100-39 Fyrispurningur til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, viðvíkjandi avtalu um útlendingamál og útlendsk ítróttafólk í Føroyum, sum ikki var sett í gildi 

Orðaskifti

Ár 2004, týsdagin 27. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa um innihaldið í teirri avtalu, sum undanfarna landsstýri og danski ráðharrin í útlendingamálum vóru komin ásamt um viðvíkjandi arbeiðs- og uppihaldsloyvum í Føroyum?
  2. Kann landsstýrismaðurin vátta, at avtalan snúði seg um at herða umsitingarligu mannagongdirnar sum heild fyri at veita arbeiðs- og uppihaldsloyvi, og samstundis at gera eina smidligari og greiðari skipan fyri at avgreiða umsóknir hjá ítróttarfólki?
  3. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørjum lutum hann ikki kann taka undir við í hesi avtalu og hví?
  4. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvat og hvørjir lutir í hesi avtalu gera tað truplari at meta um arbeiðssloysisstøðuna og at avgreiða umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir eini meting um tørvin á arbeiðsmegi í teirri vinnugrein, sum søkt verður um?
  5. Tá landsstýrismaðurin hevur víst til, at hann skal halda seg til lógina, og at tað er orsøkin til hansara framferð í hesum máli, er so avtalan, sum danski ráðharrin hevði gjørt við undanfarna landsstýri, í stríð við lógina?
  6. Kann landsstýrismaðurin vátta, at undanfarna landsstýri og danski ráðharrin í útlendingamálum í brævaskifti millum partarnar eisini vóru samd um at finna eina skipan fyri læknar og aðrar starvsbólkar við servitan, ið skulu arbeiða í Føroyum í styttri tíðarskeið?
  7. Kann landsstýrismaðurin leggja fram avrit av uppskotinum til avtalu og avrit av tí brævaskifti, sum varð gjørt í sambandi við avtaluna?

Viðmerkingar
Í longri tíð hava vit í fjølmiðlunum hoyrt landsstýrismannin í innlendismálum tosað um reglurnar fyri arbeiðs- og uppihaldsloyvi til ítróttarfólk og til útlendska arbeiðsmegi sum heild.

Byrjanin til alla hesa viðgerð var, at landsstýrismaðurin boðaði frá, at hann vildi ikki seta avtaluna í gildi, sum undanfarna landsstýri hevði gjørt við danska ráðharran í útlendingamálum.

Síðani er alt hetta trupla og viðbrekna mál vavt saman í ein ellibita, har eingin veit, hvat vendir upp, og hvat vendir niður.

Landsstýrismaðurin hevur sagt, at hann vil hava mannagongdirnar fyri at veita arbeiðs- og uppihaldsloyvir í Føroyum herdar.

Landsstýrismaðurin hevur somuleiðis boðað frá, at hann vil hava ta mannagongd, at fólk skulu hava eitt arbeiði, áðrenn tey fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Eitt nú hevur landsstýrismaðurin eins og Føroya Arbeiðarafelag hildið uppá, at treytirnar fyri at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi eru linkaðar í Føroyum, og at ítróttarfólk eru ein trupulleiki fyri føroysku arbeiðsmegina.

Spyrjarin skilir snøgt sagt einki av tí, ið higartil er komið fram alment um hetta mál.

Í besta føri er talan um, at landsstýrismaðurin er skeivt endurgivin, ella at ymisk viðurskifti eru komin í bland. Í ringasta føri er talan um, at beinleiðis skeivar upplýsingar koma frá landsstýrismanninum.

Avtalan, sum undanfarna landsstýri gjørdi við Bertel Haarder, snúði seg júst seg um at herða og tátta í umsitingarligu mannagongdirnar fyri at veita arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum sum heild, meðan ein smidlig skipan varð avtalað, um at avgreiða umsóknir hjá ítróttarfólki.

Samanumtikið gjørdi avtalan við Bertel Haarder mannagongdirnar nógv greiðari enn frammanundan.

Í henni varð staðfest, at ítróttarfólk kunnu koma til Føroya at royndarvenja og síðani søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Tey kundu hava upp í tvey parttíðarstørv afturat ítróttinum, og tilsamans skuldu tey hava eina inntøku, ið svarar til eina minstu verkamannaløn í Føroyum.

Tey kundu ikki byrja at spæla ella taka á seg venjarastarv fyrr enn arbeiðs- og uppihaldsloyvi var avgreitt.

Tey skuldu eins og onnur bert hava uppihaldsloyvi fyri eitt ár í senn, og um tey missa arbeiðið, so fara tey av landinum.

Avtalan gjørdi eisini greitt, at eftirlit skal vera við, at útlendsk arbeiðsfólk halda sáttamálakrøvini hjá føroyskum fakfeløgum, og at fólk, ið hava roynt at søkja um friðskjól ella uppihald í Danmark, ikki kunnu søkja víðari til Føroya.

Og tað var eftir avtaluni framvegis landsstýrið, ið skuldi viðmæla, um arbeiðsloyvi skal gevast, og landsstýrið hevði sostatt møguleikar fyri at kanna væl og virðiliga, um arbeiðsloysi var í teirri vinnugrein ella í tí øki í landinum, sum søkt varð um arbeiði í.

Avtalan var sostatt bæði ein herðing av mannagongdunum sum heild, men hon gjørdi samstundis greiðar og smidligar reglur fyri, hvussu ítróttarfólk fáa somu viðferð og somu viðgerð.

Í brævaskifti millum landsstýrið og Bertel Haarder var eisini avtalað, at skipan skuldi finnast fyri læknar og aðrar bólkar við servitan, sum tørvur er á at fáa til Føroya í styttri tíðarskeið, og har ein long viðgerð av umsóknunum ger tað sera trupult at loysa ávísar uppgávur.

Tí verður landsstýrismaðurin biðin um at greiða frá, hvørjum hann ikki tekur undir við í teimum avtalum, ið vórðu gjørdar, og hvørjar sakligu grundgevingarnar eru.

Harafturat verður heitt á landsstýrismannin um at leggja skjølini í málinum fyri tingið og fyri almenningin.

Á tingfundi 27. apríl 2004 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 12. mai 2004 svaraði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar 

Áðrenn eg svari ítøkiligu spurningunum, skal eg stutt greiða frá samanhanginum í málinum, soleiðis at tingið kann síggja grundgevingarnar fyri, at eg havi gjørt, sum eg havi, í einum meira rættvísandi høpi.

Útgangsstøðið í útlendingalógini er, at aðrir útlendingar enn norðurlendingar ikki hava loyvi at arbeiða í Føroyum. Talan skal vera um "væsentlige beskæftigelsesmæssige hensyn", áðrenn tað yvirhøvur verður umhugsað at geva hetta loyvið. Tað vil siga, at tørvur skal vera á arbeiðsmegini her – mangul skal vera uppá arbeiðsmegi – ella eisini skal vera talan um ein førleika, sum ikki er í Føroyum, ella at tey, sum hava førleikan, eru so fá, at tørvurin hjá vinnuni ikki er nøktaður.

Hetta er tað, sum ger, at støðan á arbeiðsmarknaðinum ávirkar ítróttarfólkini. Av tí at ítróttaryrkið bara er partvíst lønt – um tað yvirhøvur er lønt, vinna tey flestu sær til lívsins uppihald við ófaklærdum arbeiði. Hetta ger, at ítróttarfólkini eftir lógini skulu viðgerast sum ein og hvør annar, ið søkir um arbeiðsloyvi í Føroyum. Eftir lógini er tað líka mikið, um hesi íðka ítrótt í síni frítíð, um so er tað ikki burturav er sum lønt ítróttararbeiði.

Vit hava nú eitt vaksandi arbeiðsloysi, soleiðis at tað stórt sæð ikki longur ber til at viðmæla, at útlendingar fáa loyvi at koma til Føroya at arbeiða sum ófaklærd. Tí kann Innlendismálaráðið heldur ikki viðmæla, at útlendingar, sum søkja um arbeiðsloyvi sum ófaklærd, og sum samstundis skulu íðka ítrótt framíhjá, fáa loyvi at arbeiða sum ófaklærd.

Er støðan tann, at tørvur generelt er á arbeiðsmegi í Føroyum, ber til at gera eina skipan, sum táverandi landsstýrismaðurin ætlaði; men nú arbeiðsloysið veksur stútt og støðugt, ber ikki til at gera eina serskipan fyri frítíðar-ítróttarfólk, sum herðir trýstið á arbeiðsmarknaðin fyri ófaklærda arbeiðsmegi. Tað hevði verið ímóti endamálinum við útlendingalógini, og hevði somuleiðis verið óforsvarligt mótvegis arbeiðsleysu føroyingunum.

Tað liggur mær sera fjart at vilja leggja ítróttini forðingar í vegin. Hinvegin er tað ein veruleiki, at viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum eru broytt, og tað og skal Innlendismálaráðið sum myndugleiki hava við í sína viðgerð.

- Kanska ber til at grundgeva fyri, at tað var forsvarligt at orða avtaluna soleiðis í november seinasta ár, tí tá var arbeiðsloysið nógv lægri, enn tað er í dag; men hjá okkum, sum kanska á ein øðrvísi hátt eru von at hava fingurin á pulsinum hjá føroyska vinnulívinum, var tað longu seinasta summar greitt, at nú var vent, og at tað sá út til at ganga skjótt tann skeiva vegin. So mín persónliga fatan er, at tað var ógvuliga bláoygt at royna at gera hesa avtaluna í november! - Og tann forvæntningurin, sum tá varð skaptur, hevur givið okkum teir trupulleikarnar, sum vit sita við í dag.

Skal eg byrja við at taka samanum, so haldi eg, at tilgongdin mest av øllum fortelur okkum, at vit mugu fáa betri samskifti við partarnar á arbeiðsmarknaðinum og betri hagtøl, soleiðis at fyrisitingin alla tíðina hevur eina rætta mynd av støðuni hjá vinnulívinum.

Við hesum bakstøði skal eg svara ítøkiligu spurningunum.

Til spurning 1
Ætlaða avtalan var um serligar mannagongdir fyri ítróttarfólk.

Hert eftirlit skuldi harafturat vera við útlendingaøkinum yvirhøvur, og ætlanin var at tátta í ávísar mannagongdir. 

Til spurning 2
Talan var um at herða mannagongdirnar fyri arbeiðsloyvi annars; men samstundis gera serliga lagaligar treytir fyri ítróttarfólk.

Til spurning 3
Tann parturin av avtaluni, sum eg meti, at tað hevði verið skeivt at sett í gildi, er hetta, at ítróttarfólk - sum nakað heilt serligt - skuldu kunna hava upp til 3 arbeiðsgevarar, tað er tveir arbeiðsgevarar umframt ítróttarfelagið.

Tvinnar orsøkir eru til, at eg haldi, at hetta í verandi arbeiðsmarknaðarstøðu hevði verið skeivt, og báðar hanga saman við, at støðan á arbeiðsmarknaðinum er broytt, soleiðis at vit, sum er, hava meira enn ríkiligt av føroyskari arbeiðsmegi til øll okkara ófaklærdu størv:

Fyrra grundgevingin er, at nú tørvur ikki longur er á at innflyta útlendska arbeiðsmegi til ófaklært arbeiði í Føroyum, hevði hendan reglan ikki verið nøkur hjálp til ítróttina, tí er tørvur ikki á at innflyta ófaklærda arbeiðsmegi, ber heldur ikki til at lata ófaklærd fólk fáa arbeiðsloyvi, bert tí at tey hava ítrótt sum frítíðarítriv ella atvinnu. Tá høvdu vit latið óviðkomandi grundgevingar verið atvold til, at nakrir ófaklærdir útlendingar verða tiknir fram um aðrar í annars somu støðu, og tað hevði í besta føri verið at brotið líkaregluna um, at samlík mál skulu fáa samlíka viðgerð.

Seinna grundgevingin er, at ein – kanska hypotetiskur - møguleiki er fyri, at hendan ásetingin í avtaluni kundi givið útlendingum, sum ætla sær higar at íðka ítrótt og arbeiða ófaklært, eina grundaða orsøk til at vænta, at teir kundu fáa arbeiðsloyvi, um útlendingurin longu var í landinum og royndarvandi. –Tað er tað, sum danir nevna "berettiget forventning".

At givið útlendinginum eina slíka væntan í tíðum, tá ið føroyingar sjálvir kunnu nøkta tørvin á ófaklærda arbeiðsmarknaðinum, hevði ikki verið rætt. Hetta kundi eisini í ringasta føri skapt fordømi fyri at veita arbeiðsloyvi, hóast alt talar ímóti, og tí givið okkum trupulleikar í umsitingini av arbeiðsloyvismálum til ófaklærd annars.

- Ætlaða ásetingin í avtaluni hevði tí – sum arbeiðsmarknaðarstøðan nú er - ikki loyst trupulleikarnar við at fáa útlendsk ítróttarfólk til landið; men smidligu mannagongdirnar høvdu gjørt, at ítróttarfólkini høvdu fingið skjótari boð, um so er, at tey ikki fingu loyvi.

Tí havi eg sett meg í samband við Integrationsministeriet aftur um at broyta serliga hendan partin av avtaluni. Sum tað longu hevur verið frammi í fjølmiðlunum, herðir broytingin treytirnar fyri, at ítróttarfólkini fáa loyvi; men afturfyri, so fara tey við broytta avtaluuppskotinum at kunna fáa loyvi, um tey lúka herdu treytirnar - eisini tá ið vit ikki hava bestu uppgongutíðir.

Heldur eina herðing, sum letur upp fyri nøkrum – um kanska avmarkaðum – møguleikum, enn eina linking, sum mestsum bara er symbolsk, uttan tá ið tíðirnar eru so góðar, at ítróttarfólkini kundu fingið arbeiðsloyvi, líka mikið um nakað varð røtt um ítrótt ella ikki.

Til spurning 4
Onki í avtaluni ger tað truplari at meta um arbeiðsloysisstøðuna; men, sum eg júst havi greitt frá, er kanska møguleiki fyri, at ásetingin um 3 arbeiðsgevarar kann elva til, at málsviðgerðin av hesum málunum verður skeiklað, soleiðis at ásetingin í lógini ikki kemur at virka sum ætlað.

Til spurning 5
Avtalan hevði ikki verið í stríð við lógina. Sum eg havi greitt frá, hevði avtalan við verandi arbeiðsmarknaðarstøðu ikki hjálpt ítróttini við tí aktuella trupulleikanum, uttan so at hon hevði givið útlendsku ítróttarfólkunum ein "berettiget forventning" um, at tey kundu fingið arbeiðsloyvi, hóast arbeiðsmarknaðarstøðan er, sum hon er. Eg vænti ikki, at hetta hevði hent. Umsitingin hjá mær roknar heldur ikki við tí; men hinvegin ber heldur ikki heilt til at útihýsa tí møguleikanum. Hevði tað verið úrslitið, kundi endin verið, at vit noyddust at umsita ímóti tí, sum er ætlanin við lógini. – Tað hevði pr. definitión ikki verið ólógligt, men tað hevði verið beint ímóti endamálinum við lógini.

Til spurning 6
Hetta kann eg vátta, men skipanin varð ikki gjørd. Eg kann upplýsa, at í endurskoðaðu avtaluni, sum vit eru um at hava klára, er ætlanin at hava eina serliga lagaliga skipan fyri læknar eisini.

Málið um útlendskar læknar er, fyri mær at síggja, eitt mál, sum ikki hevur minni skund, enn málið um útlendsk ítróttarfólk, heldur hinvegin.

Til spurning 7
Sum eg havi víst á í sambandi við svarið til spurningarnar 3 og 6, so samskifta vit enn við danska Integrationsministeriet um at gera eina broytta avtalu um millum annað ítróttarfólk. Tí meti eg, at tað hevði verið skeivt at almannakunngjørt partar av samskiftinum. - Tað er heldur ikki vanligt at almannakunngera tilfar frá samráðingum millum lond, meðan hesar eru í gongd. Eg royni at gera eina broytta avtalu við Integrationsministeriet, har ítróttarfólk framvegis fáa sersømdir, men tó soleiðis, at tey leggja sum minst trýst á arbeiðsmarknaðin annars. Samstundis royni eg sum sagt eisini at fáa avtaluna at fevna um smidligar mannagongdir fyri læknar.

Málið avgreitt.