. Innlendismálaráðið fær eisini til ta tíð eitt betri grundarlag fyri alment at meta, um tørvur er á broytingum í lóggávuni, tá tað snýr seg um kommunala luttøku í ymiskum virksemi, ella um tørvur t.d. er á lógarheimild fyri ávísum virksemi, sum kommunurnar taka lut í ella hava tørv á at taka lut í.

Áðrenn hetta arbeiðið er fingið frá hondini, haldi eg tað ikki vera rætt at taka stig til at fremja lógarbroytingar, sum skulu heimila kommunum at eiga partafelag.