100-38  Fyrispurningur til Bárð Nielsen, landsstýrismann, viðvíkjandi tonsaskattaskipan og skatting av manningum

Orðaskifti

Ár 2004, týsdagin 27. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:  

Fyrispurningur   

  1. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja fyri Løgtingið eitt løgtingslógaruppskot um eina tonsaskattaskipan fyri Føroyar sum eitt alternativ til ta føroysku altjóða skipaskrásetingina?
  2. Hví hevur Fíggjarmálaráðið ikki nýtt serkunnleika frá brúkarum úr øðrum londum fyri at fáa eina munagóða skipan?
  3. Hvat heldur landsstýrismaðurin, at ein tonsaskattaskipan skal innihalda, og hvussu kann ein slík gerast ein inntøkukelda hjá landskassanum?
  4. Ætlar landsstýrismaðurin at skjóta upp broyting í skattingini av manningunum til nettoskatting í staðin fyri afturbering?

Viðmerkingar
Í samgonguskjalinum stendur um fíggjar- og búskaparpolitikk m.a.: "Umframt at tálma útreiðslunum verður serligur dentur lagdur á at fáa inntøkurnar at vaksa við m.a. vinnupolitiskum tiltøkum." Her er føroyska altjóða skipaskrásetingin ein møguleiki.

Vælvitandi, at stutt tíð er liðin, síðani nýggjur landsstýrismaður kom í sessin, og at hann hevur havt úr at gera við fíggjarlógini, hevði tað tó verið rætt at hoyrt um hansara ætlanir viðvíkjandi arbeiðinum at betra um okkara altjóða skipaskráseting.

Fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum setti gongd á arbeiðið at tilevna eina tonsaskattalóg. Hon bleiv tó ikki løgd fyri Løgtingið. Orsøkin var helst, at hon ikki var nóg munagóð.

Frá skjølum í málinum sæst, at tey, sum tilevnaðu uppskotið, vóru fyri tað mesta embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum. Á ongan hátt verður funnist at teirra arbeiði, men at gera eina tonsaskattaskipan er ikki einfalt arbeiði, og tað er nógv ymiskt, ið ger seg galdandi.

Harafturat er ein reiðari, tá saman um kemur, líka glaður við, hvussu reglurnar vera gjørdar. Tað, sum reiðarin eina mest umhugsar, er, um talið á botnlinjuni gerst størri, um hann letur skip síni skráseta í aðrari skipaskrá ella ikki.

Ein nýggj skipan má vera einføld og bíligari enn aðrar skipaskrásetingar, tí annars fer eingin reiðari at skráseta skip síni í Føroyum.

Sera nógv skip skifta skráir í hesum tíðum, eisini nógv donsk skip, sum hava føroyskar yvirmenn, skifta til onnur lond. Har er úrslitið ofta, at føroyingarnir missa starvið. Um vit í staðin høvdu eina føroyska skipan, sum var betri, kundu hesi skip flagga um til føroyskt flagg. Tað hevði tryggjað bæði hesum og øðrum føroyingum møguleikan at manna ein stóran handilsflota undir føroyskum flaggi.

Skipaskráseting er ein tænasta, og um vit ynskja at veita hesa tænastu, so muga vit í nógv størri mun fara til brúkaran og spyrja, hvat hann vil hava. Síðani skulu vit finna út av, hvat er politiskt møguligt at bjóða kundanum.

Í løtuni eru ikki nógv skip skrásett í Føroyum. Tað eru tó sera nógv skip, ið kundu hugsast at verið skrásett í Føroyum. Tað treytar tó, at skipanin er til fyrimuns fyri bæði reiðarar og landskassan.

Møguleiki er fyri einum eyka beini at standa á. Inntøkur til landskassan er bert eitt. Møguleikarnir hjá føroyingum at manna hesi skip er annað, umframt at skipini skulu hava eina umsiting í Føroyum.

Kappingin millum skipanir á hesum øki er stór. Neyðugt verður at seta gjaldið til landskassan sera lágt, um vit skulu vera við, og um vit gera tað, er møguleikin stórur.

Nógvir løkir smáir, gera stórar áir. Spurningurin er bara, um hesin viljin er til staðar.

Á tingfundi 27. apríl 2004 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 14. mai 2004 svaraði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til 1
Eitt uppskot er gjørt til eina tonsaskattalóg, men vit náddu ikki at fáa tað við í hesari tingsetuni, so arbeitt verður víðari við uppskotinum.

Eg meti tað verða av stórum týdningi at vit fáa so nógv virksemi her sum gjørligt og er hetta eitt stig rættað vegin. Ætlanin er, at hava eitt uppskot klárt til komandi tingsetu, sum allir partar, ið hava áhugað í málinum, hava havt møguleika at gera sínar viðmerkingar til.

Til 2.
Fíggjarmálaráðið/Toll- og Skattstovan hava verið í samband við útlendskar serfrøðingar og reiðaravirkið um eina tonsaskattaskipan.

Teir mæltu til eina einfalda skipan, men tó er neyðugt at ansa eftir, at vit ikki kundu roknast sum eitt sokallað "skattaparadís", sum ikki verður góðkent av hinum og sostatt ikki kunnu gera tvískattasáttmálar við onnur lond.

Neyðugt er sjálvsagt at ein tílík skipan verður gjørd við ráðgeving frá bæði útlendskum og Føroyskum serfrøðingum innan økið.

Til 3
Ein tonsaskattaskipan skal vera einføld at umsita. Hon skal við øðrum orðum ikki økja um umsitingina. Tað skal verða einfalt hjá útlendskum skipum at skráseta seg í eini slíkari skipan. Í mun til onnur lond, er tað ikki so neyðugt hjá okkum at gera eina skipan, sum forðar fyri, at okkara skip flagga út.

Harafturímóti skal skipanin vera soleiðis innrættað, at hon lokkar fremmand skip henda vegin, samstundis sum vit ansa eftir, at hon ikki verður so lagalig, at onnur lond fara at meta okkum sum eitt lágskattaland, tey ikki vilja gera avtalur við á skattaøkinum.

Til 4
Um tað verður ein fortreyt at broyta skipanina til eina nettoskipan í staðin fyri afturbering fyri at fáa fleiri skip við í skipanina, er neyðugt at umhugsað tann møguleikan eisini. Vit hava í dag eina einfalda skipan og mugu tí ansa eftir, at vit ikki økja um okkara egnu umsiting av økinum.

Danska DIS- skipanin er ein nettoskipan. Tá skipanin var gjørd, blivu hýrurnar hjá sjómonnum, ið sigldu við skipum skrásettum í DIS- skránni, gjørdar skattafríar. Samstundis blivu hýrurnar lækkaðar við eini upphædd svarandi til áleið skattin, ið goldin var frammanundan.

Síðani er tó tað hent, at hýrurnar eru voksnar lutfalslig nógv, men eru tó framhaldandi skattafríar.

Málið avgreitt.