100-40 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi  villeiðandi upplýsingum til almenningin um fíggjarstøðu landsins

Orðaskifti

Ár 2004, týsdagin 27. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi fráHøgna Hoydal , løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Tekur løgmaður undir við innihaldinum í tíðindaskrivinum um fíggjarlógaruppskotið fyri 2004, dagfest 25.03.2004, ið liggur á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum?
  2. Kann løgmaður vátta, at embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum hava góðkent upplýsingarnar um fíggjarstøðu landsins í tíðindaskrivinum, og at tey taka ábyrgd av, at upplýsingarnar og orðingarnar í tíðindaskrivinum um fíggjarstøðu landsins eru rættar?
  3. Kann løgmaður útvega váttan og skjalprógv fyri upplýsingunum í tíðindaskrivinum um, at "landsstýrismaðurin hevur arvað eina rokning", at "landsstýrið skal gjalda eina rokning upp á 280 milliónir krónur", og at framskrivingar vístu eitt "hall upp á smáar 400 mió. kr. áðrenn avdráttir"?
  4. Kann løgmaður greiða frá, hvar og á hvørjum kontum landsstýrismaðurin í mun til árið 2003 hevur spart góðar 120 milliónir krónur, sum tíðindaskrivið upplýsir um?
  5. Heldur løgmaður, at ein landsstýrismaður kann leggja faktuellar upplýsingar fram á almennu heimasíðunum hjá einum ráði ella í aðrari formligari kunning frá einum landsmyndugleika, sum embætisfólk ikki kunnu vátta?
  6. Kann løgmaður vísa á onnur dømi, har Fíggjarmálaráðið í formligari kunning frá ráðnum, leggur undanfarin landsstýrir og landsstýrismenn undir at hava lagt rokningar eftir seg, og at hava ábyrgdina fyri tí fíggjarlógaruppskoti, sum ein landsstýrismaður leggur fram?
  7. Heldur løgmaður, at landsstýrismaðurin í hesum máli hevur fyrisitið á fullgóðan hátt?

Viðmerkingar
Landsstýrismaðurin sendi 25. mars 2004 út eitt tíðindaskriv um fíggjarlógaruppskotið fyri 2004. Í hesum tíðindaskrivi verður landsstýrismaðurin endurgivin fyri at siga m.a.:

Í teimum tølum, landsstýrismaðurin síðani sjálvur hevur lagt fram, verða hesar upplýsingar afturvístar.

Undanfarna samgonga varð steðgað í sínum arbeiði 5. desember 2003, og úrslitið hjá landskassanum fyri 2003 vísir sambært landsstýrismanninum sjálvum eitt yvirskot upp á 11 milliónir krónur.

Harafturat vísir uppskotið hjá landsstýrismanninum onga sparing í mun til 2003, sum var seinasta árið hjá undanfarnu samgongu.

Heldur ikki ber til at finna nakað skjalprógv, ið lýsir munin millum 400 milliónir krónur í halli og tær 276,5 milliónir krónurnar í halli, sum landsstýrismaðurin sjálvur hevur lagt fram.

Talan er tí um beinleiðis ósannar og villleiðandi upplýsingar, sum landsstýrismaðurin leggur fram fyri almenningin.

Tíðindaskrivið frá landsstýrismanninum hevur ikki frámerkið hjá Fíggjarmálaráðnum, soleiðis sum almenn tíðindaskriv frá landsstýrismanninum eiga at hava. Landsstýrismaðurin hevur síðani sagt í tinginum 14. apríl, at embætisfólk hava kannað tað faktuella í tíðindaskrivinum, men at hann hevur keypt sær hjálp til at seta tíðindaskrivið upp – til kunningarpartin so at siga.

Upplýsingar frá Fíggjarmálaráðnum um fíggjarstøðu landsins eiga sjálvandi at vera rættar og ikki at vera tilvitað skeivar til tess at gera partapolitisk álop á aðrar flokkar ella at renna undan ábyrgd fyri tí fíggjarpolitikki, ið ein landsstýrismaður leggur fram.

Hetta kann hava stórar avleiðingar fyri álitið á landsins fíggjarpolitikk – bæði millum føroyingar innanhýsis, men sanniliga eisini fyri altjóða umdømi Føroya.

Um ein ráðharri í øðrum landi hevði lagt fram skeivar upplýsingar um stórt hall á fíggjarlógini, so hevði hetta fingið stórar avleiðingar á búskapargongdina, partabrævamarknaðir, kredittvirðir, íløguhug, privatnýtslu o.s.fr.

Eisini er tað sera týdningarmikið, at tey embætisfólk, ið eru sett at hava ábyrgd fyri fíggjarøkinum, kunnu standa inni fyri teimum upplýsingum, ið verða lagdar fram.

Tað ber ikki til at siga, at ein landsstýrismaður bara keypir sær uttanhýsis hjálp til kunnningina um fíggjarstøðu landsins. Tí henda feilir, so eiga bæði landsstýrismaður og embætisfólk at kunna ábyrgdast.

Verða embætisfólk lopin um í faktuellari kunning, so ber ongantíð til at staðfesta eina ábyrgd niður gjøgnum fyrisitingina – og tá kann ein landsstýrismaður í prinsippinum hava eina privata fyrisiting, sum almenningurin ongantíð fær innlit í.

Landsstýrismaðurin ábyrgdast undir øllum umstøðum fyri innihaldinum í hesum tíðindaskrivi, og tí verður fyrispurningurin settur, áðrenn støða verður tikin til, um farast skal víðari við málinum.

Á tingfundi 27. apríl 2004 varð samtykt 18-2-2, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 18. mai 2004 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til 1
Mínar viðmerkingar til umrødda tíðindaskriv um fíggjarlógaruppskotið fyri 2004 síggjast av svarunum niðanfyri.

Til 2
Eg kann váttað, at tølini um fíggjarstøðu landsins eru fingin til vega frá embætisfólki í Fíggjarmálaráðnum. Sostatt ábyrgdast tey mótvegis landsstýrismanninum fyri, at hesar upplýsingar eru rættar. Í tíðindaskrivinum eru eisini politiskar orðingar og metingar sum "hall á fíggjarlógini er arvur frá farna búskaparpolitikkinum", og "hallið er álvarsama avleiðingin av ábyrgdarleysari stýring í farna búskaparpolitikkinum, sum undanfarna samgongan stóð fyri". Hetta eru politiskar staðfestingar og metingar hjá landsstýrismanninum sjálvum. Embætisfólkið í Fíggjarmálaráðnum hava ikki havt leiklut í hesum.

Annars er at siga, at tað tykist sum spyrjarin gevur embætisvaldinum sjálvstøðuga status, eisini í ábyrgdarhøpi. Ábyrgdin liggur hjá landsstýrismanninum. Tað er hansara útsøgn, ið telur, og ikki hvaðani hann hevur upplýsingarnar. Tað er einans hann, ið hevur rættarliga og politiska ábyrgd mótvegis Løgtinginum. Embætisfólkini ábyrgdast bara mótvegis landsstýrismanninum.

Til 3
Eg kann hvørki vátta ella skjalprógva politisku orðingar landsstýrismansins í umrødda tíðindaskrivi, sum til dømis "landsstýrismaðurin hevur arvað eina rokning, og landsstýrið skal gjalda eina rokning". Hetta eru eftir mínum tykki heldur provokerandi politiskar orðingar, ið eru grundaðar á tann veruleika, at landsstýrini, ið sótu frá 1998 til 2003, vuksu um rakstrarútreiðslur landsins við góðum 900 mió kr., meðan árliga ríkisveitingin í sama tíðarskeiði varð lækkað við 366 mió kr.

Í nevnda tíðindaskrivi stendur m.a. "tíverri mugu vit fyrst gjalda eina rokning á knappliga 280 milliónir krónur". Landsstýrismaðurin sipar her til hallið á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004, sum í stóran mun er úrslit av framda politikkinum hjá undanfarnu samgongu, og sum henda samgonga má fáa aftur á beint.

Niðanfyri er lýst, hvussu hallið sambært Fíggjarmálaráðnum í høvuðsheitum er komið á knapt 400 mió kr.:

RLÚ í uppskoti hjá undanfarnu samgongu 101 mió kr.
Broytt inntøkumeting -171 mió kr.
Ikki framd inntøkutiltøk hjá undanfarnu samgongu - 75 mió kr.
Sáttmálahækkingar (upprunalig meting) - 80 mió kr.
Dagførd meting av lógarbundnum inntøkum - 23 mió kr.
Ikki framdar sparingar hjá undanfarnu samgongu - 55 mió kr.
Ikki framd søla av bygningi - 30 mió kr.
Meirútreiðslur til serviðgerð og sjúkrakassar - 30 mió kr.
Tilsamans -363 mió kr.

Harfturat eru nakrar smærri hækkingar í ymiskum útreiðslupostum. Tá fíggjarlógaruppskotið varð evnað til, sá eisini út til, at kostnaðurin av sáttmálahækkingunum gjørdist eitt sindur hægri enn upprunaliga mettu 80 milliónir krónurnar.

Til 4
Niðanfyri er lýst, hvussu hallið sambært Fíggjarmálaráðnum í høvuðsheitum er komið niður á 277 mió kr.

Sparingar:

Ikki full lønarkompensatión -15,0 mió. kr.
Elektronisk sjúklingaskrá - 5,0 mió. kr.
Barsilsskipanin -14,0 mió. kr.
Neyð- og trygdartænasta - 2,5 mió. kr.
Lánsafturgjald - 5,0 mió. kr.
Fiskivinnuroyndir - 1,0 mió. kr.
Fiskimálaráðið - 2,0 mió. kr.
Strandfaraskip landsins - 4,0 mió. kr.
Økisterapi - 4,7 mió. kr.
Sendistovur - 1,0 mió. kr.
Miðnámsskúlin við Marknagilsvegin - 3,0 mió. kr.
Norðoya Skúladepil - 2,0 mió. kr.
Miðnámsskúlin í Suðuroy - 1,5 mió. kr.
Lista- og tónleikaskúli Føroya - 4,0 mió. kr.
Medicoteknisk tól - 6,0 mió. kr.
Landssjúkrahúsið - 2,0 mió. kr.
Sjálvsognarstovnurin Sambýlir - 7,4 mió. kr.
Eldrasambýli - 3,0 mió. kr.
Tilsamans 83,1 mió kr.

Hægri inntøkur:

Hægri útluting + 9,0 mió. kr.
Aðrar rentur + 2,5 mió. kr.
Rentuinntøkur av innistandandi + 2,0 mió. kr.
Tilsamans 13,5 mió kr.
   
Broytingar íalt 96,6 mió kr.

Harfturat koma ymiskar aðrar smærri sparingar. 

Til 5
Tað er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, ið hevur evstu ábyrgd á sínum málsøki bæði politiskt og løgfrøðiliga. Tað er tí fyrst og fremst hansara ábyrgd, at fakligar upplýsingar á heimasíðu hjá tí stjórnarráði, hann varðar av, eru rættar. Fyri at tryggja sær, at so er, er altíð best og góður siður, at landsstýrismaðurin hevur váttan fyri faktuellu upplýsingunum, antin frá egnum embætisfólkum ella øðrum serkunnleika á økinum.

Generelt kann sigast, at um landsstýrismaður leggur fram faktuellar upplýsingar, ið embætisfólk ikki kunnu vátta, kann hann seta seg sjálvan í óneyðugan vanda. Tað meti eg ikki vera skilagóðan arbeiðshátt.

Til 6
Eg kenni ikki til onnur tíðindaskriv frá Fíggjarmálaráðnum, ið júst líkjast hesum.

Til 7
Spyrjarin sipar her helst til § 33 stk. 3 í stýrisskipanarlógini har sagt verður, at "Løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt." Fullgóður stendur her í mótsetning til lógliga og merkir, at fullgóður vísir til løgmansins vanliga politiska eftirlit við landsstýrismonnum. Her snýr tað seg um subjektiva meting. Mínar viðmerkingar í hesum sambandi síggjast av svarunum omanfyri.

Málið avgreitt.