100-36 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi tímabýtinum í smærru bygdaskúlunum 

Orðaskifti

Ár 2004, mikudagin 21. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Á hvørjum grundarlagi tillutar landsstýrismaðurin ymsu skúlunum og bygdaskúlunum tímabýti á hvørjum ári?
  2. Verður munur gjørdur á frálærutilboðnum til fólkaskúlanæmingar, alt eftir hvørjum skúla í landinum tey ganga í?
  3. Um so er, hevur landsstýrismaðurin tá nakrar ætlanir um at tryggja øllum næmingunum í føroyska fólkaskúlanum javnbjóðis frálærutilboð?
  4. Kann landsstýrismaðurin í svarinum hjáleggja eitt fullfíggjað yvirlit yvir tímabýtistillutanina fyri allar skúlar í føroyska fólkaskúlanum?

Viðmerkingar
Í kjalarvørrinum á "nýggju" fólkaskúlalógini, er hend ein miðvís skerjing av skúlaundirvísingartímunum á smærru bygdaskúlunum. Sokallaðu breytatilboðini til næmingarnar, eru einans at finna á stóru miðsavnaðu skúlunum, meðan smáu bygdaskúlarnir nóg illa hava tímar til grundleggjandi skúlafrálæru. Eisini er sera trupult at fáa eina skilagóða og nøktandi frálæru, um næmingar úr ymsum aldursbólkum fáa frálæru í sama høli.

Tað ørkymlar ikki sørt, at tað eisini er trupult at útvega tímar til ítrótt í smáu bygdaskúlunum. Seinastu árini eru altsamt fleiri ábendingar komnar undan kavi um, at miðalvektin hjá føroyskum børnum er ov høg, og at fleiri enn áður hava rørslulagstrupulleikar.

Størsti trupulleikin er tó, at trupult er at fáa innlit í, hvussu hetta tímabýtið kemur í, og hvat fyrisitingarligt og politiskt grundarlag er aftan fyri tillutanina av tímum til ymsu skúlarnar í landinum. Tí hesar spurningar.

Á tingfundi 22. apríl 2004 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 12. mai 2004 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Ad. 1. Tímatillutanin til skúlarnar verður gjørd eftir einum frymli, sum hevur støði í §§ 13 og 19 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan við seinni broytingum. Sambært § 19, stk. 6, skal landsstýrismaðurin eftir nærri reglum áseta vikutímatal skúlanna og kann í serstøkum førum víkja frá ásetingunum í 1. til 5. stk.. Hesar ásetingar eru m.a. at finna í galdandi tíma- og lærugreinabýtinum fyri fólkaskúlan.

Ad. 2. Tímabýtið verður gjørt eftir galdandi reglum og skal sambært § 19, stk. 5, í galdandi fólkaskúlalóg verða lagað eftir næmingatali og aldursbýti næminga. Tímabýtislykilin er ikki galdandi fyri skúlar við færri enn 70 næmingum. Tímatillutanin til hesar skúlar verður gjørd við støði í bóklinginum Fólkaskúlin Tíma- og lærugreinabýti. Av tí, at tað ikki hevur verið samsvar millum tímatal og næmingatal hjá nøkrum av hesum skúlum, eru stig tikin til at rætta hetta í tímatillutanini fyri skúlaárið 2003/04. Miðað verður ímóti, at fult samsvar er millum tímatal og næmingatal eftir 2 árum.

Ad. 3. Víst verður til svar 2.

Ad. 4. Fullfíggjað yvirlit yvir tímatillutanina í føroysku fólkaskúlunum er viðlagt Ráðlegging fólkaskúlans skúlaárið 2003/2004.

Málið avgreitt.