100-33 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í orkumálum, um nýggja elveitingarlóg og umhvørvisvinarliga orkuframleiðslu

Orðaskifti

Ár 2004, mikudagin 17. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá John Johannessen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri, at yvirskipaði orkupolitikkurin skal vera ein landspolitisk ábyrgd, og at ein elveitingarlóg skal orðast. Er landsstýrismaðurin farin í gongd við hetta arbeiðið, og nær væntar hann, at elveitingarlógin verður klár at leggja fyri tingið?
  2. Í hvønn mun og við hvørjum treytum ætlar landsstýrismaðurin, at elveitingarlógin skal lata upp fyri øðrum privatum veitarum á elkervinum?
  3. Hvørjar umhvørvisligar ásetingar, millum annað um hvussu býtið av orkuframleiðsluni skal vera, tvs. hvussu stórur partur skal framleiðast burtur úr diesel, vatni og alternativari orku, ætlar landsstýrismaðurin, at elveitingarlógin skal innihalda?
  4. Ætlar landsstýrismaðurin at gera ásetingar um, at avlopsorkan (hitin) frá elframleiðsluni úr diesel skal gagnnýtast í størstan mun soleiðis, at sum mest fæst burtur úr framleiðsluni?

Viðmerkingar:
Sambært vísindaligari kanning, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan almannakunngjørdi á vetri 2001, eru Føroyar eitt av mest luftdálkandi londum í heiminum, tá samlaða útlátið í landinum verður roknað uppá hvønn íbúgva. Roknistykkið er gjørt eftir útrokningarháttinum, ið altjóða samfelagið hevur gjørt av at nýta.

Kanningin vísir, at í 1995 var føroyska útlátið av koltvíiltu oman fyri 12 tons fyri hvønn íbúgva. Í øllum heiminum høvdu bert Avstralia og Norðuramerika hægri útlát við ávikavist 13 og 15 tonsum fyri hvønn íbúgva. Til samanberingar kann sigast, at útlátið hjá Danmark í 1995 var 11 tons, hjá Svøríki 5 tons, hjá Íslandi 8 tons og hjá Stóra Bretlandi var útlátið 7 tons.

Danmark, Svøríki, Ísland og Stóra Bretland hava øll sett sær fyri at fylgja Kyoto avtaluni um at minka um luftdálkingina, og tí er útlátið hjá hesum grannalondum okkara fallið seinastu árini soleiðis, at útlátið hjá t.d. Danmark í 2000 var komið niður á góð 9 tons fyri hvønn íbúgva, meðan útlátið hjá Føroyum alsamt er hækkað soleiðis, at tað í 2000 var komið upp á umleið 15 tons fyri hvønn íbúgva.

14 prosent av koltvíiltuútlátinum í Føroyum kemur frá elframleiðsluni hjá SEV, og 47 prosent av einum øðrum langtberandi luftdálkandi evni, svávultvíiltu, kemur frá elframleiðsluni hjá SEV.

Luftdálkingin er ein av størstu umhvørvistrupulleikunum í okkara tíð. Hetta er ein heimsumfatandi trupulleiki, sum kann elva til álvarsamar veðurlagsbroytingar á jørðini. Heimssamfelagið tekur hendan trupulleika í størsta álvara og roynir millum annað at loysa hann við alsamt at leggja størri og størri part av elframleiðsluni um til umhvørvisvinarliga framleiðslu.

Í Føroyum framleiðir SEV framvegis størsta partin av elorkuni burtur úr dálkandi dieselorku og vatnorku, sum hevur stór árin á lokala umhvørvið. Bert ein lítil partur verður framleiddur úr vindorku, og einki verður framleitt úr øðrum alternativum orkukeldum. Heldur ikki verður stóra avlopsorkan frá dieselverkunum gagnnýtt.

Politiski myndugleikin hevur latið allan avgerðarrætt á orkuøkinum til SEV. Felagið hevur bert skyldu at framleiða streym, og tí er hugsandi, at felagið heldur seg aftur, tá tað kemur til at stinga umhvørvisvinarligan orkupolitikk út í kortið.

Hugburðurin hjá SEV tykist vera, at elframleiðslan framhaldandi skal vera sum hon er. Og SEV tykist samstundis vera trekt, tá tað kemur til at loyva øðrum framleiðarum inn á netið við umhvørvisvinarligari elorku.

Av tí, at SEV hevur einkarætt upp á elframleiðslu í Føroyum, og av tí, at politiski myndugleikin ikki hevur tikið ábygdina av orkuframleiðsluni, tykjast ongar ábendingar vera um, at Føroyar fáa eina munandi umhvørvisvinarligari orkuframleiðslu.

Tí eigur tíðin at vera komin, at politiski myndugleikin tekur ábyrgdina av orkuframleiðsluni, og í ávísan mun loyvir øðrum elveitarum at koma inn á netið við umhvørvisvinarligari elorku.

Politiski myndugleikin eigur eisini at áseta langtíðar krøv til býtið av elframleiðsluni, tvs. hvussu stórur partur skal framleiðast úr diesel og øðrum orkukeldum.

Við eini áseting, sum loyvir øðrum veitarum inn á kervið, ber m.a. til at skapa smáar orkuframleiðandi eindir soleiðis, at t.d. útoyggjar kunnu taka seg saman í samtøk og í ávísan mun útvinna sína egnu orku.

Tað er eisini rætt at áseta krøv um, at alvlopsorka skal gagnnýtast í størsta mun møguligt. Eitt dømi um umhvørvisvinarliga orkunýtslu er Høvdavirkið í Leirvík, sum gagnnýtir avlopshita frá brennistøðini á Hagaleiti. Á sama hátt eigur avlopsorkan frá dieselverkunum hjá SEV at kunna gagnnýtast til nakað skilagott.

At taka ábyrgd av umhvørvinum er at taka veruliga altjóða ábyrgd. Hesa ábyrgdina eiga Føroyar eisini at átaka sær.

Á tingfundi tann 18. mars 2004 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi tann 16. apríl 2004 svaraði  Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Svar til 1. spurning
Samgongan er av tí sannføring, at yvirskipaður orkupolitikkur er ein landspolitisk ábyrd. Sum landsstýrismaður í orkumálum eri eg farin í holt við at fyrireika hetta arbeiðið, og havi eg hildið fundir við interkommunala orkufelagið SEV og orkufelagið Sp/f Røkt í Vestmanna. Eg haldi tað hevur stóran týdning, at verandi aktørar á orkumarknaðinum í Føroyum verða tiknir við upp á ráð, nú yvirskipaður orkupolitikkur fyri Føroyar skal orðast.

Umframt yvirskipaðan orkupolitikk ætli eg sum landsstýrismaðurin við orkumálum – í tráð við samgonguskjalið – at gera uppskot til eina elveitingarlóg í samráð við SEV/kommunurnar. Økið er í dag mest sum óregulerað, meðan flest øll onnur framkomnin samfeløg hava elveitingarlógir, ið virka sum karmar um teirra elveitingarvinnur.

Fyri trimum árum síðani varð heitt á Landsverkfrøðingsstovnin um at fáa til vega eina neyvari lýsing av ymiskum orkuspurningum av áhuga fyri landsstýrið. Endamálið var at fáa til vega eina frágreiðing við tilmæli um ein framtíðar orkupolitikk fyri landið, sum síðani kundi leggjast fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis. Tað frættist, at hetta arbeiðið er um at vera liðugt.

Í framhaldi av og grundað á hetta arbeiðið er ætlanin at seta ein arbeiðsbólk í næstum við tí endamáli at orða uppskot til ein yvirskipaðan orkupolitikk, umframt at gera uppskot til elveitingarlóg. Áðrenn arbeiðið er komið í gongd, kann ikki verða svarað beinleiðis uppá, nær uppskot til elveitingarlóg verður klárt at leggja fyri Løgtingið. Tað er umráðandi fyri gongdina í hesum máli, at farið verður hóvliga fram – eftir einum leisti, har allir áhugabólkar á orkumarknaðinum kenna seg tryggar og sannførdar um, at arbeiðið tekur øll neyðug atlit.

Svar til 2. spurning
Sum landsstýrismaður í vinnumálum ætli eg at taka støði í vinnupolitikki landsins, tá metast skal um, hvørja leið elveitingarvinnan skal ganga. Hugsjónin í orðaða vinnupolitikki landsins er: "Ein sjálvberandi búskapur, ið byggir á fleiri ymiskar vinnur, sum skapa avkast, framburð og vælferð í fríari, altjóða kapping, og sum raðfesta trivnað og umhvørvið ovarlaga".

Elveitingarvinnan er frælsisgjørd í flest øllum londum kring um okkum, og eru stórar broytingar hendar innan hesa vinnugrein. Feskasta dømi um tílíkar broytingar er breiða politiska avtalan í danska Fólkatinginum og avtalan millum danska búskapar- og vinnumálaráðharran Bendt Bendtsen og Elfor (felagið hjá donsku elveitingarfyritøkunum), sum boðað frá í tíðindaskrivi frá danska búskapar- og vinnumálaráðnum 29. mars 2004. Ein av avleiðingunum av hesum avtalum er, at ognarrætturin hjá verandi orkuveitarum til undirstøðukervið innan elorku í Danmark verður lagdur í eitt nýtt kervisfelag sum ogn hjá danska statinum. Hetta felag fer frameftir at veita øllum elveitingarfyritøkum atgongd – óheft av handilsligum virksemi, t.e. framleiðslu, handli og sølu av elorku.

Elveiting í Føroyum hevur av landafrøðiligum orsøkum ikki somu møguleikar fyri fríari altjóða kapping, sum eitt nú á evropeiska meginlandinum, men fortreytir kunnu vera fyri fríari innlendis kapping á elveitingarøkinum. Fyrrnevndi arbeiðsbólkur fær m.a. til uppgávu at lýsa, hvussu orkumarknaðir í londunum kring um okkum eru skipaðir, hvussu teir eru reguleraðir, umframt í hvønn mun elveitingarlógirnar eggja til kapping.

Svar til 3. spurning
Í samgonguskjalinum stendur, at: "orkuútbyggingin skal fara so skynsamiliga fram sum gjørligt fyri umhvørvi og náttúru. Varandi orkukeldur – vindur, alda, streymur, sól o.s.fr. – eiga at gerast ein so stórur partur, sum til ber av orkuframleiðsluni."

Tað er umráðandi, at vit framleiða ta orku, okkum tørvar við atliti at varðveita okkara vøkru náttúru og at verja umhvørvið. Framleiðslutøknilig framstig innan varandi orkukeldur gera áhaldandi sítt til, at hetta gerst alsamt lættari og bíligari. Við vindorkuverkætlanini hjá Sp/f Røkt á Mýrunum í Vestmanna er rættiligt lop komið á vindorkuframleiðslu í Føroyum. Samstarv er við skotar um royndarframleiðslu av alduorku, og fleiri privatpersónar hava seinastu árini gjørt royndir við sólorku.

Hóast orkuframleiðsla úr varandi orkukeldum gerst bíligari og støðugari, og sjálvt um privatar fyritøkur og privatpersónar gera sítt til, at gingið verður røttu leið, so kann tørvur vera á ávísari almennari stýring fyri at tryggja eina burðardygga og umhvørvisvinarliga orkuframleiðslu. Í øðrum londum verða ymisk amboð nýtt til at stýra orkuframleiðsluni móti øktari framleiðslu úr varandi orkukeldum; m.a. við stuðli, avgjøldum og/ella við at áleggja orkuframleiðarum skyldu til at framleiða orku úr varandi orkukeldum. Eisini kann verða álagt fyritøkum/privatpersónum at keypa ávísan part av orkuni, ið tørvur er á, frá framleiðarum av orku úr varandi orkukeldum.

Býti millum termiska orkuframleiðslu og orkuframleiðslu úr varandi orkukeldum, og hvussu hetta býtið skal náast, eru spurningar, sum fyrr umrøddi arbeiðsbólkur eisini kemur at viðgera í sambandi við orðan av uppskoti til yvirskipaðan orkupolitikk/elveitingarlóg.

Svar til 4. spurning
Fjarhitafelagið hevur nú í nógv ár veitt fjarhita til familjur í Hoyvík burtur úr avlopsorku frá kommunalu brennistøðini á Hjalla. Somuleiðis verða toskarhøvd turkað í Leirvík við hita frá brennistøðini á Hagaleiti.

Avlopsorka (hiti) frá elframleiðslu úr diesel eigur at vera gagnnýtt í tann mun, tað er skynsamt. Atlit mugu takast til eitt nú búskaparligar avleiðingar; hvat er kostnaðurin av at gagnnýta avlopsorkuna í mun til umhvørvisligu fyrimunirnar? Við øðrum orðum ræður tað um at fáa so nógva umhvørvisliga orku fyri pengarnar sum gjørligt.

Spurningurin um, hvørjar ásetingar skulu gerast um at gagnnýta avlopsorku (hita) frá elframleiðslu úr diesel, er enn ein spurningur, ið fyrrnevndi arbeiðsbólkur kemur at viðgera í sambandi við, at uppskot til yvirskipaðan orkupolitikk umframt uppskot til elveitingarlóg verður orðað.

Málið avgreitt.