100-34 Fyrispurningur til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, viðvíkjandi skerjing av løgregluni kring landið 

Orðaskifti

Ár 2004, fríggjadagin 16. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Er landsstýrismaðurin í innlendismálum vitandi um ætlanirnar hjá donsku løgregluni um at skerja løgregluna í Vágum og at niðurleggja sýslumansstarvið i Vestmanna og flyta tað til Havnar?
  2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørja hugsan hann hevur um hetta mál, og hvørji tiltøk hann vil seta í verk í sambandi við hesa ætlan hjá donsku løgregluni?
  3. Heldur landsstýrismaðurin tað vera í lagið, at vit í Føroyum ikki hava avgerðarrætt og vald á so týðandi funktión í landinum sum sýslumenn og løgregla hava?
  4. Vil landsstýrismaðurin gera nakað fyri at fáa hetta vald á føroyskar hendur soleiðis, at vit í Føroyum gera av, hvussu vit skipa sýslumenn og løgregluna í landinum?

Viðmerkingar
Tað er komið fram í bløðunum, at danska løgreglan hevur ætlanir um at niðurleggja sýslumansstarvið í Vestmanna og skerja løgregluna í Vágum. Tað hevur týdning fyri okkum at fáa greiði á, um landsstýrismaðurin er kunnaður av donsku myndugleikunum um slíka ætlan, og hvat hann heldur um slíka framferð.

Fyri borgararnar kring landið hevur tað sera stóran týdning, at sýsluskrivstovurnar eru í nærumhvørvinum við teimum tænastum, sum í dag verða røktar frá skrivstovunum.

Sýslumansuppgávurnar í einum øki eru sera víðfevndar, umframt allar vanligar løgregluuppgávur, hava sýsluskrivstovurnar sera avgerandi uppgávur í føroyska samfelagnum, millum annað kunnu nevnast uppgávur, sum verða røktar úr Vestmanna í løtuni:

Vónandi kann svarið upp á hendan fyrispurning lýsa, hvussu vit í framtíðini kunnu vænta okkum, at løgregla og sýslumenn verða skipað í Føroyum.

Á tingfundi týsdagin 20. apríl 2004 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 11. mai 2004 svaraði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar 

Til spurning 1: Er landsstýrismaðurin í innlendismálum vitandi um ætlanirnar hjá donsku løgregluni um at skerja løgregluna í Vágum og at niðurleggja sýslumansstarvið i Vestmanna og flyta tað til Havnar?

Lat meg byrja við at siga, at eg havi ikki fingið nakra fráboðan frá danska Løgmálaráðnum um, at arbeitt verður við broytingum í løgregluni í Føroyum. Eg hoyrdi sjálvur fyrst um málið í fjølmiðlunum, har fútin í grein í Sosialinum tann 15. apríl í ár váttar, at arbeitt verður við bygnaðarbroytingum í løgregluni í Føroyum, men annars ikki vil siga nakað um, hvat broytingarnar føra við sær.

Innlendismálaráðið hevur vent sær til danska Løgmálaráðið fyri at spyrja nærri um arbeiðið við bygnaðarbroytingum í løgregluni í Føroyum, men Løgmálaráðið kendi ikki til, at arbeitt verður við bygnaðarbroytingum í løgregluni í Føroyum. Løgmálaráðið setti seg síðani í samband við Ríkisløgregluovastan, og hann váttaði, at arbeitt verður við smærri starvsfólkaflytingum í løgregluni í Føroyum.

---

Eg kann tó upplýsa, at málið um at flyta sýsluskrivstovuna í Vestmanna hevur verið frammi fyrr. Í desember 2001 fekk táverandi landsstýrismaður í lógarmálum, Høgni Hoydal, eina áheitan frá Jógvani Durhuus, løgtingsmanni, um at steðga flytingini av sýsluskrivstovuni í Vestmanna.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, heitti 19. desember 2001 á danska løgmálaráðharran, Lene Espersen, um at steðga ætlanini at flyta sýsluskrivstovuna í Vestmanna til Havnar, til embætismannanevndin, sum var sett at gera frágreiðing, ið skuldi vera grundarlag til politiska støðutakan um yvirtøku av løgreglu v.m., var liðug við sítt arbeiðið. Tann frágreiðingin er enn ikki liðug. 

Til spurning 2: Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørja hugsan hann hevur um hetta mál, og hvørji tiltøk hann vil seta í verk í sambandi við hesa ætlan hjá donsku løgregluni?

Av tí at fyrispurningurin viðvíkur einum málsøki, sum er danskt málsøki – løgregluni – og tí tað er fútin, sum varðar av og arbeiðir við hesum økinum í Føroyum, havi eg vent mær til fútan við nøkrum ítøkiligum spurningum.

Fútin hevur svarað, at hann ikki kann svara spurningunum til ta ásettu freistina. Hann vísir til, at hann skal svara einum spurningi frá danska Løgmálaráðnum um sama evni. Hann væntar at svara danska Løgmálaráðnum um mánaðarskiftið mai/juni og sigur, at Innlendismálaráðið verður kunnað um svarið hjá danska Løgmálaráðnum.

---

Tað er ógvuliga torført hjá mær at koma við einum fullfíggjaðum svari til hendan fyrispurning, tá eg ikki fái neyðugu upplýsingarnar frá fútanum, sum er ovasti myndugleiki á hesum økinum í Føroyum. Hvør orsøkin er til, at fútin ikki svarar spurningunum kann ein og hvør so bara gera sær sína meting um.

Eg veit sostatt ikki hvat liggur í broytingunum, sum arbeitt verður við. Tað einasta eg havi at fyrihalda meg til er, at Ríkisløgregluovastin váttar, at arbeitt verður við smærri starvsfólkaflytingum, og so tað, sum er endurgivið í fjølmiðlunum, har fútin hvørki vildi vátta ella avsanna tíðindi um, at sýsluskrivstovan í Vestmanna skal niðurleggjast, og at løgreglan í Vágum skal minkast niður í helvt.

Lat meg tó siga, at eg taki prinsipielt ikki undir við, at miðsavning verður framd á einum stað. Vit hava dømir um, at miðsavningarøkið hevur notið gott av miðsavnanini meðan økini, sum liggja uttan fyri miðdepilin hava merkt, at tænastan er vorðin verri.

Um vit samanbera við gongdina á kommunala økinum, har kommunur í dag verða savnaðar í størri øki, og tænastur verða lagdar út í økini at umsita, so er hetta við løgregluni beint øvuta gongdin.

Økismenning skal tó ikki verða avgerandi fyri hvar og hvussu uppgávurnar hjá løgregluni verða røktar, men eg vil tó leggja dent á, at eg haldi, at tað er neyðugt, at øki uttan fyri miðdepilin fáa ta tænastu teimum tilhoyrir eisini í hesum føri.

Eg haldi tí, at tað er ein óheppin gongd, um løgreglan verður miðsavnað inn í høvuðsstaðarøkið. Eg haldi, tað hevur stóran týdning, at løgreglan er til staðar í nærumhvørvinum, soleiðis at løgreglan varðveitir góðan kunnleika til nærumhvørvið, til fólkið á staðnum og annars er sjónlig í gøtumyndini.

Vit kunnu vera samd um, at stórar broytingar eru gjørdar í infraskipanini í Føroyum í seinastuni, og at aðrar broytingar eru á veg, sum hava við sær, at øki verða tættari knýtt saman. Eg haldi, at løgreglan má kunna sleppa at laga seg til tílíkar broyttar umstøður, og at tann politiski myndugleikin má virða tann sakkunnleika, sum løgreglan hevur at skipa sítt arbeiði á skilabesta hátt, so at sum mest kann fáast burtur úr orkuni.

Tá hetta er sagt, má eg skoyta upp í tað, sum fyrr er nevnt, at eg haldi, tað hevur stóran týdning, at løgreglan virkar á tann hátt, at hon natúrliga fevnir um økini í nærumhvørvinum.

Nú havi eg sum áður nevnt ikki fingið váttað frá fútanum, at arbeitt verður við at niðurleggja sýslumansembætið í Vestmanna, men um so er, má eg siga, at tað er sera harmiligt. Hetta sigi eg bæði út frá tí siðvenju, vit í Føroyum hava at skipa okkum við sýslumonnum kring landið, teimum uppgávum, sum hesir hava, og tí søguliga týdninginum, sum hetta hevur haft fyri smærri økini.

Sum spyrjarin nevnir í fyrispurninginum røkja sýslumenninir umframt vanligu løgregluuppgávurnar eisini aðrar uppgávur, sum m.a í løgtingslógum eru lagdar til teirra. Í hesum førum vísa sýslumenninir til aðrar myndugleikar enn til fútan, t.d. kann eg nevna, at í málum viðvíkjandi landbúnaðarlóggávuni og viðvíkjandi grindaskifti vísa teir til landsstýrið.

Tá tað í 1984 varð kravt, at sýslumenn skuldu hava løgregluútbúgving, varð hetta gjørt í samstarvi við landsstýrið. Tað kann tí tykjast eitt sindur løgið, verður ein avgerð um at niðurleggja embæti ikki løgd fyri landsstýrið til ummælis.

Eg kundi t.d. hugsað mær at fingið at vita, hvat skal koma ístaðin fyri niðurløgd embæti, og hvussu man ímyndar sær, at uppgávurnar hjá syslumonnunum, sum ikki eru løgregluuppgávur, skulu røkjast, um sýslumansembæti verða niðurløgd. Henda spurning hevur tað ikki eydnast mær at fáa svar uppá, eins og alt svarið hevur verið merkt av, at eg ikki havi fingið neyðugu upplýsingarnar í hesum máli.

Løgtingskvinnan spyr hvørji tiltøk eg ætli at seta í verk, og til hetta má eg siga, at havandi í huga, at tað snýr seg um eitt dansk málsøki, er tað ógvuliga avmarkað hvørji tiltøk, eg kann seta í verk.

Eg haldi tí, at vit kunnu ikki gera annað enn at bíða eftir teimum neyðugu upplýsingunum, sum vit væntandi fáa í svarinum hjá danska Løgmálaráðnum.

Til spurning 3: Heldur landsstýrismaðurin tað vera í lagið, at vit í Føroyum ikki hava avgerðarrætt og vald á so týðandi funktión í landinum sum sýslumenn og løgregla hava?

Nei, persónliga haldi eg avgjørt ikki, at tað er í lagi, at vit í Føroyum ikki hava avgerðarrættin og valdið á so týðandi funktión í landinum sum sýslumenn og løgregla hava.

Til spurning 4: Vil landsstýrismaðurin gera nakað fyri at fáa hetta vald á føroyskar hendur soleiðis, at vit í Føroyum gera av, hvussu vit skipa sýslumenn og løgregluna í landinum?

Til hendan spurning er at siga, at eg havi eitt samgonguskjal at halda meg til, og í tí sum í løtuni fyriliggur, er ongin yvirtøka av løgregluni í hesum valskeiðinum.

Skjøl:
Skjal 1
Skjal 2
Skjal 3
Skjal 4

 Málið avgreitt.