100-37 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi stovnsetan av serskúla í Eysturoynni 

Orðaskifti

Ár 2004, mikudagin 21. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hevur landsstýrismaðurin viðgjørt umsóknina, dagf. 30.05.03, frá øllum kommununum í Eysturoynni um stovnsetan av serskúla í Eysturoynni?
  2. Hvørja støðu hevur landsstýrismaðurin til umsóknina, og hvat svar kunnu kommunurnar í Eysturoynni vænta at fáa frá landsstýrismanninum?
  3. Sær landsstýrismaðurin umsóknina sum eina gongda leið í sambandi við framtíðar sernám í Føroyum?
  4. Tekur landsstýrismaðurin undir við tilmælunum ella pørtum av tilmælunum í álitinum um sernámsfrøði?
  5. Um so er, nær væntar landsstýrismaðurin, at farið verður undir at seta tilmæltu tiltøkini ella partar av teimum í verk?
  6. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at leggja løgtingslógaruppskotið, sum arbeiðsbólkurin hevur gjørt, fyri tingið í verandi ella broyttum líki? Um ikki so hví?
  7. Er møguleiki fyri at stovnseta serstovu í Eysturoynni uttan lógarbroytingar, um kommunurnar í Eysturoynni kunnu vísa á hóskandi hølir?

Viðmerkingar
Á heysti 2000 varð ein arbeiðsbólkur settur av Mentamálastýrinum fyri at kanna sernámsfrøðiligt virksemi í síni heild. Arbeiðssetningurin var í høvuðsheitum at kanna og lýsa verandi skipan í Føroyum og í Norðurlondum og at gera tilmæli um møguligar broytingar og nýhugsan. (Fylgiskjal nr. 1).

Arbeiðsbólkurin, sum var mannaður við Tóru Tóroddsdóttir, Hans Trygva Teirin og Steintór Rasmussen, varð biðin um at lata landsstýrismanninum tilmæli sítt í seinasta lagi 1. oktobur 2001. 29. juni 2001 var "Álit um Sernámsfrøði" liðugt. Á heysti 2002 legði táverandi landsstýrismaður í mentamálum, Annlis Bjarkhamar, álitið fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis.

Álitið vísir sum heild á munandi brek við verandi skipan, og at stór ónøgd er millum tey, sum hava tørv á sernámsfrøðiligari hjálp. Arbeiðsbólkurin sigur í síni niðurstøðu, at hóast árliga heildarveiting landskassans til hetta økið er 90 mill. kr., so fær barnið við tí serliga tørvinum ov lítið burturúr, og so eru mannagongdirnar ov tungar og strævnar fyri flestu familjur. Víðari sigur arbeiðsbólkurin:

"Alt ov lítil orka verður í dag løgd í skipaða greining av barninum av fyrstantíð og tvørfakliga vegleiðing í tøttum tilknýti til hetta. Endalig greining tekur ov langa tíð, upplýsingin til foreldrini stendur ov einsamøll og hongur mangan í leysari luft. Foreldrini verða ørkymlað, vita ikki, hvønn veg tað ber, og hvør tekur sær av teimum. Tey eru í summum førum fleiri ár um at fata, hvat veruliga er áfatt. Nógv børn verða send til Danmarkar til greiningar ella koma til serlæknakanning hjá donskum læknum, ið vitja í Føroyum, og foreldrini verða í hesum sambandi oftani upplýst í eini handavending, mangan einstáttað og avskorið frá tí tvørfakliga kervinum, ið annars átti at tikið sær av barninum. Ofta verður borðreitt við fleiri sjúkugreiningum til somu familju og haraftrat á donskum/latínskum máli, ið fullfíggjar ruðuleikan."

Arbeiðsbólkurin fílist sum heild á, at almenna tænastuveitingin ikki tekur støði í tænastuni til einstaka brúkaran og harvið setir brúkaran í miðdepilin, men heldur í tænastueindini. Hetta er við til at gera tann frammanundan strævna gerandisdagin hjá teimum og teirra avvarðandi við serligum tørvi enn strævnari. Alt ov nógvir myndugleikar eru at venda sær til og ongin verulig samskipan er av hjálpini, sum tað almenna veitir brúkaranum.

Ikki minst í fólkaskúlanum er tørvurin átrokandi. Bíðitíðin í dag at sleppa framat til kanningar við einum barni, sum varhugi er um hevur serligan tørv, er 15 mánaðir. Tá er longu nógv mist, sum møguliga kundi verið bjargað, og kann staðfestast, at verandi skipan als ikki byrgir upp fyri at avmarka skaðan. Tí hava nógv vónað, at júst álitið um sernámsfrøði fór at gerast gongda leiðin til bjartari framtíð fyri tey við serligum tørvi. Álitið mælir til nýggjan bygnað, nevndur SERTÆNASTAN, sum verður bygdur upp av Greiningarmiðstøð og 6 ymiskum tænstueindum. Tann eina av hesum tænastueindum umfatar serstovur í 5 økjum kring landið. Í álitinum um sernámsfrøði verður sagt soleiðis um serstovurnar: "Virksemið hjá serstovuni verður at eygleiða, vegleiða og viðgera børn, ið ikki eru brekað, men hava kortini torført við at trívast og mennast til fulnar." … Serstovurnar skipa fyri "stuðulsskipan og serligum skúla/dagstovnaumhvørvi, tá ið hetta er neyðugt." … Serstovustarvsfólkini arbeiða "fyrst og fremst, har barnið er, og nýta eitt nú fimleikahøli, svimjihyljar, spælipláss osfr. á verandi skúlum." Ein sálarfrøðingur leiðir hvørja serstovu og saman við honum starvast eisini serlærarar, serpedagogar, sosialráðgevar, heilsusystrar og ergo/fysioterapeutar. Starvsfólkini "kanna børn hvør á sín hátt og finna í felag ein leist at ganga eftir, seta neyðug tiltøk í verk í skúla, á dagstovni og heima hjá barninum. Serstovurnar mynda saman eina eind og hava fakligt og fyrisitingarligt samstarv sínámillum." … "Á serstovunum ganga eingi børn, men stovurnar taka sær fakliga av teimum, ið hava torført við at trívast í skúla og spæli og megna illa felagsligt samspæl. Hetta eru børn, ið ikki hava eina sjúkugreining fyri neyðini ella stríðast við eitt veruligt brek, men gerandisdagurin er strævin, og lítið kemur burturúr í mun til evni og skil. Summi eru sansaskipanarbørn, onnur hava sálarligar ella felagsligar trupulleikar. Hesi børn eiga at verða kannað úti í teirra egna umhvørvi og kunnu undir vanligum umstøðum ganga í vanligum skúla og barnagarði, har tey hava fyri neyðini at fáa neyva sansastimbran, taluviðgerð og sálarligan og felagsligan stuðul…"

Í álitinum verður mælt til, at ein serstova verður skipað í Eysturoyar sunnaru helvt. Í hesum sambandi fekk Mentamálaráðið tann 30. maj 2003 eina umsókn frá øllum kommununum í Eysturoynni, umboðandi 11.000 fólk, um stovnsetan av serskúla í Eysturoy. Víst verður á tann veruleika, at í Eysturoynni eru sera nógv børn og skúlanæmingar við serligum tørvi. Hetta hevur havt viðsær eitt brennandi ynski frá foreldrum og avvarðandi um ein serskúla í Eysturoynni. Talan er um heili 30 børn við serligum tørvi í Eysturoynni, sum nú og komandi árini væntast at hava tørv á serstovu. Hetta merkir, at tørvurin ongastaðni í Føroyum er so stórur sum í Eysturoynni. Serstovan hevði verið til gagns fyri hesar næmingar, tí tá kundu teir verið tilmeldaðir tann staðbundna fólkaskúlan og fingið serundirvísingina av serkunnleikanum í serskúlanum.

Tíverri eru fleiri dømir um familjur, sum kenna seg noyddar at flyta til Havnar, tí tær ikki meta, at barn teirra við serligum tørvi fær nøktandi hjálp á heimstaðnum. Tað er ein sera óvirðilig støða fyri almenna myndugleikan og skuldi virkað til, at landsstýrismaðurin kendi skund á sær fyri at loysa hetta fyri mangar familjur og einstaklingar týðandi mál. Álitið um sernámsfrøði er sum at seta seg við búgvið borð, har er enntá eitt uppskot til løgtingslóg um, hvussu hetta økið heilt ítøkiliga verður skipað. Eisini verður víst á, at meirkostnaðurin av teimum tilmældu tiltøkunum er rímiligur, tí ein partur av heildarætlanini snýr seg um umskipan av verandi orku.

Tí verða hesir spurningar settir.

Skjal 1: Setningur hjá arbeiðsbólkin
Skjal 2: Skr. frá kommununum í Eysturoynni, dagfest 30.0.5.2003

Á tingfundi 22. apríl 2004. varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 12. mai 2004 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Ad. 1. Umsóknin var avgreidd 14. oktober 2003 av táverandi landsstýriskvinnu Annitu á Fríðriksmørk, og fingu kommunurnar tá soljóðandi svar:

Í skrivi, dagfest 17. september 2003, biður fyrireikingarnevndin um fund við landsstýrismannin í mentamálum at viðgera málið um serskúla í Eysturoynni.

Víst verður á, at 30. mai 2003 høvdu kommunurnar fund við táverandi landsstýrismann, Høgna Hoydal, og handaðu honum eina áheitan um at seta á stovn serskúla í Eysturoynni.

Sambært § 4, stk. 3, í løgtingslóg um fólkaskúlan skal skúlum verða veitt sernámsfrøðilig ráðgeving og næmingum sernámsfrøðiligur stuðul. Her verður sostatt einki nevnt um skipan av serskúlum.

Hinvegin so er hugsanin um, at kommunur samstarva á sernámsfrøðiliga økinum í tráð við tað, sum verður lagt upp til í Tilmæli um sernámsfrøði. Tað er tí at fegnast yvir, at kommunurnar í Eysturoynni standa saman í hesum máli og hava gjørt sær nakrar hugsanir um, hvussu hetta kann loysast á besta hátt.

Arbeitt verður í løtuni við at fyrireika eitt lógaruppskot um, hvussu sernámsfrøðiliga økið skal skipast frameftir. Hetta verður gjørt við støði í tilmælinum um sernámsfrøði, og tað ber illa til at viðgera málið um serskúlan á ein nøktandi hátt, fyrr enn hetta arbeiðið er liðugt.

Tá ið komið er so langt, eri eg sjálvandi altíð fús til at viðgera málið um serskúla í Eysturoynni saman við tykkum.

Ad. 2. Landsstýrismaðurin hevði fund hósdagin 22. apríl 2004 við borgarstjórarnar á Toftum, Runavík og Fuglafirði, har málið var umrøtt. Borgarstjórarnir umboðaðu í hesum máli flestu kommunurnar í Eysturoynni. Svarið, sum givið var borgarstjórunum, var, at Mentamálaráðið ikki hevur ætlanir um at stovnseta serskúlan. Landsstýrismaðurin heldur, at rættari er, at møguleikar verða skaptir í einstøkum kommunalum skúlum at gera serundirvísingareindir, soleiðis at næmingar við heilt serligum tørvi verða undirvístir í einum parti ella einari deild í einum kommunalum skúla í nærumhvørvinum. Tá verða næmingarnir við serligum tørvi og lærarar teirra ein partur av vanliga skúlaumhvørvinum í einum vanligum kommunalum skúla. Landsstýrismaðurin arbeiðir við at gera broytingar í skipanini av serundirvísingini í tráð við hesar tankar.

Ad. 3. Landsstýrismaðurin heldur, at kommunur í størri økjum sum t.d. Eysturoynni, Norðoyggjum ella Suðuroynni eiga at kunna taka seg saman og velja ein ella tveir av størru skúlunum út sum undirvísingarstað fyri børn við serligum breki og útbyggja skúlarnar til endamálið og tann tørv, sum er neyðugur. Um kommunurnar ynskja tað, vil Mentamálaráðið taka lut í samskipanini og ráðgevingini í sambandi við hetta arbeiðið.

Ad. 4. Landsstýrismaðurin heldur, at partar av tilmælinum eru skilagóðir og eiga at verða settir í verk. Landsstýrismaðurin hevur serliga heft seg við, at í álitinum, í orðaskiftinum í tinginum í februar 2003 og í hoyringarsvørunum frá áhugafeløgunum verður serligur dentur lagdur á at fáa eina vælvirkandi greiningarmiðstøð/ráðgeving, at skapa eina heildarskipan fyri einstaka barnið og foreldrini og at fáa serstovur úti í økjunum. Hesar partar fer landsstýrismaðurin serliga at leggja dent á.

Ad. 5. Í løtuni arbeiðir ein bólkur við at gera ætlanir um at broyta bygnaðin á øllum tí sernámsfrøðiliga økinum. Landsstýrismaðurin hevur tikið stig til at fáa í lag samstarv við landsstýrismannin í almannamálum fyri at tosa nærri um serstovurnar og at skapa eina betri heild yvir tilboðini til børn við serligum tørvi. Arbeiðsbólkurin arbeiðir við at gera eitt lógaruppskot fyri alt tað sernámsfrøðiliga økið, men rættast er at fyrireika bygnaðarbroytingar fyrst, og fáa samráðingarnar við Almannamálaráðið og kommunurnar í gongd, áðrenn endaligt lógaruppskot verður gjørt. Landsstýrismaðurin leggur stóran dent á at hava gott samskifti við áhugabólkarnar og fakfeløgini. Hetta arbeiðið verður ætlandi liðugt seint í heyst, og roknast kann við, at lógaruppskot verður lagt fyri tingið til støðutakan einaferð á vári 2005. Miðað verður ímóti at seta nýggju skipanina í verk 1. august 2005 ella 1. januar 2006.

Ad. 6. Sum nevnt frammanfyri verður tikið undir við pørtum av tilmælinum, meðan aðrir partar eftir landsstýrismansins tykki kunnu loysast á øðrvísi hátt.

Ad. 7. Tað er møguligt at stovnseta serstovu í Eysturoynni uttan lógarbroytingar, men landsstýrismaðurin heldur ikki, at tað er ráðiligt at stovnseta serstovu í Eysturoynni, uttan at nærri samráðingar hava verið við Almanna- og Heilsumálaráðið og kommunurnar. Tað er ein avgerandi fyritreyt fyri at fáa eina vælvirkandi samskipaða heildarloysn fyri tað einstaka barnið, at Mentamálaráðið, Almannamálaráðið og kommunurnar samstarva og samráðast um loysnina. Hesar samráðingar verða í næstum.

Málið avgreitt.